Fyrispurningur um samferðslukervið í Norðoyggjum

100-30 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi samferðslukervinum í Norðoyggjum

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 11. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Nær væntar landsstýrismaðurin, at arbeiðið við at gera Norðoyatunnilin byrjar?
  2. Um Norðoyatunnilin verður verðuleiki, hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við tunlunum norð um fjall (bygdirnar Árnafjørð og Eystan Múla)?

Viðmerkingar:

ad 1.
Tann 15 mars 2001 samtykti Løgtingið løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð. Í viðmerkingunum til lógina verður sagt, at tíðarætlan felagsins er sum skjótast at fara í holt við projektering og útbjóðing av arbeiðinum. Arbeiðið er ætlað at verða framt eftir 3-4 árum, sum tað kann loysa seg best, tá ið mett verður um entreprenørkostnað í mun til fyrimunin av, at tunnilin kann verða tikin í nýtslu fyrr. Enn, nú vit skriva 2003, er sjálvt arbeiðið upp á tunnilin ikki byrjað. Tí hevði verið áhugavert at hoyrt, hvørjari tíðarætlan nú verður arbeitt eftir, og nær arbeiðið byrjar.

ad 2.
Tunlarnir norður um fjall (bygdirnar Árnafjørður, Norðtoftir, Depil, Múli, Hvannasund, Viðareiði, Fugloy og Svínoy) eru frá 1967. Teir eru einsporaðir, lágir og sera ótíðarhóskandi og nøkta als ikki tørvin hjá verandi ferðslu. Verður Norðoyatunnilin verðuleiki, kann væntast økt ferðsla norð um fjall, og eisini ein vaksandi tung ferðsla.

Sum støðan er í dag hjá vinnuni á hesum øki - har eru alibrúk, smoltstøðir, fiskavirki og landbúnaður - er farleiðin gjøgnum tunlarnar als ikki nøktandi. Verður einki gjørt við henda trupulleika, kann henda farleið gerast ein enn størri fløskuhálsur, enn hann er í dag. Vinnan kann ikki liva við hesi ótolandi støðu, ið fer at gerast enn meira vónleys við øktari ferðslu.

Henda støða er als ikki í samsvari við ta økismenning, ið tosað verður um í dag, har vit skulu fara mótsattan veg og skapa somu fortreytir fyri vinnuna at virka undir kring landið.

Vinnan, sum er í hesum øki, er ein ikki heilt lítil partur av okkara útflutningsvinnu, og tí mugu skapast nøktandi fortreytir, so hesi virði ikki fara fyri skeytið. Tey gagna øllum landinum og eru við til at skapa okkum ein sjálvberandi búskap. Tí mugu vit heilt einfalt hava eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vit skapa fortreytir fyri, at vinnan kann virka í øllum Norðoyggjum og ikki bara kring Klaksvíkina.

Á tingfundi 12. februar 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 5. mars 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til 1:
Í uppskotinum til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð var nevnt í viðmerkingunum, at tíðarætlan felagsins sum skjótast var at fara í holt við prosjektering og útbjóðing av arbeiðinum. Í viðmerkingunum verður eisini nevnt, at arbeiðið ætlandi skuldi verða framt eftir 3-4 árum, sum tað kann loysa seg best, tá ið mett verður um entreprenørkostnað í mun til fyrimunin av, at tunnilin kann verða tikin í nýtslu fyrr.

Fremsta orsøkin til, at arbeiðið ikki er byrjað, er, at linjuføringin av undirsjóvartunlinum ikki er nágreiniliga fastløgd enn. Eitt ávíst samskifti hevur verið um hetta mál millum P/f Norðoyatunnilin og Landsverkfrøðingsstovnin, sum skal góðkenna prosjektið og hava eftirlit við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkenda prosjektinum. Tá linjuføringin er endaliga fastløgd, kann verða farið undir at detailprosjektera.

Enn er tó eisini ein formlig forðing fyri at kunna fara undir arbeiðið. Uppskotið til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð varð broytt undir viðgerðini í Løgtinginum, so tað var álagt landsstýrismanninum at taka støðu til neyðugar atknýttar verkætlanir, áðrenn farið varð undir arbeiðið. Vinnumálaráðið og Landsverkfrøðingsstovnurin hava síðani samskift við Klaksvíkar og Leirvíkar kommunur um avleidda vegagerð í Leirvík og Klaksvík. Úrslitið av hesum samskifti er í fyrstu atløgu, at uppskot er lagt fyri Løgtingið um at broyta lógina um fast samband um Leirvíksfjørð, so tað verður ásett, at landsstýrismaðurin skal leggja fram uppskot til verklagslóg um ein tunnil undir Leirvíks bygd eysturoyarmegin og ein veg frá ætlaðu rundkoyringini yvir í Norðoyravegin borðoyarmegin, tá neyðugu forkanningarnar og prosjektering eru gjørd.

Spurningurin um, nær farast kann undir arbeiðið, er í stóran mun tengdur at, nær linjuføringin verður endaliga fastløgd, og nær detailprosjekteringin kann verða liðug. Harafturat hevur tað týdning, um og nær Løgtingið samtykkir broytingina í lógini um fast samband um Leirvíksfjørð. Ætlanin er tó at byrja arbeiðið upp á tunnilin seinni í ár.

Til 2:
Eingin ivi er um, at borðoyartunlarnir, sum er, ikki lúka nútíðar standard. Í so máta er støðan tann sama fyri fleiri tunlar í landinum. Tað eiga tí at verða gjørdar neyðugar dagføringar av tunlunum, so teir kunnu lúka tey krøv, sum verða sett til slíkar tunlar í dag. Við verandi tronga íløgukarmi er torført at siga, nær ein dagføring av hesum tunlum kann verða gjørd, men fyribils er peningur settur av á langtíðar íløguætlanini hjá Vinnumálaráðnum til borðoyartunlarnar í 2007-2011. Ein samlað raðfesting og dagføringarætlan eigur tó at verða gjørd fyri allar tunlar í landinum.

Málið avgreitt.