Fólka- og farmaflutningur - Skálafjørður

 

43  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 11. desember, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning verður gjørd henda broyting:
Í § 2, stk. 2 verða orðini "Skálafjørðin - Tórshavn," strikað.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógini er at fremja eina rasjonalisering av almenna persónsflutninginum millum Skálafjørðin og Tórshavn. Skotið verður upp at strika lógarásetta kravið um, at landið hevur skyldu at røkja sjóvegis farleiðina millum Skálafjørðin og Tórshavn.

Fast vegasamband er millum Skálafjørðin og Tórshavn, og røkja Bygdaleiðir kollektiva flutningin eftir veganetinum. Tað er tí óneyðugt at hava tvær almennar farleiðir millum støðini.

Í 2001 vóru 12.225 einvegis persónsferðir á Skálafjarðarleiðini. Um roknað verður við, at Ternan I sigldi 5 dagar um vikuna í 40 vikur um árið, er hetta tað sama sum 60 einvegis persónsferðir um dagin, ella 30 persónsferðir aftur og fram.

Á uppskotinum til fíggjarætlan hjá Strandfaraskipum Landsins fyri 2003 eru 6 mió kr. avsettar til at reka Skálafjarðarsiglingina. Tekur Løgtingið undir við at strika Skálafjarðarleiðina, er ætlanin, at peningurin í staðin skal játtast til vegin millum Skálabotn og Strendur, har tað, vegna tronga íløgukarmin, bert er avsett 1 mió kr. á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003.

Hóast almenna flutningsleiðin verður niðurløgd, er møguligt, at privat taka upp sjóvegis flutning millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið. Vinnumálaráðið hevur fingið umsókn frá privatum felagi um loyvi at reka regluligan flutning millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið, har siglt verður við munandi størri títtleika enn í dag. Verður slíkur privatur flutningur ikki veruleiki, er møguligt at seta snarbuss inn ávísar tíðir millum Skálafjørðin og Tórshavn.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligar avleiðingar
A. Fyri landið
Sambært roknskapinum hjá Strandfaraskipum Landsins fyri árið 2001 var rakstrarhallið á Skálafjarðarleiðini góðar 2,8 mió kr. Hálvársroknskapurin fyri fyrra hálvár 2002 bendir á, at talið verður nakað tað sama í 2002.

Í hesum tali er tó ikki íroknað rentur og avskrivingar av ferjuni. Ternan I er eitt gamalt skip, og tí verður neyðugt at fáa aðra ferju til vega innan fá ár, verða ongar broytingar gjørdar. Ætlan landsstýrismansins hevur verið at bjóða siglingina út, og tá má gjaldast fyri rentur og avskrivingar av nýggja skipinum eisini. Strandfaraskip Landsins hevur tí biðið um 6 mió kr. til hesa farleið á fíggarætlanini fyri 2003. Skal landið framvegis reka siglingina, verður helst neyðugt at keypa annað skip ella byggja nýtt skip innan fá ár. Eitt nýtt skip kostar uml. 40-60 mió kr., alt eftir hvørji krøv verða sett til stødd, ferð o.s.fr.

Fíggjarligu avleiðingarnar av hesum lógaruppskoti eru tí ein sparing fyri landskassan upp á uml. 6 mió kr. árliga. Fyrsta árið verður sparingin hjá landinum tó nakað minni, tí landið sbrt. ll. nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður, skal gjalda endurgjald til Sjóvar, Nes og Tórshavnar kommunur. Endurgjaldið verður goldið í einum, og verður roknað sum miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini faldað við fimm. Samlaða landskassaútreiðslan av hesum verður uml. 800 tús. kr.

Útreiðslurnar til ferðastuðul hækka væntandi nakað, um farleiðin verður niðurløgd (sí viðmerkingarnar til D).

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri Sjóvar, Nes og Tórshavnar kommunur. Kommunurnar missa inntøkurnar frá havnagjøldunum, men fáa lógarbundið endurgjald, ið samsvarar fimm ára havnagjøld, grundað á miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini. Sjóvar kommuna fær endurgjald, ið er uml. 160 tús. kr., Tórshavnar kommuna fær uml. 210 tús. kr. og Nes kommuna fær uml. 420 tús. kr. Tilsamans fáa kommunurnar tí uml. 800 tús. kr. í endurgjaldi frá landinum. Peningurin til kommunurnar verður væntandi játtaður á fíggjarlógini fyri 2003 ella við eykajáttanarlóg.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

D. Fyri ávísar samfelagsbólkar
Tey, sum nýta Skálafjarðarleiðina, gjalda kr. 450 fyri eitt mánaðarkort. Tey, sum búgva við Skálafjørðin og arbeiða í Tórshavn, og sum ferðast sjóvegis, fáa í dag stuðul til ferðaútreiðslurnar, ið er 5 kr./ einvegis túr + 0,37 kr./km út yvir teir fyrstu 15 km, sum tey koyra til og frá ferjuleguni. Ferðast tey aftur og fram 5 dagar um vikuna, er nettokostnaðurin tí uml. 250 kr./mánaðin, um tey búgva nærri enn 7,5 km frá ferjuleguni á Strondum ella á Toftum.

Verður sjóvegis farleiðin niðurløgd, og hesi skulu ferðast við bussi í staðin, verður kostnaðurin fyri mánaðarkortið við Bygdaleiðum uml. kr. 600. Tey sum búgva við Skálafjørðin og arbeiða í Tórshavn fáa tó sum áður rætt til stuðul til ferðaútreiðslurnar. Er eingin sjóvegis farleið, fáa tey sambært upplýsingum frá Toll og skatt 0,37 kr./km út yvir teir fyrstu 15 km hvønn arbeiðsdag. Hetta merkir, at koyrir persónur av Toftum til Havnar og aftur til Toftir (2 x 68 km) 5 dagar um vikuna, verður ferðastuðulin upp til uml. 900 kr. um mánaðan (20 arbeiðsdagar). Hetta talið kann tó verða nakað minni teir mánaðir, nógvir frídagar eru. Nettoinntøkan hjá fólki á Toftum, ið hevur mánaðarkort til bussin, verður tí upp til uml. 300 kr. um mánaðin.

Persónur, ið býr á Toftum, og sum ferðast við Skálafjarðarleiðini til og frá arbeiði, fær sostatt í alt upp til uml. 550 kr. meira burturúr um mánaðin, um eingin sjóvegis farleið verður millum Skálafjørðin og Tórshavn, og viðkomandi nýtir bussin ístaðin.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umsitingarligar avleiðingar.

3. Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisavleiðingar.

4. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5. Sosialar avleiðingar
Teir persónar, sum vanliga nýta Skálafjarðarleiðina, mugu koyra við bili ella bussi ístaðin, og leingist ferðatíðin tí nakað.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja, positivar

Ja

Nei

Ja, positivar

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

(Nei)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

(Nei)

Nei

(Nei)

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

Ja

Ja

 

6. Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis á Strandfaraskipum Landsins. SL hevði smávegis viðmerkingar, mest av ritstjórnarligum slag.

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Skotið verður upp at strika ásetingina, sum áleggur landsstýrismanninum at skipa fyri sjóvegis flutningi millum Skálafjørðin og Tórshavn.

Til § 2:
Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Hetta merkir tó ikki, at landsstýrismaðurin skal gevast við siglingini tann dagin, lógin kemur í gildi. Strandfaraskip Landsins kann vegna landsstýrismannin framvegis reka siglingina, so leingi peningur verður játtaður til endamálið. Væntandi verður siglingin tó løgd niður stutt eftir, at lógin er komin í gildi.

1. viðgerð 17. desember 2002. Tingmálini nr. 43 og 44/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta beint í vinnunevndina, sum tann 28. januar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2002, og eftir 1. viðgerð tann 17. desember 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9. og 23. januar 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri umsøkjara, ið hevur ætlanir um at fara undir farleið millum Skálafjørðin og Sund.

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Heini O. Heinesen, Niklái Petersen, Gerhard Lognberg, Heðin Zachariasen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti (Alfred Olsen og Kaj Leo Johannesen) mælir Tinginum til at fella uppskotið, hvørs endamál er at niðurleggja rutuna millum Skálafjørðin og havnina, tí samfelagsliga er tað bæði gagnligt og rætt at hava hesa sjóvegis rutu millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøki, sum sjálvandi eigur at flyta fólk, bilar og trailarar.

Minnilutin vil vísa á, at síðani 18. september 2002 hevur ein umsókn ligið í Vinnumálastýrinum, frá einum privatum felag, ið søkir um loyvi til at røkja rutuna millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið fyri einki.

Hetta privata felagið ætlar at røkja rutuna við eini ferju, sum bæði tekur ferðafólk, bilar og trailarar, og sum kemur at sigla fastar tíðir eina ferð um tíman frá 7 á morgni til 6 á kvøldi.

Løgtingið hevur áður givið landsstýrismanninum í vinnumálum heimild til at útlisitera hesa rutuna, og tí er tað syrgiligt, at nevnda felag, ið bjóðar seg fram at røkja rutuna uttan nakran kostnað fyri landskassan, ikki longu hevur fingið loyvi.

Umtalaða fólka- og bilferja hevur stóran fíggjarligan og samfelagsligan týdning, tí rutan kostar landskassanum einki og fer at hava við sær, at slitið á landsvegnum á hesum strekki minkar munandi. Rutan fer at hækka trygdina á hesum vegastrekkinum og vera við til at minka munandi um dálkingina av okkara vakra umhvørvi og ikki minst stytta tíðina, sum tey ferðandi brúka til og frá arbeiði, munandi.

Var henda rutan t.d. bundin saman við rutuni um Leirviksfjørð, so kundi fráferðin úr Klaksvík verið hálvan tíma seinni, men tey ferðandi verið somu tíð í Tórshavn.

Tá ført hevur verið fram, at treytin fyri, at henda nýggja tíðarhóskandi rutan kann gerast verðuleiki, er, at rutan millum Skálafjørðin og Havnina verður niðurløgd, so er hetta ikki rætt, tí vinnunevndin hevur fingið at vita frá umsøkjarunum, at tað er ikki nøkur treyt frá teimum, at rutan verður niðurløgd.

Minnilutin sær stórar samfelagsligar fyrimunir í hesi rutu, og tí eigur landsstýrismaðurin at gera tað, sum neyðugt er, fyri at henda rutan verður útlisiterað, sum Løgtingið longu hevur heimilað honum til, so tað privata felagið, ið hevur søkt um at fáa loyvi til at røkja rutuna fyri einki, kann byrja.

Minnilutin sær eisini, at um nøkur ár er undirsjóvarsamband millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøki vorðið verðuleiki, og tann dagin er Skálafjørðurin, við eini frástøðu upp á góðar 9 km, blivin næsti granni hjá Havnini.

2. viðgerð 30. januar 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. februar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-7. Málið avgreitt.

Ll.nr. 9 frá 10.02.2003