Fyrispurningur um veiði- og fiskiloyvi

100-37 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi innflutnings- og veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi "Ågot/Jógvan S"

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 4. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Í sambandi við at fyrrverandi ms. "Ågot" (nú "Jógvan S.", samb. Dimmalætting) varð seld av landinum og annað útgerðarfelag (Spf. Nakkur, samb. Dimmalætting) hevur fingið innflutningsloyvi, umframt veiðu- & fiskiloyvi til hetta sama fiskifar, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum:

  1. Hvør hevur veitt og nær er innflutningsloyvi givið umframt veiðu- & fiskiloyvi til hetta fiskifar?
  2. Hvørjar serligar fyritreytir lúkar hetta nýggja útgerðarfelagið fyri at fáa innflutingsloyvi umframt veiðu- & fiskiloyvi til hetta fiskifar?
  3. Hvørji fiskifør eru farin ella fara út úr flotanum í staðin?
  4. Er sama veiðuorka farin út úr flotanum, sum er komin inn?
  5. Hvussu er henda veiðuorka uppgjørd, og hvussu er samanberingin av veiðuorkuni hjá skipunum farin fram ?
  6. Til hvønn høvuðsbólk sambært § 28 í lóg um vinnuligan fiskiskap verður nýggja skipið flokkað?
  7. Um skipið verður flokkað í annan bólk enn tey fiskifør, sum eru farin út úr flotanum í staðin, hvør er so heimildin fyri hesum?

Viðmerkingar :
Í dasti av einari viku hevur tað gingið sum rótasúpan millum manna, og nú eru so eisini komnar fram upplýsingar í fjølmiðlunum um, at fyrrverandi ms. "Ågot" nú "Jógvan S." (333 BT) er keyptur inn aftur í føroyska flotan eftir at hava verið seldur til Langøy Kyst og Havfiske í Noregi hin 4. august 2001.

Skipið hevði sostatt ongi veiðu- & fiskirættindini í Føroyum, nú tá ið tað varð keypt aftur til Føroya.

Fiskimálaráðið hevur nú eftir øllum at døma givið nýggja eigaranum, spf. Nakki, øll tey neyðugu loyvini, harundir nýggj veiðu- & fiskiloyvi, soleiðis at skipið aftur kann fara undir fiskiskap í føroyskum sjógvi.

Spurningurin er so á hvørjum grundarlagi hesi loyvi eru givin, og um fyritreytirnar, um ikki at økja um veiðutrýstið og um at fiskifør ikki kunnu skifta høvuðsbólk, eru hildnar.

Sambært Sosialinum í gjár er fiskiloyvið fingið til vega við at leggja saman loyvini hjá línuskipinum/útróðrarbátinum "Skøruni" upp á 86,82 BT og útróðrarbátinum "Barinum" upp á 32,47 BRT.

Í hesum sambandi er komið alment fram, at veiðutrýstið við hesi handling er økt við umleið 40 %, sum er beinleiðis í stríð við § 8, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Eisini er talan um, at nýtt skip ("Ågot/Jógvan S.") kemur inn í bólk 3, (línuskip yvir 110 tons) meðan bólkur 4, útróðrarbátar yvir 15 tons, minkar við umrøddu skipum ("Skørin" og "Barið").

Tá fiskifør ikki kunna skifta høvuðsbólk, samb. § 5, stk. 12 í lógini um vinnuligan fiskiskap, er tað eisini viðkomandi at fáa reist og svarað spurninginum um, hvørt henda regla kann umgangast á tann hátt, at útróðrarbátar í bólki 4 kunnu savnast saman og síðan býtast um við eitt skip omanfyri 110 tons fyri á tann hátt at flyta meira veiðuorku úr bólki 4 upp í bólk 3.

Á henda hátt verður prosentbýtið millum veiðubólkarnar, sambært § 28, stk. 2, eisini forskotið.

Hervið verður eisini rætturin til tilfeingi millum teir ymsu høvuðsbólkarnar avlagað og undirgrivið innanífrá.

Eftir hesa avgerð er tað ógvuliga umráðandi at Løgtingið, vinnan sjálv og fólkið alt fær at vita frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, um ætlanin við rikna fiskivinnupolitikkinum í veruleikanum er at flyta munandi veiðuorku frá einum skipabólki í annan, og hvat endamálið annars er við einum slíkum politikki.

Sambært tí, ið fram er komið, vórðu tær grundleggjandi fyritreytirnar ikki hildnar, táið nýggju eigararnir av "Ågot/Jógvan S." fingu innflutnings- og fiskiloyvi til hetta fiskifar. Er hetta rætt, tá er talan um eitt sera álvarsamt lógarbrot.

Sambært tí, ið fram er komið, var løgmaður, Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá nevndu loyvi vórðu givin. Er hetta rætt, sum ført er fram omanfyri og í fjølmiðlunum, kann málið hava tað við sær, at øll tann politiska skipanin kemur í álvarsamar trupulleikar.

Fyri at fáa steðgað øllum gitingum og fyri møguliga at fáa luftina reinsaða fyri grógvandi mýtur, herróp um óreglusemi og tað, sum verri er, er tað alneyðugt, av avgerandi týðningi, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skjótast gjørligt svarar omanfyri settu spurningum.

Á tingfundi 5. mars 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 2003 svaraði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Til spurning 1
Skipið Ågot I (fyrrverandi Ågot) varð strikað úr Føroya Skipaskráseting 15. november 2001 og selt norskum felag. Skipið er tó síðani ikki skrásett í aðrari skráseting. Skipið er tí ikki mett at vera útflutt, og tí er ikki sett krav um innflutningsloyvi.

Í skrivi til Bjørn á Heygum, adv., dagfest 29. apríl 2002, er Sp/f Nakki, Klaksvík, givin tilsøgn um, at veiðiloyvini hjá ávikavist m/s Skørini og m/s Barinum kunnu verða løgd saman samsvarandi § 8, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap og flutt á m/s Ågot I. Sum treyt fyri hesum varð sett, at Fiskimálaráðið fær skjalaprógv fyri, at Sp/f Nakkur hevur ræðisrættin yvir veiðiloyvinum og fiskiloyvinum hjá m/s Barinum.

Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um, at øll endalig avgreiðsla av m.a. samanleggingum av veiðiloyvum er steðgað fyribils. Tí eru veiðiloyvi og fiskiloyvi til m/s Jógvan S – fyrrverandi Ågot I – ikki útskrivað enn.

Til spurning 2
Sum sagt frá í svarinum omanfyri, er ikki neyðugt við innflutningsloyvi, fyri at Jógvan S – fyrrverandi Ågot I – aftur kann verða skrásett í Føroya Skipaskráseting. Grundarlagið at lata skipinum veiði- og fiskiloyvi er sum sagt frá í svarinum omanfyri samanlegging av veiðiloyvunum hjá m/s Skørini og m/s Barinum.

Til spurning 3
Sum áður sagt frá, verða m/s Skørin og m/s Barið tikin úr vinnuligum fiskiskapi í sambandi við, at m/s Ågot I aftur fer til fiskiskap.

Til spurning 4 og 5
Tann 23. apríl 2002 boðar Bjørn á Heygum, adv., vegna Sp/f Nakk í skrivi til Fiskimálaráðið frá, at felagið ætlar at keypa "Ågot I" og útróðarbátin "Barið". Hann søkir samstundis um loyvi at flyta fiskirættindini hjá "Skørini" og "Barinum" yvir á "Ågot I".

Umsóknin varð viðgjørd við grundarlagi í § 8, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum heimilar flyting av tveimum veiðiloyvum á fiskifar við ongum veiðiloyvi. Í nevndu lógargrein er eisini ásett, at fiskiorkan á fiskifarinum, sum kemur inn, ikki skal vera størri enn fiskiorkan tilsamans á fiskiførunum, sum fara út.

Fiskimálaráðið brúkti "kvadratrót av longd x breidd x dýpd" sum grundarlag undir áseting og samanbering av fiskiorkuni.

Við støði í hesum máti fyri fiskiorku varð mett, at grundarlag var fyri at veita Sp/f Nakki tilsøgn um loyvi at flyta fiskirættindini hjá "Skørini" og "Barinum" yvir á "Ågot I".

Hesum máti fyri fiskiorku er Fiskimálaráðið seinni farið burtur frá. Nú er grundarlagið undir áseting av fiskiorku fyri før, ið royna við húki, "longd x breidd x dýpd".

Fiskidagatalið at flyta varð ásett soleiðis:

Barið "Útróðrarbátur 15 – 40 tons" (80 x 0,32) 25,6 fiskidagar
Skørin "Útróðarbátur yvir 60 tons (98 x 0,5) 49,0 fiskidagar
Tilsamans at flyta á "Ågot I" 74,6 fiskidagar

Umrokningarvirðini, sum vórðu brúkt, eru tey somu sum í kunngerðunum um lating av fiskidøgum, tá 3 mðr. eru eftir av fiskiárinum, seinast lýst í kunngerð nr. 70 frá 25. juni 2002 um avhending av fiskidøgum.

Til tess at tryggja, at veiðiorkan ikki øktist í sambandi við samanlegging av veiðiloyvunum hjá hesum fiskiførum, verður Jógvan S – fyrrverandi Ågot I – sostatt tillutað eitt niðursett fiskidagatal, sammett við dagatalið, sum fiskiførini, ið fara úr vinnu, høvdu.

Til spurning 6
Jógvan S fer at verða flokkaður í bólk 4, tí veiðiloyvið hjá skipinum er frá fiskiførum í hesum bólki.

Til spurning 7
Skipið verður ikki flokkað í annan bólk enn tann, sum fiskiførini, haðani veiðiloyvini eru flutt av, vóru frammanundan.

Viðmerkingar:
Í viðmerkingum spyrjarans verður, vísandi til § 5, stk. 12 í lógini um vinnuligan fiskiskap, ført fram, at fiskifør ikki kunnu skifta høvuðusbólk. Hetta sjónarmið hevur verið frammi áður. Fiskimálaráðið hevur í hesum sambandi hesar viðmerkingar :

§ 5, stk. 12 í lógini um vinnuligan fiskiskap er soljóðandi :

"Tons merkir Tonsatal Brutto (BT) ella Skrásett Brutto Tons (BRT), sum til eina og hvørja tíð tilskilað á skipsins málibrævi ella máliprógvi. Fiskifør kunnu ikki skifta høvuðsbólk sambært § 28, stk. 1, aftaná at henda áseting hevur fingið gildi."

Hendan orðingin í § 5, stk. 12 í lógini um vinnuligan fiskiskap varð sett inn í lógina við løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998 um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Í viðmerkingunum til uppskotið frá landsstýrinum varð sagt:

"Sambært løgtingslóg nr. 90 frá 10. juni 1982 sum uppfylging av 1969 mátireglunum og eftir 12 ára skiftistíð hava øll skip størri enn 24 m nú bert ásett bruttotons. Tess vegna er neyðugt at broyta hetta í lógini nú, tí tey gomlu BRT tonsini ikki eru til meira. (Samanber broyting 2.)"

Í viðmerkingunum til broyting 2. varð m.a. sagt:

"… Henda broytingin verður skotin upp, tí ávísar orðingar í uppbólkingini av feskfiskaflotanum í §§ 28 og 29 verða broyttar í sambandi við lógarásettar broytingar í uppmátingini av skipum og bátum. Uppmátingin verður nú gjørd í bruttotonsum (BT), og eru tey gomlu mátini dottin burtur fyri skip yvir 24 m sambært løgtingslóg nr. 90 frá 10 juni 1982 um uppmáting av skipum."

Orðingarnar í § 5, stk. 12 eru tí fyrst og fremst ein tillaging til broyttar reglur um uppmáting av skipum og bátum.

Orðingin merkir, at sjálvt um fiskifør eftir nýggju uppmátingarreglunum fáa eitt tonsatal, ið sigur, at tey hoyra heima í einum øðrum bólki, so kunnu tey ikki skifta høvuðsbólk, eftir at ásetingin fekk gildi í august 1998.

Málið avgreitt.