Útoyggjar - Infrakervið

 

92  Uppskot til  løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini og eftir umsókn at veita kommunum stuðul til íløgur í infrakervið í Fugloy, Svínoy, Mykinesi, Gásadali, Nólsoy, Hesti, Koltri, Skúvoy og Stóru Dímun.
Stk. 2. Harumframt verður landsstýris-manninum heimilað í leypandi fíggjarári at geva tilsagnir um, at stuðul verður veittur av árligu játtanini í tveimum fylgjandi fíggjarárum. Upphæddin, sum tilsøgn verður givin um, skal í hvørjum 1. ella 2. fylgjandi fíggjarári ikki fara upp um játtaðu upphæddina í leypandi fíggjarárinum.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu stuðulin verður umsitin, hvat stuðul verður veittur til, treytir fyri at fáa stuðul og um afturgjald av útgoldnum stuðli.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Roynt hevur í eina tíð verið at fáa eitt greiðari ábyrgdarbýti millum land og kommunur soleiðis, at kommunurnar sjálvar í størst møguligan mun skulu fíggja kostnaðin av tí kommunala ábyrgdarøkinum.

Ásannast má tó, at ikki allar kommunur eru eins væl førar fyri at bera tann fíggjarliga kostnaðin, sum hetta ábyrgdarbýtið hevur við sær. Orsøkin til hetta er aloftast, at fólkatalið – og harvið eisini skattagrundarlagið – í summum kommunum ikki er nóg stórt til at bera tær útreiðslur, ið ábyrgdarbýtið millum land og kommunur hevur við sær. Útoyggjarnar eru á hesum økinum í einari serligari støðu, av tí at fíggjarorkan á hesum plássum er sera avmarkað.

Við hesum í huga er serlig játtan seinastu árini sett á langtíðar fíggjarlógina hjá landsstýrinum til tess at bøta um samferðslu- og samskiftisviðurskiftini á útoyggjum. Hetta fyri at tryggja landsvirðið, ið liggur í at varðveita allar bygdirnar í Føroyum. Hetta kann gerast við í ein ávísan mun at veita stuðul til tær minstu og fíggjarliga veikastu kommunurnar, sum eru meinbogaðar av eini avsíðis legu í mun til miðstaðarøkið, soleiðis at trivnaðurin og umstøðurnar annars gerast frægast møgulig á hesum plássum.

Á fíggjarlógini fyri 2003 eru játtaðar 3,5 mió kr. til stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum. Útoyggjar eru eftir hesum at skilja sum Fugloy, Svínoy, Mykines, Gásadalur, Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Peningur er settur av til arbeiði á Kalsoynni aðrastaðni á § 6. Vinnumál, innan íløgur, og verður stuðul tí ikki latin Kalsoynni.

Uppskotið er ætlað at veita greiða materiella heimild fyri, at stuðulin skal kunna verða veittur.

Samstundis verður í uppskotinum heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um, hvussu stuðulin verður umsitin, og fyri hvat stuðulin kann latast til.

Endamálið við lógini
Álitið frá fíggjarnevnd Løgtingsins í sambandi við viðgerðina av løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 vísir, at nevndin hevur fingið tilmæli frá løgfrøðingi nevndarinnar um at strika ávísar C átekningar í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003. Talan er á grein 6. Vinnumál um C átekning um landbúnaðarstuðul, havbúnaðarroyndir og stuðul til infrakervið á útoyggjum. Løgfrøðingurin metir hetta vera innihaldsliga lóggávu, sum materiell heimild eigur at verða fingin til vega fyri. Ein samd fíggjarnevnd tók undir við hesum tilmæli og mælti Løgtinginum at samtykkja hesar broytingar saman við samsvarandi broytingum á øðrum høvuðsgreinum. Løgtingið samtykti hesar broytingar saman við restini av fíggjarlógaruppskotinum 18. desember 2002.

Avgerð Løgtingsins um at strika C átekningina fyri infrakervið á útoyggjum saman við viðmerkingunum í álitinum til fíggjarlóg fyri 2003 hevur við sær, at einasta heimildin fyri at útgjalda stuðulin er sjálv játtanin á fíggjarlógini og viðmerkingarnar til hesa. Sambært galdandi ásetingum í játtanarskipanini verður ikki kravt, at materiell heimild skal fáast til vega fyri at stuðul skal kunna verða útgoldin. Hinvegin hevur Landsgrannskoðanin eftirlýst, at stuðulsjáttanir yvirhøvur verða betur umsitnar, og hevur mælt til, at ein uppstramming av økinum fer fram.Endamálið við uppskotinum er at fáa hetta økið í eina greiðari legu. Eisini er uppskotið ætlað at skapa trygd fyri, at ivi frameftir ikki stendst um materiellu heimildina fyri at veita stuðulin. Harafturat er kunngerð gjørd við heimild í lógaruppskotinum, ið ætlað er at tryggja eina betri umsiting av økinum.

Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Landsverkfrøðingsstovninum, Fíggarmálaráðnum og hjá Føroya Gjaldstovu.

Landsverkfrøðingsstovnurin hevur skotið upp, at áseting verður sett inn í lógina um, at landsstýrismaðurin skal góðkenna verkætlanirnar í øllum lutum, tá stuðul varð latin.

Vinnumálaráðið tekur undir við hesum og metir tílíka áseting vera neyðuga, soleiðis at møguleiki verður at hava eftirlit við, at arbeiðið veruliga verður framt sambært verkætlanini, sum søkt er um stuðul til. Tó metir Vinnumálaráðið ikki, at hetta nýtist at standa í sjálvum lógartekstinum, men at slík áseting hoyrir heima í kunngerð við heimild í lógini.

Føroya Gjaldstova hevur víst á, at trý ára tíðarskeiðið, sum ætlanin í upprunauppskotinum var, at tilsøgn kundi verða veitt yvir, var ógreitt, og hevur Vinnumálaráðið tí valt at broyta orðingina í § 1 soleiðis, at ásetingin í stk. 1 heimilar landsstýrismanninum at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum av árligu játtanini á fíggjarlógini og í stk. 2 harafturat at veita tilsøgn um stuðul til verkætlanir í í mesta lagi tvey fylgjandi fíggjarár á rað.

Harafturat hevur Føroya Gjaldsstova víst á ávís viðurskifti í sambandi við kunngerðina, ið er tilevnað við heimild í lógaruppskotinum, sum Vinnumálaráðið hevur tikið til eftirtektar.

Fíggjarmálaráðið hevur havt ymsar viðmerkingar av játtanartekniskum slagi bæði til lógaruppskotið og til uppskot til kunngerð. Hesar viðmerkingar eru fylgdar, soleiðis at uppskotini eru í samsvari við viðmerkingarnar frá Fíggjarmálaráðnum.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
3,5 mió kr. eru játtaðar til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003. Sambært uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003 er ætlanin at játta somu upphædd í 2004.

Uppskotið førir við sær, at landsstýrismanninum verður veitt heimild til at binda Løgtingið at veita stuðul til ávísar íløgur til infrakervið á útoyggjum av árligu játtanini á fíggjarlógini, samstundis sum heimilað verður landsstýrismanninum at veita tilsøgn um stuðul í tvey eftir hetta fylgjandi fíggjarár á rað.

Uppskotið hevur sostatt við sær, at Løgtingið bindur seg til at játta í mesta lagi 3,5 mió kr. til endamálið á fíggjarlógunum fyri 2003, 2004 og 2005, ella tilsamans 10,5 mió kr. yvir hetta trý ára skeiðið.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið fer at hava við sær, at útoyggjakommunurnar frameftir fáa møguleika at fáa tilsøgn um stuðul yvir fleiri fylgjandi fíggjarár, soleiðis at tað gerst tryggari at fara undir størri verkætlanir.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið heimilar landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um, hvussu stuðulin verður umsitin, og um hvat stuðul kann latast til.

3. Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

4. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5. Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

   

Nei

Nei

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1
Greinin tryggjar materiella heimild hjá landsstýrismanninum at veita stuðul sambært játtan á fíggjarlógini.

Við tað at uppskotið heimilar landsstýrismanninum at veita tilsøgn um stuðul yvir fleiri fíggjarár, hevur uppskotið við sær, at kommunurnar við tryggari grundarlagi kunnu disponera sambært eini ávísari verkætlan. Ein tilsøgn til kommunurnar um stuðul yvir fleiri ár kann sostatt hava við sær, at kommunurnar lættari kunnu fara undir ætlaðar verkætlanir, tí tær tá fáa trygd fyri, at stuðulin ikki brádliga verður avtikin, meðan verkætlanin enn er í gongd.

Umsókn krevst fyri at stuðul kann verða latin. Stuðul kann á samferðsluøkinum m.a. verða latin til lendingar, havnir, bátahyljar, vegir, uppdyrkingarvegir, kanningar og fyrireikingar í sambandi við verkætlanir á útoyggjum o.a. Á samskiftisøkinum kann stuðul m.a. verða latin til internetsamband. Ein treyt fyri at fáa stuðul er, at landsstýrismaðurin góðkennir verkætlanina í øllum lutum.

Einans kommunur kunnu søkja um stuðul. Sostatt ber ikki til hjá einstaklingum at fáa játtaðan stuðul eftir lógini. Tó ber til hjá einstaklingum at søkja, um so er, at søkt verður vegna eina kommunu.

Sambært uppskotinum kann ein samlað tilsøgn um stuðul til kommunur fyri eitt eftirfylgjandi ár ikki vera størri enn játtanin til stuðul til infrakervið á útoyggjum á tí fíggjarlóg, ið er galdandi, tá tilsøgnin verður veitt.

Harafturímóti ber tað sambært uppskotinum landsstýrismanninum til í einum ávísum ári at veita eini einstakari ella fleiri kommunum eina tilsøgn um stuðul yvir tvey fylgjandi fíggjarár, ið samlað fer upp um játtanina á tí fíggjarlóg, ið er galdandi, tá tilsøgnin verður veitt.

Sostatt ber sambært uppskotinum teoretiskt til hjá landsstýrismanninum at veita eini ávísari kommunu ein stuðul, ið svarar til alla játtanina á fíggjarlógini í viðkomandi ári, og samstundis at veita tilsøgn um stuðul áljóðandi somu upphædd í tvey fylgjandi fíggjarár á rað.

Ein slík støða hevur tó við sær, at tað ikki er peningur til taks til aðrar kommunur á játtanini í hesum trimum árum, um ikki Løgtingið játtar eina størri upphædd til endamálið tey bæði seinnu árini.

Tó ber í hesum førinum til hjá landsstýrismanninum í 2. fylgjandi fíggjarári aftur at veita tilsøgn fyri eftirfylgjandi ár.

Til § 2
Ongar serligar viðmerkingar.

1. viðgerð 21. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 27. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. mars 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Landsstýrismaðurin vísti á, at eftir at uppskotið er farið niðan í Løgtingið, er Vinnumálaráðið av Fjarskiftiseftirlitinum gjørt vart við, at einstøk viðurskifti eru, sum hava við sær, at neyðugt er við smávegis broytingum í uppskotinum, um tað skal náa ætlaða úrslitinum.

Uppskotið er ætlað at virka sum materiell heimild fyri, at smáu kommunurnar á útoyggjunum fáa møguleika fyri at fáa stuðul til ávísar verkætlanir til infrakervið á hesum plássum. Kalsoyggin er upprunaliga ikki tikin við í lógina, tí peningur er settur av til arbeiði at gera samferðsluhavn á Syðradali aðrastaðni á § 6 innan íløgur. Hetta hevur tó havt við sær, at ikki ber til hjá kommununum á Kalsoynni at søkja um stuðul yvirhøvur. Sostatt kann Kalsoyggin sambært uppskotinum heldur ikki søkja um at fáa stuðul til samskiftiskervið. Tað hevur ikki verið ætlanin við uppskotinum at nokta Kalsoynni hendan møguleikan.

Tískil metir landsstýrismaðurin, at neyðugt er positivt at áseta í uppskotinum til lógartekst, at søkjast kann um stuðul til samskiftiskervið á Kalsoynni.

Við § 1, stk. 2 í uppskotinum verður roynd ein nýggj skipan, har landsstýrismanninum verður givin heimild til at veita tilsagnir um stuðul á framtíðar fíggjarlógum. Nevndin heldur, at hendan skipan eigur at verða endurskoðað eftir eina tíð, og mælir tí til bara at geva lógini gildi í tvey ár. Hetta merkir, at lógin í mesta lagi kann hava virknað til og við fíggjarárinum 2007.

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

1) Í § 1, stk. 1 verður sett inn nýtt pkt. 2, ið verður soljóðandi: "Á sama hátt verður landsstýrismanninum heimilað at veita kommununum á Kalsoynni stuðul til íløgur í samskiftiskervið."

2) § 2 verður orðað soleiðis: "Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi tann 31. desember 2005."

2. viðgerð 2. apríl 2003. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.