25 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
(Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð
Ár 2002, 12. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting
§ 1
Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting, sum broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 17. desember 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
"Kap. 6
Aðrar reglur
§ 25a. Økisskrivstovurnar, Stýrið og Toll- og skattaráðið kunnu ikki gera, broyta ella taka upp aftur skattaálíkningar seinni enn 15. mars ávikavist 1. juni 4. árið eftir, at inntøkuárið er lokið. Er freistin fyri at lata sjálvuppgávu inn longd, jbr. § 105 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, verður fyrningarfreistin tó roknað frá tí degi, freistin at lata inn er longd til.
Stk. 2. Ynskir skattgjaldarin, at skattaálíkningin verður broytt, skal hesin seinast 3 ár eftir, at inntøkuárið er lokið, leggja fram nýggjar upplýsingar, sum kunnu grundgeva broytingina."
§ 25b. Ásetingin í § 25a er ikki galdandi í niðanfyri nevndu førum:
- Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at grundarlagið fyri uppgerðini av tí skattskyldugu inntøkuni er broytt eftir, at inntøkuárið er úti.
- Um skattaálíkningin er ein avleiðing av einari skattaálíkning hjá tí skattskylduga fyri eitt annað inntøkuár.
- Um skattaálíkningin er ein avleiðing av einari skattaálíkning hjá hjúnafelaga, sum hin skattskyldugi var sambúgvandi við, tá inntøkuárið var úti, jbr. § 4 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, viðvíkjandi tí sama ella øðrum inntøkuári.
- Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at hin skattskyldugi ella annar hansara vegna við vilja ella av stórum ósketni hevur verið atvold til, at skattamyndugleikarnir hava gjørt eina skattaálíkning á einum skeivum ella ófullfíggjaðum grundarlagi.
- Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at higartil fylgd siðvenja er endaliga kolldømd av Skatta- og avgjaldskærunevndini ella dómstólunum. Í slíkum føri kann skattaálíkningin takast uppaftur frá og við tí inntøkuári, sum varð roynt í tí fyrsta málinum, sum førdi til kolldømingina.
- Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at Stýrið ella Toll- og skattaráð Føroya hava nýtt tær heimildirnar, ið nevndar eru í § 3 og § 20, til at broyta skattaálíkningina hjá einari økisskrivstovu.
Stk. 2. Ein skattaálíkning kann einans gerast eftir stk. 1, nr. 1-6, um hon hevur við sær eina inntøkubroyting upp á kr. 5.000 ella meira.
Stk.3. Ein skattaálíkning kann einans gerast eftir stk. 1, nr. 1-6, um myndugleikin hevur fráboðað, ella skattgjaldarin hevur sett fram áheitan um uppafturtøku innan rímiliga tíð eftir, at myndugleikin ávikavist skattgjaldarin hevur fingið kunnleika til tey viðurskifti, sum grundgeva fráboðanina ella áheitanina.
Í givnum lógum og kunngerðum verða tær heimildir, ið Landsskatta-, Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndin hava, fluttar til Skatta- og avgjaldskærunevndina.
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003.
Kap. 1 Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til at gera nakrar broytingar í Toll- og skattafyrisitingarlógini (mælt verður samstundis til at gera fylgibroytingar í Tolllógini og Meirvirðisgjaldslógini).
Høvuðsbroytingarnar eru:
Mælt verður í lógaruppskotinum eisini til smærri nálýsingar/nágreiningar í sambandi við omanfyri nevndu broytingar.
Eisini verður mælt til at javnstilla kærufreistina hjá tí almenna við kærufreistina, ið borgarin hevur fyri at kæra. Í løtuni er freistin hjá borgaranum 4 vikur frá tí, at kærarin fekk boð um avgerðina, meðan kærufrestin hjá Toll- og skattaráð Føroya í løtuni verður roknað frá tí, at avgerðin varð tikin.
Niðanfyri verður greitt frá endamálinum við høvuðsbroytingunum, ið mælt verður til.
1. Samanlegging av trimum kærunevndum
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur stig til samanlegging av trimum kærunevndum við tí fyri eyga at einfaldgera fyrisitingina av skatta-, mvg- og tollkærum. Frameftir verða nú kærur um skatt, ið verða kærdar víðari frá kommunalu skattakærunevndunum, og kærur um meirvirðisgjald og toll viðgjørdar av einari og somu kærunevnd.
Eisini verður stigið til samanleggingina tikið í sambandi við, at landsstýrismaðurin í løtuni kannar, hvussu raksturin av almennum nevndum og ráðum kann gerast ódýrari.
Harumframt er tað so, at virksemið hjá Mvg- og Tollkærunevndunum seinastu tíðina ikki hevur verið eins stórt, og tað hjá Landsskattakærunevndini.
Samanumtikið verður tí mett, at tað er ráðiligt at leggja virksemið hjá teimum trimum kærunevndunum saman í eina kærunevnd.
Mælt verður til, at setanin av samanløgdu kærunevndini fer fram á sama hátt, sum Landsskattakærunevndin verður sett í dag. Harumframt tekur landsstýrismaðurin hesi atlit í setanini av nýggju nevndini:
Við setanini av nýggju nevndini verður tí eisini miðað eftir, at umboð úr Mvg- og Tollkærunevndunum (somu fólk manna báðar nevndirnar í dag) eru við í samanløgdu kærunevndini.
1.1 Galdandi lógargrundarlag fyri Landsskattakærunevndina
Landsskattakærunevndin verður eftir galdandi lóggávu sett sambært §§ 22-26 í kap. 5 í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting (Toll- og skattafyrisitingarlógin).
Landsskattakærunevndin ger úrskurð um kærur um tær metingar av tí skattskyldugu inntøkuni, sum kommunalu skattakærunevndirnar, Stýrið ella Toll- og skattaráð Føroya hava gjørt. Úrskurður landsskattakærunevndarinnar kann skjótast inn fyri Føroya Rætt, áðrenn 3 mánaðir eru farnir.
Sambært § 22, stk. 2 setir landsstýrismaðurin teir 5 limirnar í nevndini. 2 av limunum skulu vera lógakønir, 1 roknskaparkønur, 1 skal umboða arbeiðsgevarafeløgini og 1 verkamannafeløgini. Landsstýrismaðurin tilnevndir umboðini fyri arbeiðsgevarafeløgini og verkamannafeløgini eftir tilmæli frá feløgunum. Eftir stk. 3 tilnevnir landsstýrismaðurin eisini formannin og næstformannin, sum skulu vera lóga- ella roknskaparkønir. Á sama hátt tilnevnir landsstýrismaðurin 5 varalimir. Starvstíð nevndarinnar og varalimanna er 4 ár, og landsstýrismaðurin ásetir løn ella samsýning til limirnar.
1.2 Galdandi lógargrundarlag fyri Meirvirðisgjaldskærunevndina
Meirvirðisgjaldskærunevndin verður eftir galdandi lóggávu sett sambært § 35 í kapittul XIII í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin ella Mvg-lógin).
Landsstýrið (landsstýrismaðurin í skattamálum) setir nevndina, sum hevur 3 limir. Hesir skulu hava fjølbroyttan kunnleika til fyrisiting og vinnulívsviðurskifti. Í minsta lagi ein av limunum í nevndini skal vera løgfrøðingur og ikki hava sítt dagliga yrki hjá tí almenna. Formaðurin í nevndini skal vera løgfrøðingur. Nevndin hevur endaliga fyrisitingarliga avgerð um:
Starvsskipanin hjá nevndini verður ásett av landsstýrinum.
1.3 Galdandi lógargrundarlag fyri Tollkærunevndina
Tollkærunevndin verður eftir galdandi reglum sett sambært § 19 í kap. 8 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll (Tolllógin).
Setanarviðurskiftini eru meinlík teimum, ið galda fyri Mvg-kærunevndina. Tvs. at landsstýrið (landsstýrismaðurin) setir nevndina, sum hevur 3 limir. Hesir skulu hava fjølbroyttan kunnleika til fyrisiting og vinnulívsviðurskifti. Í minsta lagi ein av limunum í nevndini skal vera løgfrøðingur og ikki hava sítt dagliga yrki hjá tí almenna. Formaðurin í nevndini skal vera løgfrøðingur. Starvstíðin hjá nevndini er 4 ár í senn.
Nevndin hevur endaliga fyrisitingarliga avgerðarrættin í avgerðum, sum eru tiknar av Toll- og skattstovu Føroya sambært kap. 1 til 7a í Tolllógini (§§ 1-18).
2. Dagføring av fyrningarreglunum fyri álíkningar og metingar vm.
Galdandi reglur um fyrning eru ikki nøktandi, og tí verður skotið upp, at reglurnar verða nútímansgjørdar.
Eftir galdandi lóg fyrnast metingar eftir 2 árum, meðan onnur krøv verða viðgjørd eftir 1908-lógini, sum ásetir eina 5 ára fyrningarfreist fyri skattakrøv.
Við hesum uppskoti verður lagt upp til, at lógin fær almennar fyrningarreglur, og verður tí mælt til, at galdandi fyrningarreglur um metingar eftir § 104 í skattalógini verða strikaðar.
Eisini verður skotið upp at seta eina felagsáseting um fyrning av skattaálíkningum í lógina ístaðin fyri galdandi ásetingar, ið finnast tríggja staðni í lógini.
Eftir uppskotinum verður meginreglan hereftir tann, at skattaálíkningar uttan mun til, um talan er um meting ella ikki, fyrnast eftir 3 árum.
Galdandi reglur um fyrning av metingum eru rættiliga ógreiðar m.a. tí, at meting í skattligum høpi kann koma fyri í fleiri frábrigdum. Tað kann tí tykjast rættiliga ivasamt, hvørjar metingar ein hevur havt í huga, tá reglan kom inn í lógina av fyrstan tíð.
Dømir:
Meðan dømi 1 helst er fevnt av galdandi reglum um fyrning av metingum, fella dømini 2 og 3 helst uttanfyri.
Og hóast ein avmarkar fyrningarreglurnar til dømi 1, kunnu trupulleikar skjótt stinga seg upp kortini.
Ímyndar ein sær, at skattskylduga inntøkan er mett orsakað av, at sjálvuppgáva ikki er latin inn, kann ein spyrja, hvussu fyrningarreglurnar skulu nýtast, um tað eftirfylgjandi verður skjalprógvað, at skattgjaldarin hevur havt eina inntøku, sum er munandi hægri enn metta upphæddin. Er slík skjalprógvað inntøka fevnd av fyrningarreglunum, ella er tað einans metta upphæddin, sum er fevnd av fyrningarreglunum?
Galdandi reglur virka eisini ymiskt í sambandi við møguligt skattasvik. Er eingin sjálvuppgáva innlatin, skal meting verða gjørd, áðrenn 2 ár eru liðin frá tí, at skattaárið er lokið. Er sjálvuppgáva innlatin, verður inntøkan ikki mett, men verður tað eftirfylgjandi skjalprógvað, at sjálvuppgivna inntøkan var ov lág, verður inntøkan hækkað. Slík hækking er neyvan fevnd av galdandi reglum um fyrning av metingum, og verður úrslitið tí, at møguligt passivt skattasvik verður tí viðgjørt lagaligari enn møguligt aktivt skattasvik.
Ein almenn fyrningarregla loysir omanfyri nevndu trupulleikar og er meiri rættvís mótvegis skattgjaldarunum. Greiðar reglur virka samstundis við til økta rættartrygd.
Eftir uppskotinum verður vanliga fyrningarfreistin sett niður frá 5 til 3 ár.
Dømi:
Inntøkuárið lokið 31/12 02. Sjálvuppgávan latin inn 15/3 03. Høvuðsreglan eftir uppskotinum er, at sjálvuppgávan ikki kann takast upp aftur eftir 15/3 06 (3 ár)
Niðursetta fyrningarfreistin betrar rættarstøðuna hjá borgaranum munandi, men skattavaldið noyðist at "renna" skjótari fyri at avgreiða skattaálíkningina, um tað vil eftirkanna skattaálíkningina hjá einum borgara.
Kap. 2 Avleiðingar av lógaruppskotinum
Mett verður, at fíggjarligu avleiðingarnar av samanleggingini av kærunevndunum fyri landið verða ein árlig sparing upp á knappar 100 tkr. Roknað verður við, at kostnaðurin til samsýningar, fundar- og ferðapengar frameftir verður umleið 200 tkr.
Mett verður, at samanleggingin av kærunevndunum fer at lætta um fyrisitingina av teimum trimum kæruøkjunum. Dagføringin av fyrningarreglunum hevur eisini tað fyrisitingarligu avleiðing, at skattamyndugleikarnir mugu avgreiða mál skjótari.
Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær nakrar avleiðingar fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.
Mett verður heldur ikki, at lógaruppskotið hevur við sær nakrar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri |
Fyri ávísar samfelags- bólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna | |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
|
|
|
|
|
Fyrisitingarligar avleiðingar |
|
|
|
|
|
Umhvørvisligar avleiðingar |
|
|
|
|
|
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
|
|
|
|
|
Sosialar avleiðingar |
|
|
Kap. 3 Serligar viðmerkingar
Til § 1:
Nr. 1
Ásetingin er ein avleiðing av, at tað í § 1, nr. 21 verður skotið upp, at
felagsáseting um fyrning av skattaálíkningum verður sett í lógina.
Nr. 2
Ásetingin er ein avleiðing av broytingini, har mælt verður til at leggja
Landsskatta-, Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndirnar saman. Skotið verður upp, at
navnið á nýggju kærunevndini verður "Skatta- og avgjaldskærunevndin".
Nr. 3
Eftir galdandi lóg (§ 3, stk. 5) kann Toll- og skattaráð Føroya eftir tilmæli
frá Stýrinum kæra eina avgerð, sum ein kommunal skattakærunevnd hevur tikið, til
Landsskattakærunevndina innan 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin. Til tess at
javnstilla tað almenna við borgaran, sum hevur eina kærufreist upp á 4 vikur frá tí,
kærarin fekk boð um avgerðina, og annars fyri at fáa kærufreistina at samsvara við
vanliga fyrisitingarrættin, verður skotið upp, at eisini kærufreistin hjá Stýrinum
verður roknað frá tí, at Stýrið fekk boð um avgerðina.
Hvat broytingini til § 3, stk. 6 viðvíkur, verður víst til viðmerkingarnar til § 1, nr. 1.
Nr. 4
Víst verður til viðmerkingarnar til § 1, nr. 2.
Nr. 5
Ásetingin er ein avleiðing av uppskotinum um at leggja Landsskatta-,
Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndirnar saman í eina kærunevnd.
Nr. 6
Ásetingin er ein nálýsing av galdandi reglum.
Nr. 7
Ásetingin er eins og nr. 6 ein nálýsing av galdandi reglum.
Nr. 8
Ásetingin er ein avleiðing av uppskotinum um at leggja Landsskatta-,
Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndirnar saman í eina kærunevnd.
Nr. 9
Víst verður til viðmerkingarnar til § 1, nr. 2.
Nr. 10
Meirvirðisgjaldskærunevndin gjørdi í 2000 vart við, at ein avgerð frá Toll- og
skattstovuni ikki var endalig, fyrrenn Stýrið hevði tikið avgerðina. Toll- og
skattstova Føroya tók tulkanina hjá Meirvirðisgjaldskærunevndini til eftirtektar.
Stýrið metti tó, at verandi skipan, har Stýrið lutvíst var kærumyndugleiki, lutvíst saman við Toll- og skattaráðnum hevði eftirlit við skattaálíkningini og toll- og avgjaldsfyrisitingini og í hesum sambandi ansaði eftir, at hon á øllum økisskrivstovum fór fram á rættan og samlíkan hátt og í samsvari við galdandi lóggávu, ikki var løtt at fáa at sampakka.
Setti Stýrið uppgávuna sum kærumyndugleiki fremst, var torført, fyri ikki at siga ómøguligt, at hava eftirlit við toll- og avgjaldsfyrisitingini. Setti Stýrið uppgávuna sum eftirlits- og vegleiðingarmyndugleiki fremst, var torført, fyri ikki at siga ómøguligt, eftirfylgjandi at viðgera málini sum kærumyndugleiki uttan samtíðis at vera ógegnigur.
Stýrið mælti tí landsstýrismanninum til at umhugsa eina broyting í verandi skipan, sum innibar, at Stýrið frameftir ikki var kærumyndugleiki. Stýrið hevði harvið kunnað tikið sær av teimum uppgávum, sum nevndar eru í kapittul 1 og 4 í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
Endamálið við hesum uppskoti er at broyta verandi skipan samsvarandi áðurnevndu sjónarmiðum, og inniber hetta, at Stýrið frameftir ikki er kærumyndugleiki.
Nr. 11
Sí viðmerkingarnar til nr. 10.
Nr. 12 og 13
Ásetingin er lutvíst ein nágreining av galdandi reglum, lutvíst ein avleiðing av
teimum broytingum, ið nevndar eru í viðmerkingunum til § 1, nr. 21.
Nr. 14
Sí viðmerkingarnar til nr. 12 og 13.
Nr. 15
Sí viðmerkingarnar til nr. 12 og 13.
Nr. 16
Ásetingin er ein avleiðing av uppskotinum um at leggja Landsskatta-,
Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndirnar saman.
Sí annars viðmerkingarnar til nr. 10.
Nr. 17
Ásetingin er umorðing og dagføring av galdandi reglum.
Nr. 18
Ásetingin um, at Stýrið í øllum førum skal krevja økisskrivstovuna og kommunalu
skattakærunevndina eftir øllum upplýsingum og áliti, tykist í besta fall at vera
óneyðug. Eftir vanligum fyrisitingarrætti skal eitt mál í øllum førum lýsast (nóg
mikið), áðrenn avgerð verður tikin (officialprinsippið).
Eftir § 17, stk. 3 í galdandi lóg kann kæra verða latin Landsskattakærunevndini, sjálvt um kommunala skattakærunevndin ikki hevur gjørt sín úrskurð, um meira enn 3 mánaðir eru lidnir, síðani kæran varð latin inn til kommunalu skattakærunevndina.
Eitt krav um, at Stýrið eisini í slíkum førum skal krevja kommunalu skattakærunevndina eftir áliti í málinum, er høpisleyst og sampakkar illa við endamálið, ið júst er at leypa kommunalu skattakærunevndina um, til tess at stytta viðgerðartíðina.
Ásetingin er tí at síggja sum ein ábót á lóggávuna.
Nr. 19
Ásetingin er nágreining av galdandi reglum.
Nr. 20
Ásetingin er ein avleiðing av uppskotinum um at leggja Landsskatta-,
Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndirnar saman.
Nr. 21
Endamálið við regluni er lutvíst at samla ásetingarnar í galdandi lóg, t.v.s.
§ 3, stk. 8, § 7, stk. 2 og § 20, stk. 3, í eina reglu, lutvíst at broyta skipanina
frá einari serligari til eina almenna fyrningarreglu fyri skattaálíkningar.
Eftir uppskotinum kunnu økisskrivstovurnar, Stýrið og Toll- og skattaráðið sum meginregla ikki gera, broyta ella taka upp aftur skattaálíkningar seinni enn tann 15. mars ávikavist tann 1. juni 4. árið eftir, at inntøkuárið er lokið. Er freistin longd, jbr. § 105 í skattalógni, verður freistin tó roknað frá tí degi, freistin er longd til. Ynskir skattgjaldarin, at skattaálíkningin verður broytt, skal hesin seinast 3 ár eftir, at inntøkuárið er lokið, leggja fram nýggjar upplýsingar, sum kunnu grundgeva broytingina.
Í § 25b eru nevnd undantøk til ásetingina í § 25a.
Sum heild eru undantøkini miðsavnað um viðurskifti, har antin skattgjaldarin ósekur er blivin skattsettur ov høgt, ella har myndugleikarnir ósekir hava skattsett skattgjaldarin ov lágt.
Undantøkini hava týdning fyri bæði lækkingar og hækkingar, men ávirka ikki vanligu fyrningarreglurnar fyri skattakrøv í 1908-lógini, sum vanliga merkir 5 ár frá gjaldkomutíð.
Avgerð um, hvørt treytirnar fyri fráviki eftir § 25b eru til staðar, verður tikin sum liður í vanligu líkningini. Avgerðin kann tí kærast eftir vanligu reglunum.
1. viðgerð 20. november 2002. Tingmálini nr. 25 og 26/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 22. november 2002 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 20. november 2002 er málið beint fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. november 2002. Nevndin hevur undir viðgerðini fingið skriv frá Toll- og Skattstovu Føroya, dagfest 20. november 2002 (skjal A). Í skrivinum sigur Toll- og Skattstova Føroya m.a.:
"Ynskiligt er at fáa gjørt eina lítla broyting í uppskotinum til løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting, hetta er løgtingmál nr. 25.
Talan er um eina broyting til § 2 um ígildiskomuna.
Ætlanin hevur verið, at nýggju §§ 25a og 25b bert skulu vera galdandi fyri álíkning v.m. av inntøkuárinum 2003 og eftirfylgjandi árum. Vit meta, at best hevði verið at nágreina hetta í orðingini av ígildiskomuni.
Tí verður skotið upp, at orðingin av § 2 verður soljóðandi:
"Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1-20 eru galdandi frá 1. januar 2003, meðan § 1, nr. 21 er galdandi fyri álíkning av inntøkuárinum 2003 og eftirfylgjandi árum."
Eisini hevði verið best at flutt tað, sum nú stendur í broyting nr. 22, til eina nýggja § 3 í uppskotinum. Hetta hoyrir jú ikki til § 25b."
Nevndin tekur undir við uppskotnu broyting til § 2, og setir fram broytingaruppskot samsvarandi.
Nevndin tekur av lógartekniskum grundum ikki undir við uppskotnu § 1, nr. 22. Í § 1, nr. 22 stendur: " Í givnum lógum og kunngerðum verða tær heimildir, ið Landsskatta-, Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndin hava, fluttar til Skatta- og avgjaldskærunevndina." Nevndin heldur, at allar tær lógir, sum umrøða Landsskatta-, Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevnd, eiga at verða broyttar samsvarandi og heitir tí á landsstýrið um at leggja lógaruppskot um hesar broytingar fyri tingið. Nevndin mælir tí til at strika § 1, nr. 22 og setir fram broytingaruppskot um hetta.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við framanfyri nevndu broyting og setir samsvarandi hesum fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
2. viðgerð 3. desember 2002. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Á tingfundi 11. desember 2002 løgdu tingmenninir Óli Breckmann, Vilhelm Johannesen, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Kári P. Højgaard fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð
A) Heitið á lógini verður broytt til: "Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broyting í skattakæruskipanini)"
B) Sum nýggj § 2 verður sett inn:
§ 2
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningskattalógin) verður í § 20, stk. 2 "Landsskattakærunevndina" broytt til: "Skatta- og Avgjaldskærunevndina".
C) Sum nýggj § 3 verður sett inn:
§ 3
Í løgtingslóg nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin) verða gjørdar hesar broytingar:
D) Sum nýggj § 4 verður sett inn:
§ 4
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 25. februar 2002, verður í § 32, stk. 3 "nevndina, sum er umrødd í § 35" broytt til: Skatta- og Avgjaldskærunevndina".
E) Sum nýggj § 5 verður sett inn:
§ 5
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 9. februar 2001, verður í § 27, stk. 1 "Tollkærunevndina" broytt til: "Skatta- og Avgjaldskærunevndina".
F) Sum nýggj § 6 verður sett inn:
§ 6
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutrygging v.m. (Rentutryggingarlógin) verður í § 7, stk. 3 "landsskattakærunevndina" broytt til: "Skatta- og Avgjaldskærunevndina".
G) § 2 í uppskotinum verður til § 7.
Viðmerkingar til broytingaruppskotið
Løgtingið feldi við 2. viðgerð § 1, nr. 22, har ásett varð, at í givnum
lógum og kunngerðum verða tær heimildir, ið Landsskatta-, Meirvirðisgjalds- og
Tollkærunevndin hava, fluttar til Skatta- og Avgjaldskærunevndina, tí at
fíggjarnevndin helt, at allar tær lógir, sum umrøða Landsskatta-, Meirvirðisgjalds-
og Tollkærunevnd, eiga at verða broyttar samsvarandi.
Undirritaðu tingmenn seta tí fram hetta broytingaruppskot, har skotið verður upp at gera broytingar í øllum teimum umrøddu lógunum.
Kunngerðir, ið verða útskrivaðar við heimild í løgtingslóg, sum leggja heimildir til Landsskatta-, Meirvirðisgjalds- og Tollkærunevndina, verða broyttar av landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá ið uppskotið til løgtingslóg er staðfest og kunngjørt av løgmanni.
3. viðgerð 11. desember 2002. Broytingaruppskot frá Óla Breckmann, Vilhelm Johannesen, Kristinu Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Kára P. Højgaard samtykt 27-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 100 frá 20.12.2002