Útróðrarmenn - minstiforvinningur

 

112  Uppskot til  løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Nýggj atkvøðugreiðsla

Ár 2003, 4. mars, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn 

Endamál og treytir

§ 1. Við tí endamáli at tryggja inntøkur útróðrarmanna verður heimilað landsstýrismanninum at veita mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn við føroyskt skrásettum fiskiførum á útróðri á føroysku landleiðunum treytað av, at viðkomandi útróðrarmaður býr í Føroyum, ella sum sambært sáttmála við onnur lond kann koma undir skipanina.

§ 2. Útróðrarmaður hevur rætt til minstaforvinning, tá avvarðandi fiskifar hevur avreitt í minsta lagi fyri kr. 72.000,00 fyri hvønn tilmeldaðan mann seinastu 6 mánaðirnar frammanundan, og í minsta lagi fyri kr. 12.000,00 fyri hvønn tilmeldaðan mann seinastu 2 mánaðirnar frammanundan.
Stk. 2. Eru treytirnar í stk. 1 ikki loknar vegna serligar umstøður, eitt nú brek á ella útskiftan av fiskifari, longri sjúkralegu, ella  aðrar serligar umstøður, kann frávik gerast hægst 2 ferðir í einum álmanakkaári, um viðkomandi fiskifar hevði komið undir skipanina, um tað hevði verið í vinnu.
Frávik verður bert loyvt, um skrivlig umsókn, saman við neyðugum próvtilfari, fyriliggur.
Stk. 3. Við eigaraskifti av fiskifari fylgir avreiðingarvirðið fiskiloyvinum. 

Um manning og mannagongdir

§ 3. Um manning á fiskifari skal koma undir skipanina við minstaforvinningi, skal bátsformaðurin ella tann, ið virkar sum bátsformaður, fyri hvønn mánað lata Lønjavningarstovuni skrivliga tilmelding við navni á fiskifari og einum lista yvir manningina, undirskrivað av manning og bátsformanni. Tilmeldingin skal vera Lønjavningarstovuni í hendi í seinasta lagi fyrsta arbeiðsdag í tí mánaði, sum ætlanin er at koma undir skipanina.
Stk. 2. Tilmeldaðir kunnu í mesta lagi vera 4 menn til fiskifør undir 15 tons og 5 menn til fiskifør millum 15 og 20 tons. Av teimum tilmeldaðu kunnu 2 vera egnarar á landi. Tons sambært hesi løgtingslóg merkir tonsatal brutto (BT) ella skrásett brutto tons (BRT), sum til eina og hvørja tíð tilskilað á farsins málibrævi ella máliprógvi.
Stk 3. Um avloysari ella nýggjur maður kemur við á fiskifar fyri annan mann, ella um maður fer av fiskifari, boðar bátsformaðurin skrivliga frá hesari broyting til Lønjavningarstovuna skjótast gjørligt.
Stk. 4. Verður tilmeldað fiskifar selt, ella endaliga tikið úr vinnu, steðgar veitingin av minstaforvinningi frá hesum degi.
Stk. 5. Manning á fiskifari, sum kemur undir skipanina við minstaforvinningi sambært hesi løgtingslóg, kann ikki í sama tíðarskeiði koma undir hesa skipan við fleiri fiskiførum, ella skipanina við minstuløn og dagstudningi í sama tíðarskeiði.

Útrokning

§ 4. Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn er um mánaðin 100 vanligar tímalønir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Stk. 2. Minstiforvinningurin verður skerdur við 55 oyrum fyri hvørja krónu, sum útróðrarmaður hevur forvunnið í aðrari inntøku, fiskipartur íroknaður.
Stk. 3. Fyri A-inntøku og skattafríar veitingar verður minkingin sambært stk. 2 roknað í mun til ta upphædd, sum útróðrarmaðurin, sambært samtíðarskattaskipanini, hevur fingið útgoldið í mánaðinum, sum minstiforvinningur verður veittur fyri, uttan mun til nær henda inntøka er forvunnin.
Stk. 4. Er talan um fiskipart sambært hesi løgtingslóg, skal minkingin sambært stk. 2 verða roknað sum 35% av bruttoavreiðingar-virðinum, býtt við tilmeldaða manningartalinum.
Stk. 5. Av minstaforvinningi verður ikki roknað frítíðarløn.

Umsiting av løgtingslógini

§ 5. Skipanin við minstaforvinningi sambært hesi løgtingslóg verður umsitin av Lønjavningarstovuni.
Stk. 2. Minstiforvinningur verður avroknaður so skjótt, sum váttað mánaðaravrokning fyriliggur, tó í fyrsta lagi aftaná 15. í mánaðinum eftir, at hann er vunnin.
Stk. 3. Á mánaðaravrokningini skal greitt framganga, hvør hevur verið við hvønn dag.
Stk. 4. Minstiforvinningur verður roknaður í mun til, nær manningin hevur verið við.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin hevur heimild í kunngerð at áseta nærri reglur um mannagongdir v.m. til útinning av hesi løgtingslóg. 

§ 6. Lønjavningarstovan kann útvega neyðugar upplýsingar til fyrisiting av hesi løgtingslóg frá avvarðandi stovni, vinnufelagi ella einstaklingi.

Ígildiskoma

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2003. Samstundis fer úr gildi løgtinglóg nr. 166 frá 29.12.1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógini er at dagføra skipanina um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, lúka burtur ivamál og gera skipanina greiðari at umsita við størri gjøgnumskygni. Uppskotið er neyðugt at fremja við atliti at skerjing á fíggjarlógini.

Hvørjir trupulleikar verða loystir
Við hesum uppskoti verður mánaðarligi minstiforvinningurin dagførdur í mun til lønarlagið á landi, so neyðugt verður ikki við lógarbroyting til tess at broyta mánaðarliga minstaforvinningin. Hetta fer í fyrstu syftu at hava við sær eina hækking í ásetta minstaforvinninginum. Tó verður skerjingin av minstaforvinninginum strammað upp soleiðis, at tá onnur inntøka er, minkar minstiforvinningurin skjótari.

Samlað hava hesar broytingar sostatt við sær, at landskassaútreiðslurnar til mánaðarliga minstaforvinningin, ið verður latin útróðrarmonnum, fara at minka nakað.

Fíggjarligar avleiðingar
Útreiðslurnar til minstaforvinning hava síðani seinastu lógarbroyting í 1997 verið fylgjandi:

1997 29,5 mió kr.
1998 18,3 mió kr.
1999 18,6 mió kr.
2000 11,2 mió kr.
2001 10,3 mió kr.
og fyri 2002 8,2 mió kr.

Sum sæst, var munandi lækking aftaná, at lógin frá 29. desember 1997 kom í gildi. Undir skipanini við minstaforvinningi vóru í 2002 umleið 200 bátar við eini manning upp á tilsamans 330.

Í meðal fyri hvønn tilmeldaðan mann í 2002 er mánaðarligi minstiforvinningurin sostatt kr. 2.070,-.

Hóast minstiforvinningurin er settur til kr. 9.220,00, so verður mett, at aðrar broytingar fara at minka um landskassans útreiðslur. Eitt nú verður skerjingin av minstaforvinninginum nú sambært lógini 55%, soleiðis at stuðulin minkar skjótari og fellur burtur, tá inntøkan er komin upp á kr. 14.400,00 í mun til áður kr. 16.400,00.

Somuleiðis verða ásett størri krav um avreiðingarvirði fyri at koma undir skipanina, samstundis sum nýtt krav er, at avreiðingarvirði eisini skal vera fyri tveir teir seinastu mánaðirnar.

Sambært lógini vera tað ikki bara A-inntøkur, men eisini skattafríar veitingar, ið verða lagdar afturat fiskipartinum og mótroknaðar útgjaldinum.

Sum heild verður við hesari løgtingslóg endamálið við skipanini um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn betri rokkið, tí nú verður ein lutfalsligur hægri stuðul veittur teimum útróðrarmonnum við einari lágari inntøku. 

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar í Fiskivinnuráðnum, sum hevur hesar viðmerkingar:

"Fiskivinnuráðið hevur hvørki havt neyðugu tíðina ella tilfar, sum lýsir avleiðingarnar av uppskotinum og broytingar av grundarlagnum í mun til tað, sum er galdandi í dag. Talan má sigast at vera um eitt nýtt uppskot, sum vinnan onki visti um, og onga ávirkan hevur havt á."

Kap 2. Avleiðingar av uppskotinum

Uppskotið verður mett at hava við sær fíggjarligar avleiðingar í tann mun, at útreiðslurnar hjá landskassanum minka samsvarandi minkingini í útgjaldinum av minstaforvinninginum til útróðrarmenn.

Mett verður, at tað fær lítlar ella ongar umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tó við tí undantaki, at fyrisitingin frameftir kann krevja at fáa fleiri upplýsingar frá viðkomandi pørtum.

Mett verður ikki, at altjóða reglur og avtalur verða settar til viks við hesari løgtingslóg. 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri pláss/økir í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja/Nei

Nei

Nei

Nei

Ja/Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Grein 1 staðfestir endamálið við løgtingslógini, ið annars er tað sama sum endamálið í løgtingslóg nr. 166 frá 29. desember 1997 um mánaðarligan minstaforvinning.

Til § 2
Ásett er í hesi grein, at avreiðingarvirðið seinastu 6 mánaðirnar skal vera kr. 72.000,00 fyri hvønn mann, í mun til kr. 54.000,00, ið var kravt sambært gomlu skipanini. Somuleiðis verður nýtt krav sett um, at fyri teir seinastu 2 mánaðirnar skal fiskifarið hava avreitt fyri kr. 12.000,00 ella meira.

Hetta er ein varislig hækking í mun til hækkingina í fiskaprísum/fiskiskapi síðani 1997, tá verandi løgtingslóg varð samtykt.

Sambært ársfrágreiðingini hjá Føroya Fiskimannafelag fyri 2002 var meðal fiskaprísurin hjá einum línuskipi í 1997 kr. 8,49. Hesin meðalprísur var í 2002 hækkaður til kr. 13,41 ella ein hækking upp á sløk 58%.

Verður sama prosentøking nýtt í mun til tær kr. 54.000,00, verður hetta tal kr. 85.000,00. Her er ikki tikið hædd fyri fiskiskapi í 1997 í mun til nú.

Ásett er í stykki 2, at frávik kunnu gerast frá høvuðsregluni í stk. 1. Millum annað verður ásett, at frávik bert kann gevast tvær ferðir um árið. Somuleiðis er ásett, at frávik kann bert gevast, um fiskifarið annars hevði kunna verið fevnt av løgtingslógini. Eitt nú um fiskifar liggur í ein mánað vegna motorbrek, skal ikki vanta meira í avreiðingarvirðið enn 1/6 av 72.000,00.

Ásett er í stykki 3, at tá fiskifar verður selt, fylgir avreiðingarvirðið fiskiloyvinum.

Til § 3
Her eru broytingar viðvíkjandi tilmeldingini, um avloysari ella nýggjur maður kemur umborð fyri annan. Við hesari áseting og ásetingunum í § 5, stk. 3 og 4 merkir hetta, at til ber ikki at melda eina størri manning til enn ta upprunaligu tilmeldaðu manningina í byrjanini av mánaðinum.

Í stk. 4 verður ásett, at tá fiskifar endaliga verður tikið úr vinnu, eitt nú selt, søkkur ella gerst vrak, steðgar veitingin av minstaforvinningi sambært hesi løgtingslóg frá hesum degi.

Skipanin um minstaforvinning til útróðrarmenn varð sett í gildi til tess at tryggja útróðrarmonnum minstaforvinning. Ásetingin í stk. 5 forðar fyri, at veittur verður stuðul frá hesi skipan við fleiri fiskiførum samstundis ella veiting frá skipanini um minstuløn og dagstudning fyri sama tíðarskeið.

Avmarkingin fevnir ikki um aðrar skipanir enn hesa og skipanina um minstuløn og dagstudning.

Til § 4
Ásetingin í stk. 1 broytir háttin, mánaðarligur minstiforvinningur verður útroknaður, sum áður var ásett sum ein føst upphædd í lógini.

Mánaðarligi minstiforvinningurin er ásettur at vera 100 vanligar tímalønir, og er tað sambært galdandi sáttmála kr. 9.220,00 um mánaðin.

Við hesi broyting fer minstiforvinningur at fylgja lønargongdini í samfelagnum og fer frameftir at verða ásettur eftir sama leisti sum minstaløn og dagstudningur.

Í fyrstu atløgu fer henda áseting at hækka minstaforvinningin við kr. 1.020,00 um mánaðin, frá 8.200,00 til 9.220,00.

Samstundis sum minstiforvinningurin hækkar, økist skerjingin frá 50% til 55%. Hetta merkir, at minstiforvinningurin minkar skjótari og fellur burtur, tá inntøkan er komin upp á kr. 14.400,00 í mun til áður kr. 16.400,00.

Í stykki 3 er ásett, at tað verður ikki einans mótroknað av A-inntøku, men eisini av skattafríum veitingum, sum verða veittar gjøgnum samtíðarskattaskipanina, eitt nú lestrarstuðli, fólkapensjón, arbeiðsloysisstuðli v.m.

Til § 5
Lønjavningarstovan fyrisitur skipanina um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.

Restin av grein 5 er umsitingarligar ásetingar, og í stk. 5 verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um mannagongdir, til tess at lógin verður umsitin á besta hátt.

Til § 6
Við hesi broyting fær fyrisitingin betri møguleikar at kanna, um viðurskiftini viðvíkjandi treytunum at fáa útgoldið sambært hesi løgtingslóg eru í lagi.

Fær Lønjavningarstovan ikki tær neyðugu upplýsingarnar, kann Lønjavningarstovan, sambært fyrisitingarlógini, steðga viðgerðini av viðkomandi máli.

Til § 7
Úr gildi fer løgtinglóg nr. 166 frá 29.12.1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.

Av umsitingarligum fyrimunum verður mælt til, at løgtingslógin fær gildi frá einum 1. í mánaðinum.

1. viðgerð 21. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 23. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8., 10., 11., 22. og 23. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum og við umboð fyri Meginfelag Útróðrarmanna.

Frá landsstýrismanninum hevur nevndin fingið staðfest, at tá tað í viðmerkingunum til § 2 verður sagt, at fiskifarið seinastu 2 mánaðirnar skal hava avreitt fyri 12.000 kr. ella meira, so skal hetta vera pr. mann, sum ásett í lógartekstinum.

Frá lønjavningarstovuni hevur nevndin eftir áheitan fingið dømi um útrokningar, sum mett verður broytingarnar í lógini kunnu fáa.

Nevndin hevur sent landsstýrismanninum skrivligan spurning um, hvussu mótrokningin smb. § 4, stk. 3 av lógartryggjaðum A-inntøkum og skattafríum almannaveitingum verður samskipað við mótrokning í arbeiðsloysisstuðli hjá arbeiðsloysisskipanini, mótrokning í inntøkureguleraðum veitingum eftir almannapensjónslógini, tørvsmetingina hjá Almannastovuni í sambandi við veitingar eftir forsorgarlógini og aðrar líknandi lógarásettar mótrokningar, etc.

Fiskimálaráðið hevur í skrivi, dagfest 22. apríl 2003, greitt frá, hvussu § 4, stk. 3 skal skiljast.

Nevndin vísir á, at sambært formanninum í Meginfelag Útróðrarmanna hevur hvørki meginfelagið ella Fiskivinnuráðið havt høvi til at viðgera fyriliggjandi lógaruppskot. Hinvegin hevur meginfelagið sitið í einum arbeiðsbólki, ið var komin fram til nakrar niðurstøður um, hvørjar broytingar eiga at verða gjørdar í skipanini. Fyriliggjandi uppskot byggir tó ikki á hesar niðurstøður.

Harumframt vísir nevndin á, at viðurskiftini eru sera ógreið í sambandi við reglurnar um mótrokning í § 4, har tað m.a. ikki letur til at vera gjørt nakað fyri at samskipa mótrokningina við Arbeiðsloysisskipanina og Almannastovuna.

Í sambandi við støðutakan til samskipan av mótrokningini við arbeiðsloysisskipanina mælir nevndin til, at spurningurin samstundis verður viðgjørdur um støðuna, sum útróðrarmenn eru í, har teir gjalda inn til arbeiðsloysisskipanina, men einki kunnu fáa út.

Nevndin er samd í at uppskotið leggur upp til fleri betringar í skipanini, sum nevndin avgjørt tekur undir við.

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Bárður Nielsen og Gerhard Lognberg) heldur, at landsstýrismaðurin eigur at nýtir tíðina frá nú av og til ólavsøku til at gera eitt nýtt uppskot, sum ruddar omanfyrinevndu ivamál av vegnum, og sum kann koma í gildi áðrenn heystútróðurin byrjar.

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen og Poul Michelsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 29. apríl 2003. §§ 1 - 7 fullu 14-0-14. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.

Á tingfundi 2. mai 2003 var 112A/2002: Uppskot til samtyktar um ógilding av atkvøðugreiðsluni við 2. viðgerð samtykt 28-1-1. Sostatt varð nýggj atkvøðugreiðsla. §§ 1-7 fullu 15-0-16. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.