Ógilding av atkvøðugreiðslu

 

112A  Uppskot til  samtyktar um ógilding av atkøðugreiðsluni í løgtingsmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 30. apríl, legði Heini O. Heinesen, tingmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið samtykkir at ógilda atkvøðugreiðsluna við 2. viðgerð 29. apríl 2003 í løgtingsmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, og at atkvøða av nýggjum.  

Viðmerkingar
Við atkvøðugreiðsluna við 2. viðgerð 29. apríl 2003 í løgtingsmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn fall uppskotið av misgáum. Úrslitið var ikki í samvari við vilja tingsins. Tí verður hetta uppskot sett fram at rætta mistakið.

 

Undirritaðu tingmenn viðmæla, at uppskotið kemur til viðgerðar, hóast freistina í § 54, stk. 1 í tingskipanini.

Tórbjørn Jacobsen Jógvan Arge Johan Dahl Kristina Háfoss
Rúni Hentze Lisbeth L. Petersen Kári P. Højgaard Heðin Mortensen
Hergeir Nielsen Vilhelm Johannesen Alfred Olsen Jenis av Rana
Jóannes Eidesgaard Jógvan á Lakjuni Niklái Petersen Jákup Mikkelsen
Kristian Magnussen Jørgen Niclasen Kaj Leo Johannesen Gerhard Lognberg

1. viðgerð 2. mai 2003. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 2. mai 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 28-1-1. Málið avgreitt.