ALS

 

15  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð
J. Álit II
K. Framhaldandi 3. viðgerð
L. Orðaskifti við framhaldandi 3. viðgerð

Ár 2002, 6. november, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

U p p s k o t
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

§ 1.

  1. Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, verður %-satsurin í § 16, stk. 1 og stk. 2 hækkaður frá 70% til 80%.

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003. 

Viðmerkingar:
Tá ALS fór at virka í 1992, var tað ein stórur fíggjarligur bati fyri nógvar løntakarar, ið frammanundan bara høvdu forsorgarlógina at dúva uppá, um inntøkugrundarlagið hvarv orsakað av arbeiðsloysi. Kreppan var tá longu byrjað at gera um seg, og fleiri og fleiri gjørdust arbeiðsleys. Skjótt gjørdist greitt, at ALS-skipanin ikki megnaði at halda sínar skyldur mótvegis teimum, ið lúkaðu treytirnar fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul, og nógv tiltøk vórðu sett í verk fyri at tryggja teimum útgjaldið. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum máttu rinda munandi meir, enn upprunaliga ætlað, og landskassin læt milliónaupphædd í skipanina, umframt at politisk avgerð varð tikin um at læna skipanini av fænum hjá arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

Soleiðis hutlaði ALS seg gjøgnum tey fyrstu árini, og skipanin gjørdi sítt til, at katastrofala støðan, ið tá var í samfelagnum, ikki gjørdist uppaftur verri fyri mong, ið vóru arbeiðsleys. Seinastu árini er støðan í samfelagnum batnað munandi. Arbeiðsloysi hevur verið støðugt minkandi, og ALS hevur megnað at leggja munandi til síðis, samstundis sum gjaldið frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum er minkað. Stýrið í ALS hevur boðað frá, at gjaldið frá hvørjum av pøtunum frá 1. januar 2003 verður 0,5%.

Frá byrjan í 1992 og til 1996 vóru útgjaldingarnar hjá ALS størri enn inntøkurnar. Frá 1996 og til dagin í dag hava inntøkurnar verið væl størri enn útreiðslurnar, og roknað verður við, at ALS hevur lagt uml. 470-480 milliónir til síðis tann 31. desember í ár.

Hóast góðar tíðir seinastu árini og rúmar fíggjarligar ræsur hjá ALS, er útgjaldið ikki hækkað yvirhøvur og er enn á sama støði, sum tá skipanin fór at virka í 1992. Tað skuldi ikki verið neyðugt át víst á, hvussu nógv skal til í dag fyri at svara hvørjum sítt, og at fólk, ið missa arbeiði, verða straffaði dupult. Fyrst eina ferð við at missa arbeiði og inntøkugrundarlagið, fyri síðan bara at kunna fáa 70 % av eini arbeiðaraløn í arbeiðsloysisstuðli. Arbeiðsloysisstuðulin er eisini avmarkaður við tað, at útgjaldið í mesta lagi er 70 % av tí, ið verður goldið tímaløntum fyri fulla starvstíð í normalarbeiðstíðini vanligar arbeiðsdagar. Tað, ið løntakarar harumframt hava roynt at forvunnið við møguligum yvirarbeiði á kvøldi og í vikuskiftum, ella fáa í hægri løn, fáa teir einki endurgjald fyri, og er tí veruligi inntøkumissurin hjá nógvum, ið gerast arbeiðsleys, nógv størri enn tann upphædd, ið arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður av.

Javnaðarflokkurin heldur ikki, at tað er sømiligt, at munur verður gjørdur á fólki, ið eru foraði í at vera á arbeiðsmarknaðinum, og at tíðin nú er komin til at bøta um fíggjarligu korini hjá arbeiðsleysum. Sjúkradagpeningahámarkið er 80% av eini arbeiðaraløn, og tey, ið eru foraði í at arbeiða orsakað av sjúku ella barnsburði, kunnu fáa upphædd svarandi til 80 % av eini arbeiðaraløn í forsorgarveiting. Tí skjóta vit upp, at ALS-útgaldið verður hækkað úr 70 % til 80 %. Verður uppskotið samtykt, hækkar útgjaldshámarkið, ið kann veitast í forsorgarhjálp orsakað av arbeiðsloysi, samsvarandi.

Kostnaður
Verður útgjaldshámarkið í lógini um ALS hækka við 10 %, merkir hetta, at vøksturin í útgjaldinum frá 70 % til 80 % verður 14,3%. Í 2001 vóru 60 mió útgoldnar arbeiðsleysum, og roknað verður við áleið somu upphædd í ár. Verður útgjaldið hækkað við 10%, økir hetta um útreiðslurnar hjá ALS við uml. 8,6 mió í 2003, um talið á arbeiðsleysum verður óbroytt.

Harumframt verða útreiðslurnar til forsorgarhjálp øktar við í mesta lagið 1,7 mió í 2003.Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 metir landsstýrið, at útreiðslurnar til forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi verða 12 mió.

1. viðgerð 12. november 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. november 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 6. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. og 28. november 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri stýrið og leiðsluna fyri Arbeiðsloysisskipanina.

Nevndin hevur í síni støðutakan til uppskotið býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen) vísir á, at landsstýrismaðurin ætlar at seta eina nevnd at endurskoða alla arbeiðsloysisskipanina og heldur tí ikki, at einstakar broytingar eiga at verða gjørdar í skipanini, áðrenn hetta arbeiðið er liðugt. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin í nevndini (Henrik Old og Gerhard Lognberg) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Minnilutin leggur dent á, at umboðið fyri Føroya Arbeiðarafelag í stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina á fundi í vinnunevndini tók undir við, at útgjaldið úr skipanini verður hækkað.

2. viðgerð 3. desember 2002. Uppskot frá tingmonnunum Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Heina O. Heinesen um at beina málið aftur í nevnd fall 9-1-20. §§ 1 og 2 samtyktar 16-1-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. desember 2002. Uppskot frá Kaj Leo Johannesen  um at beina málið aftur í nevnd samtykt 25-0-7. Málið beint aftur í vinnunevndina, sum tann 14. januar 2003 legði fram soljóðandi

Álit II

Løgtingið beindi við 3. viðgerð 11. desember 2002 málið aftur í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 9. januar 2003.

Fyri at fáa staðfest, um tað nú er ætlanin at endurskoða alla arbeiðsloysisskipanina sum eina heild, ella um ætlanin er at gera einstakar broytingar, t.e. viðvíkjandi Als-inngjaldinum, áðrenn hetta arbeiðið er liðugt, hevur nevndin havt fund við umboð fyri stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina og við landsstýrismannin í vinnumálum. Nevndin hevur eisini fingið avrit av samskiftinum millum løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum viðvíkjandi Als-inngjaldinum og av skrivum, ið stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina hevur sent Vinnumálastýrinum viðvíkjandi hesum og viðvíkjandi endurskoðan av Arbeiðsloysisskipanini.

Vinnunevndin hevur fingið staðfest, at ætlanin er at endurskoða alla arbeiðsloysisskipanina sum eina heild.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen) vísir til sínar viðmerkingar í fyrra álitinum í málinum. Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin í nevndini (Henrik Old og Gerhard Lognberg) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Minnilutin vísir til sínar viðmerkingar í fyrra álitinum í málinum, men leggur afturat, at hevur tað verið neyðugt at hækka útgjaldið frá Als, er tað uppaftur meira neyðugt nú, tá eyka skattur er lagdur á øll, við m.a. 500 kr. í sjórvarpsghjaldi, umframt 1. kr. pr. litur mjølk. Hetta eru upphæddir, ið eisini tey, ið eru arbeiðsleys skulu gjalda frá nú av, og tí er uppaftur meira neyðugt at hækka útgjaldið.

Framhaldandi 3. viðgerð 15. januar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, fall 6-0-23. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.