Noršurlandarįšiš

 

115  Uppskot til  samtyktar um at sųkja Noršurlandarįšiš um fullgildugan limaskap til Fųroya

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš (Oršaskiftiš riggar ikki)
C. Įlit
D. 2. višgerš (Einki oršaskifti)

Įr 2003, 4. mars, legši Hųgni Hoydal, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

til

samtyktar 

Lųgtingiš samtykkir, at Fųroyar eiga at sųkja um fullgildugan limaskap ķ Noršurlandarįšnum viš ųllum ręttindum og skyldum sambęrt Helsinki-sįttmįlanum, harundir at Fųroyar eisini gerast sjįlvstųšugur avtalupartur ķ felags noršurlendskum sįttmįlum, og heitir į landsstżriš um at taka ųll neyšug stig ķ hesum sambandi.

Višmerkingar
Endamįliš viš uppskotinum er at seta gongd aftur į eina formliga višgerš ķ Noršurlandarįšnum av sjįlvstųšugum limaskapi til Fųroya.

Noršurlendska samstarviš ķ broyting
Ynski um javnstųšu fųroyinga ķ Noršurlandarįšnum og ķ Noršurlendska Rįšharrarįšnum hevur veriš stųšugt og afturvendandi. Fleiri samgonguskjųl hava sett sęr hetta mįl, og taš er seinast endurtikiš ķ samgonguskjalinum hjį sitandi samgongu.

Landsstżrismašurin ķ Noršurlandamįlum hevur fleiri feršir tikiš mįliš upp į samstarvsrįšharrafundum, og ynski um limaskap hevur veriš fųrt fram afturvendandi į įrsfundum Noršurlandarįšsins.

Eisini ķ sambandi viš arbeišiš hjį sonevndu "vķsmannanevndini" um noršurlendskt samstarv ķ komandi ųld hevši landsstżrismašurin fundir viš formannin ķ vķsmannabólkinum.

Har varš m.a. fųrt fram, at taš er alneyšugt fyri noršurlendska samstarviš, at śtnoršurlondini fįa ein aktivari leiklut og taka į seg ręttindi og skyldur at fųra noršurlendska samstarviš framį. Fullgildugur limaskapur til allar tjóširnar hevši betraš munandi um javnvįgina millum Śtnoršur og skandinavisku londini og kundi giviš nżggjan ķblįstur til noršurlendska samstarviš.

Ķ lidnu vķsmannafrįgreišingini "Norden öppet for världens vindar", er eisini stųrri dentur lagdur į leiklutin hjį Śtnoršurlondum og hjį sonevndu "sjįlvstżrandi ųkjunum" (Fųroyum, Grųnlandi og Ålandi).

50-įra haldiš hjį Noršurlandarįšnum - eitt gylt hųvi at sųkja aftur um sjįlvstųšugan limaskap
Į seinasta įrsfundi hjį Noršurlandarįšnum, sum varš hildin ķ Helsinki ķ oktober 2002, varš samstundis talan um 50 įra hįtķšarhald fyri stovnan Noršurlandarįšsins.

Ķ hesum sambandi nżttu landsstżrisumbošini og fųroysku umbošini ķ Noršurlandarįšnum hųvi at fyrireika seg įšrenn fundin soleišis, at kraviš um fullgildugan limaskap varš fųrt fram ķ felag frį fųroysku umbošunum.

Undir ašaloršaskiftinum ķ Noršurlandarįšnum og į rįšharrafundum, mešan įrsfundurin vardi, skutu bęši landsstżrisumboš og fųroysku tinglimirnir, Jóannes Eidesgaard og Jógvan į Lakjuni (varalimur fyri Jógvan viš Keldu) upp, at nś įtti sjįlvstųšugur limaskapur til Fųroya at takast upp aftur ķ įlvara.

Grundgevingarnar vóru millum ašrar, at tį Noršurlandarįšiš hįtķšarheldur 50-įra dag sķn, so veršur stašiliga fųrt fram, at grundarlagiš undir noršurlendskum samstarvi er hetta:

Harafturat veršur tķšum vķst į, at noršurlendska samstarviš er serstakt ķ heiminum, tķ taš er sprottiš burtur śr samstarvi millum fólk og mentanir og ikki burtur śr bśskaparligum ella stjórnarligum yvirvaldsskipanum. Taš vóru ķ veruleikanum Norrųnu Felųgini ķ ymsu londunum, sum tóku stigini til at fįa Noršurlandarįšiš į stovn, og śr hesum spratt seinni samstarviš millum stjórnirnar ķ Rįšharrarįšnum (Rįšharrarįšiš varš sett į stovn ķ 1971).

M.a. viš hesum grundgevingum fųrdu fųroysku umbošini fram, at 50-įra haldiš er eitt gylt hųvi at taka stigiš og javnseta allar tęr noršurlendsku tjóširnar ķ Noršurlandarįšnum og ķ Rįšharrarįšnum.

Lųgmašur, Anfinn Kallsberg, reisti mįliš į fundi millum forsętisrįšharrarnar og stjórnarleišararnar ķ Fųroyum, Grųnlandi og Ålandi. Forsętisrįšharrarnir męltu til, at noršurlendsku samstarvsrįšharrarnir taka mįliš upp og gera eina meting av mįlinum og harundir, hvųrjar broytingar krevjast į rįšharrasķšuni, um mįliš skal fremjast.

Į fundi millum samstarvsrįšharrarnar ķ sambandi viš įrsfundin ķ Helsinki varš samtykt at fara undir hetta arbeišiš og at seta serkųn fólk at višgera mįliš.

2. Sųguliga gongdin ķ umbošan Fųroya
Taš er onki at taka seg aftur ķ, at taš hava veriš einstaklingar, iš hava gingiš į odda at seta Fųroyar inn ķ noršurlendskan politikk og vunniš fųroyingum įvķsa višurkenning.

Serliga Erlendur Patursson, sįli, gjųrdi Noršurlandarįšiš til eitt av sķnum hjartamįlum. Hann virkaši stųšugt fyri sjįlvstųšugari og javnbjóšis umbošan fyri Grųnland, Åland, Fųroyar og samarnar ķ Noršurlandarįšnum. Taš hevur so ikki eydnast enn. Men taš var eftir uppskoti hansara, at višgeršin fór fram, sum gav Fųroyum, Ålandi og Grųnlandi umbošan ķ Noršurlandarįšnum.

Ķ 1970 veršur samtykt, at Fųroyar og Åland fįa umbošan ķ Noršurlandarįšnum. Fųroyingar fįa trż umboš burtur av donsku kvotuni, Lųgtingiš velur tveir limir og landsstżriš ein. Åland fęr somu skipan og seinni Grųnland.

Henda skipan veršur tó av flestu lųgtingslimum ikki mett at vera nųktandi.

Ķ 1976 leggur Erlendur Patursson hetta uppskot fram ķ Noršurlandarįšnum:

"Nordisk Råd rekommanderer presidiet å utarbejde og forelegge rådet forslag om sådanne endringer i avtalen om Nordisk Råd, at Fęrųyene blir selvstendigt medlem af rådet like stilt med de ųvrige".

Formansskapurin sendir landsstżri og lųgtingi hetta til ummęlis, og ķ 1977 leggur Atli P. Dam vegna landsstżriš fram uppskot til samtyktar um at stušla uppskotinum hjį Erlendi Patursson. Uppskotiš veršur einmęlt samtykt į Lųgtingi 16. mars 1977.

Landsstżriš vendir sęr sķšani til danskar myndugleikar at fara vķšari viš mįlinum. Ķ 1980 leggur danska stjórnin fram uppskot ķ Noršurlandarįšnum um sjįlvstųšuga umbošan fyri Fųroyar og Grųnland. Eftir įrsfundin ķ Reykjavķk Ķ 1980 veršur nevnd sett at višgera mįliš – tann sonevnda "Petri-kommitéin".

Nevndin višger umbošanina hjį Fųroyum, Grųnlandi og Ålandi. Meiriluti ķ nevndini kemur kortini til ta nišurstųšu, at hon vil ikki višmęla sjįlvstųšugari umbošan.

Ķstašin skjżtur nevndin upp, at vit kunnu taka lut sum įšur ķ Noršurlandarįšnum (gjųgnum donsku delegasjónirnar) og kunnu taka lut ķ Rįšharrarįšunum og ķ embętismannanevndunum, sum sonevnd "sjįlvstżrandi ųkir". Vit hava formelt ikki atkvųšurętt ķ rįšharrarįšum og embętismannanevndum, um taš kemur til skarpskeringar.

Eftir hesum uppskoti verša broytingar gjųrdar ķ Helsinki-sįttmįlanum ķ 1983, sum įsetur virksemi hjį bęši Noršurlandarįšnum (tingumboš) og Noršurlendska Rįšharrarįšnum (stjórnarumbošini).

Lųgtingiš velur tveir limir ķ Noršurlandarįšiš, mešan landsstżrisfólk kunnu taka lut ķ Rįšharrarįšunum. Eisini velur landsstżriš ein landsstżrismann ķ Noršurlandamįlum, eins og hini londini velja ein samstarvsrįšharra. Hesi hava įbyrgd av at samskipa alt virksemiš hjį rįšharrarįšnum, at gera fķggjarętlan o.a.

Hendan skipan hevur veriš galdandi til ķ dag. Vit taka lut ķ flestu rįšharrarįšum viš skiftandi įhuga. Vit sleppa viš, um vit ynskja taš, men ongin undrast, tį vit ikki taka lut. Eisini ķ embętismannanevndum liggur taš hjį umsitingini og landstżrismonnum ķ Fųroyum at rašfesta fųroysku luttųkuna.

Vit gjalda onki, tķ hetta veršur mett at vera innanhżsis mįl hjį Danmark og Finnlandi. Fleiri royndir hava veriš gjųrdar at fįa eina skipan, har vit gjalda okkara part, men taš hevur ikki eydnast.

Ķ ymsum nevndum undir rįšharrarįšnum taka rįšharrarįšini sjįlvi avgerš um umbošanina. Til dųmis ķ Noršurlendska Mentanargrunninum – har Fųroyar, Grųnland og Åland hava havt eitt umboš ķ felag, sum skiftir millum londini. Hetta hava Fųroyar og Åland fleiri feršir męlt til at broyta. Į heysti 2000 varš samtykt, at Fųroyar, Åland og Grųnland fįa sjįlvstųšuga umbošan ķ Noršurlendska Mentanargrunnin.

3. Metingar um tżdningin av sjįlvstųšugum limaskapi
Lųgtingiš hevur višgjųrt Noršurlandafrįgreišing frį landsstżrismanninum ķ noršurlandamįlum ķ 2001, har politisk mįl fyri noršurlendska samstarviš hjį Fųroyum vóršu sett fram. Hesi fingu sum heild undirtųku millum tingmenn, og dentur varš lagdur į m.a. hetta:

Noršurlendskt samstarv er okkara besta portur śt ķ heim og eigur ķ sķni heild at vera taš tżdningarmesta altjóša samstarviš hjį Fųroyum.

Hetta samstarviš hava vit smęrru lond ķ Śtnorši stųrsta tųrvin į, og tķ eiga vit at gerast nógv meira virkin ķ at arbeiša fyri felags noršurlendskum įhugamįlum. Ikki bert krevja at fįa burturav, men sjįlvi gjalda og virka fyri įhugamįlunum hjį ųllum noršurlondum.

Sjįlvstųšug umbošan til allar tjóširnar ķ Noršurlondum fer eisini at styrkja munandi um politisku javnvįgina millum Śtnoršurlondini og hini Noršurlondini.

Fųroyar eiga at virka fyri, at noršurlond ķ felag ganga į odda ķ hesum mįlum:

4. Felags noršurlendskir sįttmįlar
Hetta skal umframt dagliga arbeišiš hjį Noršurlandarįšnum og Noršurlendska Rįšharrarįšnum, gerast viš fleiri noršurlendskum avtalum og sįttmįlum um felags ręttindi.

Tķ veršur eisini skotiš upp, at Lųgtingiš samtykkir, at Fųroyar eiga at gerast sjįlvstųšugur avtalupartur ķ noršurlendskum sįttmįlum.

Hesir eru m.a um:

Sjįlvstųšug fųroysk luttųka ķ hesum sįttmįlum fer ķ fleiri fųrum at betra um ręttarstųšuna hjį fųroyingum ķ ųšrum Noršurlondum og hjį noršurlendingum ķ Fųroyum.

Umsitingarlig og fķggjarlig krųv til sjįlvstųšugan limaskap
Landsstżriš hevur kannaš, hvat ķ hųvušsheitum krevst lųgfrųšiliga, fķggjarliga og umsitingarliga til tess at hava sjįlvstųšugan limaskap ķ Noršurlandarįšnum:

Lųgfrųšiliga:
Hetta krevur broyting ķ Helsinki-avtaluni, so Fųroyar verša sjįlvstųšugur, fólkaręttarligur avtalupartur.

Umsitingarliga:
Formansskapurin skiftir millum sjįlvstųšugu londini fyri eitt įr ķ senn. Formanslandiš hevur formenninar ķ ųllum rįšharrarįšum og nevndum.

Sostatt krevst nógv arbeišsorka, tey įrini Fųroyar skulu hava formansskapin. Tó kann avtalast viš onnur lond at rųkja summar uppgįvur.

Nevnast kann, at Ķsland brśkar 4 fólk burturav til noršurlandamįl og hevur annars samstarvaš viš Svųrķki, tį Ķsland hevur havt formansskapin. Annars eru taš einstųku rįšharrarnir og teirra fyrisiting, iš hava įbyrgdina av noršurlendskum samstarvi į sķnum ųki.

Fķggjarliga:
Ein įvķsur prosentpartur av samlašu fķggjarętlanini hjį Noršurlandarįšnum veršur rindašur ķ mun til fólkatališ. Fyri Fųroyar veršur upphęddin millum 1 og 2 mió kr. įrliga.

Įvķsar eyka śtreišslur kunnu standast av umsiting tey įrini, Fųroyar hava formansskapin. Hinvegin kann roknast viš, at inntųkur til Fųroya eisini spyrjast burturśr, at formanslandiš heldur flestu fundirnar ķ formanslandinum.

Viš hesum veršur męlt Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

1. višgerš 7. mars 2003. Mįliš beint ķ uttanlandsnevndina, sum tann 14. mars 2003 legši fram soljóšandi

Įlit

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. višgerš tann 7. mars 2003 er taš beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi tann 12. mars 2003.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 18. mars 2003. Uppskotiš til samtyktar samtykt 30-0-0. Mįliš avgreitt.