Fólka- og farmaflutningur

 

40  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Vestmannasund)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (einki orðaskifti)

Ár 2002, 6. desember, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 2, stk. 2 verða orðini "Vestmanna – Oyragjógv," strikað.
  2. Í § 4, stk. 2 verða orðini "Vestmanna – Oyragjógv," strikað.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Endamálið við lógaruppskotinum er at strika lógarásetta kravið um, at landið hevur skyldu at røkja sjóvegis farleiðina millum Vestmanna og Oyragjógv, tí undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu í næstum, og siglingin verður tí steðgað.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligar avleiðingar
A. Fyri landið
Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at siglingin um Vestmannasund skuldi steðga, tá tunnilin verður tikin í nýtslu, so landið ikki skal røkja tvær parallellar flutningsleiðir. Hóast siglingin verður steðgað, verður ein øking í rakstrarhallinum hjá SL, ið er 0,3 mió kr., tá fasta sambandið verður tikið í nýtslu, tí eitt lítið rakstraryvirskot er í dag á sjóvegis farleiðini um sundið. Um man hugsar sær, at undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu, uttan at siglingin um Vestmannasund verður steðgað, verður rakstrarhallið munandi størri, tí lítlar ella ongar inntøkur høvdu verið á sjóvegis farleiðini.

Sbrt. ll. nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður, skal landið gjalda endurgjald til Vestmanna kommunu. Endurgjaldið verður goldið í einum, og verður roknað sum miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini faldað við fimm. Endurgjaldið til Vestmanna kommunu verður tí uml. 3 mió kr.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri Vestmanna kommunu. Kommunan missir inntøkurnar frá havnagjøldunum, men fær endurgjald, ið samsvarar við fimm ára havnagjøld, grundað á miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini. Vestmanna kommuna fær tí uml. 3 mió kr. (sí eisini viðmerkingarnar undir A).

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur lítlar ella ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna, tí tunga ferðslan fer at nýta undirsjóvartunnilin, har nýtslugjaldið um sundið í flestu førum verður lægri enn ferðaseðlaprísurin í dag. Hjá bussum hækkar nýtslugjaldið tó nakað, men hinvegin verður nógv tíð spard við at nýta undirsjóvartunnilin. Tað verður eisini munandi meira smidligt hjá vinnulívinum at leggja arbeiðið til rættis, tá man ikki er bundin av ávísari ferðaætlan.

Samanumtikið verður mett, at fasta sambandið verður ein fíggjarligur fyrimunur fyri vinnulívið.

D. Fyri ávísar samfelagsbólkar
Fíggjarliga ávirkar tað ikki fólk í persónbili stórvegis, at siglingin verður løgd niður. Tó verður ein lítil meirkostnaður fyri fólk, sum uttan avsláttur ferðast einsamøll í persónbilum.

Enn er ikki greitt, hvat kostnaðurin verður fyri at ferðast við bussi til Vágar og úr Vágum.

Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umsitingarligar avleiðingar.

Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisavleiðingar.

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar sosialar avleiðingar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja, positivar

Ja, negativar – fyrsta árið tó meirinntøka

Nei

(Ja)

(Nei)

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

Nei

Nei

 

6. Ummæli
Uppskotið er ikki sent til ummælis.

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Í nr. 1 verður skotið upp at strika ásetingina, sum áleggur landsstýrismanninum at skipa fyri sjóvegis flutningi millum Vestmanna og Oyragjógv.

Í nr. 2 verður skotið upp at strika ásetingina um, at sjóvegis farleiðin millum Vestmanna og Oyragjógv ikki kann bjóðast út. Hetta er ein avleiðing av broytingini, ið er skotin upp í nr. 1.

Til § 2:
Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Hetta merkir tó ikki, at landsstýrismaðurin skal steðga siglingini á hesari farleið tann dagin, lógin kemur í gildi. Strandfaraskip Landsins kann vegna landsstýrismannin framvegis reka siglingina, so leingi peningur verður játtaður til endamálið. Væntandi verður siglingin um Vestmannasund steðgað tann dagin, undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu.

1. viðgerð 11. desember 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 17. januar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. desember 2002, og eftir 1. viðgerð tann 11. desember 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 9. januar 2002.

Vinnunevndin hevur kannað og fingið upplýst, at ósemja er millum Vestmanna kommunu og Strandfaraskip Landsins um havnagjøld. Av tí at havnagjaldið inngongur í útrokningina av endurgjaldinum samb. løgtingslóg nr. 42 frá 24. mars 2000, skal vinnunevndin tí gera vart við, at fortreytirnar, ið landsstýrismaðurin hevur lagt til grund fyri útrokningini av fíggjarligu avleiðingunum av fyriliggjandi uppskoti, møguliga ikki koma at halda.

Ein samd nevnd tekur við hesum viðmerkingum undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 21. januar 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 28. januar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 40 frá 12. februar 2003.