Leirvíksfjørður - fast samband

 

69  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Nevndarskjøl
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Álit II
I. Framhaldandi 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
J. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003,19. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 108 frá 20. desember 2002, verður § 1, stk. 2, 2. pkt. orðað soleiðis:

"Tá neyðugar forkanningar og prosjektering eru gjørdar av atknýttum verkætlanum, skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot til løgtingslóg um hesar verkætlanir. Uppskotið skal fevna um ein tunnil undir Leirvík eysturoyarmegin, og um ein veg frá Oyravegnum yvir í ætlaðu rundkoyringina borðoyarmegin."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Í lógini um fast samband um Leirvíksfjørð er í § 1, stk. 2 ásett, at landsstýrismaðurin, eftir at hava ráðført seg við Leirvíkar og Klaksvíkar kommunur, skal taka støðu til neyðugar atknýttar verkætlanir, áðrenn arbeiðið upp á fasta sambandið verður sett í verk. Ógreitt er, hvussu orðini "taka støðu" skulu skiljast, men skal ein bindandi støða takast, er neyðugt at leggja fram eina verklagslóg til tess at vita, um Løgtingið tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin heldur tað tó ikki vera ráðiligt at leggja fram eina verklagslóg nú, tí neyðugar forkanningar og prosjektering eru enn ikki gjørdar av atknýttu verkætlanunum. 1 mió kr. varð játtað við eykajáttan í 2002 til at gera forkanningar av atknýttu vegagerðini við Leirvík, men peningurin var ikki nýttur, tí politisk støða var ikki tikin til, hvør av møguligu loysnunum skuldi kannast.

Verður eingin verklagslóg løgd fram, kann endalig støða ikki takast, og vandi er sostatt fyri, at arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin verður nógv seinkað.

Til tess at arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin ikki skal vera seinkað, verður skotið upp at broyta verandi orðing í lógini um fast samband um Leirvíksfjørð, so tað verður ásett, at landsstýrismaðurin skal leggja fram verklagslóg um atknýttu verkætlanirnar, tá neyðugu fyrireikingarnar eru gjørdar. Eisini verður skotið upp, at lógaruppskotið skal fevna um ein tunnil undir Leirvík og ein veg frá ætlaðu rundkoyringini yvir í Oyravegin.

Landsstýrismaðurin hevur ráðført seg við Klaksvíkar og Leirvíkar kommunur. Leirvíkar kommuna ynskir, at landið ger ein tunnil undir bygdina, til tess at ætlaða útstykkingin hjá kommununi og bygdin annars kann verða darvað sum minst, og Klaksvíkar kommuna ynskir serliga, at støða verður tikin til, hvussu sambandið skal verða millum tunnilsvegin og landsveganetið.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1.    Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Uppskotið hevur ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Tó hevur lógaruppskotið positivar fíggjarligar avleiðingar fyri P/F Norðoyatunnilin, um arbeiðið ikki verður seinkað, og tunnilin tí kann vera skjótari liðugur. Á sama hátt eru eisini smávegis óbeinleiðis fíggjarligar avleiðingar fyri landið, um arbeiðið upp á tunnilin ikki verður seinkað.

Skulu forkanningar av verkætlanunum gerast í ár, má peningurin játtast við eykajáttan, tí eingin játtan er tøk til hetta endamál.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

2.    Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

3.    Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

4.    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5.    Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

    Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

      Fyri landið/
    landsmyndug-
    leikar
    Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
    Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

    (Nei)

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Umsitingarligar avleiðingar

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Umhvørvisligar avleiðingar

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Sosialar avleiðingar    

    Nei

    Nei

     

6.    Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Landsverkfrøðingsstovninum. Smávegis ritstjórnarligar viðmerkingar vóru til uppskotið. 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Skotið verður upp at broyta orðingina í § 1, stk. 2, 2. pkt. í lógini um fast samband um Leirvíksfjørð, sum álegði landsstýrismanninum at "taka støðu" til neyðugar atknýttar verkætlanir, aftaná at hava ráðført seg við Klaksvíkar og Leirvíkar kommunur, áðrenn arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin varð sett í verk. Skotið verður við nýggju orðingini upp í staðin at áleggja landsstýrismanninum at leggja fram uppskot til verklagslóg um ein tunnil undir Leirvík og vegin frá ætlaðu rundkoyringini í Klaksvík yvir í Oyravegin, tá neyðugu forkanningarnar og prosjektering av hesum verkætlanunum eru gjørdar, so tað er møguligt at lýsa verkætlanina gjøllari og meta neyvari um kostnaðin, tá verklagslógin verður løgd fyri Løgtingið til støðutakan.

Til § 2:
Ongar viðmerkingar.

1. viðgerð 27. februar 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 20. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 19. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 27. februar 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 6., 13., 18. og 20. mars 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri P/F Norðoyatunnilin, umboð fyri Leirvíkar bygdarráð, umboð fyri NCC, umframt við landsstýrismannin í vinnumálum.

Vinnunevndin vísir á, at við uppskotinum verður politisk støða tikin til, hvørjar atknýttar verkætlanir skulu gerast í sambandi við, at fast samband verður um Leirvíksfjørð. Staðfest verður, at ein tunnil skal gerast undir Leirvík eysturoyarmegin, og ein vegur frá Oyravegnum yvir í ætlaðu rundkoyringina borðoyarmegin. Tá neyðugu forkanningarnar og prosjektering eru gjørdar av atknýttu verkætlanunum, verða tær neyðugu nærri ásetingarnar gjørdar í serstakari verklagslóg.

Fyrimunurin við at gera hesa broytingina er ikki bara, at arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin ikki verður seinkað. Ein annar fyrimunur við hesi staðfestingini, av at atknýtta vegagerðin við Leirvík skal fevna um ein tunnil, er, at Leirvíkar bygdarráð fær hildið fram við ætlaðu útstykkingini hjá kommununi, ið hevur verið steðgað á øllum økjum, har møguligar vegaføringar kundu koma upp á tal.

Hóast broytingin hevur við sær, at arbeiðið upp á fasta sambandið um Leirvíksfjørð nú kann setast í verk, hevur arbeiðið við atknýttu verkætlanunum ikki minni skund. Hetta tí, at ein møgulig fyribilsloysn, har neyðugt verður at koyra frá undirsjóvartunlinum gjøgnum Leirvíks bygd, ikki er haldgóð, og tí bara kann koma upp á tal so stutta tíð sum møguligt. Nevndin metir tí, at serliga verklagslógin má verða løgd fyri tingið í seinasta lagi í 2004. Fyri at eingin ivi skal vera um hetta, mælir nevndin til at broyta uppskotið samsvarandi hesum. Eingin játtan er sett av á fíggjarlógini fyri 2003 til forkanningar og prosjektering, so broytingaruppskotið inniber, at játtan má fáast til hetta í seinasta lagi á fíggjarlógini fyri 2004.

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

Í § 1 verða aftaná orðini "atknýttum verkætlanum" sett inn orðini "og í seinasta lagi í 2004".

2. viðgerð 25. mars 2003. Uppskot frá Óla Breckmann um at beina málið aftur í nevnd samtykt 16-0-15. Málið beint aftur í vinnunevndina, sum tann 1. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit II

Løgtingið beindi við 2. viðgerð 25. mars 2003 málið aftur í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. mars 2003, og hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at semja er millum hann og Leirvíkar bygdarráð um, at arbeiðið við verkætlanina í Leirvík ikki byrjar fyrr enn í 2006. Neyðugt er tí ikki at leggja fram uppskot til løgtingslóg um umrøddu verkætlanir fyrr enn í 2005.

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

Í § 1 verða aftaná orðini "atknýttum verkætlanum" sett inn orðini "og í seinasta lagi í 2005".

Nevndin tekur sostatt aftur broytingaruppskot sítt í fyrra álitinum.

Framhaldandi 2. viðgerð 2. apríl 2003. Broytingaruppskot í áliti II frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 25-0-5. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-4-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-1-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 49 frá 10.04.2003