Yrkisskúlar

 

 

86  Uppskot til  løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Atkvøðugreiðsla § 32, stk. 3
F. Atkvøðugreiðsla 2. ferð § 32, stk. 3
G. Atkvøðugreiðsla 3. ferð § 32, atk. 3

Ár 2003, 4. mars, legði Johan Dahl, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn

§ 1. Góðkent verður, at handilsskúlin og tekniski skúlin fara undir bygging av nýggjum skúlum í Havn.
Stk. 2. Verkætlan og lánsupptøka skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 2. Játtað verður í sambandi við tær í § 1 nevndu byggingar landskassaveðhald fyri lánupptøku, tó í mesta lagi 87 milliónir krónur íroknað rentu og kostnað.

§ 3. Landskassin letur árliga í studningi til skúlarnar eina upphædd, sum svarar til rentu og avdráttir av teimum lánum, sum nevnd eru í § 2.

§ 4. Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2004.

Viðmerkingar:
Tekniski Skúlin í Havn er sjálvsognarstovnur, sum var settur á stovn í 1934.
Í stýrinum fyri skúlan sita 2 umboð fyri arbeiðsgevarar, 2 umboð fyri arbeiðstakarar, eitt umboð fyri Tórshavnar kommunu og eitt starvsfólkaumboð.

Skúlin hevur í dag 180 næmingar. Íalt starvast umleið 60 starvsfólk á skúlanum, og svarar hetta til 53 ársverk. Vanliga undirvísingin fer fram í Smiðjugerði, meðan fyrisitingin heldur til á Skúlaheiminum. Skúlin undirvísir í løtuni í 6 ymiskum lonum, meðan 7. lonin húsar fyrisitingini og leiðsluni. Í løtuni er ein avtala við at verða gjørd um enn eitt leigumál, sum skal nøkta bráðneyðuga tørvin hjá timburdeildini. Sostatt kemur skúlin nú at húsast undir 8 ymiskum lonum. Tvær av hesum lonum eru leigumál og verða sostatt ætlandi 3 leigumál frá 1. apríl 2003. Tað kann sostatt staðfestast, at hølisumstøðurnar hjá Tekniska Skúla í Havn eru versnaðar rættiliga munandi, tá skúlin er vorðin noyddur til at hava leigumál aðrastaðni enn í Smiðjugerði.

Tað hevur leingi verið ætlanin at keypa grundøki og byggja nýggj høli til Tekniska Skúlan í Havn. Í 1968 var av álvara farið undir at fyrireika eina slíka útbygging, og var umsókn send Tórshavnar býráð um keyp av grundøki til endamálið. Tann 25. desember 1969 játtar býráðið at selja Tekniska Skúla í Havn ognina við Marknagilsvegin matr. nr. 1173.

Sáttmálin um 1. byggistig av nýggja Tekniska Skúlanum í Havn var undirskrivaður tann 18. mai 1972. Skúlaheimið, sum var 1. byggistigið, var liðugt í 1976.

Av ymsum grundum kemur stígur í 2. byggistig, sum er vestan fyri Skúlaheimið, har sjálvur skúlin skal byggjast omaneftir.

Í 1978 varð staðfest, at skúlin var munandi afturútsigldur í mun til skúlarnar í Danmark. Hetta hevði so við sær, at ein neyðbjarging varð sett í verk. Neyðbjargingin var ein fyribilsloysn í 5 ár, til tess at donsku skúlamyndugleikarnir ikki skuldu steingja skúlan.

Í samráð við skúlan letur Tórshavnar kommuna byggja 4 hallir, og leigar kommunan hesar til Tekniska Skúla tey næstu 5 árini, meðan endaliga byggingin verður fyrireikað.

Frá 1978 til 1984 verða ymisk skitsuprojekt viðgjørd. Hóast hetta, so dettur ætlanin onkusvegna niðurfyri og verður ikki tikin uppaftur næstu árini. Úrslitið er sostatt, at ein 5 ára fyribilsloysn í veruleikanum er vorðin ein 25 ára fyribilsloysn, sum als ikki er haldbar longur.

Føroya Handilsskúli hevur, síðan hann fekk síni egnu hølir í 1983, havt rímiligar hølisumstøður.

Tey seinastu árini er áhugin at fáa eina merkantila útbúgving verið nógv vaksandi. Hetta hevur havt við sær stórt plásstrot, og at Føroya Handilsskúli í dag hevur tørv á undirvísingarhølum til uml. 6 flokkar. Harafturat eru hølisumstøðurnar hjá fyrisitingini og starvsfólkunum eisini vorðnar sera trongar.

Í sambandi við, at stýrini fyri ávikavist Tekniska Skúla í Havn og Føroya Handilsskúla hava økt um samstarv innan ymisk felags áhugaøki, hava stýrini tikið stig til eina verkætlan um bygging av nýggjum yrkisskúla við Marknagilsvegin í Havn. Verkætlanin, sum er viðløgd, er gjørd av Arkitektavirkinum hjá Árna Winther. Verkætlanin er løgd fyri landsstýrismannin í mentamálum tann 26. sept. 2002.

Í svarskrivi til tekniska Skúlan í Havn, dagfest 4. nov. 2002 sigur mentamálaráðið m.a.:

"Á fundi á tekniska skúlanum tann 26. sept. 2002 løgdu stýrini fyri tekniska Skúlan í Tórshavn og Føroya Handilsskúla fram uppskot til bygging av tí partinum av skúladeplinum við Marknagil, ið nøktar hølistørvin hjá hesum báðum skúlum. Henda bygging skuldi sambært uppskotinum fíggjast við lántøku, ið skal gjaldast yvir raksturin á báðum skúlunum yvir 25 ár. Fíggjarliga avleiðingin er, at landið skal gjalda 5 mió. kr. meira um árið til rakstur av skúlunum og á henda hátt fíggja rentur og avdrátt av byggingini.

Mentamálaráðið hevur viðgjørt henda fíggingarhátt við løgfrøðingarnar á ráðnum og tann búskaparliga partin við Fíggjarmálaráðið. Løgfrøðiliga niðurstøðan er henda: Løgtingslóg um yrkisskúlar § 11 stk. 3 ásetir, at landsstýrismaðurin kann útvega góðkendum sjálvsognarstovni samb. hesi lóg stuðul til ný- ella umbygging av skúla ella skúlaheimi, stuðul til rentur og avdráttir av lánum og stuðul til útgerð til undirvísingarvirksemi. Í § 11 stk. 4 stendur, at landsstyrismaðurin kann veita hesum yrkisskúlum og skúlaheiminum trygd fyri lánum, sum eru tikin til ein part av skjalprógvaðum útreiðslum til ný- og ella umbygging. Parturin verður ásettur á árligum fíggjarløgtingslógum.

Hetta merkir, at samb. løgtingslóg um yrkisskúlar kann landsstýrismaðurin útvega stuðul til rentur og avdráttir, men hetta skal verða ásett í árligari fíggjarløgtingslóg.

Játtanarskipanin ásetur um hesi viðurskifti: "Eru skyldur, sum bera við sær útreiðslur í fleiri fíggjarárum, skal játtan til útreiðslurnar fáast til vega hvørt fíggjarár sær.

Niðurstøðan er sostatt, at ongar formligar forðingar eru fyri, at landsstýrismaðurin veitir trygd ella stuðul til løgu og rentur, bert hetta verður tikið við á fíggjarlógini á hvørjum ári".

Sambært omanfyristandandi niðurstøðu kann staðfestast, at ongar løgfrøðiligar forðingar eru fyri, at ætlanin kann setast í verk, um skúlarnir fáa heimild at taka upp neyðugu lánini til endamálið og Løgtingið er sinnað at veita eina meirijáttan á fíggjarløgtingslógini næstu 25 árini til rentu- og avdráttir av neyðugum lánum til verkætlanina.

Sambært viðløgdu verkætlan og útgreiningum frá peningastovnunum verður neyðugt við eini meirijáttan til báðar skúlarnar upp á 5,65 mió kr. fram til 2008 og síðan 4,2 mió kr. frá 2008 og tey næstu 20 árini.

Vísandi til samgonguskjalið, har tað stendur, at: "nýggjur tekniskur skúli og studentaskúli verða bygdir í Tórshavn", verður mælt til at samtykkja uppskotið.

1. viðgerð 6. mars 2003. Málið beint í mentanarnevndina.

Á tingfundi 23. apríl 2003 atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini. Uppskot um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall
13-0-16.

Á tingfundi 30. apríl 2003 aftur atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini. Uppskot um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall 14-0-18.

Á tingfundi 2. mai 2003 aftur atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini. Uppskot um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall 15-0-16.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí  málið ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði.