Vektgjald - akfør

 

 

83  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

Í § 13 a verður sum stk. 2 sett:
"Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur fyri ellisakfør."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við skattamálum mælir við hesum til at gera eina broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.

Hetta er teknisk broyting, sum er neyðug. Av misgáum varð stk. 2 strikað, tá nýggj § 13 a varð sett inn í síðstu broytingarlóg. Hetta hevði við sær, at heimildin fyri kunngerð um ellisakfør datt burtur. Við hesum broytingaruppskoti verður stk. 2 sett inn aftur, tó við dagførdari orðing, so heimildin fyri kunngerðini fæst í rættlag aftur.

Avleiðingar av lógaruppskotinum
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur, fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Serligar viðmerkingar

Til § 1.
Av misgáum varð stk. 2 strikað, tá nýggj § 13 a varð sett inn í síðstu broytingarlóg. Hetta hevði við sær, at heimildin fyri kunngerð um ellisakfør datt burtur. Við hesum broytingaruppskoti verður stk. 2 sett inn aftur, tó við dagførdari orðing, so heimildin fyri kunngerðini fæst í rættlag aftur.

Til § 2.
Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

1. viðgerð 17. mars 2003. Tingmálini nr. 82 og 83/2002 vórðu vigjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 19. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 17.mars 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 19. mars 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið

2. viðgerð 25. mars 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 26-4-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. mars 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt

Ll.nr. 42 frá 09.04.2003