Fólka- og farmaflutningur - Vágur

 

44  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 11. desember, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 2, stk. 2 verða orðini "Vág - Tórshavn," strikað.
  2. Í § 4, stk. 2 verða orðini "Vág – Tórshavn," strikað.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum er at fremja eina rasjonalisering av almenna flutningssambandinum millum Suðuroy og Tórshavn. Skotið verður upp at strika lógarásetta kravið um, at landið hevur skyldu til at sigla á Vág, so tað í framtíðini verður siglt beinleiðis millum Tvøroyri og Tórshavn allar vikudagar.

Í verandi ferðaætlan siglir Smyril á Vág eina ferð um vikuna. Strandfaraskip Landsins (SL) hevur í skrivum til Vinnumálaráðið fleiri ferðir víst á tað óhepna í at sigla á Vág. M.a. hevur SL víst á, at siglingartíðin er 35 min. longri, tá siglt verður á Vág, og at hetta seinasta strekkið ger túrin munandi verri hjá teimum, ið eru sjóveik. Eisini eru umstøðurnar í Vági at avgreiða akfør og farm sera tvørligar. Smyril má nýta síðuportrið, og ikki ber til at avgreiða trailarar í Vági.

Neyðugt er at útbyggja havnina í Vági, skal nýggja suðuroyarskipið sleppa at, og er verklagslóg samtykt fyri hesa verkætlan. Landskassans partur av útbyggingini er væntandi í mesta lagi 18,5 mió kr.

Tekur Løgtingið undir við at niðurleggja siglingina á Vág, eigur spurningurin um havnabyggingina at verða tikin upp av nýggjum, og í øllum førum eigur verkætlanin at verða endurskoðað. Ein møguleiki er, at Vágs kommuna ger upprunaligu verkætlanina, ið kommunan ætlaði at fara undir, áðrenn avrátt varð at gera eina felags verkætlan við landið. Avleiðingin av hesum er, at atløgusíðan á djúpvatnshavnini verður 70 m, sum upprunaliga ætlað, heldur enn 100 m, sum er neyðugt, skal landið hava pláss á havnalagnum til at avgreiða ferðsluna til suðuroyarskipið og frá suðuroyarskipinum. Landið kundi so nýtt sparda peningin til aðrar verkætlanir, eitt nú í Suðuroy. Spurningurin er eisini, um landið eigur at rinda Vágs kommunu eitt gjald, tí verkætlanin er vorðin so nógv seinkað, og tí kostnaðurin av slíkum arbeiðum er hækkaður seinastu tíðina.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligar avleiðingar
A. Fyri landið
Fíggjarligu avleiðingarnar av at steðga siglingini á Vág eru ein sparing fyri landskassan upp á uml. 750 tús. kr. árliga, ið er tann peningur, sum verður spardur við at sigla beinleiðis millum Tvøroyri og Tórshavn heldur enn at sigla á Vág eina ferð um vikuna. Fyrsta árið verður tó ein meirútreiðsla upp á uml. 100 tús. kr., tí sbrt. ll. nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður, skal landið gjalda endurgjald til Vágs kommunu.

Endurgjaldið verður goldið í einum, og verður roknað sum miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini faldað við fimm. Endurgjaldið til Vágs kommunu verður uml. 840 tús. kr. Tó skal viðmerkjast, at um Løgtingið samtykkir uppskotið til løgtingslóg um útbygging av havnini í Vági, sum tingmenn hava lagt fyri Løgtingið, verður lógin um endurgjald til kommunur ikki galdandi fyri siglingina á Vág.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri Vágs kommunu. Kommunan missir inntøkurnar frá havnagjøldunum, men fær endurgjald, ið samsvarar fimm ára havnagjøld, grundað á miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini. Vágs kommuna fær tí uml. 840 tús. kr. í endurgjaldi frá landinum (sí eisini viðmerkingarnar undir A).

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur bert smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Tey virki, sum áður hava avgreitt farmin í Vági ein dag um vikuna, mugu frameftir gera hetta á Tvøroyri, verður uppskotið samtykt.

D. Fyri ávísar samfelagsbólkar
Fólk í Suðuroyar sunnaru helvt mugu koyra til ella frá Tvøroyri, skulu tey við Smyrli tann túrin, hann hevur siglt á Vág. Hetta kostar nakað í ferðaútreiðslum til bil ella buss.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umsitingarligar avleiðingar.

3. Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisavleiðingar.

4. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5. Sosialar avleiðingar
Fólk í Suðuroyar sunnaru helvt mugu koyra til og frá Tvøroyri, um tey skulu við Smyrli tann túrin, Smyril hevur siglt á Vág. Strandfaraskip Landsins hevur tó víst á, at fleiri av hesum koyra til Drelnes, hóast Smyril siglir á Vág, tá lagt verður inn á Drelnesi eisini. Væntandi hevur broytingin ikki stórvegis sosialar avleiðingar við sær.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja, positivar - fyrsta árið tó meirútreiðsla

Ja, negativar – fyrsta árið tó meirinntøka

Nei

(Ja)

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

(Nei)

Nei

 

6. Ummæli
Uppskotið hevur ikki verið til ummælis. 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Í nr. 1 verður skotið upp at strika ásetingina, sum áleggur landsstýrismanninum at skipa fyri sjóvegis flutningi millum Vág og Tórshavn.

Í nr. 2 verður skotið upp at strika ásetingina um, at sjóvegis farleiðin millum Vág og Tórshavn ikki kann bjóðast út. Hetta er ein avleiðing av broytingini, ið er skotin upp í nr. 1.

Til § 2:
Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi dagin eftir, hon er lýst. Hetta merkir tó ikki, at landsstýrismaðurin skal steðga siglingini á hesari farleið tann dagin, lógin kemur í gildi. Strandfaraskip Landsins kann vegna landsstýrismannin framvegis reka siglingina, so leingi peningur verður játtaður til endamálið. Væntandi verður siglingin á Vág løgd niður stutt eftir, at lógin er komin í gildi.

1. viðgerð 17. desember 2002. Tingmálini nr. 43 og 44/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta beint í vinnunevndina, sum tann 20. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2002, og eftir 1. viðgerð tann 17. desember 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9. og 23. januar, 13. februar og 6., 18. og 20. mars 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Vágs kommunu, umboð fyri fylgibólkin viðvíkjandi samferðsluhavn í Suðuroy og landsstýrismannin í vinnumálum.

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg) kann ikki taka undir við uppskotinum so leingi, arbeiðið at gera tunnil millum Hov og Øravík ikki er farið í gongd. Meirilutin mælir tí Løgtinginum til at fella uppskotið og heitir samstundis á landsstýrismannin um aftur at leggja uppskotið fyri tingið, tá nevnda arbeiðið er byrjað.

Ein minniluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 25. mars 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 17-0-15. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 23. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-13. Málið avgreitt.

Ll. nr. 75 frá 06.05.2003