Misálit

 

53  Uppskot um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann

A. Upprunauppskot
B. Orðaskifti
C. Tikið aftur

Ár 2003, 14. januar, løgdu tingmenninir Lisbeth L. Petersen og Jóannes Eidesgaard, vegna ávikavist Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

um

misálitisváttan 

Vísandi til grein 29, stk. 2 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og vísandi til grein 47 í Tingskipan Føroya Løgtings samtykkir Løgtingið, at Løgtingið ikki longur hevur álit á Jørgen Niclasen, landsstýrismanni.

Viðmerkingar:
Sambært grein 29, stk. 2 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og sambært grein 47 í Tingskipan Føroya Løgtings kann uppskot um misálitisváttan á landsstýrismann verða lagt fram skrivliga á løgtingsfundi. Hetta verður við hesum gjørt.

Í sambandi við, at ein kanningarstjóri, settur av løgtingsformanninum sambært grein 38, stk. 2 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um Stýrisskipan Føroya, hevur staðfest, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, vísandi til løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997, hevur ikki útint umleggingina av lánum til fjarfiskiflotan á lógligan hátt, meta uppskotsstillararnir at avvarðandi landsstýrismaður eigur at leggja frá sær.

Undir orðaskiftinum boðaði Anfinn Kallsberg, løgmaður, frá, at hann sambært stýrisskipanarlógini § 29, stk. 1 hevði loyst Jørgen Niclasen, landsstýrismann, úr embætinum sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Uppskotssetararnir tóku hereftir uppskotið aftur. Málið avgreitt.