Uppihaldspeningur

 

106  Uppskot til  løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Tikið aftur (orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening 

§ 1. Løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 2. mai 2001 verður sett úr gildi.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2003.
Stk. 2. Umsøkjarar, ið senda umsóknir við skjalprógvum til Almannastovuna soleiðis, at Almannastovan hevur hetta í hendi innan 1. apríl 2003, kunnu fáa stuðul sambært løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.

1. Almennar viðmerkingar

Løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri 2003 og hevur álagt landsstýrismanninum í almannamálum at spara á teimum lógarbundnu útreiðslunum.

Endamálið við at avtaka løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening er sostatt at minka um lógarbundnu útreiðslurnar á almannaøkinum.

Tað verður tó mælt frá at seta hesa lóg úr gildi við afturvirkandi kraft. Endamálið við galdandi lóg er at stuðla teimum persónum, sum tað almenna áleggur at gjalda uppihaldspening til hjúnafelaga, skildan ella sundurlisnan, og uppihaldspening til børn, yngri enn 18 ár, sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga. Lógin gevur sostatt ávísum borgarum rættindi til stuðul frá landskassanum. Tað verður mett at vera ivasamt at seta eina lóg í gildi við afturvirkandi kraft, ið hevur við sær verri rættindi fyri borgaran.

Í § 41, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini er ásett, at beinleiðis ella óbeinleiðis skattur ikki kann verða álagdur fyri inntøkur o.a. sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri Løgtingið. Tað vil siga, at tað ikki er loyvt at seta skattalóggávu í gildi við afturvirkandi kraft, ið er til bága fyri borgaran.

Áðrenn løgtingslóg um uppihaldspening kom í gildi í 1997, varð henda hjálpin til uppihaldsskylduga veitt sum inntøkufrádráttur í skattinum. Tað kann sigast, at tað bert var ein teknisk broyting, at stuðulin til uppihaldspening nú er tikin úr skattaskipanini og í staðin verður veittur sum ein stuðul frá landskassanum. Avleiðingin fyri tann uppihaldsskylduga er tann sama, nevniliga at uppihaldsskyldugi rindar eina upphædd til Almannastovuna og fær síðani endurrindað 50% av hesum útreiðslum frá landskassanum. Hvørt hetta verður veitt sum inntøkufrádráttur í skattinum ella sum ein stuðul, broytir ikki um støðuna hjá tí uppihaldsskylduga.

Mett verður, at avtøka av løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening kann sammetast við avtøku av inntøkufrádrátti í skattalóggávuni. Av tí at avtøkur av reglum í skattalóggávuni, ið eru til bága fyri borgaran, ikki kunnu setast í gildi við afturvirkandi kraft sambært Stýrisskipanarlógini, verður mett, at tað er sera ivasamt at seta løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening úr gildi við gildiskomu longu 1. januar 2003.

Skotið verður tí upp, at løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening verður avtikin 1. apríl 2003, og at síðsta freist at senda umsóknir inn til Almannastovuna um stuðul til uppihaldspening er 1. apríl 2003, tá ið henda lóg væntandi er komin í gildi.

2. Fíggjarligar avleiðingar (beinleiðis)

Uppskotið hevur við sær eina beinleiðis sparing fyri landskassan upp á uml. 6 mió kr. árliga. Fyri 2003 er ógreitt, hvussu stór sparingin verður. Hetta av tí at evstamarkið fyri at søkja um stuðul eftir lógaruppskotinum er 1. apríl 2003, og útreiðslur tessvegna standast av lógini fyrsta ársfjórðing 2003. Óvist er, hvussu nógv uppihaldsskyldug hava goldið, antin eftirstøðu ella beinleiðis til barnið, uttan at hava søkt um stuðul til uppihaldsskyldu, og óvist er eisini, hvussu nógv av hesum bólki fara at søkja um stuðul.

Útreiðslurnar til stuðul til uppihaldspening kunnu eisini gerast nógv størri, um fleiri uppihaldsskyldug velja at gjalda eftirstøðu sína nú, meðan tey hava ein lógarfestan rætt til at fáa stuðul til uppihaldspening. Eftirstøðan av barnapeningi, veittur í forskoti, var 1. oktober 2002: 36,6 mió kr. Um øll eftirstøðan varð afturgoldin nú, og allir uppihaldsskyldugu vildu søkja um stuðul til uppihaldspening, áðrenn ov seint var, vildu útreiðslurnar á hesi kontu í 2003 kanska hækka við 18 mió kr. Mett verður kortini ikki, at hetta er sannlíkt.

Neyðugt verður at søkja um eykajáttan í 2003 fyri tær útreiðslur, ið standast av galdandi lóg fram til 1. apríl 2003.

Fíggjarligar avleiðingar (óbeinleiðis)
Ein møgulig ávirkan av lógaruppskotinum er, sum sagt, at eftirstøðan minkar, meðan møguleiki enn er fyri at fáa stuðul. Um so er, vil nettoúrslitið í fyrstu atløgu verða, at landið fær inntøkur, tí stuðulin er bara helvtina av barnagjaldinum, ið verður veitt í forskoti eftir ll. nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.m. við seinni broytingum. Uppskotið kann eisini føra við sær, at tað verður truplari at krevja inn aftur barnapening, veittur í forskoti, tí uppihaldsskyldugi ikki sær seg føran fyri so skjótt, sum ætlað, at afturgjalda skuld sína til tað almenna, nú nettoútreiðslan av uppihaldsskylduni tvífaldast. Hetta kann, tá hugsað verður frameftir, hava við sær fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan.

Civilretsdirektoratet hevur í viðmerkingum til lógaruppskotið gjørt vart við, at um lógaruppskotið verður samtykt, verða nýggjar vegleiðingar gjørdar fyri áseting av uppihaldspeningi til fyrrverandi hjúnafelagar og børn undir 18 ár, soleiðis at ásetingin fer at lækka; hetta ger seg serliga galdandi fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúnafelagar. Tá talan er um barnagjald/pening, kemur ein lækking bert upp á tal, um ásett er eitt hækkað barnagjald, tvs. meir enn vanliga gjaldið.

Alt í alt er tað trupult at siga nakað við vissu um tær fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum.

Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið fer at minka um arbeiðsbyrðuna hjá Almannastovuni.

Sosialar avleiðingar
Uppskotið merkir í fyrstu atløgu, at nettoútreiðslurnar til uppihald hækka til tað dupulta hjá teimum, sum í dag fáa stuðul til uppihaldspening.

Ríkisumboðið og Civilretsdirektoratet í Danmark hava, sum nevnt, gjørt greitt, at lógaruppskotið fer at hava við sær, at nýggjar vegleiðingar fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúnafelagar og børn undir 18 ár verða gjørdar fyri Føroyar, soleiðis at ásetingin fer at lækka; hetta ger seg serliga galdandi fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúnafelagar og eitt lækkað barnagjald.

Hetta merkir harafturat, at tey, ið fáa uppihaldspening, verða verri fyri fíggjarliga – hvussu nógv er óvist.

Aðrar avleiðingar
Mett verður ikki, at lógaruppskotið fær umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Ja

 

Hoyring
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Almannastovuni, Ríkisumboðnum, landsstýrismanninum í fíggjarmálum og Javnstøðunevndini. Hoyringssvarini eru hjáløgd.

3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Við hesum verður Løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 2. mai 2001, sett úr gildi.

Til § 2
Henda avtøkulógin verður sett í gildi 1. apríl 2003. Tað vil siga, at løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening fer úr gildi 1. apríl 2003.

Til § 2, stk. 2
Umsóknir, ið verða sendar Almannastovuni innan 1. apríl 2003, verða viðgjørdar eftir reglunum í løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening.

Fylgiskjøl
Skjal 1:
Hoyringsskriv frá Javnstøðunevndin
Skjal 2: Hoyringsskriv frá Ríkisumboðnum
Skjal 3: Hoyringsskriv frá Almannastovuni
Skjal 4: Hoyringsskriv frá Fíggjarmálaráðnum

1. viðgerð 24. mars 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 28. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 24. mars 2003 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 31. mars og 7., 9., 23. og 28. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, og hevur fingið til vega skrivligar upplýsingar frá Ríkisumboðnum, Fíggjarmálaráðnum og Justitsministeriet.

Ein meiriluti í nevndini (Jørgen Niclasen, Jenis av Rana, Rúni Hentze, Marjus Dam og Alfred Olsen) tekur undir við málinum og mælir til at samtykkja uppskotið við teimum broytingum, ið meirilutin mælir til verða framdar í § 2 viðvíkjandi ígildissetanini. Tann dagfesting, sum stendur í uppskotinum, hevur við sær, at lógin verður sett í gildi við afturvirkandi kraft, og somuleiðis broyting í § 2, stk. 2 viðvíkjandi tíðarfreistini, nær Almannastovan í seinasta lagi skal hava umsóknir um stuðul til uppihaldspening í hendi. Meirilutin mælir tí til, at lógin fær gildi 1. juni 2003.

Meirilutin fegnast um, at uppskotið javnstillar gift og ógift soleiðis, at tað ikki verður ein fíggjarligur ófyrimunur at liva saman gift. 

Meirilutin heitir eisini á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at leggja fyri tingið í seinasta lagi 1. september broytingar í skattalógini, har vanliga barnagjaldið og eyka barnagjaldið verða gjørd skattafrí, og somuleiðis at konugjaldið ikki verður roknað sum skattskyldug inntøka, alt frá 1. juni 2003 at rokna. Somuleiðis heitir meirilutin á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at leggja fyri tingið ætlaðu og fráboðaðu hækkingina í barnafrádráttinum.

Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

a) Í § 2 verður "1. apríl 2003" broytt til "1. juni 2003".

b) Í § 2, stk. 2 verður "1. apríl 2003" broytt til "1. juni 2003".

Minnilutin (Andreas Petersen og Kristian Magnussen) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar:

Uppskotið hjá landsstýrinum er enn ein liður í herferðini í móti teimum, ið minst hava ráð til øktar fíggjarligar byrðar og minkandi inntøkur. Síðani sitandi samgongan tók við, hevur hon fyri tað mesta framt tiltøk, ið gera gerandisdagin hjá ávísum samfelagsbólkum truplari. Fyrst samtykti samgongan, at tey tímaløntu skuldu fáa minni úr barsilsskipanini, síðan syrgdi hon fyri, at mjólkaprísurin hækkaði, og síðan fyri, at tímalønt, ið ofta eru sjúk, fáa truplari við at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum.

Hetta lógaruppskotið hjá landsstýrinum rakar í síðsta enda børn, ið av einhvørji orsøk ikki hava møguleika at búgva saman við báðum sínum foreldrum, og teir sundurlisnu og skildu hjúnafelagar, ið fáa uppihaldspening frá fyrrverandi hjúnafelaga.

Civilretsdirektoratið hevur boðað frá, at verður uppskotið samtykt, fer hetta at føra til eina lækking av upphaldspeninginum til fyrrverandi hjúnafelagar og til børn, ið fáa hækkað barnagjald, hetta orsakað av, at gjaldsførleikin hjá tí, ið í er gjaldsskyldugur versnar munandi. Vit kunnu lýsa málið við einum hugsaðum dømi, ein familja við tveimum børnum har maðurin hevur eina góða inntøku og konan fyri tað mesta arbeiðir heima uttan stórvegis lønarinntøku, og har konan í samband við hjúnaskilnað hevur fingið foreldrarættin.

Eftir galdandi reglum er ikki óhugsandi, at maðurin hevur fingið álagt at rinda konuni 4.000,- kr. um mðr. í uppihaldspeningi og 2 ferðir vanliga barnagjaldið, sum í dag er 811,- kr. um mðr. fyri hvørt barnið. Sostatt høvdu mamman og børnini fingið 7.244,- kr. um mðr. í uppihaldspeningi. Verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt, er ikki óhugsandi, at tað, ið maðurin er álagdur at rinda konuni og børnunum, fer niður í helvt orsakað av, at hansara gjaldsførleiki versnar munandi. Sostatt verða bert mamman og børnini rakt, meðan hansara nettoútreiðsla verður tann sama sum áðrenn.

Sostatt kann staðfestast, at í teimum førum, har talan er um uppihaldspening til fyrrverandi hjúnafelagar og tá talan er um hækkað gjald til børn, verða tað fyri tað mesta hesi, ið koma at fáa verri fíggjarlig kor og ikki í sama mun tann gjaldsskyldugi.

Hugsa við okkum, at pápar rinda vanliga barnagjaldið til 2 børn, so verður gjaldið 19.464,- kr. um árið. Eftir galdandi lóg um stuðul til uppihaldspening kann hann fáa helvtina 9.732,- kr. aftur. Verður uppskotið samtykt so verður avleiðingin hon, at teir missa tað, ið svarar til eina mánaðarløn aftan á skatt, um teir eru tímaløntir arbeiðsmenn ella handverkarar. Hetta ger í mongum førum teirra møguleikar at hava børnini hjá sær í t.d frítíðum og vikuskiftum verri, tí óansæð hvussu langt burturi børnini búgva, so mugu teir átaka sær kostnaðin av ferðaseðlum og øðrum.

Ein onnur fylgja verður óivað eisini, at tað verður truplari hjá teimum gjaldsskyldugu at gjalda, og fleiri fara at lata verða við at gjalda í fyrstu atløgu. Hetta vil føra til økta umsiting á Almannastovuni og eisini størri eftirstøður til tað almenna, sum so eisini má nýta størri orku til at fáa peningin inn aftur.

Hevði samgongan havt ein veruligan familjupolitikk og vilja til at gjørt nakað munagott fyri tey børnini, ið fáa barnagjald, átti hon at syrgt fyri, at vanliga gjaldið hækkaði heldur enn at leggja stein oman á byrðu hjá teimum, ið verða rakt, um uppskotið verður samtykt.

Uppskotið hevur bæði fíggjarligar og sosialar avleiðingar fyri flestu teirra, ið rinda uppihaldspening, og eisini fyri børn og fyrrverandi hjúnafelagar, ið móttaka.  

Vísandi hertil mælir minnilutin Løgtinginum til at fella uppskotið.

2. viðgerð 2. mai 2003. Undir viðgerðini boðaði uppskotssetarin, Páll áReynatúgvu, landsstýrismaður, frá, at hann tekur málið aftur.