Eykajáttan

 

1-4  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002-2

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 30. september, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi   

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri september 2002-2 

Almennar viðmerkingar 

Hjálagt er triðja eykajáttanaruppskot frá landsstýrinum, sum lagt verður fyri Løgtingið fyri fíggjarárið 2002. Samlaði kostnaðurin av hesum uppskoti er 12 mió. kr.

Samlaðu eykajáttanirnar, íroknað fíggjarnevndarskjøl, hava higartil í ár verið 25.454 tús. kr.

Á § 8 verður biðið um 12 mió. kr. til útbyggingina á Landssjúkrahúsinum. 

Høvuðsyvirlit

wpe1.jpg (53223 bytes)

§8. Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

12.000

12.000

-

 

Heilsumál

12.000

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.

12.000

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.

8.20.3.08. Landsjúkrahúsið, útbygging (Løgujáttan)

J

35.000

-

EYJ

12.000

-

Viðmerkingar 

8.20.3.    Sjúkrahúsverkið v.m.

8.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (Løgujáttan)

Orsøkin til, at søkt verður um eykajáttan til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, er ikki, at byggingin er vorðin dýrari enn upprunaliga ætlað. Roknað verður við, at kostnaðurin liggur innanfyri karmarnar, ið vóru ásettir, tá farið varð í gongd við útbyggingina. Trupulleikin er, at útreiðslurnar hava ikki fylgt fíggjarárinum.

Tilboðið upp á tað arbeiðið, ið skuldi gerast í 2001 (betongarbeiði og inniloking), var nógv lægri enn væntað. Harumframt tóku ymsar fyrireikingar longri tíð enn ætlað, so tann setti arbeiðssetningurin fyri 2001 varð ikki rokkin. Av hesi orsøk vórðu 6 mió. kr. av játtanini í fíggjarárinum 2001 ikki brúktar.

Í hesum fíggjarárinum hevur verið neyðugt at framskunda útskiftingina av neyðgeneratorinum, tí at verandi neyðgeneratorur gekk fyri og kundi ikki umvælast aftur. Hetta hevur viðført eina meirútreiðslu í fíggjarárinum 2002 á gott 6 mió. kr. Henda útskifting skuldi eftir ætlan verið framd í fíggjarárinum 2004. Afturat hesum hevur arbeiðið gingið nakað skjótari enn mett.

Játtanin í hesum fíggjarárinum verður uppi væl áðrenn árslok. Um byggingin ikki skal steðga, er neyðugt við einari eykajáttan, áljóðandi íalt 12 mió.kr.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

35.000

12.000

47.000

10. Landssjúkrahúsið

     
       

Útreiðslur

35.000

12.000

47.000

31. Bygging og løguframleiðsla

35.000

12.000

47.000

       

1. viðgerð 10. oktober 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 23. oktober 2002 legði fram soljóðandi 

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 30. september 2002, og eftir 1. viðgerð tann 10. oktober 2002 er málið beint fíggjarnevndini. 

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10., 16. og 23. oktober 2002.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Bill Justinussen, landsstýrismann í familju- og heilsumálum, og Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum.

Saman við landsstýrismanninum í familju- og heilsumálum vóru umboð fyri Trivnaðarmálaráðið, stjórin á Landssjúkrahúsinum, limir í bygginevndini fyri útbyggingini av Landssjúkrahúsinum og leiðarin á byggideild Landsverksfrøðingsins á fundi við nevndina.

Saman við landsstýrismanninum í vinnumálum vóru umboð fyri Vinnumálaráðið og leiðarin á byggideild Landsverksfrøðingsins á fundi við nevndina. Útbyggingin av Landssjúkrahúsinum er undir byggiumsiting landsins, ið er stovnur undir Landsverkfrøðinginum, sum er málsøki hjá Vinnumálaráðnum. Landsverkfrøðingurin hevur ræðisrættin á játtanini.

Upplýst verður í viðmerkingunum, at neyðugt hevur verið í hesum fíggjarárinum at framskunda útskiftingina av neyðgeneratorinum, tí at verandi neyðgeneratorur gekk fyri og kundi ikki umvælast aftur. Hetta hevur havt við sær eina meirútreiðslu í fíggjarárinum 2002 upp á góðar 6 mió kr. Henda útskifting skuldi eftir ætlan verið framd í fíggjarárinum 2004, men við hesi játtan slepst undan at játta peningin tá.

Upplýst er fyri nevndini, at neyðgeneratorurin er partur av útbyggingarverkætlanini, men fíggjarnevndin er av teirri áskoðan, at tá tað gjørdist greitt, at neyðugt var at framskunda útskiftingina av neyðgeneratorinum, átti at verðið biðið um eykajáttan til hetta arbeiðið beinanvegin.

Nevndin vísir á, at um útbyggingin av Landssjúkrahúsinum støðgar upp nú vegna væntandi játtan, kemur hetta at dýrka byggingina við fleiri 10 tals milliónum krónum.

Nevndin ásannar, at talan er um eina eykajáttan til íløgur og ikki til meirnýtslu til rakstur.

Ein samd nevnd mælir til at játta upphæddina, tí nýtt neyðaggregat verður goldið fyri nú til gamla og nýggja sjúkrahúsbygningin.

Við at játta somu upphædd nú til nýbygging, sum ikki varð brúkt í fjør til hetta endamál, slepst undan, at byggingin steðgar upp og tískil verður dýrari.

Ein samd nevnd tekur tí undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 25. oktober 2002. Uppskot frá Jóannes Eidesgaard um at beina málið aftur í nevnd fall 6-0-22. Uppskot landsstýrisins samtykt 27-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.

Málið avgreitt.

L.l. nr. 85 frá 13.11.2002