Sjúkrasystrar

 

35  Uppskot til  ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Tikið aftur

Ár 2002, 27. november, legði Bill Justinussen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

"Lov for Færøerne om ændring af lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne"

§ 1

I lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne, jf. lovbekendtgørelse nr. 276 af 26. april 1989, foretages følgende ændringer:

  1. I § 2, stk. 1, indsættes efter "dansk": "eller færøsk".
  2. I § 2 indsættes som stk. 4:

"Stk. 4. Bestemmelser om uddannelse af sygeplejersker fastsættes af landsstyremanden for undervisningsanliggender efter forhandling med indenrigs- og sundhedsministeren."

§ 2

Loven træder i kraft dagen efter, at den er kundgjort på Færøerne." 

Viðmerkingar
Hjá flestu heilsustarvsfólkunum, ið starvast innan heilsuverkið í Føroyum, eru løggildisskipanir settar í gildi. Í løggildingini síggja bæði myndugleikar og sjúklingar, at heilsustarvsfólk hava eitt ávíst fakligt støði. Eins og sjúklingar hava eina grundaða væntan um, at hetta støðið er til staðar, so leingi løggildingin verður havd. Løggilding krevst, um ein persónur skal arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum. Tað er Sundhedsstyrelsen í Danmark, ið letur løggildingina.

Neyðugt er at broyta lógina viðvíkjandi løggilding orsakað av, at Føroyar yvirtóku ábyrgdina av at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar, tá skúlamál endaliga vórðu yvirtikin sum føroyskt sermál tann 1. januar 2002. Mentamálaráðið hevur í hesum sambandi umrøtt ætlaðu broytingarnar við Undervisningsministeriet og Sundhedsstyrelsen. Í skrivi, dagfest 13. februar 2002, hevur Sundhedsministeriet váttað fyri Almanna- og heilsumálastýrinum, at teir donsku myndugleikarnir ikki hava nakrar viðmerkingar til broytingarnar í uppskotinum.

Í § 1, nr. 1 í uppskotinum verður lýst neyvt, at tann, ið hevur staðið "føroysku" sjúkrarøktarfrøðingapróvtøkuna, hevur rætt til løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur.

§ 1, nr. 2 í uppskotinum hevur millum annað við sær, at landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum fær heimild at áseta nærri reglur um føroysku sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina. Landsstýrismaðurin hevur tó skyldu til at samráðast við danska innanríkis- og heilsumálaráðharran (indenrigs- og sundhedsministeren). Við hesum kunnu donsku myndugleikarnir vera við til at tryggja, at tað fakliga støðið á føroysku sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingini framhaldandi er so høgt, at ein løggilding er heimilað.

Undir samráðingunum vóru fleiri uppskot um orðing av fyriskipanini umrødd. Umhugsað varð, um rætturin til løggilding skuldi hava avtalurættarligt grundarlag. Danska samráðingarnevndin vísti á, at avtaluloysnin hevði við sær, at eftirlitið við innihaldinum, próvtøkum o.ø. skuldi vera ein partur av avtaluni. Sundhedsstyrelsen vísti eisini á, at teir vildu ikki lata einum bólki av starvsfólki løggilding, uttan so at teir høvdu trygd fyri, at dygdin á útbúgvingin var í lagi. Um løggildisrætturin varð ásettur við lóg, varð ikki tørvur á nakrari avtalu ella neyvum eftirliti. Ásetingin var tá av formligum slagi og skuldi skiljast sum ein trygdarfyriskipan hjá løggildismyndugleikanum og teimum lesandi.

Frá danskari síðu varð gjørt vart við, at donsku myndugleikarnir ikki høvdu heimild ella ætlanir um at leggja seg út í tilevningina av føroysku lógini ella av øðrum fyriskipanum. Um Sundhedsstyrelsen fekk kunngerðina um innihaldið í útbúgvingini til kunningar, vóru treytirnar í § 1, nr. 2 í uppskotinum loknar. Niðurstøðan á fundinum varð, at rætturin til løggilding er best tryggjaður við nevndu broytingum í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne".

Allar fyriskipanir, sum við ríkislógartilmæli verða ásettar, eiga at verða settar í gildi samstundis, orsakað av at Føroyar frammanundan skulu samráðast við danska innanríkis- og heilsumálaráðharran (indenrigs- og sundhedsministeren) um innihaldið í kunngerðini, eftir at orðini "eller færøsk" eru sett í løggildislógina. Til ríkismyndugleikarnir hava gjørt broytingarnar, inniheldur "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne" ikki eina áseting í § 2, stk. 4, tí ásetingin fer úr gildi sambært "uppskoti til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrasystrum".

Hjáløgd skjøl
Skjal 1: Bekendtgørelse nr. 276 af 26. april 1989 af lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne.
Skjal 2: Skriv frá Sundhedsministeriet, dagfest 13. februar 2002.

1. viðgerð 6. desember 2002. Tingmálini nr. 35 og 38/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta beint í trivnaðarnevndina, sum tann 19. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 27. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 6. desember 2002 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 11. desember 2002, 22. og 29. januar og 19. februar 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bill Justinussen, landsstýrismann.

Eftir uppskotinum verður sjálvvirkandi skipan sett í verk soleiðis, at føroyskt sjúkrarøktarfrøðingaprógv altíð lýkur tær útbúgvingartreytir, sum krevjast til løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Nevndin tekur ikki undir við uppskotinum § 1, nr. 2. Grundin er, at alt undirvísingarkervið er yvirtikið málsøki sbr. heimastýrislógini, og tá fer ikki at bera til, at tað við ríkislóg verða ásettar reglur um, hvussu útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum skal fara fram. Hetta verður ásett í løgtingslóg.

Samsvarandi hesum mælir ein samd nevnd til at samtykkja uppskotið og setir samstundis fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1, nr. 2 verður strikað.

Á tingfundi 21. februar 2003 hevur landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum, Bill Justinussen, við skrivi boðað frá, at hann tekur málið aftur. Skrivið er soljóðandi: "Undirritaði landsstýrismaður í familju- og heilsumálum skal hervið boða frá, at løgtingsmál nr. 35/2002 hervið verður tikið aftur. Í álitinum frá Trivnaðarnevndini eru gjørdar so mikið stórar broytingar í lógaruppskotinum, at óvist er, hvørjar avleiðingarnar verða, og tekur landsstýrismaðurin sostatt málið aftur."