Minstaløn - dagpeningur

 

111  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagpening

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 112 frá 29. desember 1998 um minstuløn og dagstudning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 103 frá 22. desember 1999, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Eftir § 1, stk. 5 verður sett sum stk. 6:
"Stk. 6. Fiskiskip hava skyldu at lata Lønjavningarstovuni avrokning fyri hvørja mynstring, so skjótt avrokningin fyriliggur, og ikki seinni enn 4 mánaðir eftir, at túrurin er endaður. Avrokningin skal vísa, hvat hvør einstakur av manningini hevur fingið í hýru fyri túrin. Saman við avrokningini skal fylgja skjalprógv fyri avreiðingarvirðinum."

2) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"§ 2. Minstalønin um dagin er 60% av 8 vanligum tímalønum sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Minstalønin verður ikki veitt fyri teir dagar, fiskimaður er heima. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr føroyskari havn, og at enda, tá komið er aftur í føroyska havn.
Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um undantak frá regluni í 3 pkt."

3) § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
"Stk. 3. Dagstudningur fyri hvønn túrin, sum ásettur í § 2, stk. 1, verður skerdur við 65 oyrum fyri hvørja krónu, sum inntøkan fyri hvønn dagin fer upp um minstulønina um dagin."

4) Í § 5 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stykki sett:
"Stk. 3. Lønjavningarstovan kann útvega neyðugar upplýsingar til fyrisiting av hesi løgtingslóg frá avvarðandi stovni, vinnufelagi ella einstaklingi."
Stk. 3 verður hereftir stk. 4.

 § 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

§ 3

Í teimum førum, har mynstrað er, áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi, verða málini avgreidd eftir higartil galdandi reglum.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Undirstøðið viðvíkjandi uppskotinum og endamál
Í høvuðsheitum eru tað tvær orsøkir til framlagda løgtingslógaruppskot. Onnur er ein dagføring av lógini, og hin er ein avleiðing av avgerðini hjá Fíggjarnevnd Løgtingsins at skerja játtanina á fíggjarlógini fyri 2003.

Hvørjir trupulleikar verða loystir
Partur av tí írestandi fíggjarliga muninum á fíggjarlógini, verður við hesum uppskoti mettur at kunna gera sítt til, at fíggjarlógin fyri 2003 verður hildin.

Samlað hava hesar broytingar eisini við sær, at láginntøkurnar hjá fiskimonnum verða stuðlaðar meira, samstundis sum minni stuðul verður veittur teimum hægru inntøkunum á sjónum.

Fíggjarligar avleiðingar
Uttan at taka hædd fyri øðrum ávirkanum verða útreiðslurnar hjá landskassanum mettar at minka við umleið 1,6 mió kr.

Uppskotið hevur verið til hoyringar í Fiskivinnuráðnum, og eru høvuðsviðmerkingarnar hjá Fiskivinnuráðnum hesar:
"Fiskivinnuráðið mælir til at strika 1) Stk. 6 í uppskotinum við teirri grundgeving, at einstaki fiskimaðurin, ella manningin á fiskifari, onga ávirkan hevur á, um reiðarin sendir Lønjavningarstovuni allar avrokningarnar fyri seinastu 12 mánaðirnar, sum skipið hevur verið til fiskiskap og skrásett í Føroyum. Myndugleikin hevur fulla heimild til at krevja avrit av øllum avrokningum, avreiðingum v.m., og er tað tí órímiligt at tengja innsavningina av hagtølum, sum onki hava at gera við ávísa túrin, sum kemur undir inntøkutrygd, saman við útgjaldingina av inntøkutrygd til einkult persónar, sum hendingaferð eru við ávísa túrin, sum kemur undir inntøkutrygd."

Eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar í Fiskivinnuráðnum, er uppskotið tillagað við atliti at viðmerkingunum frá ráðnum.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Uppskotið verður mett at hava tær fíggjarligu avleiðingar sum omanfyri viðmerkt, nevniliga eina minking í inntøkutrygdini upp á 1,6 mió kr.

Mett verður, at tað fær lítlar til ongar umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tó við tí undantaki, at fyrisitingin frameftir kann krevja at fáa fleiri upplýsingar frá viðkomandi pørtum.

Mett verður ikki, at altjóða reglur og avtalur verða settar til viks við hesari lógarbroyting.

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri pláss/økir í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja/Nei

Nei

Nei

Nei

Ja/Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1
Her er ásett, at fiskiskip/reiðari skal senda Lønjavningarstovuni avrit av avrokningum fyri allar túrar, sum eru mynstraðir. Eisini er ásett tíðarfreist, sum er 4 mánaðir eftir, at túrurin er endaður. Avrokningin skal útgreina, hvat hvør einstakur av maningini veruliga hevur fingið í hýru, sum er grundarlag undir málsviðgerðini av inntøkutrygd eftir hesi løgtingslóg.
Somuleiðis skal avrokningarvirðið skjalprógvast fyri túrin.

Til § 1, nr. 2
Minstalønin, ið ikki er dagførd síðani 1989, kann undir verandi løgtingslóg einans hækka við løgtingslóg. Dagstudningurin hækkar harafturímóti samsvarandi lønargongdini sambært grein 3 í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.

Við hesi broyting fer minstalønin at fylgja lønargongdini í samfelagnum, og fer frameftir at verða ásett eftir sama leisti sum dagstudningurin.

Í fyrstu atløgu vil broytingin hækka minstulønina við umleið 6,1% ella umleið kr. 80.000 um árið. Hetta merkir, at minstalønin fer at hækka úr kr. 424,17 til kr. 442,56 um dagin.
Av tí at minstalønin verður størri partur av inntøkutrygdini, minkar dagstudningurin samsvarandi um dagin, og tá minstalønin minkar 100% í mun til hýruna, meðan dagstudningurin hinvegin minkar 65% í mun til hýruna, verður tað samanlagt ein minking.

Tað er einans grein 2, stk. 1, 1. pkt., ið verður broytt. Hin parturin av stk. 1 stendur óbroyttur, men verður tó endurtikin í hesi løgtingslóg, til tess at gera broytingina greiðari.

Til § 1, nr. 3
Ásetingin í grein 3, stk. 3 økir skerjingina av dagstudninginum frá 55 oyru til 65 oyru fyri hvørja krónu, ið inntøkan fyri hvønn dagin fer upp um minstulønina um dagin.

Høvuðsavleiðingin av at hækka skerjingina av dagstudninginum frá 55 oyru til 65 oyru (ella frá 55% til 65%) er, at so minkar dagstudningurin skjótari og fellur tessvegna skjótari burtur.

Áðrenn broytingina fall dagstudningurin burtur, tá hýran var oman fyri kr. 993,00 um dagin. Sambært hesi broyting fellur dagstudningurin burtur, tá hýran er kr. 895,00 um dagin.

Torført er at gera nágreiniligar útrokningar, hvussu nógv minkingar í útreiðslunum skerjingin av dagstudninginum hevur við sær, men ein varislig og einføld útrokning við tølum frá 2001 vísir, at sparast kunnu umleið 15% ella kr. 1.440.000.

Aðrir faktorar, ið hava ávirkan, eru veður, fiskiskapur og fiskaprísir, men øllum kunnugt er ilt at siga, hvussu, og í hvønn mun, hesir faktorar fara at ávirka fiskiskapin í árinum.

§ 3, stk. 3, nr. 1 og 2 verða strikað, og ístaðin kemur eitt einfaldari stk. 3. Við at strika § 3, stk. 3, nr. 1 og 2 í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning verður mett, at útreiðslurnar minka við umleið kr. 100.000. Eftir hesa broyting fer manningin at fáa dagstudning í mun til teirra veruligu inntøku fyri túrin.

Til § 1, nr. 4
Við hesi broyting fær Lønjavningarstovan greiðari heimild at kanna, um viðurskiftini viðvíkjandi treytunum, at fáa útgoldið sambært løgtingslóg um minstuløn og dagstudning, eru í lagi.

Fær Lønjavningarstovan ikki tær neyðugu upplýsingarnar, kann Lønjavningarstovan, sambært fyrisitingarlógini, steðga viðgerðini av viðkomandi máli.

Til § 2
Ásett er, nær løgtingslógin fær gildi.

Til § 3
Ásetir skiftisrelguna.

1. viðgerð 21. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 10. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8. og 10. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Nevndin hevur fingið skriv frá Føroya Fiskimannafelag, dagfest 31. mars 2003, við viðmerkingum til málið.

Frá Lønjavningarstovuni hevur nevndin eftir áheitan fingið upplýst, at metta økingin av minstulønini er gjørd í mun til tøl frá 2001. Útgoldið varð í minstuløn í 2001 kr. 1.200.000, og er 6,1 % av hesum runt roknað kr. 80.000.

Eisini hevur nevndin biðið Lønjavningarstovuna um dømi um útrokningar av dagstudningi eftir galdandi lóg í mun til broytingaruppskotið, ið kunnu geva eina betri mynd av avleiðingunum av broytingini í § 3, stk. 2. Dømi grundað á túr í 30 dagar er:

galdandi lóg

hýra

dagstudningur

dekkari

14.000

8.710

skipari 2,5 part

35.000

1.002

1. stýrimaður 1,75 part

24.500

6.780

2. stýrimaður 1,35 part

18.900

6.000

bátsmaður 1,10 part

15.400

7.932

broytingaruppskot
dekkari

14.000

8.382

skipari 2,5 part

35.000

0

1. stýrimaður 1,75 part

24.500

1.560

2. stýrimaður 1,35 part

18.900

5.184

bátsmaður 1,10 part

15.400

7.470

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 22. apríl 2003. §§ 1-3 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 73 frá 06.05.2003