Forsorgarlóg

 

121  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um almenna forsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Įlit
E. 2. višgerš
F. Oršaskifti viš 2. višgerš
G. 3. višgerš ( Einki oršaskifti)

Įr 2003, 22. aprķl, legši Pįll į Reynatśgvu, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lóg um almenna forsorg 

§ 1

Ķ lóg fyri Fųroyar um almenna forsorg, sbr. lógarkunngerš nr. 100 frį 02.03.1988 sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 11 frį 10.02.2003 verša gjųrdar hesar broytingar:

1) Ķ § 17, stk. 1 veršur sett inn eftir oršiš "merudgifter,": "herundir śtreišslur til įvķsar višgeršir,".

2) Sum nżtt § 17, stk. 3 veršur sett:
"Stk. 3. Stušul kann verša veittur sum endurgjald fyri mista arbeišsinntųku til persónar, sum heima uppihalda barni viš likamligum ella sįlarligum breki. Stušulin er treytašur av, at taš er ein avleišing av sjśkuni ella brekinum, at taš er neyšugt at ansa barninum heima."

3) Sum nżtt § 17, stk. 4 veršur sett:
"Stk. 4. Landsstżrismašurin kann įseta nęrri reglur višvķkjandi śtreišslum til įvķsar višgeršir sambęrt stk. 1 og endurgjaldi fyri inntųkumiss sambęrt stk. 3."

§ 2

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd. 

Višmerkingar

Sambęrt § 17 ķ forsorgarlógini hevur persónur, sum ķ heiminum uppiheldur einum barni viš likamligum ella sįlarligum breki, sum hevur viš sęr serligar śtreišslur viš uppihaldinum, rętt til at fįa stušul til rindan av neyšugum meirśtreišslum, iš standast av barninum. Hjįlpin er treytaš av, at lęknaligar įvķsingar višvķkjandi barninum verša fylgdar.

Innihaldiš ķ § 17 kom ķ forsorgarlógina tann 27. mai 1970. Ķ višmerkingunum varš sagt, at taš er ynskiligt, at eitt barn kann verša longst mųguligt ķ heiminum, og taš tķ er rķmiligt, at tęr meirśtreišslur, iš standast av at uppihalda einum sjśkum ella brekašum barni heima, verša endurgoldnar. Tķ varš skotiš upp at gera mųguleikan at veita hjįlp til heim viš bųrnum, sum eru brekaš, og sum hava serligar śtreišslur av hesum. Stušulin er ikki bundin at inntųku.

Almannastovan hevur tulkaš meirśtreišsluna sum verandi śtreišslur, so sum serligur kostur (dięt), serlig klęši, meirśtreišslur viš vaski og sliti av klęšum, śtreišslur til heilivįg, śtreišslur til višgerš sum fysioterapi, ergoterapi, tannvišgerš og višgeršir, sum sjśkrahśsverkiš ikki veitir. Harumframt hevur Almannastovan mett endurgjald fyri mista arbeišsinntųku sum eina meirśtreišslu.

Kęrunevndin ķ Almannamįlum hevur tann 30. oktober 2002 tikiš avgerš ķ tveimum mįlum um, at heimild er ikki til at veita stušul til višgerš sambęrt § 17 ķ forsorgarlógini, men at stušul til višgerš skal veitast sambęrt § 15, stk. 2 ķ forsorgarlógini. Munurin į hesum greinum er, at stušul eftir § 17 er ikki tengdur at inntųkuvišurskiftum hjį umsųkjara (inntųkujavnašur), ķmešan stušul eftir § 15, stk. 2 er tengdur at, at umsųkjari ikki er fųrur fyri at gjalda višgeršina sjįlv/ur (inntųkujavnašur).

Omanfyri nevnda avgerš hjį Kęrunevndini ķ almannamįlum hevur viš sęr, at Almannastovan ikki framhaldandi kann veita fķggjarligan stušul til brekaš bųrn, iš hava tųrv į fysioterapi, ergoterapi, rķšing, višgerš uttanlands og egingjaldiš til heilivįg, um foreldrini hava rįš til at gjalda hesar śtreišslur sjįlvi.

Hetta er eitt stórt afturstig fyri ręttindini hjį brekašum bųrnum ķ Fųroyum og foreldrum teirra. Mett veršur tķ, at taš er neyšugt at stašfesta sišvenju Almannastovunnar. Hetta veršur gjųrt viš hesum lógaruppskoti.

Landsgrannskošanin hevur fleiri feršir vķst į ivasomu heimildina at veita endurgjald fyri mista arbeišsinntųku eftir § 17. Fyri at fįa henda iva burtur, veršur tķ skotiš upp at geva heimild ķ § 17, stk. 3 til at veita stušul fyri mista arbeišsinntųku til foreldur, sum uppihalda einum sįlarliga ella likamliga brekašum barni heima, og neyšugt er, at ein teirra ansar barninum.

Lógarbroytingarnar eru fyribilsloysnir. Hetta fyri at tryggja verandi ręttindini hjį nevnda persónsskara. Ętlanin er at taka ręttindini hjį teimum brekašu sum heild upp til nżggja stųšutakan ķ sambandi viš gerš av nżggjari forsorgarlóg.

Umsitingarligar avleišingar
Sambęrt hesum lógaruppskoti skulu įvķsar višgeršir veitast sambęrt § 17 og ikki sambęrt § 15, stk. 2. § 17 ķ forsorgarlógini er ikki inntųkujavnaš, ķmešan § 15, stk. 2 er inntųkujavnaš.

Taš krevur stųrri orku at mįlsvišgera mįl, iš innibera eina meting av, um umsųkjarin kann rinda śtreišsluna sjįlv/ur, tvs. § 15, stk. 2 mįl, enn at višgera § 17 mįl. Taš vil siga, at um henda lógarbroyting veršur sett ķ gildi, hevur hon viš sęr minni umsiting į Almannastovuni.

Sosialar avleišingar
Lógarbroytingin hevur viš sęr, at foreldur at brekašum bųrnum verša betur stillaš enn eftir galdandi reglum.

Fķggjarligar avleišingar
Mett veršur ikki, at lógarbroytingin hevur fķggjarligar avleišingar. Hetta av tķ, at tann sišvenjan, iš er galdandi ķ dag, veršur stašfest viš hesum lógaruppskoti, og śtreišslan til įvķsar višgeršir til brekaš bųrn og endurgjald fyri inntųkumiss til foreldur at brekašum bųrnum er tikin viš į fķggjarlógini 2003 sum lógarbundin jįttan.

Altjóša sįttmįlar og umhvųrvisligar avleišingar
Mett veršur ikki, at lógaruppskotiš fęr avleišingar ķ mun til altjóša sįttmįlar og ella fęr umhvųrvisligar avleišingar.

 

Fyri landiš/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
plįss/ųki ķ
landinum

Fyri
įvķsar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleišingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar

     

Ja

 

Av tķ at taš hevur skund at fįa lógaruppskotiš samtykt av Lųgtinginum og sett ķ gildi, hava stundir ikki veriš til at senda lógaruppskotiš til hoyringar hjį tżšandi pųrtum. Almannastovan, MBF og Rįšiš fyri Brekaš eru tó kunnaš um lógaruppskotiš.

3. Serligar višmerkingar

Til § 1)
Viš "herundir įvķsar višgeršir" veršur serliga hugsaš um tęr višgeršir, iš Almannastovan hevur veitt brekašum bųrnum sambęrt § 17 ķ forsorgarlógini, įšrenn omanfyri nevndu kęrunevndaravgeršir.

Treytin er, at višgeršin ikki kann verša goldin av ašrari lóggįvu, at višgeršin er neyšug og heilsuliga vęl grundaš. Hetta merkir, at lękni ella lķknandi skal hava męlt til višgeršina. Tilmęliš eigur at koma frį tķ lękna, sum višger barniš. Er višgeršin ein lišur ķ framhaldandi višgerš frį sjśkrahśsuppihaldi, eigur at verša bišiš um lęknameting frį sjśkrahśsinum og ikki einans frį kommunulękna.

Dųmi um višgeršir eru fysioterapi, ergoterapi, tannvišgerš, rķšing v.m.

Višgerš uttanlands veršur bert jįttaš, um slķk višgerš ikki fęst ķ Fųroyum, og um mett veršur, at višgeršin hjįlpir tķ einstaka barninum. Talan er sum oftast um fjųlbrekaš bųrn. Oršiš er umsett śr donskum av oršinum "multihandicappede bųrn".

Heilivįgur til bųrn hevur veriš jįttašur eftir § 17 og ikki eftir § 18, stk. 5 viš tilhoyrandi kunngerš. Taš vil siga, at foreldur at brekašum bųrnum ikki rinda eitt egingjald til heilivįg, sum ašrir persónar skulu eftir § 18, stk. 5.

Rķšing kann verša veitt sum višgerš, um hetta hevur stųši ķ tilmęli frį lękna og fysioterapeuti, og um hetta er eitt ķskoyti til fysioterapivišgerš. Hetta stašfesta omanfyri nevndu kęrunevndaravgeršir. Ķ slķkum fųrum veršur rķšing mett sum ein partur av eini višgerš.

Rķšing sum frķtķšarķtriv byggir į avgeršina frį landsstżrinum frį 22.09.1992, har frįbošaš varš, at tey mest brekašu, tvs. tey, sum viš ongum ella heilt fįum valmųguleikum, kunnu fįa stušul eftir § 17. Hetta merkir, at stušul til rķšing sum frķtķšarķtriv kann verša veittur til bųrn, iš bera vķttfevnt likamligt ella sįlarligt brek og sum eru so avmarkaš av sķnum breki, at tey ongar ella heilt fįar ķtrivsmųguleikar hava.

Til § 2)
Her veršur heimild givin at veita persónum, sum heima uppihalda barni viš sįlarligum ella likamligum breki, endurgjald fyri mista arbeišsinntųku. Stušulin er treytašur av, at taš er ein avleišing av sjśkuni ella brekinum, at taš er neyšugt at ansa barninum heima. Hetta er eisini stašfesting av galdandi sišvenju į Almannastovuni.

Ķ slķkum fųri er talan um, at taš er best hóskandi, at mamman ella pįpin ansa barninum heima. Treytin er, at viškomandi heilt ella partvķst noyšist at gevast ķ arbeiši fyri at fara heim at ansa einum sįlarliga ella likamliga brekašum barni. Ķ serligum fųri kann endurgjald verša veitt, tį taš er sannlķkt, at viškomandi ikki fęr tilknżti til arbeišsmarknašin orsakaš av at ansa brekašum barni heima.

Endamįliš viš endurgjaldinum er, at viškomandi hevur taš sama at rįša yvir, sum tį viškomandi var ķ arbeiši. Endurgoldiš veršur tķ fyri nettoinntųkutapiš, tvs skattskylduga inntųkan (A-inntųkan) viš frįdrįtti av skatti minus frķtķšarlųn. Harumframt skulu mųguligar ašrar spardar śtreišslur mótroknast, eitt nś spardar śtreišslur fyri barnaansing.

Til § 3)
Mett veršur, at taš er neyšugt at geva landsstżrismanninum mųguleika fyri viš kunngerš at įseta nęrri reglur um, hvat er fevnt av "įvķsum višgeršum" sambęrt stk. 1 og endurgjald fyri inntųkumiss. Hetta av tķ, at taš kunnu standa upp ivamįl um, hvat er umfataš av nżggju reglunum.

Undirritašu tingmenn višmęla, at uppskotiš kemur til višgeršar, hóast freistina ķ § 54, stk. 1 ķ tingskipanini.

Kristina Hįfoss Hergeir Nielsen Finnur Helmsdal Heini O. Heinesen
Niklįi Petersen Johan Dahl Jógvan Arge Óli Breckmann
Jįkup Mikkelsen Andrias Petersen. Jógvan viš Keldu Marjus Dam
Jógvan į Lakjuni Poul Michelsen Jųrgen Niclasen Kįri P. Hųjgaard
Jenis av Rana Bįršur Nielsen Katrin Dahl Jakobsen Kristian Magnussen
Vilhelm Johannesen Jóannes Eidesgaard Alfred Olsen Lisbeth L. Petersen

1. višgerš 24. aprķl 2003. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 28. aprķl 2003 legši fram soljóšandi

Įlit 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 22. aprķl 2003, og eftir 1. višgerš tann 24. aprķl 2003 er taš beint ķ trivnašarnevndina.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi 28. aprķl 2003 og hevur undir višgeršini havt fund viš landsstżrismanninum ķ almannamįlum.

Nevndin skilir uppskotiš soleišis, at galdandi fyristingarliga sišvenja, sum hevur ment seg seinastu įrini, veršur neyvari lógarįsett.

Nevndin hevur umrųtt danska oršiš "lidelse", sum higartil hevur veriš nżtt ķ danska lógartekstinum. Hetta veršur ķ fųroyska tekstinum umsett til brek og sjśku. Nevndin leggur tó dent į, at viš hesari oršing ikki er ętlaš at vķška nżtsluna av hesi grein, men bara at nżta hana ķ fųrum, har talan er um įlvarsliga ella longrivarandi sjśku. Nevndin heldur, at landsstżrismašurin eigur at fįa heimild ķ kunngerš neyvari at śtgreina, hvųrji fųri geva rętt til veiting

Viš hesum višmerkingum męlir nevndin Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš og setir samstundis fram soljóšandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Ķ § 1, nr. 2 veršur oršiš "breki" broytt til oršini "breki ella sjśku"
  2. Ķ § 1, nr. 3 veršur oršiš "reglur" broytt til oršini "reglur ķ kunngerš", og at enda skoytt uppķ "og heruppiķ įseta, hvųrji brek og sjśkur koma undir lógina"

2. višgerš 2. mai 2003. Broytingaruppskot frį samdari trivnašarnevnd til § 1 samtykt 31-0-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 2. mai 2003. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 31-0-0. Mįliš avgreitt.

Ll.nr. 82 frį 08.05.2003