Skattur - áseting

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Realurin, Íleggingargrunnurin og aðrar broytingar)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 12. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 5, stk. 3 verður eftir "stk. 1" innsett:
    " og fyri Føroya Realkreditstovn og Íleggingargrunnin fyri Føroyar, "
  2. Í § 8, stk. 1, 1. pkt. verður ístaðin fyri "i) og j)" sett: "i), j) og l)"
  3. Í § 8, stk. 1, 2. pkt. verða ístaðin fyri orðini "uppgjørd eftir § 60, stk. 1, nr. 9 í skattalógini" sett orðini:
    "uppgjørd eftir § 25 a, stk. 7, jbr. § 33, nr. 17 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt".
  4.  

    § 2

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1 er galdandi frá inntøkuárinum 2002, meðan § 1, nr. 2 og 3 eru galdandi frá 1. januar 2003.

Kap. 1 Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskotinum í fyrsta lagi til, at broyting verður gjørd í Ásetingarlógini, sum saman við eini broyting, ið mælt verður til at gera í Skattalógini, setir Realin og Íleggingargrunnin í skatt eins og vinnurekandi grunnar o.a. Sí viðmerkingarnar til broytingaruppskotið til Skattalógina.

Í øðrum lagi verður skotið upp at gera tvær broytingar, sum eru nágreiningar av galdandi reglum.

Tann fyrra er viðvíkjandi avmarkað skattskyldugum persónum, ið fáa inntøku fyri arbeiði umborð á flogfari, sum verður rikið av persóni ella felag undir fullari skattskyldu í Føroyum. Áður hevur skattasatsur mangla fyri hesar persónar í Ásetingarlógini. Skotið verður tí upp, at hesir verða skattaðir eins og aðrir avmarkað skattskyldugir persónar, ið hava A-inntøku av virksemi her á landi.

Tann seinna broytingin er ein nágreining viðvíkjandi frádráttarregluni fyri sjómenn eftir § 25a í Skattalógini. Í galdandi lóggávu er eingin frádráttarregla fyri sjómenn, men í § 60 í Skattalógini verður nevnt, at 85% av fiskipartinum er A-inntøka. Ætlanin við regluni var upprunaliga, at einans 85% av fiskipartinum skuldu vera skattskyldugar, og er tilmælta broytingin tí ein nágreining av galdandi reglum. Mælt verður samstundis til at gera eina broyting hesum viðvíkjandi í Skattalógini. Sí viðmerkingarnar til broytingaruppskotið til Skattalógina (tó ikki sama uppskot, sum nevnt í sambandi við Realin og Íleggingargrunnin).

Kap. 2 Avleiðingar av lógaruppskotinum

Fíggjarligu avleiðingarnar av hesum lógaruppskotinum (í sambandi við Realin og Íleggingargurnnin) eru ein meirskattainntøka upp á 10 mió. kr. Sí viðmerkingarnar til broytingaruppskotið til Skattalógina, har skotið verður upp, at Realurin og Íleggingargrunnurin verða skattskyldugir eins og vinnurekandi grunnar o.a.

Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum í sambandi við broytingina av skattareglunum fyri sjómenn verður víst til broytingaruppskot til Skattalógina (tó ikki sama uppskot, sum í sambandi við Realin og Íleggingargrunnin).

Lógaruppskotið hevur ta fyrisitingarligu avleiðing, at nágreining av skattalóggávuni ger tað lættari og greiðari hjá skattamyndugleikunum at umsita skattalóggávuna.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

Nei

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

Til § 1:

Nr. 1
Henda broyting ber í sær, at Føroya Realkreditstovnur og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verða skattaðir við 20% eins og vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg.

Nr. 2
Talan er um eina nágreining av galdandi reglum.

Nr. 3
Talan er um eina nágreining av galdandi reglum.

Til § 2:
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum skjýtur upp, at Realkreditstovnur Føroya og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verða settir í skatt frá inntøkuárinum 2002. Hetta merkir fyri Realin, at allar inntøkur, ið verða vunnar frá 1. apríl 2001, verða skattaðar við 20%. Fyri Íleggingargrunnin merkir hetta, at allar inntøkur, ið verða vunnar frá 1. januar 2002, verða skattaðar við 20%.

1. viðgerð 20. november 2002. Tingmálini nr. 27, 28 og 29/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Øll beind í fíggjarnevndina, sum tann 6. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 20. november 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið saman við løgtingsmáli nr. 27/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Realurin og Íleggingargrunnurin), og hava málini fingið somu viðgerð. Víst verður á álit í tingmáli nr. 27/2002.

Uppskotið snýr seg um, at Føroya Realkreditstovnur og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verða skattaðir við 20% eins og vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg. Harumframt verður í uppskotinum mælt til at gera tvær broytingar, sum eru nágreiningar av galdandi reglum. Tann fyrra er viðvíkjandi avmarkað skattskyldugum persónum, ið fáa inntøku fyri arbeiði umborð á flogfari, sum verður rikið av persóni ella felag undir fullari skattskyldu í Føroyum, og tann seinna broytingin er ein nágreining viðvíkjandi frádráttarregluni fyri sjómenn eftir § 25a í skattalógini.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men vísandi á viðmerkingarnar í tingmáli nr. 27/2002, mælir nevndin til, at gildiskoman fyri § 1, nr. 1, verður 16. november 2001. Samsvarandi hesum mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 2 verða orðini "er galdandi frá inntøkuárinum 2002" broytt til "er galdandi frá 16. november 2001".

2. viðgerð 11. februar 2003. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 2 samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 12. februar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 17 frá 20.02.2003