Tollur

 

26  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 12. november, legði Karsten Hansen,  landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

§ 1

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 1 verður orðað soleiðis:
    "§ 1. Tolløkið fevnir um føroyskt landøki, sjóumveldið og loftrúmið yvir nevndu økjum."
  2. § 19 verður strikað.
  3. Í § 30a verður stk. 2 strikað.

§ 2

Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003. 

Viðmerkingar

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við skattamálum mælir við hesum til at gera 3 broytingar í løgtingslóg um toll.

Tann fyrsta broytingin hevur sum endamál, umframt at dagføra avgjaldsøkið, at broyta skipanina í § 1 í tolllógini soleiðis, at avgjaldsøkið í tolllógini frameftir endurspeglar landafrøðiliga økið, ið Føroyar, eftir aðrari lóggávu, hava ræðið yvir.

Tann næsta broytingin er, at § 19 verður strikað. Í sambandi við, at Landsskatta-, Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndin verða lagdar saman í eina kærunevnd, Skatta- og avgjaldskærunevndina, verður skotið upp, at § 19 í tolllógini, sum inniheldur ásetingar um Tollkærunevndina, verður strikað. Ístaðin verða ásetingarnar um nýggju Skatta- og avgjaldskærunevndina savnaðar í toll- og skattafyrisitingarlógini.

Tann triðja broytingin er, at § 30a, stk. 2 í tolllógini verður strikað. § 30a, stk. 2 ásetir, at renta av ov seint goldnum tolli og avgjaldi og renta av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi ikki kunnu roknast við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp. Mett verður rættari, at henda áseting verður flutt til skattalógina, av tí at ásetingin snýr seg um uppgerð av skattskyldugu inntøkuni. Sambært § 38 í skattalógini kunnu rentur av útistandandi skatti og ov seint goldnum skatti annars, ið nevndar eru í § 78 og § 135 í skattalógini, ikki dragast frá tí skattskyldugu inntøkuni. Tískil verður sett inn felagsáseting um rentur av skatta- og avgjaldskuld í § 38 í skattalógini.

Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Hetta lógaruppskot er millum annað fylgja av, at ásetingar í toll- og skattafyrisitingarlógini verða broyttar. Vísandi til viðmerkingarnar í lógaruppskotinum um broytingar í toll- og skattafyrisitingarlógini verður mett, at fíggjarligu avleiðingarnar av samanleggingini av fleiri kærunevndum til Skatta- og avgjaldskærunevndina verða ein árlig sparing á 100 tús. kr. fyri landið. Mett verður eisini, at samanleggingin fer at lætta um fyrisitingina av kæruøkjunum.

Mett verður ikki, at uppskotið fer at hava við sær umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur, hvørki fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

  Fyri landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1:
Nr. 1.
Tann 1. juni 2002 varð lov nr. 200 af 7. april 1999 om afgrænsning af søterritoriet sett í gildi fyri Føroyar. Samtíðis varð bekendtgørelse nr. 306 af 16. maj 2002, sum greidliga setir upp tær grundlinjur, sum avmarka sjóumveldið, sett í gildi.

Lov nr. 200 frá 7. apríl 1999 hevur við sær, at sjóumveldið við Føroyar økist úr 3 upp í 12 sjómíl (t.v.s. úr umleið 1.720 upp í umleið 6.520 ferkilometrar) og merkir hetta samtíðis, at Føroyar fáa lógsókn yvir einum munandi størri øki enn áður.

Nr. 2
Í sambandi við, at Landsskatta-, Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndin verða lagdar saman í eina kærunevnd, Skatta- og avgjaldskærunevndina, verður skotið upp, at ásetingin í § 19 í tolllógini verður strikað.

Nr. 3.
Tann triðja broytingin er, at § 30a, stk. 2 í tolllógini verður strikað og samstundis verður felagsáseting um rentur av skatta- og avgjaldskuld sett í § 38 í skattalógini.

Til § 2:
Lógin er galdandi frá 1. januar 2003.

1. viðgerð 20. november 2002. Tingmálini nr. 25 og 26/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 22. november 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 20. november 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. november 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 27. november 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 29. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 92 frá 05.12.2002