100-43 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstżrismann, višvķkjandi A-fiskiloyvum til pensjónistar
Įr 2003, frķggjadagin 4. aprķl, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Finnleif Guttesen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:
Fyrispurningur
Hevur landstżrismašurin nakra ętlan um at taka stig til at tryggja, at śtróšrarmenn, sum nįa pensjónsaldri ikki missa sķtt A-fiskiloyvi?
Višmerkingar:
Politiskt veršur sagt, at pensjónistar skulu hava so góš višurskifti sum
gjųrligt, eisini višvķkjandi mųguleikanum fyri at vinna sęr pening.
Taš mį metast at vera órķmiligt, at ein śtróšrarmašur viš A-fiskiloyvi, sum framvegis hevur fųrleika til at fiska, eftir at hann hevur nįtt pensiónsaldri, skal "straffast" viš, at A-fiskiloyviš veršur tikiš frį honum.
Tķ veršur spurt, um landsstżrismašurin hevur nakra ętlan um at fįa hesi višurskifti broytt.
Į tingfundi 8. aprķl 2003 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.
Į tingfundi 1. mai 2003 svaraši Jacob Vestergaard, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis
Svar:
Kunngerš nr. 27 frį 27. februar 2003 įsetir reglur um, undir hvųrjum treytum fiskiloyvi 5A og fiskiloyvi 5B verda latin eigarum av śtróšrarbįtum undir 15 tons. Treytirnar eru bęši višv. fiskiskapi og višv. inntųku frį ųšrum enn śtróšri. Fyri at fįa fiskiloyvi 5A er įsett :
Kunngeršin tilskilar ikki, at umsóknir frį pensjónistum ella ųšrum samfelagsbólkum skulu višgerast eftir serstųkum reglum. Fiskimįlarįšiš hevur ikki ętlanir um at innfųra eina slķka skipan.
Treytirnar um veišinųgdir/avreišingarvirši og inntųku frį ųšrum enn śtróšri eru upprunaliga frį kunngerš um somu višurskifti, iš var sett ķ gildi viš kunngerš nr. 109 frį 25. juli 1996. Ķ sambandi viš endurskošan av loyvisskipanini fyri fiskiloyvi ķ bólki 5 (śtróšrarbįtar undir 15 tons) hevur veriš frammi at broyta treytirnar fyri at fįa fiskiloyvi 5A ella 5B. Hvųrt hetta fer at įvirka mųguleikarnar hjį pensjónistum at fįa og varšveita fiskiloyvi 5A er ikki greitt.
Mįliš avgreitt.