Fjarfiskiflotin

 

90  Uppskot til  samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta serkøna skjóttarbeiðandi nevnd at kanna og skriva frágreiðing um, hvussu Føroyar yvir longri tíðarskeið fáa sum mest av fiskirættindum í altjóðasjógvi, og hvussu mest fæst burturúr. Uppskotið skal leggja upp til eina nýggja burðardygga skipan fyri allan fjarfiskiflotan.

Viðmerkingingar
Fiskirættindi og fiskivinnan í altjóða sjógvi byggja á søgulig rættindi, sum øll eru vunnin sambært siðvenju av bæði teimum, sum undan fóru, og teimum, sum í dag fiska. Alt bendir á, at hesin fiskiskapur eisini í framtíðini fer at byggja á søgulig rættindi, og tí er sera umráðandi, at heildarpolitikkurin á hesum øki er málrættaður.

Politiska endamálið má vera bæði at varðveita vunnin rættindi, og har tað er møguligt, at kunna vaksa um fisirættindini á fjarleiðum. Tað gerst bert við at leggja soleiðis til rættis, at fiskirættindi, sum føroyingar eiga, verða brúkt til fulnar. Eisini má leggjast soleiðis til rættis, at sum mest fæst burtur úr hesum rættindum samanlagt fyri Føroyar.

Havast má í huga, at henda vinnan í víðastu merking er í harðari altjóðakapping. Skip úr nógvum ymiskum londum við ymiskum samfelagsskipanum og ymiskum lønarviðurskiftum eru okkara kappinganeytar. Hesir kappingarneytar eru ídnir eftir at taka yvir tey rættindi í altjóðasjógvi, sum orsakað av tørvandi politiskari tilrættalegging gleppa okkum av hondum.

Hesin fiskiskapur fer í høvusheitum fram í Barentshavinum, við Svaldbard, í Irmingarhavinum, á Flemmishkap og í øðrum økjum.

Rækjuskipini fiskaðu fyri 180 mió kr. í 2002, og verksmiðjuskipini fyri 300 mió kr. Manningapartarnir vóru ávikavist 54 mió kr. hjá rækjuskipunum og 117 mió kr. hjá verksmiðjuskipunum. Hesi skipini rindaðu 1,1 mió kr. í ALS-gjaldi í 2002.

Afturat hesum kemur virðið av viðgerðini á landi í Føroyum. Samanlagt er talan um munandi part av samlaða føroyska búskapinum og nógvar mannalagnur. Her er ikki tikin við tann parturin, sum kemur frá pelagisku vinnuni, hvørki á sjógvi ella landi.

Tað er sera vandamikið hjá Føroyum ikki at hava ein greiðan politikk fjarfiskiskapi viðvíkjandi. Tað er tí ikki meira en rímiligt, at Løgtingið týðiliga letur koma til kennar, hvussu politiskt skal setast út í kortið við tí fyri eyga, at vunnin rættindi ikki gleppa okkum av hondum, men heldur vaksa og mennast.

Tað er tíverri ta øvugtu gongdina, vit hava sæð tey seinastu árini. Tað hevur ikki eydnast landstýrinum at lagt soleiðis til rættis, at rættindini hava verið gagnnýtt, og fylgjan av hesum er, at tað fer ein niðurteljing fram fyri hvønn dag, sum gongur. Tørvandi viljin hjá landsstýrinum at luttaka í konstruktivum kjaki um hesi vandamál boðar heldur ikki frá góðum fyri framtíðina. Henda vandmikla og skeiva gongd má steðgast skjótast gjørligt.

Í dag eru vit í tí hepnu politisku støðu, at allir flokkar á Løgtingi eru ímóti at gera nakran part av okkara vinnulívi til varandi studningsvinnu. Tí átti Løgtingið at verið búgvið til at forða fyri óhepnum missi av rættindum á fjarleiðum, sum, sum frá líður, eru burðardygg og til frama fyri Føroyar.

Havast má í huga, at tann fiskiskapur, sum í dag fer fram í Barentshavinum eftir botnfiski, er fult og heilt treytaður av t.d. teimum meira enn 100.000. tonsunum av svartkjafti, sum landi letur í býti afturfyri. Skal hesin umbýtisfiskur bert fara til henda part av fjarfiskiflotanum, er tað rímiligt, ella kann hann betur koma øllum fjarfiskiflotanum til góðar. Hettar eru spurningar, sum nevndin, sett verður at gera uppskot til samlaða loysn til fjarfiskiflotan, skal gera sær meiningar um og koma við uppskoti um til nýggja burðardygga skipan fyri allan fjarfiskiflotan.

Hetta uppskot verður lagt fram við tí fyri eyga, at Løgtingið fær høvi at umrøða henda álvarsama spurning og at taka støðu í málinum.

1. viðgerð 19. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 4. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 19. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 3. apríl 2003.

Nevndin heldur tað vera neyðugt at gera greitt, at meiningin við uppskotinum sjálvsagt ikki er at taka rættindi frá nøkrum bólki, men at frágreiðingin skal hava til endamáls at vísa á møguleikar fyri eini enn betri nýtslu av givnum rættindum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i 

"landsstýrið" verður broytt til "landsstýrismannin".

2. viðgerð 8. apríl 2003. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til uppskotið til samtyktar samtykt 24-0-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.