Dagpeningur vegna sjúku

 

 

74  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl

E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, løgdu tingmenninir Andrias Petersen og Kristian Magnussen, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 1 verða orðini "hava hýru" broytt til "hava hýru, ella ætlandi skuldu hava hýru,"
2) Í § 3, stk. 3 verða orðini "børn ella hjúnafelagi" broytt til "børn, hjúnafelagi ella í serligum føri onnur tilknýti,"

§ 2

Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Undir 1. viðgerð av løgtingsmáli nr. 36/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. varð víst á, at tað tykist vera ógreitt, um rætturin til dagpening fellur burtur, um so er, at tann, sum er vorðin sjúkur, ikki skal avstað við sama skipi, men hevur fingið kjans við øðrum skipi. Landsstýrismaðurin varð spurdur, um tað var rætt, at lógin varð tulkað soleiðis. Landsstýrismaðurin svaraði tá, at hann var ikki vissur í svarinum. Fyri at beina allan ógreiðan burtur um henda spurning, verður broytingaruppskot hesum viðvíkjandi sett til § 3, stk. 1.

Ætlanin upprunaliga við § 3, stk. 3 var at gera tað fíggjarliga møguligt hjá avvarðandi at vera um, passa o.s.fr. álvarsliga sjúk, har vandi er fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá persóninum.

Men, sum lógin er orðað, fevnir hon bara um dagpening til foreldur, sum skulu vera um børn undir 18 ár, og hjúnafelagar sínámillum. Hetta tykist órættvíst fyri tey, sum ongan hjúnafelaga hava, ella fyri tey, har hjúnafelagin ikki er førur fyri at veita hjálp, nærveru, ansing o.t. Somuleiðis er tað órættvíst móti teimum ungu, sum hava tørv á hesum, sum júst eru farin um 18 ára aldur tvs. ungdómum, sum hava tætt tilknýti til foreldur. Í veruliga lívinum eru tað ofta foreldur, sum eru um ungdómar, sum eru yvir 18 ár, og í tí eldra endanum eru tað ofta børn ella onnur við tilknýti til tey eldru, sum eru um tey eldru, tá álvarslig lívshóttandi sjúka berst á.

Fíggjarligar avleiðingar:
Kostnaðurin av broytingini av § 3, stk. 1 fer neyvan upp um 100.000 krónur árliga.

Dagpeningarskipanin upplýsir, at hon hevur umsitið § 3, stk. 3 restriktivt, men tað kann ikki upplýsast, hvussu nógv hon hevur kostað, men tað snýr seg ikki um nógvar hundrað túsund. Tað er ógjørligt at gera eina kostnaðarmeting av, hvat broytingaruppskotið viðvíkjandi § 3, stk. 3 fer at hava við sær av meirútreiðslum fyri landskassan árliga, helst liggur talið onkustaðni millum ½ til eina millión árliga.

Umsitingarligar avleiðingar:
Kemur at geva dagpeningaskipanini eitt vet meiri umsiting, men ætlandi einki, sum hevur týdning fyri dagpeningaskipanina.

1. viðgerð 18. mars 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 23. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2003 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19. og 26. mars og 7., 9. og 23. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin fingið sær tilvega skrivligt ummæli frá Almannastovuni. Almannastovan mælir til at samtykkja § 1, nr. 1). Almannastovan sigur um § 1, nr. 2), at hugtakið "onnur tilknýti" eigur at verða neyvari lýst. Almannastovan metir ikki, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar, men metir, at fleiri umsóknir koma, og roknar leysliga við, at meirkostnaðurin av broytingini verður um 2 milliónir kr. árliga.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Alfred Olsen, Marjus Dam, Kristian Magnussen og Andrias Petersen) tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja tað. Meirilutin heldur ikki, at tørvur er á at lýsa "onnur tilknýti" neyvari. Tað eru atlitini til sjúklingin, sum eru avgerandi, og eftir meirilutans hugsan er tað upp til sjúklingin saman við næstringum sínum at gera av, hvør er um hann.

Minnilutin (Rúni Hentze, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana) tekur undir við uppskotinum § 1, nr. 1). Viðvíkjandi § 1, nr. 2. vísir minnilutin á, at sum er, fær tann, sum hevur onnur tilknýti, ferðaútreiðslur og uppihald goldið av sjúkrahúsverkinum, um hann fylgir sjúklingi av landinum. Uppskotið snýr seg um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Minnilutin er fyri at veita sjúklingum bestu sømdir, men kann hóast hetta ikki taka undir við uppskotinum av tí, at tørvur er á gjøllari kanningum av hesum viðurskiftum, samsvarandi ummæli Almannastovunnar, áðrenn uppskotið kann samtykkjast. Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1, nr. 2) verður strikað.

2. viðgerð 29. apríl 2003. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Rúna Hentze, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana, til § 1 samtykt 15-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 88 frá 08.05.2003