Irak

 

105  Uppskot til  samtyktar vidvíkjandi altjóða støðuni mótvegis Irak

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. Frávik
E. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)

Ár 2003, 4. mars, løgdu tingmenninir Lisbeth L. Petersen, Heini O. Heinesen, Jóannes Eidesgaard og Kári P. Højgaard, vegna Sambandsflokkin, Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar 

Løgtingið staðfestir, at øll tiltøk til tess at fáa Irak og Saddam Hussein at ganga undir ST-samtyktirnar skulu góðkennast av ST.

Samstundis heitir Løgtingið á løgmann um at boða frá Løgtingsins støðu.

Viðmerkingar:
ST-felagsskapurin varð stovnaður eftir seinna heimsbardaga til tess at fyribyrgja kríggi millum heimsins lond. ST hevur í nógvum førum staðið sína roynd, serliga tá hugsað verður um tíðarskeiðið undir sokallaða kalda krígnum, tá heimsfriðurin ofta var í vanda.

Hetta er einasti altjóða politiski felagsskapur, har allar heimsins tjóðir kunnu møtast og viðgera heimsviðurskifti av ymiskum slagi, harímillum hóttanir móti heimsfriðinum. Seinastu árini er valdsjavnvágin í heiminum broytt munandi soleiðis, at eitt stórveldi hevur stungið seg fram um øll hini.

Vit meta tað sera avgerandi fyri at varðveita heimsfriðin, at ST-felagsskapurin verður varðveittur. Somuleiðis at ætlaðar neyðugar atgerðir móti londum, sum ikki ganga undir treytir, settar av ST, verða tiknar í ST høpi.

Tí mæla vit til, at Løgtingið ger omanfyri nevndu samtykt fyri at lýsa Føroya støðu í hesum máli.

1. viðgerð 7. mars 2003. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 18. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2003 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 12., 14. og 18. mars 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann.

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Johan Dahl og Jóannes Eidesgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein annar minniluti í nevndini (Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni og Jenis av Rana) hevur hesar viðmerkingar:

Heiminum tørvar frið. Hvønn dag líða menniskju undir úrslitum av ótaldum vápnaðum stríðum. Tí eiga aðrar atgerðir, ið kunnu virka til frið, at stuðlast – eisini heima hjá okkum sjálvum.

Minnilutin (Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni og Jenis av Rana) heldur ikki, at fyriliggjandi uppskot virkar til frið, men óttast fyri, at júst tað øvugta kann gerast úrslitið. Tí mælir hesin minnilutin frá at samtykkja uppskotið.

Á tingfundi 18. mars 2003 boðaði formaðurin frá, at tingmenninir Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Kristina Háfoss, Niklái Petersen, Jóannes Eidesgaard, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Rúni Hentze, Henrik Old, Kári P. Højgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heini O. Heinesen, Kaj Leo Johannesen, Bárður Nielsen, Johan Dahl, Vilhelm Johannesen, Marjus Dam, Heðin Mortensen, Alfred Olsen, Høgni Mikkelsen og Jógvan Arge í skrivi, dagfest 18. mars 2003, hava heitt á tingformannin um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, millum framløgu og 2. viðgerð av málinum soleiðis, at málið verður endaliga avgreitt frá tinginum mikudagin 19. mars 2003. Samtykt 21-1-8.

2. viðgerð 19. mars 2003. Uppskot um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-21. Uppskot til samtyktar samtykt 19-2-9. Málið avgreitt.