Grundlógarnevnd

 

60  Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Val av limum í nevndina
E. Nevndarskjøl
F. Álit
G. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2003, 4. februar, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um Grundlógarnevnd 

§ 1. Sett verður grundlógarnevnd at gera uppskot til grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar. Í uppskotinum skulu vera ásetingar um stýrisskipan og valdsbýti eins og grundleggjandi rættindi og skyldur hjá borgarunum. Grundlógarnevndin tekur við arbeiðinum og fullførir verkið hjá nevndini, ið higartil hevur arbeitt við føroyskari grundlóg.
Stk. 2. Nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl 2005.
Stk. 3. Nevndin skal harumframt gera til-mæli um føroyska rættarskipan.

§ 2. Í grundlógarnevndini sita:

  1. Tvey umboð fyri hvønn flokk á tingi, sum hevur fýra tingmenn ella fleiri, og eitt umboð fyri hvønn flokk á tingi, sum hevur tríggjar tingmenn ella færri.
  2. Løgtingsformaðurin.
  3. Løgmaður.
  4. Landsstýrismaðurin í lógamálum.
  5. Átta persónar við hægri samfelags-vísindaligum útbúgvingum.

Stk. 2. Limirnir verða valdir á henda hátt:

  1. Flokkarnir á tingi velja limirnar at umboða flokkarnar, hesir kunnu vera løgtingsmenn.
  2. Løgtingsformaðurin er limur embæt-is vegna. Næstformenn á tingi eru varamenn hansara.
  3. Løgmaður er limur embætis vegna.
  4. Landsstýrismaðurin í lógamálum er limur embætis vegna.
  5. Landstýrismaðurin velur formannin. Formaðurin velur næstformannin og umboðini við hægri samfelagsvís-indaligum útbúgvingum.

Stk. 3. Varalimir verða valdir á henda hátt:

  1. Hvør flokkur á tingi velur eins nógvar limir og varalimir.
  2. Næstformenn á tingið eru varamenn hjá løgtingsformanninum.
  3. Fyri limirnar sambært § 2, stk. 1, nr. 3 -5 verður ongin varalimur valdur.

Stk.4. Henda broytingar á tingi ella í landsstýri, fara limir úr nevndini ella verða valdir í hana samsvarandi reglunum í § 2, stk. 2 og 3.

§ 3. Landsstýrismaðurin veitir nevndini skrivstovuhjálp.
Stk. 2. Nevndin útgreinar arbeiðssetningin eftir tilmæli frá formanninum. Nevndin kann umframt taka upp evni eftir egnari meting, eins og allir limir eiga rætt at fáa sína hugsan við í álit og frágreiðingar hjá nevndini.
Stk. 3. Er helmingurin av limunum møttur á fundi, kann nevndin taka støðu. Skal nevndin atkvøða um støðu sína, ræður vanligur meiriluti. Stendur á jøvnum, ræður formaðurin.

§ 4. Meðan nevndin arbeiðir, skipar hon fyri at kunna og hoyra føroyska fólkið
Stk 2. At tryggja innlit og ávirkan fólksins verður grundlógarráð valt at ummæla arbeiðið hjá grundlógarnevndini.
Stk 3. Grundlógarráðið verður valt í seinasta lagi 25. apríl 2003 á henda hátt:

  1. Í hvørjum valdømi verða vald tvær ferðir so nógv umboð, sum umboða valdømið á Løgtingi, tó í minsta lagi seks umboð.
  2. Einstaklingar kunnu stilla upp til val, um teir fáa til vega viðmæli frá 12 stillarum, ið skulu vera løgtingsvelj-arar í valdøminum.
  3. Valstýrini skipa fyri valinum á sama hátt, sum fyriskipað er í løgtingsval-lógini.
  4. Valið verður gjørt upp soleiðis, at tey einstøku valevnini, ið hava flestar atkvøður, eru vald, so mong sum valdømið eigur umboð. Stendur á jøvnum ræður lutakast.
  5. Grundlógarráðið situr sama tíðar-skeið sum grundlógarnevndin.

Stk. 4. Grundlógarnevndin skipar várting í hvørjum valdømi við teimum har valdu limunum í grundlógarráðnum. Grundlógar-nevndin skipar somuleiðis fyri árligum grundlógarfundi saman við grundlógar-ráðnum.

§ 5. Landskassin rindar eftir játtan kostnaðin av nevndararbeiðinum og øðrum tiltøkum eftir hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í reglugerð nærri um samsýning:

  1. Limunum verður veitt føst mánað-arlig samsýning.
  2. Umframt nevndu samsýning kann landstýrismaðurin áseta tímasam-sýning, ið kann verða veitt limunum fyri rit, framløgur og onnur serstøk avrik.
  3. Limunum kann verða veitt endur-gjald fyri miss í sambandi við drúgva fráveru frá vanliga starvi limanna.
  4. Landsstýrismaðurin kann lata for-manni, næstformanni og ráðgeva, ið allir kunnu vera limir í nevndini, serliga samsýning eftir avtalu.
  5. Limunum verður ikki veitt samsýn-ing fyri einstøku fundirnar og ikki heldur kostnaðarendurgjald fyri at ferðast til funda.

§ 6. Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 10 frá 11. februar 1999 um grundlógarnevnd.

1. Almennar viðmerkingar:
Við hesi lóg verður gongd sett á aftur arbeiðið at gera eina grundlóg fyri Føroyar.

Grundlógarnevndin var fyrstu ferð sett við løgtingslóg nr. 10 frá 11. februar 1999, sum broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 8. mai 2001 (sí tingmál 66/1999 og 87/2000).

Freistin hjá nevndini at lata landsstýrinum álit er farin, uttan at nevndin hevur lagt fram uppskot um føroyska grundlóg. Formaðurin í nevndini hevur tó latið úr hondum eina formansfrágreiðing, sum nevndin er kunnug um. Henda frágreiðing liggur á heimasíðuni hjá grundlógarnevndini < www.grundlog.fo >.

Innihaldsliga hevur nevndin viðgjørt teir stýrisskipanarligu partarnar av eini grundlóg, sum stýrisskipanarlógin hevur ásetingar um. Men harumframt hevur hon tikið aðrar tættir upp, serliga mannarættindi og aðrar grundreglur, ið føroyingar ikki fyrr hava viðgjørt av álvara.

Tað innihaldsliga bæði um stýrisskipan og um rættindi fylti meginpartin av vavinum og orðaskiftinum um, hvørt føroysku politisku umboðini eru búgvin at smíða grundleggjandi lóg Føroya.

Í arbeiðinum lá eisini eitt uppskot um tjóðskaparliga semju – eina semju um ásetingar, ið lýsa ríkisrættarligu støðuna, sum føroyingar sjálvir fata hana. Slík semja kann merkja, at føroyingar semjast um eina fatan av verandi støðu og samstundis semjast um mannagongdina, tá føroyingar velja at skipa seg ríkisrættarliga.

Enn ber ikki til at siga, um slík semja ber til, men gerst hon veruleiki, so kunnu vit samtykkja eina evstulóg, eina lóg oman fyri allar aðrar føroyskar lógir. Henda kemur í staðin fyri stýrisskipanarlógina, ásetur rættindi fólksins og orðar okkara fatan av tilknýti okkara til aðrar politiskar skipanir, og hvussu vit binda okkum at og loysa okkum frá teimum.

Ætlanin við nýggju lógini er serliga at bøta um og finna loysnir á trupulleikum, sum vóru av fólksligum, politiskum, praktiskum og fíggjarligum slagi, ið formaðurin hevur lýst í frágreiðing síni.

Í skrivi, dagfest 22. november 2002, sendi løgmaður flokkunum á tingi lógaruppskotið til ummælis. Í hesum sambandi er svar komið frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, og eru tey hjáløgd. Serliga Javnaðarflokkurin hevði fleiri ítøkiligar viðmerkingar til lógaruppskotið.

Landsstýrismaðurin hevur nú broytt uppskotið samsvarandi nøkrum av hesum viðmerkingum. Í broytta uppskotinum er tað tí ikki longur landsstýrismaðurin, men nevndin sjálv, ið útgreinar arbeiðssetningin eftir tilmæli frá formanninum. Heldur ikki skal landsstýrismaðurin longur velja samfelagsfrøðingarnar, men einans formannin, sum síðan sjálvur velur samfelagsfrøðiligu umboðini, ið sambært broytta uppskotinum ikki verða tíggju, men átta. Eisini er ásetingin um umboðini fyri politisku flokkarnar broytt, so hesi nú skulu vera løgtingslimir.

Tað fólksliga skal partvís loysast við, at nevndin sjálv fær betri umstøður at kunna og hoyra um arbeiði sítt. Men fyrst og fremst skulu vit lata Føroya fólk velja eitt grundlógarráð. Eitt slíkt ráð eigur at vekja til lívs gamlan føroyskan sið. Fyrr hildu føroyingar várting í øllum sýslunum, og møttu umboð síðani á tingi á Tinganesi at røða um landsins viðurskifti.

Landsstýrismaðurin ætlar, at allir løgtingsveljarar skulu kunna stilla upp, um teir fáa 12 stillarar. Uppstillingin skal vera persónlig, og hvørt valdømi skal eiga tvífalt so nógvar limir, sum valdømið í dag eigur tingmenn, tó í minsta lagi 6 umboð.

Býtið verður soleiðis:

Norðoyar

8

Eysturoy

12

Vágar

6

Norðstreymoy

6

Suðurstreymoy

22

Sandoy

6

Suðuroy

8

Tilsamans

68

Hesi umboð fara saman við grundlógarnevndini at skipa várting í hvørjum valdømi umframt grundlógarfundir fyri alt landið.

Grundlógarráðið skal ikki fara gjøgnum alt tilfarið hjá nevndini, men skal heldur taka tey mest viðkomandi evnini til viðgerðar.

Eftir teimum viðmerkingunum at døma, sum higartil eru komnar frá politisku flokkunum, er ávís mótstøða ímóti ætlanini at skipa grundlógarráð. Landsstýrismaðurin og formaðurin í nevndini hava viðgjørt henda spurning fleiri ferðir, men hava ikki funnið fram til nakra aðra skipan, ið tryggjar tann fólksliga partin í tilgongdini eins væl og skipanin við grundlógarráðnum, ið tí tykist vera ein tann frægasti mátin at skipa fyri hoyringum og fólksligari luttøku.

Verður ikki politisk undirtøka fyri grundlógarráðnum, er landsstýrismaðurin kortini sinnaður at viðgera onnur uppskot um, hvussu hoyring av fólkinum kann fara fram.

Tað politiska skal loysast við breiðum og opnum orðaskifti á tingi. Men harumframt er skotið upp, at løgtingsformaðurin, løgmaður og landsstýrismaðurin í lógamálum embætis vegna skulu sita í nevndini til tess at geva henni fulla tign. Júst hetta at hava góð viðurskifti við løgtingsformannin og løgmann hevur formaðurin eisini víst á.

Tað praktiska skal loysast, sum formaðurin hevur ynskt, við einum lítlakamari og við ráðgevum. Í hesum liggur, at samfelagsfrøðingarnir í nevndini saman við nøkrum ráðgevum og við starvsfólki hittast regluliga, við hvørt dagliga, til tess at fyrireika teir størru fundirnar við allari nevndini stórakamarinum.

Teir átta samfelagsfrøðingarnir eiga allir at vera limir, heldur enn sum nú, fimm limir og fimm varalimir í nevndini.

Ein greið reglugerð um samsýning skal gerast í samráð við Løgtingið og aðalstjórarnar.

2. Avleiðingarnar av uppskotinum 
Játtanin til arbeiðið hjá grundlógarnevndini hevur higartil verið fíggjað av játtanini til sjálvstýrismál á § 10 í Løgtingsins fíggjarlóg.

Ætlanin er, at grundlógararbeiðið frameftir skal hava pláss á játtanini til Løgmálaráðið á § 14 á Løgtingsins fíggjarlóg. Ringt er neyvt at siga, hvat arbeiðið fer at kosta.

Upplýsast kann tó, at arbeiðið higartil t.v.s. fyri árini 2000, 2001 og 2002 tilsamans hevur kostað umleið 3 mió kr.

Verður støði tikið í hesum, verður mett, at írestandi kostnaðurin av at gera uppskotið til føroyska grundlóg liðugt er umleið 2 mió kr. Aftrat hesum kemur kostnaðurin av at halda val til grundlógarráðið, ið verður mettur til góða 1 mió kr.

Umsitingarliga verða ikki stórvegis avleiðingar av nýggja lógaruppskotinum.

Upprunaliga hevði nevndin ein skrivara, ein hjálparskrivara umframt annað skrivstovufólk.

Hesi fólk fóru tó úr starvi fyri umleið einum ári síðini, og síðani tá hevur ein fulltrúi í Løgmálaráðnum millum annað tikið sær av skrivarauppgávunum hjá nevndini.

Greitt er tó, at skal arbeiðið at gera uppskot til føroyska grundlóg gerast liðugt til 25. apríl 2005, so verður neyðugt at fáa eitt skrivstovufólk til at standa fyri skrivstovuuppgávunum hjá nevndini, umframt at verandi løgfrøðingur í Løgmálaráðnum framhaldandi er skrivari hjá nevndini.

Hóast ásetingar í eini lidnari og virkandi grundlóg skulu vera í samsvari við altjóða rætt, eru ongar altjóða avtalur og reglur um og avleiðingar av at seta grundlógarnevnd.

Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri vinnuna, umhvørvið, serstøk øki í landinum, kommunalar myndugleikar ella ávísar samfelagsbólkar.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar


Ja


Nei


Nei


Nei


Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar


Nei


Nei


Nei


Nei


Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 


Nei

 

3. Viðmerkingar til einstøku greinirnar
Til § 1.
Við hesi áseting byrjar grundlógararbeiðið av nýggjum.

Gamla grundlógarnevndin missir mandat sítt, men tann nýggja byggir á arbeiði hennara og heldur fram, har hin fyrra slepti.

Orðingin ‘grundleggjandi stjórnarlóg’ sipar til, at grundlógararbeiðið higartil hevur verið savnandi fyri allar politiskar flokkar á tingi. Eins væl samveldissinnaðir sum fullveldissinnaðir flokkar hava lagt fulla orku í grundlógararbeiðið. Flokkarnir og nevndarlimirnir kunnu hvør í sínum lagi virka fyri, at tann samtykta lógin verður ein grundleggjandi stjórnarlóg í tí høpi, teir sjálvir ynskja.

Tann lógin, ið spyrst burturúr, er ætlað at koma í staðin fyri stýrisskipanarlógina, og at vera lógin oman fyri aðrar lógir í Føroyum. Nevndin kann velja at gera egna uppskot sítt um, hvussu lógin skal nevnast.

Sambært stykki 2 skal nevndin lata høvuðsálit sítt úr hondum flaggdagin 2005. Hetta er væntandi flaggdagin fyri komandi val. Tískil ber til hjá Løgtinginum at samtykkja uppskotið fyrru ferð áðrenn komandi val.

Sambært § 4 skal nevndin tó alsamt kunna og hoyra fólkið, ímeðan hon arbeiðir, hóast endaliga uppskotið bíðar til nevnda dag.

Nevndin skal umrøða eina føroyska rættarskipan. Serliga eigur nevndin at leggja seg eftir teimum prinsipiellu spurningunum. Orðingin "gera tilmæli um" sipar til, at nevndin ikki skal hava serliga rættarskipanarnevnd at gera neyvari uppskot um rættarskipan, men skal heldur taka støðu til allar grundleggjandi spurningar, serliga slíkar, ið viðvíkja stjórnarskipanini og grundleggjandi rættindum. Ásetingin forðar ikki landsstýrismanninum at smíða ítøkilig lógaruppskot ella samráðast við ríkismyndugleikarnar, men gevur honum eitt forum at spyrja um grundleggjandi viðurskifti innan rættarskipanina.

Til § 2. Nevndin verður vald av nýggjum. Nakrar broytingar eru hóskandi. Limirnir vegna flokkarnar á tingi kunnu eins og áður vera tingmenn, men nýtast ikki at vera tað.

Løgtingsformaðurin gerst limur vegna embæti sítt. Hetta er til tess at virða tignina hjá løgtingsformanninum og tryggja samstarvið millum nevndina og tingið.

Somuleiðis verða løgmaður og landsstýrismaðurin í lógamálum umboð hjá landsstýrinum at tryggja, at hægsta politiska leiðslan er kunnug við og fær ávirkan á grundlógarsmíðið.

Hildið verður ikki, at tað er neyðugt, at løgmaður og landsstýrismaðurin í lógamálum skulu hava varamenn, tá teir eru valdir í nevndina vegna embæti sítt.

Eftir gomlu lógini vóru fimm samfelagsfrøðingar og fimm varalimir. Hesir tíggju vóru tó fyri stóran part allir við í arbeiðinum á jøvnum føti. Tí er uppskotið at bert velja fastar limir, heldur enn at hava uppbýti í fastar limir og varalimir. Ásetingin er tí mest ein formlig staðfesting av verandi støðu. Hildið verður tó, at tíggju serfrøðingar eru í meira lagi, og kann tað vera óheppið fyri javnvágina í nevndini. Tí er skotið upp, at samfelagsfrøðingarnir nú verða átta í tali.

Broytingin ávirkar atkvøðubýtið millum politikarar og samfelagsfrøðingar við einari atkvøðu (nú: 13 og 8; fyrr: 11 og 5). Higartil hevur nevndin tó bert atkvøtt um eitt einstakt mál. Serliga tá allir limir nú eiga rætt at fáa sína hugsan við eftir § 3, stk. 2, er tað neyvan nakar vandi fyri, at samfelagsfrøðingarnir taka politisku umboðini av ræði, hóast tey á pappírinum fáa eina atkvøðu meiri.

Lógin er um mest grundleggjandi viðurskiftini í føroysku stjórnarskipanini. Tí má ætlast, at aðar løgtingslógir víkja fyri henni, eitt nú javnstøðulógin.

Ásetingin um næstformenninar á tingi er ikki forðing fyri, at teir gerast politiskir limir í nevndini. Ongin kann tó hava fleiri sessir á sama fundi.

Til § 3. Nevndini tørvar virkna skrivstovu og væl skipað savn. Landsstýrismaðurin veitir nevndini skrivstovuhjálp.

Ætlanin er, at skrivstovan skal verða skipað í Løgmálaráðnum, har teir samfelagskønu limirnir í nevndini skulu hittast regluliga til fundar sum eitt ‘fyrstakamar’ at fyrireika arbeiðið í plenum.

Eftir uppskotinum verður tað nú nevndin heldur enn landstýrismaðurin, ið verður heimilað at áseta nærri arbeiðssetning sín.

Til tess at varðveita góða andan og miðvísa samstarvsviljan, sum formanninum hevur eydnast at skapa í nevndini, er nú eisini staðfest, at nevndin kann taka øll evni til viðgerðar, eins og at allir minnilutar fáa sínar tankar á prent saman við møguligum meirilutatilráðingum.

Nýggj áseting er um viðtøkuføri og atkvøðu.

Til § 4. Ásetingin um at kunna og hoyra fólkið er sera týðandi, men samstundis eisini krevjandi.

Millum góðu royndirnar hjá nevndini var at halda tíðindafundir og tryggja sær innivist í miðlunum. Eisini var heimasíðan væl vitjað. Slík kunningartiltøk krevja tó, at fólk er at samskipa tey.

Í stk. 2 – 4 eru nýskapandi ásetingar um eitt grundlógarráð, várting og grundlógarfund.

Ætlanin er at tryggja áhugan fyri hesum grundleggjandi stjórnarskipanararbeiði gjøgnum nevndu stovnar.

Valið verður ikki flokspolitiskt, tískil fara væntandi fleiri fólk, ið annars ikki gera seg galdandi til løgtingsval, at hætta sær at stilla upp.

Grundlógarráðið skal vera ráðgevandi hjá nevndini. Vártingini skulu tryggja, at økissjónarmið ikki verða gloymd í arbeiðinum, samstundis sum vit taka afturíaftur ein tátt í stjórnarsøgu okkara.

Til § 5. Sera nógvir trupulleikar stóðust av samsýningini í farna arbeiðinum. Tískil er broyting skotin upp. Serliga er talan um, at serlig lógarheimild skal fáast til vega at samsýna nevndarlimunum til tess at tryggja, at hetta heilt serliga arbeiðið ikki verður darvað av samsýningarreglum á lægri stigi.

Til § 6. Lógin kemur í staðin fyri eldru lógina.

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Hoyringssvar frá Føroya Javnaðarflokki
Skjal 2: Hoyringssvar frá Sambandsflokkinum


1. viðgerð 7. februar 2003. Sambært tingskipanini § 25 varð málið beint í serliga nevnd við umboðum úr øllum flokkum á tingi.

Á tingfundi 11. februar 2003 varð nevnd vald:
Nevndin varð sett við tveimum umboðum fyri teir størru flokkarnar og einum umboði fyri teir minnu. Sostatt vórðu vald:
Heðin Mortensen, Bárður Nielsen, Hergeir Nielsen, Jógvan Arge, Kristian Magnussen, Jóannes Eidesgaard, Jógvan á Lakjuni, Poul Michelsen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana.

Á tingfundi 28. apríl 2003 legði nevndin fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 7. februar 2003 er tað beint serligari nevnd, sbr. § 25 í tingskipanini at viðgera málið, við tveimum umboðum fyri hvønn av teim stóru flokkunum og einum umboði úr hvørjum av teimum smáu flokkunum.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 13. og 20. februar og 3. , 20. og 27. mars og 23. og 24. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við formannin og skrivarin í grundlóganevndini, sum higartil hevur sitið.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Hergeir Nielsen, Jógvan Arge, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Poul Michelsen og Jógvan á Lakjuni) vísir á, at § 25-nevndin, ið varð vald at viðgera uppskotið til løgtingslóg um grundlógarnevnd, hevur viðgjørt uppskotið á fleiri fundum. Rættiliga skjótt varð greitt, at broytingar skuldu til, um semja skuldi fáast. Serliga spurningarnir um, hvussu nevndin skal vera samansett, hvussu almenningurin skal takast við upp á ráð, og hvussu navnið á nevndini skal vera, hava skilt partarnar.

Hóast semja var um meginpartin av spurningunum, so hevur tíverri ikki borið til at fáa fulla semju kortini. Men greitt er, at allir flokkar eru sinnaðir at arbeiða víðari við at tilevna eina grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar.

Í sambandi við manningina av nevndini hevur verið ført fram – serliga av andstøðuflokkunum, at samgongan sambært uppskotinum er yvirumboðað í nevndini. Hetta hevur verið nógv umrøtt í nevndini, og meirilutin hevur tikið undir við at broyta nevndarsamansetingina soleiðis, at løgmaður og landsstýrismaðurin í lógamálum fara burtur av tí býti, sum teirra flokkar fáa tillutað. Harumframt var semja um at broyta uppskotið soleiðis, at teir stóru flokkarnir fáa trý umboð í nevndina og ongar varamenn, meðan teir smáu flokkarnir fáa eitt umboð, og hesir velja ein varalim, sum kann vera landsstýrismaður ella varamaður á tingi. Fyri at ganga Sambandsflokkinum á møti er tikið úr uppskotinum, at løgtingsformaðurin skal vera limur embætis vegna. Men sjálvandi kann løgtingsformaðurin sum tingmaður vera limur í nevndini fyri sín flokk.

Eingin ivi er um, at tað er sera týdningarmikið at kunna og hoyra Føroya fólk í sambandi við hesa grundleggjandi stjórnarlóg. Men longu undir 1. viðgerð varð greitt, at lítil undirtøka var fyri grundlógarráðunum, sum skotin vóru upp at velja í hvørjum valdømi. Tí verður skotið upp at broyta alla § 4. Fyri at tryggja innlit og ávirkan fólksins skal nevndin sambært broytingaruppskotinum lata landsstýrinum fyribils álit og uppskot í seinasta lagi 25. apríl 2004. Nevndin skipar síðani fyri hoyringum og fundum um alt landið, soleiðis at fólkið, kommunur og áhugabólkar fáa høvi at ummæla arbeiðið, áðrenn endaligt álit verður skrivað.

So langt var nevndin stórt sæð samd. Men tað, sum skilti partarnar, var sjálvt heitið á nevndini og lógini, sum skal gerast.

Meirilutin heldur ikki, at nøkur orsøk er til at fara at broyta navnið, grundlógarnevnd, til nakað annað. Nevndin, ið hevur sitið tey síðstu fýra árini, hevur borið hetta navnið. Harafturímóti tekur meirilutin undir við landsstýrismanninum, tá ið hann í viðmerkingunum til uppskotið sigur, at nevndin, sum verður sett, sjálv kann velja at gera sítt egna uppskot um, hvussu tann grundleggjandi stjórnarlógin skal nevnast.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við uppskotinum, men mælir til at samtykkja hesi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

a) § 2 verður orðað soleiðis:

§ 2. Í grundlógarnevndini sita:

  1. Trý umboð fyri hvønn flokk á tingi, sum hevur fýra tingmenn ella fleiri. Tvey umboð fyri teir flokkar, sum eiga løgmann og landsstýrismannin í lógamálum. Eitt umboð fyri teir flokkar, sum hava tríggjar tingmenn ella færri
  2. Løgmaður.
  3. Landsstýrismaðurin í lógamálum.
  4. Átta persónar við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum.

Stk. 2. Limirnir verða valdir á henda hátt:

  1. Flokkarnir á tingi velja limirnar at umboða flokkarnar, hesir skulu vera løgtingsmenn.
  2. Løgmaður er limur embætis vegna.
  3. Landsstýrismaðurin í lógamálum er limur embætis vegna.
  4. Landstýrismaðurin velur formannin. Formaðurin velur næstformannin og umboðini við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum.

Stk. 3. Teir flokkar, sum bara hava eitt umboð í nevndini, velja ein varalim, sum kann vera landsstýrismaður ella varamaður á tingi.

Stk.4. Henda broytingar á tingi ella í landsstýri, fara limir úr nevndini ella verða valdir í hana samsvarandi reglunum í § 2, stk. 2 og 3.

b) § 4 verður orðað soleiðis:

§ 4. Meðan nevndin arbeiðir, skipar hon fyri at kunna og hoyra føroyska fólkið.

Stk. 2. At tryggja innlit og ávirkan fólksins skal nevndin lata landsstýrinum fyribils álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl 2004. Nevndin skipar síðani fyri hoyringum í øllum valdømum, har fólkið, kommunur og áhugabólkar fáa høvi at ummæla arbeiðið hjá grundlógarnevndini. Grundlógarnevndin skipar somuleiðis fyri evnisfundum um innihaldsligar partar av uppskotinum.

Ein minniluti (Kristian Magnussen og Jóannes Eidesgaard) vísir á, at í samband við ávegisfrágreiðingina frá formanninum í grundlógarnevndini læt Javnaðarflokkurin 19. desember 2001 soljóðandi skriv til formannin: "Sjálvt um grundlógin upprunaliga var ein neyðugur liður í fullveldisætlanini hjá sitandi samgongu, og sjálvt um Javnaðarflokkurin atkvøddi í móti uppskotinum til lógina á sinni, so fóru umboð Javnaðarfloksins til verka við opnum sinni og hava í øllum lutum átikið sær ein konstruktivan leiklut. Sjálvandi tí lógin álegði okkum hetta, men sanniliga fyrst og fremst tí, at vit í slíkum arbeiði høvdu møguleika í einum kvalifiseraðum fora at viðgera allar týðandi tættir av okkara samfelagsskipan, umframt rættindi og skyldur hins einstaka.

Men tað er eingin loyna, at júst spurningurin um endaliga valdsbýtið, ella hvussu okkara ríkisrættarligu viðurskiftu fóru at laga seg, hevur skapað ein ávísan ótryggleika í sjálvum arbeiðinum. Menn hava av góðum grundum malið rundan um henda spurning, sum hundur um heitan greyt, eisini tí at vit vóru vitandi um, at júst hesin spurningur kundi seta ein kíla í eitt annars ótrúliga áhugavert arbeiði. Eisini hava røddir verið frammi um, at nevdin kundi býta seg í meirilutar og minnilutar ella bara minnilutar, og hetta hevði avgjørt ikki verið hóskandi fyri eitt so týðandi arbeiði.

Tí er tað framvegis okkara áskoðan, at nevndin heldur seg til tann ríkisrættarliga veruleika, sum vit hava, og at uppskotið til grundlóg, ella hvat endaliga úrslitið kemur at eita, í staðin nágreiniliga lýsir mannagongdirnar, um hesin veruleiki skal broytast uttan mun til, hvør broytingin endaliga verður. Tískil kann konsensus varðveitast, og vit kunnu náa fram til eitt úrslit, sum avgjørt vil vera okkara samfelag at stórum gagni og tæna politisku og embætisligu umboðanini til miklan heiður."

Og júst í hesum anda viðgjørdu vit eisini nýggja uppskotið til løgtingslóg um grundlógarnevnd, sum løgmaður sendi okkum til ummælis í november í fjør. Frá at grundlógararbeiðið beinleiðis var liður í fullveldisætlan landsstýrisins var nú talan um heilt aðrar forteytir, nevniliga tann veruleiki, sum vit liva í ídag. Tískil hómaðu eisini vit í Javnaðarflokkinum ein møguleika fyri, at nú fór at bera til at finna saman í einari breiðari semju. Og løgmaður boðaði eisini frá í sínum fylgiskrivi, at ætlanin var at fáa eina breiða semju.

Vit mettu í Javnaðarflokkinum, at tað serliga vóru fýra viðurskifti í uppksoti løgmans, sum vit ikki beinleiðis kundu taka undir við. Tað fyrsta var heitið á lógini, tað næsta arbeiðssetningurin, tað triðja manningin av nevndini og tað fjórða uppskotið um eitt grundlógarráð. Vit sendu tí løgmanni skriv, har vit greiddu frá okkara støðu. Hetta skrivið er viðlagt málinum. M.a. søgdu vit soleiðis viðvíkjandi heitinum, sum nú tykist vera tað stóra stríðsmálið: "Tá tað er líkt til, at ikki full semja fæst um heitið grundlóg, so eigur at verða umhugsaður møguleikin, at heitið ikki frammanundan liggur endaliga fast. Grundlóg verður gjarna brúkt um grundleggjandi lógina í einum landi, sum hevur fullveldi. Tá hetta ikki er støðan hjá okkum, so kundu onnur heiti verið umhugsað. Eisini er tað ein trupulleiki fyri serliga ein ávísan flokk, at tey kenna tilknýtið til donsku grundlógina so sterkt, at tey illa fáa livað við tveimum lógum við sama heiti. Hóast alt, er hetta bert eitt heiti, og tað er eingin natúrlóg, sum sigur, at vit skulu brúka sama heiti sum eitt nú grannar okkara. Tað hava áður verið nevnd onnur heiti - eitt nú Føroyalóg, Evstalóg, Stjórnarlóg ella Stýrisskipanarlóg, so tað hevði verið skilagott ikki at latið júst heitið gerast til ein fótongul fyri einari breiðari semju.

Vit mæltu somuleiðis til, at nevndin, tá sæð verður burtur frá serfrøðingunum, gjørdist ein parlamentarisk nevnd burturav. Men ásannandi tað, at semjan var alneyðug, so gjørdu vit ikki hetta til nakað stríðsmál. Men tað er ringt at skilja, at tá meirilutin ynskir bæði løgmann og landsstýrismannin í lógarmálum í nevndina, hví so ikki eisini løgtingsformaðurin skal sita í nevndini. Hinvegin so er tað eisini greitt, at verður løgtingsformaðurin limur, so má hesin eisini vera formaður í nevdnini. Tí er tað ivaleyst eisini ruddiligast at venda aftur til uppskotið um, at nevdnin verður ein parlamentarisk nevnd burturav.

Skrivari floksins gjørdi eisini greitt á grundlógarráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í mars mánaði, at júst hetta arbeiðið við grundlóg og hetta forumið við einari grundlógarnevnd kundi hýsa møguleikanum fyri einari tjóðskaparligari semju, har føroyingar fyri fyrstu ferð nakrantíð kundu standa samdir um hetta týdningarmikla mál. Í roynd og veru var hesin boðskapurin frá Hans Paula Strøm tað einasta av veruligum týdningi, sum stóð eftir hesa annars sera áhugaverdu ráðstevnu.

Og við opnum sinni varð farið undir at viðgera uppskotið, sum Høgni Hoydal legði fram á tingborð. Men sum ikki einferð, so kundi eingin semja finnast - og sum ikki einaferð, so var ósemjan ikki stór, men tó so mikið stór, at alt tos um breiða semju enn einaferð gjørdist ein táta. Og aftaná ber til at spyrja, hvussu nógv álvara hevur ligið í løgmansins orðum um eina breiða semju, hvussu nógv álvara hevur ligið í orðum landsstýrismansins um eina breiða semju og sjálvandi, hvussu nógv vildu tingmenn úr bæði samgongu og andstøðu hava eina breiða semju?

Vit ávaraðu ímóti, at grundlógararbeiðið ikki sleppur at verða brúkt til flokspolitiska ella persónliga profilering. Kenna øll ikki frá byrjan og við enda, at tey eru partar av arbeiðinum, og at hetta arbeiðið er eitt arbeiði fyri alt fólkið, so er neyvan talan um eina grundlóg við støði í fólkinum.

Men enn einaferð mugu vit staðfesta, at politiska skipan okkara er ikki nóg búgvin til at gera breiðar politiskar semjur. Breiða semja gjørdist aftur ein politiskur floskul - ein táta - skotgravirnar eru grivnar av nýggjum.

Alt bendir á, at menn hava brúk fyri hesari grundlógarnevnd, nú alt annað, teir hava tikist við, er dottið niðurfyri. Hetta er seinasti leikpallur teirra til at rumbla um fullveldi og loysing. Grundlógararbeiðið skal vera karmurin um framhaldandi sjónleik um eitt fullveldi, sum teir sjálvir í roynd og veru hava avlýst.

Sjálvandi er tað rætt, at orðið grundlóg ikki átti at havt tann altavgerandi týdningin, men tað er nú so, at orðið er tengt so nógv saman við sjálvari fullveldistøkuni, at orðið millum manna hevur fingið ein broyttan týdning. Haraftrat kemur, at nógvir føroyingar taka undir við donsku grundlógini sum eina grundlóg fyri Føroyar, og fyri hesi er tað óskiljandi, at vit við verandi ríkisrættarligu støðu skulu hava tvær grundlógir í sama landi.

Hetta er knúturin - ikki er hann størri enn so, og tó er hann so stórur, at meirilutin umboðar umleið helvtina av fólkinum, meðan hin helvtin er umboðað av andstøðuni. Løgið kortini og av røttum spell, at sjálvt hetta málið skuldi gerast eitt púra vanligt samgongu- andstøðumál.

Í einari seinastu vón um, at tað kanska fer at bera til at fáa eina loysn, setir minnilutin (Javnaðarflokkurin) broytingaruppskot til grein 1 fram.

Eisini metir minnilutin, at tíðarfreistin er ov stutt bæði til ávegisálit, sum skal til hoyringar, og til endaliga álitið. Tí verður mæl til, at ávegisálitið verður liðugt til 25. apríl 2005, og endaliga álitið og endaliga uppskotið verða liðug til 25. apríl 2006. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

a) Lógarheitið verður orðað soleiðis: "Løgtingslóg um grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar"

b) § 1 verður orðað soleiðis:

§ 1. Sett verður nevnd at gera uppskot til grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar. Í uppskotinum skulu vera ásetingar um stýrisskipan og valdsbýti eins og grundleggjandi rættindi og skyldur hjá borgarunum.

Stk. 2. Nevndin skal lata landsstýrinum álit og upskot til grundleggjandi stjórnarlóg í seinasta lagi 25. apríl 2006.

Stk. 3. Nevndin skal harumframt gera tilmæli um føroyska rættarskipan.

Ein minniluti (Heðin Mortensen og Bárður Nielsen) tekur ikki undir við uppskoti landsstýrisins um at seta eina grundlógarnevnd at gera uppskot til grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar og hevur hesar viðmerkingar:

Minnilutin hevur ta grundhugsan, at bara ein og sama grundlóg eigur at galda fyri alt ríkið, og tí er eingin orsøk til at seta eina nevnd at gera eina grundlóg afturat henni, sum longu er galdandi.

Umráðandi er, at Løgtingið altíð tekur útgangsstøði í galdandi lóggávu, og ikki í eini meting av- ella einum ynski um, hvat møguliga fer at galda einaferð í framtíðini. Sum uppskotið er orðað, kann arbeiðið hjá grundlógarnevndini ikki nýtast til nakað, um Føroyar ikki fyrst verða skipaðar sum fullveldi. Hetta er sera óheppið, nú fólkaatkvøðan um fullveldisspurningin er avlýst, og fullveldisætlanin tykist at hava eina alsamt minkandi undirtøku millum Føroya fólk.

Landsstýrið sigur seg arbeiða eftir eini sjálvstýrisætlan, sum miðar eftir, at Føroyar skulu verða skipaðar sum fullveldi í 2012. Henda tíðarætlan er longu nógv seinkað, so um grundlógararbeiðið skal vera liðugt flaggdagin 2005, so ganga í minsta lagi tvey valskeið, frá tí at lógin er liðugt orðað, og til hon í fyrsta lagi kann setast í gildi. Tað má sigast at vera sera órealistiskt at halda, at tað Løgting, sum tá situr, fer at leita eina minst sjey ára gamla lóg fram aftur og seta hana í gildi sum grundlóg fyri Føroyar.

Eingin ivi er um, at partar av samgonguni vilja brúka hetta uppskotið og serliga heitið "grundlóg" til at fyrigykla sínum viðhaldsfólkum, at við hesum verður vent aftur til tað upprunaliga fullveldisuppskotið, og at tá grundlógin er fingin til vega, er klárt at skipa Føroyar sum fullveldi. Tí hevur navnið á lógini størri týdning fyri henda bólkin enn sjálvt lógarinnihaldið.

Hetta hevur sett sín dám á arbeiðið í §25 nevndini, har stórur partur av tíðini er farin til at kjakast um navnið, heldur enn at brúka orkuna til innihaldið.

Um landsstýrið ynskir at fáa eina breiða undirtøku fyri uppskotinum um at seta eina nevnd til at gera uppskot um grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar, so er tað eitt ófrávíkiligt krav frá minnilutanum, at nevndin skal ikki eita grundlógarnevnd, og lógaruppskotið skal ikki eita uppskot til grundlóg.

Sambandsflokkurin hevur áður víst á, at flokkurin metir arbeiðið, sum gamla grundlógarnevnin gjørdi, sum eitt dygdargott arbeiði, sum kundi verið nýtt í sambandi við eina dagføring av stýrisskipanarlógini. Men flokkurin tekur als ikki undir við, at ein nýggj grundlóg verður gjørd fyri Føroyar.

Føroya fólk hava ikki biðið um nakra nýggja grundlóg, og einki bendir heldur á, at fólkið sleppur at siga sína hugsan um eina møguliga grundlóg, eftir at hon er gjørd.

Sum tingini hava útviklað seg síðani fullveldissamgongan varð skipað í 1998, hevur minnilutin ta fatan, at tá fullveldisætlanin ikki kundi gjøgnumførast, sum ætlanin var, so vilja ávísir politiskir flokkar brúka grundlógararbeiðið til at markera seg við politiskt. Tað kann als ikki góðtakast, at politiskir flokkar nýta lagnuna hjá Føroya fólki til at rumbla við, heldur enn at skapa grundarlag fyri eini tryggari samfelagsmenning, og tí tekur minnilutin ikki undir við fyriliggjandi uppskoti.

2. viðgerð 30. apríl 2003. Broytingaruppskot frá minnilutanum í nevndini, Jóannes Eidesgaard og Kristian Magnussen, til heitið og § 1 fall 14-0-16. Broytingaruppskot frá meirlutanum í  nevndini, Hergeir Nielsen, Jógvan Arge, Jenis av Rana, Kára P. Højgaard, Poul Michelsen og Jógvan á Lakjuni, til §§ 2 og 4 samtykt 16-1-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3 viðgerð.

Á tingfundi 2. mai 2003 løgdu tingmenninir Jóannes Eidesgaard, Kristian Magnussen, Heðin Mortensen og Bárður Nielsen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð  

  1. Í heitinum verður "Grundlógarnevnd" broytt til "Stjórnlógarnevnd"
  2. Í § 1, stk. 1 verður "grundlógarnevnd" broytt til "nevnd"
  3. Í § 1, stk. 1 verður "Grundlógarnevndin" broytt til "Nevndin"
  4. Í § 1, stk. 2 verður "grundlóg" broytt til "stjórnarlóg"
  5. Í § 2, stk. 1 verður "grundlógarnevndini" broytt til "nevndini"
  6. Í § 4, stk. 2 verður "grundlóg" broytt til "stjórnarlóg", "grundlógarnevndini" til "nevndini" og "Grundlógarnevndin" til "Nevndin".

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Hergeir Nielsen, Jógvan Arge, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard og Poul Michelsen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð  

§ 2, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: "Trý umboð fyri hvønn flokk á tingi, sum hevur fýra tingmenn ella fleiri. Eitt umboð fyri teir flokkar, sum hava tríggjar tingmenn ella færri. Løgmaður og landsstýrismaðurin í lógamálum fara av tí býti, flokkarnir fáa tillutað"

3. viðgerð 2. mai 2003. Broytingaruppskot frá Jóannes Eidesgaard, Kristian Magnussen, Heðin Mortensen og Bárði Nielsen til heitið og §§ 1, 2 og 4 fall 15-0-17. Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Hergeir Nielsen, Jógvan Arge, Jenis av Rana, Kára P. Højgaard og Poul Michelsen til § 2 samtykt 17-15-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og  soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-15. Málið avgreitt.

Ll.nr. 79 frá 08.05.2003