Bummgjald mvg-frítt

 

13  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Tikið aftur (Orðaskifti)

Ár 2002, 16. oktober, løgdu tingmenninir Marjus Dam og Jóanis Nielsen fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992
um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 25. februar 2002, verður í § 12, stk. 1 sett sum nýtt litra o: "O. Gjald fyri nýtslu av undirsjóvartunlum."

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi 26. november 2002.

Viðmerkingar:
Í Mvg lógini er tann grundregla galdandi, at fólkaflutningur er mvg fríur, eins og flutningur av akførum við strandferðsluni innanoyggja.

Við Vágatunlinum, sum í næstum verður latin upp fyri flutningi, fáa vit eina nýggja ferðsluskipan, nevniliga at ferðast undir sundum og firðum. Henda skipan var ikki til, tá mvg lógin fekk gildi.

Fyri at javnseta tær ymsu ferðsluskipanirnar verður tí skotið upp, at bummpengarnir verða mvg fríir.

Sum kunnugt er tað eitt alment partafelag, sum eigur allan partapeningin í Vágatunlinum, og er hetta felag mvg skrásett. Skotið verður tí upp, at broytingin í mvg lógini verður gjørd í § 12 og ikki í § 2, har heimildin fyri mvg frítøku av fólkaflutingi v.m. er at finna.

Um mett verður, at inntøkurnar hjá felagnum verða 16 mió kr. árliga og rakstarútreiðslurnar 7 mió kr. sum mett, førir uppskotið við sær ein inntøkumiss fyri landskassan upp á kr. 2,25 mió kr. árliga.

1. viðgerð 23. oktober 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 6. november 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Løgtingsmenninir Marjus Dam og Jóanis Nielsen hava lagt málið fram tann 16. oktober 2002, og eftir 1. viðgerð tann 23. oktober 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið saman við løgtingsmáli nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og hava bæði málini fingið somu viðgerð. Víst verður á álitið í løgtingsmáli nr. 14/2002.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Óli Breckmann, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Vilhelm Johannesen og Kári P. Højgaard) vísir á løgtingsmál nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) tekur í fyrsta lagi undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja fyriliggjandi uppskot. Í øðrum lagi tekur minnilutin undir við løgtingsmáli nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Á tingfundi 8. november 2002 boðaði annar av uppskotssetarunum, Marjus Dam, løgtingsmaður, frá, vegna seg sjálvan, at málið verður tikið aftur.