Fólka- og farmaflutningur

 

54  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 28. januar, legði Alfred Olsen,  løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

§ 1.

Í § 2 í løgtingslóg nr. 82 frá 15. juni 2001 um fólka- og farmaflutning verður sum nýtt stk. 3 sett inn soljóðandi áseting: "Stk. 3. Flutningsgjøldini fyri fólk og bilar á øllum sjóleiðum verða, sum ásett í skjali 1. Gjøldini verða javnað í mun til broytingar í prístalinum, jbr. løgtingslóg um prístal.

Fyri serflutning, kunnu tó gerast serligar gjaldsavtalur í hvørjum einstøkum føri." og stk. 3 verður hereftir stk. 4.

§ 2.

Hendan løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Endamálið við hesum uppskotinum er at forða fyri, at ferðaseðlaprísirnir hjá Strandfaraskipum Landsins hækka, og í øðrum lagi at javnstilla prísin á øllum sjóvegis farleiðum í landinum.

Sambandsflokkurin legði í mars 2000 uppskot fyri tingið um at lækka ferðaseðlaprísirnar á Suðuroyar- og Mykinesleiðini soleiðis, at prísirnir á hesum leiðum vórðu javnstillaðir við aðrar leiðir í landinum, men tað uppskotið vann ikki frama. Grundgevingin hjá meirilutanum í vinnunevndini fyri at mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið var, at spurningurin um brúkaragjøld innan alt tað almenna samferðslukervið átti at verið tikin upp til politiska viðgerð og kannaður nærri. Grundarlagið fyri hesum kundi sambært meirilutanum verið fingið til vega í sambandi við ta endurskoðan, sum Strandfaraskip Landsins júst tá vóru í ferð við at gera av prísbygnaðinum. Men nú trý ár eru gingin, mugu vit staðfesta, at einki er hent í málinum frá politiskari síðu, og á Strandfaraskipum Landsins siga tey seg heldur ikki vera komin víðari. Somuleiðis siga tey á Strandfaraskipum Landsins, at tey ikki vita, nær tað møguliga verður.

Ógreitt er, hvussu nógv hetta uppskotið fer at kosta landskassanum, um tað verður samtykt, tí sambært Strandfaraskipum Landsins finnast eingi greið tøl, sum vísa tølini á ferðafólki, bilum og farmi á teimum einstøku leiðunum. Harafturat kann roknast við einum ferðslulopi, tá ið prísirnir á ávísum leiðum lækka, og eisini vegna bøtta tænastu á Suðuroyarleiðini. Hvussu stór hesi ferðslulop verða, er ringt at meta um heilt nágreiniliga. Afturat hesum kemur, at vit kenna ikki ávirkanina av ætlaðu príshækkingunum, sum eftir øllum at døma verða gjørdar, um hetta uppskotið ikki verður samtykt.

Undir viðgerðini av løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 kom fram, at Vinnumálaráðið og Strandfaraskip Landsins høvdu ætlanir um at hækka ferðaseðlaprísirnar við umleið 15 prosentum fyrst í 2003, og at hetta skuldi geva Strandferðsluni eina eyka inntøku á 6 mió kr. Men nú ljóðar, at prísirnir skulu hækka við í meðal 20 prosentum. Spurningurin er, hvussu nógv prosent prísirnir skulu hækka, fyri at inntøkurnar skulu vaksa við 6 mió kr., tí sum kunnugt veit eingin, hvussu stórur partur av flutninginum eru ferðafólk og bilar, og hvussu stórur partur er farmur. Harafturat vita vit av royndum, at tað er ikki altíð, at teir hægstu prísirnir geva størstu inntøkuna.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 verða inntøkurnar hjá Oyggjaleiðum í ár mettar til 43,62 mió kr. Hjá Bygdaleiðum 21,12 mió kr. og hjá Farmaleiðum 25,3 mió kr. Um allir prísirnir hækka við 20 prosentum, so gevur tað ein inntøkuvøkstur hjá Strandfaraskipum Landsins á 18,01 mió kr., ella umleið tríggjar ferðir tað, sum varð upplýst undir fíggjarlógarviðgerðini.

Um eitt húski í Suðuroy (hjún við tveimum børnum, harav annað er yngri- og hitt eldri enn 14 ár) skal til Havnar og suður aftur, og tey hava bil við, so kostar ferðin við verandi prísum kr. 590,-. Um prísurin hækkar við 20 prosentum, skulu tey gjalda kr. 708,- fyri at koma aftur og fram. Á øðrum sjóvegis leiðum hjá Strandferðsluni hevði prísurin hjá somu familju verið kr. 310,- við verandi prísum og kr. 372,-, um prísirnir hækka við 20 prosentum. Prísmunurin millum Suðuroyarleiðina og aðrar leiðir er sostatt kr. 280,- við verandi prísum og kr. 336,- eftir príshækkingina.

Hetta samsvarar illa við fráboðaða útjaðarapolitikkin hjá samgonguni. Í samgonguskjalinum standa millum annað hesi brotini:

Príshækkingin hjá Strandferðsluni rakar so at siga bara tey, sum búgva í útjaðaranum í Føroyum, meðan tey, sum búgva í miðstaðarøkinum, merkja lítið og einki til prísbroytingina.

Tað er Sambandsfloksins áskoðan, at fyri tey, ið ferðast um firðir og sund, verður talan um eina hart tiltrongda ábót, um hetta uppskotið verður samtykt. Uppskotið ger, at ferðaútreiðslurnar ikki hækka og í ávísum førðum lækka.

Umframt at vera til gagns fyri tey, ið brúka skipini hjá Oyggjaleiðum, fer ein samtykt av hesum uppskoti at vísa ein vilja frá Løgtinginum at fremja ein politik, sum styrkir um útjaðaran.

Skjal 1: Talva við prísum fyri ferðafólk og bilar, um uppskotið verður samtykt

1. viðgerð 30. januar 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 6. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 28. januar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 30. januar 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 27. februar og 6. mars 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Ein minniluti (Henrik Old, Alfred Olsen og Kaj Leo Johannesen) tekur undir við málinum og setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 2 verður orðað soleiðis:
"§ 2. Henda løgtingslóg fær gildi 1. januar 2004."

Ein annar minniluti (Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein triði minniluti (Gerhard Lognberg) tekur støðu í tingsalinum.

2. viðgerð 10. mars 2003.
Av tí at telduskipanin ikki var tøk, vórðu allar atkvøðugreislurnar sambært § 76 í tingskipanini. Atkvøtt varð við navnakalli. Formaðurin heitti á tingmenninar Heðin Mortensen og Jógvan á Lakjuni um at telja atkvøðurnar.
Broytingaruppskot frá minnilutanum i vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen og Kaj Leo Johannesen, til § 2:
Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen.
Nei atkvøddu: Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Jógvan Arge, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann
Eingin atkvøddi blankt.
Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu.
Broytingaruppskotið samtykt 14-0-13.
Uppskotið soleiðis broytt:
Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen.
Nei atkvøddu: Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Jógvan Arge, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann
Eingin atkvøddi blankt.
Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt samtykt 14-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 18. mars 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, fall 15-0-17. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.