Íbúðir

 

98  Uppskot til  samtyktar um alternativar íbúðamøguleikar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2003, 4. mars, legði Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot, sum skapar fortreytir fyri eini nøktandi langtíðarætlan fyri útvegan av alternativum íbúðamøguleikum, serliga til eldri, einlig og fólk við serligum tørvi.

Viðmerkingar:
Nógv hevur verið tosað seinastu árini um tørvin á íbúðum, uttan at tað hevur verið heilt greitt, hvør tørvurin ítøkiliga er, og hvussu ein møgulig loysn skuldi skipast.

Bústaðarmynstrið í Føroyum hevur hesi seinastu mongu árini verið soleiðis, at fólk hava búð í sethúsum, sum eru innrættað til eina familju við børnum, men sum árini líða, flyta børnini heimanífrá, og foreldrini sita eftir í stórum, tómum húsum, sum eisini kosta nógv í rakstri og viðlíkahaldi.

Tað er einki at ivast í, at nógv av hesum fólkum ynskja at fáa eini minni hús ella eina íbúð, men at hetta er treytað av, at tey kunnu selja síni hús, og at íbúðin kann fíggjast av tí, sum tey fáa fyri húsini.

Hetta gevur samstundis yngri fólki møguleika at flyta inn í gomlu húsini hjá teimum eldru, og harvið fáa vit ein liðiligari húsamarknað við fleiri valmøguleikum.

Møguleikarnir at útvega ein búðstað, sum hóskar til tørvin hjá tí einstaka, verða størri, bæði tá hugsað verður um aldur, inntøku og førleika.

Endamálið við hesum uppskotinum er at skapa møguleikar fyri at fáa fatur á íbúðum, sum eru áhugaverdar hjá serliga eldri, einligum og fólki við serligum tørvi, samstundis sum tær í stødd og innrætting og atkomu lúka minstukrøvini hjá teimum einstøku brúkarabólkunum.

Líknandi uppskot varð lagt fyri tingið fyri tveimum árum síðani, men tá vísti meirilutin í trivnaðarnevndini á, at nakrar royndir hesum viðvíkjandi vóru á veg ymsastaðni í føroyska samfelagnum, og tí varð mælt tinginum til at fella uppskotið.

Síðani tá er einki hent á økinum, og tí verður nú enn ein roynd gjørd, fyri at fáa skaptar fortreytir fyri eini nøktandi langtíðarætlan fyri útvegan av alternativum íbúðamøguleikum.

1. viðgerð 6. mars 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 24. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2003 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 19. og 24. mars 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bill Justinussen, landsstýrismann, og umboð fyri nevndina, sum landsstýrismenninir í fíggjarmálum, íbúðamálum og løgmálum hava sett at gera eitt tilmæli viðvíkjandi íbúðabygging. Arbeiðssetningur hjá hesi nevnd er:

  1. Frágreiðingin skal vera ein lýsing av verandi viðurskiftum har greinað verður, hvørjir tupulleikar ið eru á bústaðarmarknaðinum, hvar trupulleikarnir á bústaðarmarknaðinum eru og hvussu útlitini eru tey næstu árini.
  2. Arbeiðisbólkurin skal gera eina greiða definitión av hugtakinum "alternativir bústaðir".
  3. Greið model skulu finnast fyri, hvussu landsmyndugleikar og kommunur kunnu samstarva um alternativa íbúðarbygging.
  4. Greiða skal finnast á, hvørji sosial atlit ið skulu takast í samband við alternativa íbúðarbygging.
  5. Uppskot skulu gerast um, hvønn leiklut Húsalánsgrunnurin/Íbúðargrunnurin kunnu hava í alternativu íbúðarbyggingini.
  6. Arbeiðisbólkurin skal gera eina meting av, hvørjir ánarahættir (sjálvognarstovnar, íbúðarlutafeløg o.s.fr.) ið eru teir frægastu, um almennur peningur verður nýttur í samband við alternativa íbúðarbygging.
  7. Arbeiðisbólkurin skal gera eina meting av, hvørji árin møguligar broytingar í MVG-skipanini og rentustuðulsskipanini kunnu hava mótvegis alternativari íbúðarbygging. Eisini skal kannast, hvørjir aðrir fíggingarhættir ella -samansetingar kunnu hava somu ávirkan á byggikostnaðin, sum tær møguligu broytingarnar í MVG- og rentustuðulslógunum kunnu fáa.
  8. Greiða skal finnast á, hvørji búskaparlig stýringsamboð ið landsmyndugleikarnir nú hava – og framyvir eiga at hava – mótvegis bústaðarmarknaðinum.
  9. Greiði skal finnast á, hvørjar útboðsreglur ið skulu vera galdandi fyri privatar entreprenørar, sum vilja byggja alternativar bústaðir.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at frágreiðing um íbúðastøðuna verður løgd Løgtinginum til aðalorðaskiftis fyrstu viku í apríl í ár.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Alfred Olsen, Marjus Dam, Kristian Magnussen og Andrias Petersen) tekur undir við uppskotinum vísandi til viðmerkingarnar. Meirilutin heldur, at uppskotið eisini eigur at fevna um smærri eigara- og leiguíbúðir. Vísandi hertil setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Orðini " útvegan av alternativum íbúðamøguleikum, serliga til eldri, einlig og fólk við serligum tørvi" verða broytt til " útvegan av smærri eigara- og leiguíbúðum og alternativum íbúðamøguleikum, serliga til eldri, einlig og fólk við serligum tørvi."

Minnilutin ( Rúni Hentze, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur boðað trivnaðarnevndini frá, at frágreiðing um íbúðastøðuna verður løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskifti fyrstu viku í apríl 2003. Frágreiðingin kemur at innihalda verandi støðu saman við ítøkiligum tilráðingum um framtíðar íbúðapolitikkin. Tí metir minnilutin fyriliggjandi uppskot óneyðugt og mælir tí frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 26. mars 2003. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Alfred Olsen, Suna Jacobsen,Kristian Magnussen og Andrias Petersen, til uppskotið til samtyktar fall 10-0-16. Uppskot til samtyktar fall 10-0-16. Málið avgreitt.