17 Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
A.
Upprunauppskot
B. Tikið aftur
Ár 2002, 6. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
Kapittul 1
Endamál o. a.
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
§ 2. Landsstýrismaðurin kann skipa útbúgvingina ella partar av henni í samlestri við ella saman við øðrum útbúgvingum.
§ 3. Útbúgvingin hevur m.a. til endamáls,
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um endamálið við útbúgvingini.
§ 4. Útbúgvingin skal skipast soleiðis, at hon lýkur
altjóða krøv.
Stk. 2. Eftir lokna útbúgving hava tey lesandi rætt til løggilding.
Kapittul 2
Útbúgvingarskipan
§ 5. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at sínámillum
ávirkan verður millum kliniska og ástøðiliga undirvísing í einari samanhangandi
útbúgvingartilgongd.
Stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin er ásett at vara 4 ár og er býtt
sundur í lestrarhálvur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um tørvur er á tí, broyta
útbúgvingartíðina.
§ 6. Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin gevur rætt til
bachelorheiti.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um bachelorútbúgvingina.
Kapittul 3
Atgongd til útbúgvingina
§ 7. Atgongd til útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing er treytað av, at umsøkjari
Stk. 2. Leiðsla skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru
rokkin.
Stk. 3. Lesandi við serligum útbúgvingar- ella starvsligum fyritreytum kunnu
verða frítikin fyri partar av útbúgvingini.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um upptøku til útbúgvingina.
Kapittul 4
Innihald
§ 8. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útbúgvingina, m.a. um innihald, lestrarskipan, próvtøku, kærur um próvtøku, dygdarmenning, eftirmeting, rættindi og skyldur teirra lesandi, sbr. § 2, stk. 4 í kgl. anordning nr. 353 af 21.12.1959 om sygeplejersker.
§ 9. Skúlin skal við støði í teimum reglum, sum ásettar eru,
gera eina lesiætlan, sum neyvt lýsir innihald o.a. í útbúgvingini. Lesiætlanin skal
góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Skúlin eigur at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja
lesiætlanina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við
sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingini.
Kapittul 5
Skúlaskipan o. a.
§ 10. Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkendur av landsstýrismanninum.
§ 11. Kliniska undirvísingin fer fram á útbúgvingarstøðum, ið eru góðkend av skúlanum.
§ 12. Útreiðslurnar av ástøðiligu og klinisku undirvísingini
verða goldnar úr landskassanum.
Stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin er ókeypis fyri tey lesandi.
Stk. 3. Studningur kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi,
víðariútbúgving, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og til faklig
skeið.
Stk. 4. Skúlin veitir lesandi ráð, vegleiðing og fakliga hjálp eftir reglum,
sum landsstýrismaðurin ásetir.
§ 13. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi leiðslu
skúlans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann broyta leiðslubygnaðin, um útbúgvingin
verður skipað saman við øðrum skúla ella stovni, sbr. § 2.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv til leiðslu og
lærarar.
§ 14. Rektarin hevur ta námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av útbúgvingini sambært galdandi ásetingum.
Kapittul 6
Ráðsskipan
§ 15. Landsstýrismaðurin setir eitt ráð, sum í ummælum
sínum til landsstýrismannin viðger og gevur ráð í øllum málum um
sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina sambært teimum heimildum, tí eru givnar eftir §
16, stk. 6.
Stk. 2. Ráðið hevur eisini til uppgávu at ráðgeva skúlanum.
§ 16. Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár. Fyri hvønn
ráðslim verður ein tiltakslimur valdur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið skulu hava fakligt innlit í tey
viðurskifti, sum sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin fevnir um.
Stk. 4. Umframt ráðslimirnar taka rektarin, deildarleiðarin fyri
sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina og eitt umboð frá Mentamálaráðnum lut í
fundum ráðsins.
Stk. 5. Ráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á
ráðsfundum.
Stk. 6. Gjøllari reglur viðvíkjandi ráðnum verða ásettar av
landsstýrismanninum.
Kapittul 7
Kærur
§ 17. Avgerðir, sum skúlin tekur, kunnu kærast til
landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 4 vikur eftir, at tann, sum kærir, hevur
fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig
viðurskifti tala fyri tí.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um kærumøguleikarnar.
§ 18. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin eftir § 17 kann leggjast til kærunevnd.
Kapittul 8
Gildissetan o.a.
§ 19. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd,
og hevur virknað fyri lesandi, sum fara undir útbúgvingina eftir 1. februar 2003.
Stk. 2. Reglurnar í Bekendtgørelse nr. 653 af 17. juli 1992 for Færøerne om
sygeplejeuddannelsen eru tó galdandi fyri lesandi, sum eru byrjað
sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina áðrenn 1. februar 2003.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um ískoytisútbúgving fyri
sjúkrarøktarfrøðingar útbúnir eftir eldri lógum. Ískoytisútbúgvingin gevur sama
førleika og rættindi sum útbúgvingin eftir hesi lóg
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Tað eru tvær høvuðsorsøkir til, at uppskotið verður sett fram. Í fyrra lagi at skúlamál endaliga eru yvirtikin sum føroyskt sermál. Hetta ger tað í sjálvum sær neyðugt við føroyskari lóggávu á økinum. Í øðrum lagi er sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin í Danmark broytt, soleiðis at støðið undir donsku løggildingini (autorisatiónini) er munandi broytt. Hetta merkir, at føroysku reglurnar skulu endurskoðast, innihaldið nútímansgerast og støðið hækkast, soleiðis at vit framhaldandi kunnu fáa løggilding. Endamálið er eisini at broyta útbúgvingina soleiðis, at hon er fult á hædd við samsvarandi útbúgvingar í Evropa. Tað skal tryggja, at sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava prógv frá Sjúkrasystraskúla Føroya, eisini fáa løggilding, sum hevur altjóða gildi.
Galdandi lóggáva
Eftir at skúlamál eru yvirtikin 1. januar 2002, er uppskot um broyting av § 2 í "lov om sygeplejersker" ávegis í tingið frá Almanna- og heilsumálastýrinum. Sambært tí broytingaruppskotinum er tað nú landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, sum ásetir reglur fyri útbúgvingina, og fer hetta fram í samráð við danska heilsumálaráðið. Av tí at heilsumál ikki eru yvirtikin, verður tað danska Heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen), sum framhaldandi sambært nevndu fyriskipan gevur sjúkrarøktarfrøðingum við prógvi frá Sjúkrasystraskúla Føroya løggilding. Hetta heldur fram til málsøkið heilsumál verður yvirtikið, helst í 2006.
Nýskipan við uppskotinum
Sum nakað nýtt verður nú ásett í lógini, at sjúkrarøktarfrøðingur eftir lokið prógv fær bachelorheiti í røktarfrøði (Bachelor of Science in Nursing). Í Danmark fáa sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava fingið útbúgving eftir nýggju lógini, heitið Professions Bachelor, í Íslandi fáa tær heitið Bachelor of Science in nursing og í Svøríki kandidatsheiti. Hetta merkir í stuttum, at førleikakrøvini verða økt, og at skúlin fær støðu sum hægri lærustovnur. Sum hægri lærustovnur kann skúlin fáast við vísindaliga gransking í granskingarevnum, sum hava við heilsuvísindi at gera. Hetta merkir eisini, at neyðugt verður við einari kunngerð um bachelor.
Hugsað hevur verið um at knýta føroyskar lærustovnar, ið geva prógv á akademiskum støði sum t.d. bachelor og harvið kunnu granska, til Fróðskaparsetur Føroya. Við hesum í huga er sett í lógaruppskotið, at skúlin kann samstarva við aðrar skúlar/stovnar, og at landsstýrismaðurin fær heimild at knýta skúlan til aðrar skúlar/stovnar, ella um faklig fyrilit tala fyri hesum, kunna skúlarnir/stovnarnir leggjast saman.
Skiftisskipan
Í Danmark kom nýggja kunngerðin um sjúkrarøktarfrøðingaútbúgving í
gildi 1. september 2001. Sjúkrasystraskúli Føroya hevur fingið loyvi frá danska
heilsustýrinum, soleiðis at tey lesandi, ið byrjaðu útbúgvingina í september 2001,
kunnu fáa danska løggilding. Umráðandi er, at føroyska lóggávan verður dagførd
nú, soleiðis at tey, ið byrja 1. februar 2003 ella seinni, kunnu vera vís í at fáa
løggilding og eina útbúgving, sum er dagførd samanborin við onnur norðurlond.
Samandráttur
Ummæli
Tá hoyringsfreistin var farin, vóru viðmerkingar komnar frá:
Viðvíkjandi 1
Ongar viðmerkingar til lógaruppskotið, men Almanna- og heilsumálastýrið ynskir
ávirkan á kunngerðararbeiði í sambandi við lógina. Heilsumálaráðið hevur
fingið ein lim í arbeiðsbólkin, sum skal gera kunngerðirnar.
Viðvíkjandi 2
Felagið vísir á smærri málsligar og tekniskar broytingar, sum ikki vóru tiknar
til eftirtektar.
Felagið vísir á, at tað, sum spart verður í næmingalønum, eigur at verða lagt
oman á lønina hjá limum felagsins.
Annars er felagið væl nøgt við uppskotið.
Viðvíkjandi 3
Ongar viðmerkingar.
Viðvíkjandi 4
Lærararáðið metir, at tað ikki er samsvar millum heitið og innihaldið í
bachelor. Ikki tikið til eftirtektar.
Víst verður á tvær "málsligar" dagføringar. Tikið til eftirtektar og lógaruppskotið broytt í samsvar við ynskið.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
a) Fíggjarligar avleiðingar
Í eini skiftistíð (5-6 ár) fer Sjúkrasystraskúla Føroya at tørva fígging til
umleggingarvirksemi, ið fevnir um:
Sambært uppskotinum fara lesandi, ið fylgja tí nýggju útbúgvingarskipanini, at fáa útbúgvingarstuðul (ÚS) og ikki løn, sum tær fáa undir verandi skipan. Verandi sjúkrarøktarfrøðingaútbúgving tekur 3 ár og 9 mánaðir, og í 2002 verða lønarútreiðslurnar til tey lesandi umleið 10.033.000 kr. Nýggja sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin tekur 4 ár, og av tí at tey lesandi sambært uppskotinum fáa útbúgvingarstuðul, so verður útreiðslan uml. 6 mió kr.
Umleggingin kann annaðhvørt fíggjast við eykajáttan ella við rakstaravlopinum, ið kemur av, at lønarútreiðslurnar til lesandi stigvíst minka, so hvørt sum verandi útbúgvingarskipan fellur burtur. Fíggjarjáttanin hjá Sjúkrasystraskúla Føroya verður sambært hesum óbroytt í skiftistíðini og verður endurskoðað og dagførd aftaná, at umleggingin er framd.
Á niðanfyri standandi talvu síggjast fíggjarligu avleiðingarnar fyri Sjúkrasystraskúla Føroya. Útrokningargrundarlagið er, at lesandi, ið fylgja nýggju sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingini, fáa útbúgvingarstuðul ístaðin fyri løn (lønarupphæddirnar eru ásettar við støði í fíggjarætlan skúlans fyri 2002).
Sjúkrasystraskúli Føroya hevur í fíggjarætlanini fyri 2002 tikið við útreiðslur til víðariútbúgving. Hetta, saman við tí, at lesandi eftir nýggju skipanini byrja 1. februar 2003, ger, at fíggjarætlanin hjá Sjúkrasystraskúla Føroya fyri 2002 verður óbroytt, og fíggjarárið 2002 er tískil ikki tikið við í talvuni.
b) Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur.
c) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.
d) Avleiðingar fyri umhvørvið
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.
e) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar
avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.
f) Avleiðingar fyri ávísar felagsskapir
Tey lesandi eru í dag limir í Sjúkrasystrafelag Føroya (nú broytt til
"Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar") og fáa sambært galdandi
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Sjúkrasystrafelag Føroya løn í
lestrartíðini. Eftir uppskotinum fara tey lesandi at fáa útbúgvingarstuðul á sama
hátt sum onnur lesandi.
g) Avleiðingar fyri millumtjóða sáttmálar
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.
h) Avleiðingar í talvu:
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar | Fyri pláss/øki í landinum | Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar | Ja | Nei | Nei | Ja | Nei |
Umsitingarligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei
|
|
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1.
Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri og bera útreiðslurnar til at
útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina og eftirlitið
við útbúgvingini.
Til § 2.
Landsstýrismaðurin kann skipa útbúgvingina ella partar av henni í samlestri við
ella saman við øðrum útbúgvingum. Samstarv millum t.d. Sjúkrasystraskúlan,
Læraraskúlan og Fróðskaparsetrið kundi givið øllum pørtum fyrimunir og nýggjan
íblástur. Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta, hvussu víðfevnandi
samstarvið skal vera, og hann kann eisini skipa alla útbúgvingina saman við øðrum
stovni/ skúla.
Til § 3.
Endamálið við útbúgvingini er at gera tey lesandi før fyri at virka á
sjúkrahúsi, í primeru røktini, á ellis- og røktarheimum og øðrum stovnum eftir
lokna útbúgving. Útbúgvingin skal lagast til tørvin í Føroyum, men samstundis geva
útbúnu sjúkrarøktarfrøðingunum møguleika at virka uttanlands og at fara undir
framhaldslestur.
Landsstýrismaðurin útgreinar endamálið við útbúgvingini í kunngerð.
Til § 4.
Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingarnar í grannalondum okkara eru umskipaðar
seinastu árini soleiðis, at støðið er hækkað, og sjúkrarøktarfrøðingarnir hava
atgongd til at taka hægri útbúgving ínnan ávís øki. Ætlanin við uppskotinum er at
geva føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum sama møguleika fyri arbeiði og
framhaldsútbúgving á hægri lærustovnum, sum sjúkrarøktarfrøðingar útbúnir í
útlondum. Tað er ásett í § 4, at útbúgvingin til einhvørja tíð skal lúka somu
krøv, sum altjóða samfelagið herímillum eisini ES setir til útbúgvingina.
Innihaldið skal tí dagførast, tá altjóða krøv til útbúgvingina verða broytt.
Krøvini til útbúgvingina verða ásett í samráð við løggildingarmyndugleikan.
Til § 5
Í mun til verandi útbúgving er útbúgvingartíðin longd við 3 mánaðum og er
soleiðis ásett at vara 4 ár. Útbúgvingin er býtt sundur í lestrarhálvur, og
skúlin hevur ábyrgdina av at samskipa kliniska og ástøðiliga partin av
undirvísingini í eina samanhangandi útbúgvingartilgongd. Útbúgvingin verður skipað
soleiðis, at krøvini til tey lesandi eru hækkandi ígjøgnum útbúgvingartilgongdina.
Innihald og krøv verða ásett sambært galdandi ES krøvum, og øll útbúgvingin skal
samsvara 240 ECTS-stigum (European Credit Transfer System). Eitt lestrarársverk er 60
ECTS-stig.
Til § 6
Bachelor heitið hevur týdning fyri og lýsir støði í útbúgvingini. Bachelor
heitið gevur teimum útbúnu sjúkrarøktarfrøðingunum størri møguleika í sambandi
við framhaldsútbúgvingar. Bachelor heitið hevur m. a. við sær,
Føroyar eru tað seinasta av norðurlondum, sum skipa sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina eftir nýggju krøvunum.
Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvørji krøv verða sett til bachelor heitið.
Til § 7.
Formliga upptøkukravið til umsøkjara er prógv á studenta-, HF- ella líknaði
støði, men umsøkjarar, sum hava annað prógv ella hava vinnulívsroyndir o.t., kunnu
verða tiknir upp eftir regluni sbrt. § 7, stk. 1 nr. 2. Í ítøkiligum málum er tað
leiðsla skúlans, sum við grundarlagi í reglum landsstýrismansins ger av, um krøvini
til upptøku eru rokkin.
Til § 8
Ein høvuðskunngerð skal skipa viðurskiftini viðvíkjandi innihaldi,
próvtøkuskipan, viðurskifti teirra lesandi, kærumøguleikum o.ø.
Útbúgvingin er í 8 lestrarhálvum, og mælt verður til, at tey lesandi fáa stuðul frá Stuðulsstovninum undir allari útbúgvingini. Hetta er ein staðfesting av, at bæði í kliniska og ástøðiliga partinum eru tey lesandi undir útbúgving og eru ikki ein normeraður partur av arbeiðsorkuni á praktikkstaðnum.
Til § 9
Við støði í kunngerðum o.ø. skal skúlin gera eina lesiætlan, sum ítøkiliga
lýsir innihaldið og onnur viðurskifti í útbúgvingini. Landsstýrismaðurin
góðkennir lesiætlanina. Skúlin hevur skyldu at fylgja við í neyðugum dagføringum
og broytingum í útbúgvingum av sjúkrarøktarfrøðingum í útlondum.
Til § 10
Eingin viðmerking.
Til § 11
Endamálið við klinisku undirvísingini er at fáa samband millum praktiska og
ástøðiliga partin av útbúgvingini. Kliniska undirvísingin fer fram á góðkendum
útbúgvingarstøðum innan almanna- og heilsuverkið og øðrum góðkendum støðum
innan- og uttanlands. Undirvísingin, sum tann lesandi fær á útbúgvingarstaðnum, skal
veitast av starvsfólki, ið hevur neyðugan førleika. Skúlin vegleiðir
útbúgvingarstøðini um tilrættaleggingina av undirvísingini. Tey klinisku
útbúgvingarstøðini gera í samráð við skúlan eina undirvísingarætlan.
Sjúkrasystraskúlin samskipar klinisku undirvísingina og góðkennir
útbúgvingarstøðini.
Til § 12
At landskassin ber útreiðslurnar av sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingini merkir,
at undirvísingin er ókeypis fyri lesandi.
Skúlanum er heimilað at bera útreiðslur til víðariútbúgving, eftirútbúgving, skeið og útbúgving av lestrarvegleiðarum. Komandi árini er stórur tørvur á at menna førleikan hjá leiðslu, starvsfólki og lestrarvegleiðarum, í sambandi við at fakliga støðið er munandi hækkað eftir nýggju lógini. Tað er neyðugt at nýta lutvíst stóra játtan til hesi endamálini komandi árini.
Til § 13
Við leiðslu skúlans er her at skilja rektarin og deildarleiðarin fyri
sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina.
Landsstýrismaðurin ásetir førleikakrøvini til leiðslu og lærarar. Í reglunum verður ásett ein skiftistíð, har lærarar hava møguleika at taka neyðugar víðariútbúgvingar og eftirútbúgvingar fyri at lúka endaligu førleikakrøvini.
Til § 14
Rektarin hevur ábyrgd av virkseminum mótvegis landsstýrismanninum.
Til §§ 15 og 16
Ráðið skal í virki sínum ráðgeva, koma við nýggjum íblástri til
útbúgvingina, og sum heild vera við til at menna skúlan. Tað skal fylgja við í tí,
sum fyriferst á útbúgvingarøkinum, og vera ein stuðul fyri skúlan og
landsstýrismannin. Skúlans leiðsla kann heita á ráðið um at viðgera ávísar
spurningar í sambandi við útbúgvingina. Ráðið hevur ikki fyrisitingarlig rættindi.
Til §§ 17 og 18
Kærur um avgerðir skúlans í málum viðvíkjandi útbúgvingini, undirvísingini,
próvtøkunum og øðrum skúlaviðurskiftum skulu sendast til rektaran, sum beinanvegin
sendir kæruna til landsstýrismannin saman við egnum viðmerkingum ella til eina
kærunevnd, um so er, at landsstýrismaðurin sbrt. § 18 í lógaruppskotinum hevur lagt
avgerðir í kærumálum til slíka kærunevnd.
Til § 19
Lógin fær sambært uppskotinum gildi dagin eftir, at hon er lýst, men fær bara
virknað fyri lesandi, sum fara undir útbúgvingina eftir 1. februar 2003. Lesandi á
sjúkrasystraskúlanum, ið eru tikin inn áðrenn 1. februar 2003, ganga eftir gomlu
skipanini, sum er skipað sambært kunngerð nr. 653 frá 17. juli 1992, sum hevur heimild
í "kgl. anordning nr. 353 fra 21.12.1959 om sygeplejersker".
Landsstýrismaðurin kann víkja frá kunngerð nr. 653 frá 17. juli 1992, tá talan er
um skúlaviðurskifti, sum eru ásett í hesi lóg.
Fyri eisini at geva Sjúkrarøktarfrøðingum, sum hava fingið útbúgving eftir eldri reglum, møguleika at dagføra sína útbúgving, er ásett, at landsstýrismaðurin skal hava møguleika til at gera reglur um og seta í verk slíka ískoytisútbúgving/eftirútbúgving.
Á tingfundi 12. november 2002 boðaði formaðurin frá, at uppskotssetarin, Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, við skrivi, dagfest 12. november 2002, hevur tikið málið aftur.