IRF

 

7  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um striking av skuld til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
C. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 24. september, legði Gerhard Lognberg,  løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um striking av skuld til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 89 frá 6.mai 1993 um striking av skuld hjá Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 24. mars 1994, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Heitið verður orðað soleiðis: "Løgtingslóg um gjaldsskáa og striking av skuld hjá Interkommunala Renovasjónsfelagsskapinum"
  2. Sum nýtt stk. 2 verður sett:
    "Stk.3. Veðhaldsútlegg landskassans sbr. løgtingslóg nr. 29 frá 5. mai 1981 um veðhald fyri láni til Interkommunala Renovasjónsfelagsskapin, sum skipað eru um til lán nr. 300936 í Gjaldsstovuni, saldo pr. 31. juli 2002 kr. 56.996.330,64, verða rentu- og avdráttarfrí fram til 31. desember 2009."
  3. Í stk. 2, sum hereftir verður stk. 3, verður orðið "Strikingin" broytt til "Sømdirnar í stk. 1 og 2".

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.

Viðmerkingar:
IRF hevur eina samlaða skuld upp á umleið 97 mió kr. Av hesum er skuldin til Landskassan 58,6 mió kr. Við verandi lánum og rakstri klárar IRF at svara hvørjum sítt.

Eins og alt samfelagið hevði IRF eina tunga fíggjarliga tíð ein stóran part av 90-unum, tá felagsskapurin bara hevði verið virkin í nøkur fá ár. Burðurin var tungur, so eingin møguleiki var at gera fleiri av teimum íløgunum, sum longu tá stóðu fyri framman.

Nógv ferð hevur verið á búskapinum seinastu árini, so tørvurin at gera íløgur í bilar, bingjur og aðra útgerð hevur verið stórur. Íløgur skulu eisini gerast fyri at halda verandi umhvørviskrøv á spilloljuverkinum á Kambsdali og jarnplássinum á Gjánoyri.

Harafturat hevur IRF í vár fingið fráboðan frá umhvørvismyndugleikunum um, at roykreinsingin á brennistøðini skal vera á ES–støði í seinasta lagi við ársenda 2005. Hesar íløgur eru tilsaman mettar til einar 35-40 mió kr.

Brenniovnurin skal eftir ætlan skiftast út í 2009, og verður henda íløga mett til 90 mió kr. Samanlagt hevur IRF ein íløgutørv næstu 7-8 árini upp á einar 180 mió kr.

ES-londini hava gjørt eina ætlan um burturkast, sum leggur dent á:

Tað verður ikki mett ráðiligt fyri okkum sum land bara at útbyggja brenniorkuna, og tí leggur IRF stóran dent á endurnýtslu. Mett verður, at við einari vælskipaðari endurnýtslu av pappíri og plasti í øllum landinum eru báðar brennistøðirnar nóg stórar fram til 2010.

Verður fíggjarætlanin hjá IRF fyri 2003 ikki samtykt fyrst í oktober, er vandi fyri, at felagsskapurin steðgar upp. At hetta fer at hava sera álvarsligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið, er eingin ivi um, og tí má tað ikki henda.

Fyri at dagføringin av IRF ikki skal steðga, samstundis sum IRF fær høvi til at nøkta framtíðar umhvørviskrøv, fari eg at heita á Løgtingið um at samtykkja, at lánið upp á 58,6 mió kr, sum IRF hevur hjá Føroya Landsstýri, verður fryst í 9 ár.

1. viðgerð 15. oktober 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 6. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 24. september 2002, og eftir 1. viðgerð tann 15. oktober 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur nevndin undir viðgerðini havt fund við Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin, kommunalu brennistøðina í Tórshavn, Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Eyðun Elttør, landsstýrismann í umhvørvismálum, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í kommunumálum. Saman við landsstýrismonnunum vóru umboð fyri avvarðandi ráð á fundi við nevndina.

Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum upplýsti nevndini, at hann hevur sett eina nevnd at viðgera m.a. ábyrgdarbýtið í samband við burturkast. Arbeiðssetningurin hjá nevndini er m. a.:

Í nevndini eru tveir limir umboðandi Kommunusamskipan Føroya, tveir umboða Føroya Kommunufelag, ein limur frá Fíggjarmálaráðnum, ein frá Løgmálaráðinum og ein limur frá Oljumálaráðnum, ið er formaður í nevndini.

Ein samd nevnd gongur út frá, at landsstýrismaðurin skundar undir arbeiðið, so at niðurstøðan kann verða grundarlag fyri eini felags loysn í eini fíggjarliga rationellari burturbeining av øllum ruski, og at vit lúka øll neyðug umhvørviskrøv.

Mamy Dahl Sørensen vísir á, at sjálvt um málið eitur "Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um striking av skuld til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin", so mælir uppskotið ikki til at strikað skuld hjá IRF, men at lánið upp á 58,6 mió kr, sum IRF hevur hjá Føroya Landsstýri, verður fryst í 9 ár. Mamy Dahl Sørensen tekur í fyrsta lagi undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot Javnaðarfloksins. Í øðrum lagi verður tikið undir við viðmerkingini frá samdari nevnd.

2. viðgerð 11. februar 2003. §§ 1 og 2 fullu 7-0-24. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.