Skrásetingargjald - akfør

 

 

82  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 12 verður orðað soleiðis:
"§ 12. Einki avgjald er á kampingvognum."

2) § 17 verður orðað soleiðis:
"§ 17. Fyri ellisakfør, ið verða skrásett, skal einki skrásetingargjald rindast.
Stk. 2. Við ellisakfør sambært stk. 1 er at skilja motorakfør, ið eru eldri enn 25 ár, og sum framvegis hava sama skap sum upprunaakfarið."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við skattamálum mælir við hesum til at gera 2 broytingar í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

Tann fyrra broytingin er at taka burtur avgjald á kampingvognum. Hetta avgjald er í núgaldandi lóg 45%. Fíggjarmálastýrið hevur fingið áheitan frá einum áhugabólki um at taka hetta avgjaldið av, tí tað forðar fyri, at kampingvognar verða keyptir til Føroyar. Víst verður á, at í Danmark er einki avgjald. Av tí sama eru tað fleiri føroyingar, sum hava keypt sær ein kampingvogn í Danmark og hava kent seg noyddar at lata teir verða standandi í Danmark fyri at sleppa undan avgjaldinum. Tað skal harafturat viðmerkjast, at einki avgjald er á øðrum viðfestisvognum, og at avgjald longu er rindað fyri bilin, sum togar.

Tann seinna broytingin er bæði ein málslig dagføring, har mælt verður til at broyta orðið veteranakfør til ellisakfør, og ein lækking av aldursásetingini fyri frítøku fyri skrásetingargjaldi á ellisakførum úr 30 árum niður í 25 ár. Hetta verður gjørt eftir ynski frá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør, sum metir hetta hava stóran týdning fyri møguleikan hjá limum tess at varðveita gomul akfør í teirra upprunaliga sniði. Henda broyting viðførir eisini, at sama aldursáseting verður nýtt í øllum lógum viðvíkjandi ellisakførum, tí í løgtingslóg um vektgjald (vegskatt) verður 25 ár nýtt sum aldursáseting fyri ellisakfør. Tað skal viðmerkjast, at Vinnumálaráðið og Bileftirlitið hava viðmælt hesa broyting.

Avleiðingar av lógaruppskotinum
Lógaruppskotið hevur bert smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri landið, tí sum er verða eingir kampingvognar innfluttir. Hinvegin verður tað ein fíggjarligur fyrimunur fyri teir borgarar, sum ynskja at ogna sær ein kampingvogn og fyri møguligar umboðsmenn í Føroyum. Tað er ikki gjørligt at siga, um lækkingin av aldursásetingini fyri frítøku fyri skrásetingargjaldi á ellisakførum fer at hava við sær størri innflutning av ellisakførum, men roknast kann við, at áhugin verður nakað størri.

Lógaruppskotið hevur ikki stórvegis umhvørvisligar avleiðingar við sær, men tað, at aldurin á ellisakførum lækkar, fer at hava við sær, at fleiri akfør koma at koyra á vegunum í Føroyum, men hinvegin verða tey í betri standi. Somuleiðis er møguleiki fyri, at kampingvognar verða meiri sjónligir í nærumhvørvinum.

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar við sær ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur, fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

Fyri landið/
Landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

(Ja)

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar

Til § 1.

  1. § 12, stk. 1, verður orðað øðrvísi soleiðis, at einki avgjald verður á kampingvognum longur. Sama orðaljóð er nýtt sum í hinum greinunum um avgjaldsfrítøku.
  2. Í § 17, stk. 2, verður bæði gjørd ein málslig dagføring, har mælt verður til at broyta orðið veteranakfør til ellisakfør, og ein lækking av aldursásetingini fyri frítøku av skrásetingargjaldi á ellisakførum úr 30 árum niður í 25 ár. Hetta samsvarar við aldursásetingina fyri ellisakfør í løgtingslóg um vektgjald (vegskatt).

1. viðgerð 17. mars 2003. Tingmálini nr. 82 og 83/2002 vórðu vigjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 19. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 17.mars 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 19. mars 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 25. mars 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 25-5-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. mars 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0. Málið avgreitt