Fyrispurningur um Framtaksgrunnin

100-14 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi vali av nevndarlimum í Framtaksgrunnin

Orðaskifti

Ár 2002, mánadagin 30. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Eftir hvørjum metingarstøði (kriterium) verða limirnir í Framtaksgrunninum valdir?
  2. Er Framtaksgrunnurin frælsur og sjálvstøðugur í sínum avgerðum?
  3. Hvør var ítøkiliga orsøkin til, at undanfarna nevnd í Framtaksgrunninum brádliga legði frá sær?
  4. Tað hevur verið alment frammi, at ósemja var millum undanfarnu nevnd í Framtaksgrunninum og Bjarna Djurholm, landsstýrismann. Hvør var tann ítøkiliga orsøkin til hesa ósemju?
  5. Landsstýrismaðurin var ónøgdur við leiklutin hjá fyrrverandi nevndarlimunum í Framtaksgrunninum. Hvørji viðurskifti vóru tað, ið landsstýrismaðurin serstakliga gav sær far um?
  6. Hvussu nógvir av núverandi nevndarlimunum í Framtaksgrunninum eru valdir eftir tilmæli frá umsitingini í Vinnumálaráðnum?
  7. Er tað rætt, sum nú ljóðar frá, at umsitingin hjá landsstýrismanninum beinleiðis frámælti, at onkur av nýggju nevndarlimunum varð valdur?
  8. Hvørji mál sambært viðtøkum Framtaksgrunsins metir landsstýrismaðurin, at nýggja nevndin kann røkka, sum fyrrverandi nevndin, eftir hansara tykki, ikki megnaði at fremja?
  9. Skipar nevndin fyri Framtaksgrunnin seg sjálva, ella skal landsstýrismaðurin sambært viðtøkum ella øðrum reglum skjóta upp formannin í nevndini?
  10. Hevur landsstýrismaðurin sjálvur skotið upp ella óbeinleiðis róð fram undir, at ávísur persónur skuldi gerast formaður í nevndini, hetta áðrenn nevndin hevði skipað seg?
  11. Hevur nevndin rætt til at skipa seg uttan, at allir nevndarlimirnir eru valdir ella hava havt møguleika fyri at luttikið í hesi avgerð?
  12. Eigur tað at fáa avleiðingar, um so er, at nevndin hevur skipað seg uttan, at allir nevndarlimirnir eru valdir ella hava havt møguleika fyri at luttikið í hesi avgerð?
  13. Kann landsstýrismaðurin, annaðhvørt hann svarar játtandi ella noktandi upp á spurning 12, geva Løgtinginum eina grundgeving fyri síni niðurstøðu?

Viðmerkingar:
Fyri árum síðani var tað ein ringur politiskur óvani, at flokkar, sum sótu í samgongu, valdu sínar egnu partísoldátar inn í nevndir og ráð, onkuntíð upp á hvamsvís, men oftani við eini greiðari flokspolitiskari ætlan. Fakligar ella menniskjansligar dygdir høvdu mangan ongan týdning. Bara partapolitiska stemplið avgjørdi, um tú nú einaferð var hin rætti ella ikki.

Hetta lagið hevur tókst frægari hesi seinastu árini. Men nú tykist vend at vera komin í aftur á hesum økinum. Bara hesar seinastu vikurnar hava fleiri dømi verið frammi um hetta.

Hetta er ein støða, sum eitt mentað nútíðarsamfelag als ikki kann liva við.

Tað vakti miklan ans, tá ið nevndin í Framtaksgrunninum herfyri legði fra sær. Sagt varð beinleiðis, at nevndin ella onkur av nevndarlimunum var komin undir politiskt trýst frá landsstýrismanninum.

Hetta er álvarsamt, tí grunnurin átti at verið somikið frælsur, at hitt politiska valdið als ikki røkk at honum.

Tað hevur verið róð framundir, at nevndin, ið sat frammanundan 1. apríl, ikki fekst at makka rætt soleiðis, sum landsstýrismaðurin vildi tað. Harvið kom hetta skiftið, sum ætlandi skuldi hava við sær, at vinnuhugsjónirnar hjá landsstýrismanninum, og pørtum av flokki hansara, kundu førast út í lívið.

Hetta er álvarsmál, ikki minst orsakað av, at grunnurin umsitur ein rættiliga stóran part av føroyskari vinnu. M.a. umleið helmingin av flakavinnuni á landi. Og hartil størsta søluliðið í landinum.

Serliga í hesum tíðum, tá ið tosað verður um at einskilja fyritøkurnar hjá grunninum, er tað rættiliga avgerandi, at tey átøk, sum nevndin ger, tæna fólksins áhugamálum sum best. Um so er, at nevndarskiftið var ætlað sum ein roynd at kjálka frá hesum atliti soleiðis, at seráhugamál í samfelagnum kundu lívgast í staðin, so er av álvara vandi á ferð.

Tað er av størsta týdningi fyri samfelagið og hugburðin í samfelagnum yvirhøvur, at fólk verða sett í størv og nevndir eftir dugnaskapi og persónligum eginleikum, og at flokspolitisk atlit ikki eru avgerandi fyri, hvør verður valdur, og hvør verður vrakaður.

Vónandi svarar landsstýrismaðurin soleiðis, at greiði fæst á málinum, einaferð fyri allar.

Á tingfundi 8. oktober 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 25. oktober 2002 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis: 

Svar

Til nr. 1

Tá ið landsstýrismaðurin velur limir í nevndina í Framtaksgrunninum verður so vítt gjørligt miðað eftir, at samlaða nevndin hevur hesar førleikar:

Harumframt verða atlit eisini tikin til samansetingina av persónligu eginleikunum hjá samlaðu nevndini, herímillum metingar av potentiellum formansevnum soleiðis, at hesir eginleikar kunnu ganga saman við fakligu førleikunum, og harvið so gott sum gjørligt kunnu stiðja uppundir áðurnevndu førleikar, sum nevndarlimirnir samanlagt eiga at hava.

Verandi nevndarlimir hava henda førleika:

Fimti limurin verður valdur av hinum nevndarlimunum.

Til nr. 2
Tað er í øllum lutum nevndin fyri grunnin, sum hevur avgerðarrættin viðvíkjandi grunninum. Tó so, at ávísar avgerðir (viðtøkubroytingar og avtøka av grunninum) krevja góðkenning frá grunnmyndugleikanum (Erhvervs- og Selskabsstyrelsen).

Leiklutur landsstýrismansins viðvíkjandi grunninum er einaferð um árið at tilnevna 4 av teimum 5 nevndarlimunum. Landsstýrismaðurin hevur ongan myndugleika yvir grunninum.

Tað er tó einki, sum forðar landsstýrismanninum at samskifta við nevndina í grunninum og har greiða frá vinnupolitiskum ætlanum og ynskjum um strukturbroytingar í vinnuni. Harafturat kann landsstýrismaðurin í sínum samskifti við grunnin greiða nevndarlimunum frá sínum hugsanum, tá ræður um almenna vinnupolitikkin og atlitini til viðtøkur grunsins.

At so er, kann m.a. lýsast við, at Framtaksgrunnurin, aftaná at nýtt samgonguskjal var undirskrivað og samgonga skipað í summar, vendi sær til undirritaða 12. juni 2002 við hesum fyrispurningum:

  1. um samsvar er millum uppskotið hjá Framtaksgrunninum og hugburðin hjá sitandi samgongu um einskiljing av Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasølu, ella um ætlanin er í stríð við sama, og
  2. um hvør politiski hugburðurin er til ein møguligan útlendskan ognarpart, tá Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasøla verða seld.

Spurningarnir vóru lagdir fyri landsstýrið, har undirritaði mælti til at svara Framtaksgrunninum:

  1. Landsstýrismaðurin ynskir ikki at taka støðu og úttala seg um ítøkiligar ætlanir, sum Framtaksgrunnurin hevur, eru í samsvari við ella í mótstríð við politiska hugburðin í landsstýrinum/samgonguni, tí nevndin eigur at taka støðu til, um hvørji vinnupolitisk atlit eiga at takast, ella
  2. nevndin eigur at taka avgerðirnar samsvarandi viðtøkunum, og eigur herundir sjálv at taka støðu til, um hvørji vinnupolitisk atlit eiga at takast, men landsstýrismaðurin heitir á nevndina at steðga við at fremja ætlanirnar um sølu av umrøddu fyritøkum hjá Framtaksgrunninum, til spurningurin um strukturin í fiskivinnuni á landi í framtíðini, og um lóggivið eigur at verða um hetta, eru greiddir.

Undirritaði mælti til, at landsstýrið tók undir við fyrra tilmælinum (a)

Á landsstýrisfundinum var semja um hesa niðurstøðu:

Niðurstøðan frá landsstýrisfundinum, sum varð send Framtaksgrunninum 02.07.02, tók sostatt serstakliga støðu til fyrra spurningin (a) frá grunninum.

Í sambandi við orðaskiftið um møguliga einskiljing av eitt nú Fiskavirking, so boðaðu fleiri av politisku flokkunum fyrr í ár frá, at tað átti at verðið umhugsað, um Løgtingið skuldi avmarka møguleikarnar fyri, at útlendingar í ov stóran mun skulu kunna keypa seg inn í flakavinnuna. Hesar politisku staðfestingar og spurningurin frá Framtaksgrunninum um somu viðurskifti vóru viðvirkandi til, at undirritaði í august tók stig til, at settur er bólkur, sum við støði í vinnupolitikkinum og í møguliga øðrum vinnupolitiskum atlitum skal lýsa:

Framtaksgrunnurin er í brævi, dagfest 13.08.2002, kunnaður um hetta nevndararbeiðið. Hetta er sostatt eisini dømi um, at landsstýrismaðurin kunnar ella samskiftir við nevndina í Framtaksgrunninum um vinnupolitisku stigini, sum tikin verða.

Hóast landsstýrismaðurin ikki á nakran hátt kann geva nevndini í Framtaksgrunninum boð, er tað í sambandi við afturvendandi nevndarvalini neyðugt at gera sær greitt, hvørt neyðugu førleikarnir eru til staðar í valdu nevndini, herímillum eisini møgulig formansevni at útinna tað, sum ásett er í viðtøkunum.

Nevndarlimirnir hava rætt at siga seg frá, men landsstýrismaðurin kann ikki koyra nevndarlimir frá í starvstíðini hjá nevndini. Nevndarlimir kunnu eisini hava skyldu at siga seg frá, um teir t.d. gerast innhabilir í starvstíðini. Heldur ikki í tílíkum førum kann landsstýrismaðurin siga nevndarlimir úr starvinum. Í slíkum førum er tað grunnmyndugleikin, sum hevur heimildirnar at siga úr starvi.

Til nr. 3
Ein av nevndarlimunum, sum landsstýrismaðurin hevði valt, boðaði 10. mars 2002 frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum nevndarlimur í Framtaksgrunninum aftaná 1. apríl 2002, orsakað av, at hann ynskti at raðfesta tíð sína øðrvísi komandi tíðina. Harafturat var tann eini nevndarlimurin ikki búsitandi í Føroyum, so undirritaði metti, at annar skuldi veljast í hansara stað, sjálvt um eg ikki á nakran hátt hevði nakað at finnast at fakliga førleikanum hjá viðkomandi nevndarlimi.

Landsstýrismaðurin ynskti, at eftirverandi nevndarlimirnir hildu fram, og stóð hetta teimum eisini í boði. Sostatt skuldu tveir nýggir limir (av fýra) veljast í nevndina, og var tað tí ikki óhugsandi, at nýggjur formaður kundi verða valdur.

Eftirverandi limirnir fingu at vita, at landsstýrismaðurin hevði serstakan persón í huganum, tá ið um formann ráddi, og hvønn landsstýrismaðurin annars ætlaði skuldi manna fjórða sessin. Fyrr nevndi persónurin, sum kom í nevndina, varð tó ikki av nevndarlimunum valdur til formann, tá samanumkom.

Tá teir tveir sitandi nevndarlimirnir (sum eftir ætlan skuldu vera sitandi) fingu at vita um ynski hjá undirritaða, vildu teir ikki halda fram, og kom hetta óvart á undirritaða.

Til nr. 4 og 5
Tað valdaði ikki nøkur ósemja millum landsstýrismannin og undanfarnu nevndina. Harafturímóti hevur landsstýrismaðurin við fleiri høvi gjørt kunnugt, at eg sum heild var nøgdur við avrikini hjá undanfarnu nevndini.

Í spurningum um leiklutin hjá Framtaksgrunninum, sum eina-eigari í Fiskavirking og Fiskasøluni, spurdi landsstýrismaðurin við millumbilum nevndina og formannin serstakt, hvussu nevndin ætlaði at liva upp til ásetingarnar í viðtøkunum, sum siga, at

"Fonden skal afhænde foretagne investeringer, når disse har vist sig levedygtige og salgsbare"

og hvussu nevndin vildi liva upp til strategiskjal grunsins, har sagt verður, at

"Tá ið gjørdar íløgur vera burðadyggar, skulu hesar seljast og virðisøking Framtaksgrunsins realiserast. Íløgurnar verða at selja til medeigara, aðrar fyritøkur, ella á einum komandi partabrævamarknaði".

Í samskiftinum við nevndina/formannin í grunninum vísti landsstýrismaðurin fleiri ferðir á, at tá um nevndu fyritøkur ráddi, kom lítið ítøkiligt undan kavi, sum livdi upp til ásetingarnar í viðtøkunum, og at nevndin tí átti at havt í huga, at hóast landsstýrismaðurin ikki gav nevndini boð, so átti nevndin at givið sær far um, at landsstýrismaðurin mótvegis Løgtinginum, sum hevði staðfest viðtøkurnar, hevði skyldu at svara fyri, hvussu viðtøkur grunsins vóru fylgdar, og at tað var avgerandi, at landsstýrismaðurin kundi vátta fyri Løgtinginum, at viðtøkurnar vórðu hildnar til fulnar.

Vísandi til svarið til spurning trý, var tað ætlan landsstýrismansins, at teir tveir eftirverandi limirnir frá "gomlu" nevndini skuldu halda fram. Hetta fyri at tryggja kontinuitet í nevndini, og tí, at undirritaði hevði álit á fakligu ekspertisu teirra, og harvið metti teir sum eitt aktiv fyri framhaldandi virksemi nevndarinnar. Teir vildu tað tó øðrvísi, sum lýst í svarið til nr. 3.

Í viðmerkingunum vísir spyrjarin á, at tað er av alstórum týdningi fyri samfelagið og hugburðin í samfelagnum yvirhøvur, at fólk verða sett í størv og nevndir eftir dugnaskapi og persónligum eginleikum, og at flokspolitisk atlit ikki eru avgerandi fyri, hvør verður valdur, og hvør verður vrakaður. Hetta eru sjálvsøgd og skilagóð sjónarmið, sum undirritaði tekur fult undir við, og metir undirritaði, at nevndin í Framtaksgrunninum lýkur hesi krøv.

Í spurninginum um flokstilknýti, sum eisini verður umrøddur í viðmerkingunum, er annars at siga, at undirritaði ikki hevur orsøk at halda, at gamla nevndin hevði annan politiskan hugburð ella atferð enn nýggja nevndin. Tí er heldur ongin orsøk at halda, at nevndarskiftið hevur havt nakran týdning, tá ræður um avgerðir nevndarinnar.

Til nr. 6 og 7
Í tilmælinum frá umsitingini vóru í uppskoti 5 nevndarlimir, harav tann eini fáar dagar seinni skrivliga boðaði frá (sí svar 3), at hann ikki ynskti afturval. Landsstýrismaðurin fylgdi innstillingini soleiðis:

Sum nevnt í svari 3, tóku tveir av uppskotnu limunum ikki við afturvali (annar úr gomlu nevndini, sum umsitingin upprunaliga ikki hevði í uppskoti), og fyri hesar tveir vóru tveir nýggir valdir. Sostatt vórðu allir limirnir nývaldir, tá samanumkom.

Umsitingin metti, at allir uppskotnu nevndarlimirnir vóru fakliga kvalifiseraðir. Viðvíkjandi ávísum evnum bleiv mett, at talast kundi bæði fyri og ímóti. Hesi høvdu fleiri sterkar síðir, men útfrá øðrum sjónarmiðum kundi verða mett, at tey vóru minni heppin m.a. orsakað av teirra luttøku í ymiskum vinnuligum viðurskiftum.

Av hesi grund vildi umsitingin ikki mæla til tvey av nevndarevnunum. Undirritaði metti hinvegin, at teir veikleikar, sum umsitingin hevði víst á hjá hesum, ikki vóru av týdningi í mun til teirra sterku síður, m.a. fakligu førleikar og hollu vinnulívsroyndir. Hesi viðurskifti metti undirritaði kundu verða til gagns fyri nevndararbeiðið í Framtaksgrunninum, og at nevndarlimirnir allir kundu fremja viðtøkur grunsins í verki, sum eisini er í samsvari við yvirskipaða vinnupolitikk landsstýrisins.

Nevnast kann annars, at umsitingin boðaði frá, at undirritaði ikki var bundin av tilmæli/viðmerkingum frá henni.

Tað skal annars verða lagt afturat, at umsitingin hevði trupult at koma við øðrum uppskotum til nevndarlimir enn tey, sum vóru í uppruna tilmælinum til undirritaða. Millum uppskotini frá umsitingini metti umsitingin onkran av limunum at vera egnaðan til møguligan formann í Framtaksgrunninum.

Annars valdi undirritaði (vísandi til javnstøðulógina) at velja tvær kvinnur og tveir menn. Soleiðis fingu nevndarlimirnir møguleika frítt at velja fimta nevndarlimin millum kynini bæði.

Nevnast kann, at landsstýrismaðurin hevur yvirlit yvir persónar við vinnuligum kvalifikatiónum at nýta, tá ræður um at manna nevndir til ymisk endamál. Hugskotslistin verður ikki roknaður sum endaligur, men sum leiðbeinandi. Listin varð eisini nýttur, tá limirnir í Framtaksgrunninum vóru valdir.

Hvat viðvíkur nevndarvali annars í Framtaksgrunninum kann nevnast, at frá byrjan av í 1994/95 – tað var áðrenn stýrisskipanin var broytt frá kollegialum landsstýri – var tað forsætismálaráðharrin og løgmaður, sum valdu nevndina.

Tað er ikki eydnast í málsviðgerðini at finna nakað nevndartilmæli frá umsitingini, sum er til skjals frá teirri tíðini um hesi viðurskifti. Tí er útveljingin av fyrstu nevndarlimunum valla farin fram eftir tilmæli frá umsitingini.

Harafturímóti er sannlíkt, at valið av nevndarlimum er framt í politiskum forstáilsi/avtalu millum táverandi flokkar í landsstýrinum (Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Verkamannafylkingina). Mangt bendir eisini á, at táverandi landsstýri hevur fingið tilsøgn frá donsku stjórnini um, at formaðurin skuldi vera føroyingur. Nevndin var mannað av trimum føroyingum og tveimum dønum.

Í sambandi við valið av nú fráfarnu nevndini, sum varð vald í 1999 og afturvald í 2000, upplýsti umsitingin fyri táverandi landsstýrismanni, hvørji førleikakrøv hon helt, at nevndarlimirnir áttu at umboða.

Hugsað varð um vinnuligar royndir og teoretiskan førleika. Eisini varð upplýst, at javnvág skuldi vera millum kynini bæði, tí lóg um javnstøðu var galdandi fyri val av nevndarlimum. Táverandi landsstýrismaður fekk ein lista við nøvnum frá umsitingini. Á listanum vóru 20 nøvn. Listin var ikki eitt tilmæli, men uppskot um kandidatar.

Hóast eingin ivaðist í, at landsstýrismaðurin í vinnumálum sjálvur gjørdi av, hvørjir limirnir skuldu verða, komu nakrar viðmerkingar tá frá øðrum landsstýrismonnum vegna teirra flokkar, sum førdu við sær, at táverandi landsstýrismaður bað tey koma við hvør sínum lista við kandidatum til nevndina fyri Framtaksgrunnin. Sjálvur hevði landsstýrismaðurin eisini sett nøkur nøvn á. 

Loksins sat táverandi landsstýrismaður við 4 listum við tilsamans 110 nøvnum, sum vald vóru ímillum. Sambært viðtøkunum fyri grunnin velur landsstýrið 4 limir, meðan nevndarlimirnir sjálvir í semju velja tann fimta. Av tí, at táverandi landsstýrismaður hevði valt 3 menn og 1 kvinnu, vóru nevndarlimirnir í teirra vali avmarkaðir til at velja eina kvinnu, sum fimta lim.

Táverandi landsstýrismaður kontaktaði nevndarlimirnar sjálvur og spurdi, um teir vildu taka við vali.

Samstundis segði landsstýrismaðurin, hvønn hann helst sá sum formann - væl vitandi, at nevndin sjálvandi ikki hevði skyldu til at fylgja hesum ráðum.

Tá ið undirritaði fyrstu ferð skuldi velja nevnd í Framtaksgrunnin, primo apríl 2001, varð sama nevnd vald aftur, tó við einum nýggjum limi, tí eini limurin tók ikki við afturvali. Í hansara stað valdi undirritaði nýggjan lim eftir munnligum tilmæli frá umsitingini.

Til nr. 8
Víst verður til svarið til spurn. 4 og 5. Tað hevur alstóran týdning, at nevndin í Framtaksgrunninum í verki til fulnar virkar eftir ásetingunum í viðtøkunum.

Til nr. 9
Sambært viðtøkunum skipar nevndin seg sjálv. Tað er ikki landsstýrismaðurin, sum velur formannin í nevndini. Víst verður eisini til svarið til spurn. nr. 2 og 3.

Til nr. 10
Sum áður nevnt, er tað í øllum lutum nevndin fyri grunnin, sum hevur avgerðarrættin viðvíkjandi grunninum. Sum nevnt í spurningi nr. 1 verður nevndin vald m.a. við atliti til samansetingina av persónligu eginleikunum hjá samlaðu nevndini. Ásannandi, at ein av útnevndu nevndarlimunum skal verða formaður, hevur landsstýrismaðurin mett tað sum sína skyldu at tryggja sær, at minst ein av valdu limunum hevur eginleikarnar at vera formaður. Í tí høpi hevur landsstýrismaðurin spurt seg fyri og gjørt sær metingar um, hvør møguliga kundi gerast formaður í nevndini. Tað er tó eingin ivi um, at nevndin skipar seg sjálv.

Til nr. 11, 12 og 13
Sum áður nevnt skipar nevndin seg sjálv, og nevndin er, saman við viðtøkunum, undirløgd ásetingunum í "Lov om erhvervsdrivende fonde" soleiðis, sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 "Om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde".

Hetta merkir, at nevndin/grunnurin er undir eftirliti av Erhvervs- og Selskabsstyrelsen. Harvið er tað Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, sum skal taka støðu til, hvørt tað, sum nevndin fyritekur sær, er í samsvari við galdandi rætt, herímillum eisini taka støðu til møguligar avleiðingar, um nevndin ikki handlar í samsvari við galdandi rætt.

Annars kann nevnast, at undirritaði sum landsstýrismaður, vísandi til løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins, hevur evstu ábyrgdina av fyrisitingini og teim málsøkjum, sum løgd eru til undirritaða. Landsstýrismaðurin hevur sum kunnugt skyldu og ábyrgd av at velja nevnd í Framtaksgrunnin einaferð um árið.

Undirritaði hevur eftir besta førimuni tikið avgerð um at velja eina nevnd í grunnin, sum eg meti hevur neyðugu førleikarnar at útinna í verki tað, sum ásett er í viðtøkunum fyri grunnin, og er undirritaði sannførdur um, at nevndin kann verða til gagns fyri bæði Framtaksgrunnin, føroyska vinnulívið og harvið alt samfelagið sum heild.

-----------

Tað kann verða endurtikið, at undirritaði er púra samdur við spyrjaranum, tá ið hann í sínum viðmerkingum sigur, at fólk eiga at verða sett í størv og nevndir eftir dugnaskapi og persónligum eginleikum, og ikki eftir flokspolitiskum atlitum. Ongin av limunum í gomlu nevndini varð vrakaður, og limirnir í nýggju nevndini eru ikki valdir eftir flokspolitiskum atlitum. Tvørturímóti, um vit taka nýggju nevndarlimirnar ein fyri ein (sí svar til sp. 1), so eru teir valdir eftir dugnaskapi og persónligum eginleikum í fullum samsvari við ásetingarnar í viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin.

Undirritaði hevur noterað sær tær mongu viðmerkingarnar, sum hava verið um Framtaksgrunnin síðani nevndarvalið. Tað skal tó undirstrikast, at undirritaði tekur sum sjálvfylgju, at grunnurin virkar til fulnar sambært viðtøkunum, sum Løgtingið hevur staðfest. Tað er tó hugvekjandi at staðfesta tað uppmerksemi, sum nevndarvalið fekk, tá havt verður í huga, at undanfarin nevndarval, har umsitingin í flestu førum ikki hevur havt serligan leiklut, ikki hava verið orsøk til áhuga svarandi til seinasta nevndarvalið, har allir limirnir uttan undantak lúka krøvini viðvíkjandi kvalifikatiónunum.

Viðmerkingarnar/kritikkurin hevur við sær bæði fyrimunir og vansar. Fyrimunir, tí landsstýrismaðurin veit, at Løgtingið vísir umsitingarligum málsviðgerðum/nevndarvalum ans – vansar, tí valdu kvalifiseraðu nevndarlimirnir verða eksponeraðir og tíverri av summum verða lýstir í ivasomum ljósi. Hetta er serstakliga óheppið, tá vissa er fyri, at nevndarlimirnir virka samsvarandi viðtøkunum og eftir bestu sannføring.

Tað kann sýnast, at viðmerkingarnar hava uppruna í hugsjónarligum støði, har munurin í fatanini av eigaraviðurskiftunum í vinnuni (alment/privat) møguliga orsakar áhugan í nevndarvalinum í Framtaksgrunninum.

Eru viðmerkingarnar bygdar á hugsjónarligar munir, so eigur landsstýrismaðurin at tola slíkar og nýta tær positivt í sínum metingum/avgerðum, tá hann tekur avgerðir í samsvarandi málum eina aðru ferð.

Landsstýrismenn umsita landsins ognir vegna Løgtingið, og eiga teir tí sjálvsagt at virða/meta um øll sjónarmið, sum verða borin av tingsins røðarapalli.

Viðmerkingarnar eru tó orsøk til, at undirritaði hevur valt at eftirmeta mannagongdirnar viðvíkjandi nevndarvalum í síni heild, og er umsitingin tí biðin um at kanna, hvussu málsviðgerðirnar í Vinnumálaráðnum samsvara við málsviðgerðirnar, tá ræður um nevndarval í ymisku aðalráðunum í síni heild.

Landsstýrismenn eiga sjálvsagt sum siðvenju at eftirmeta allar avgerðir í politiska, umsitingarliga gerandisdegnum. Avgerðir landsstýrismanna eru ikki egna vegna, men skulu vera samfelagnum at frama og skulu tí sum politiskar avgerðir tola at verða settar í fokus.

Annars kann verða skoytt uppí, at nevndin í Framtaksgrunninum hevur fullan myndugleika at disponera yvir ognum grunsins. Hesin myndugleiki ger, at nevndin til eina og hvørja tíð kann ábyrgdast fyri sínar avgerðir, og kunnu nevndarlimirnir tí verða drignir persónliga til svars fyri sínar avgerðir.

Undirritaði metir tað óhugsandi, at nevndin í sínum avgerðum fer at lívga um seráhugamál (sum eru umrødd í viðmerkingunum hjá spyrjaranum). Viðtøkur grunsins gera púra greitt, hvussu nevndin skal virka í sambandi við møguligar sølur. Verða hesar ikki fylgdar, vil Erhvervs- og Selskabsstyrelsen í stundini taka neyðug stig.

Annars varð løgmaður kunnaður um nevndarvalið, áðrenn tað varð endaliga staðfest. Landsstýrið varð kunnað um nevndarvalið á landsstýrisfundinum 4. apríl 2002, sum var fyrsti landsstýrisfundur aftaná nevndarvalið. Undirritaði greiddi frá málinum, sum hevði verið nógv frammi í fjølmiðlunum dagarnar frammanundan. Drúgv umrøða var av málinum, har landsstýrismenninir førdu fram ymiskar áskoðanir um málið. Síðani hevur nevndarvalið ikki verið á skrá á nøkrum landsstýrisfundi burtursæð frá, at tað var tikið upp til viðgerðar í sambandi við skrivið frá Framtaksgrunninum, sí svar til spurning 2.

Sum ískoyti kann nevnast, at í viðmerkingunum sigur spyrjarin, at Framtaksgrunnurin umsitur rættiliga stóran part av føroyskari fiskivinnu umframt størsta søluliðið í landinum. Tað er tí avgerandi, at tey átøk, sum nevndin ger, tæna fólksins áhugamálum sum best.

Hesum sjónarmiðum er undirritaði samdur í. Tað hevur tí sjálvsagdan áhuga, hvørji manna nevndirnar í teimum grunnum, sum tað almenna eigur.

Upplýsast kann, at nevndir í øðrum grunnum eisini verða endurvaldar/skiftar út sambært galdandi viðtøkum. Sum dømi úr rúgvuni kunnu nevnast:

Nevndin í Fíggingargrunninum, 4 limir, vald 11.03.2002. Nevndin er vald fyri 4 ár.

Nevndin fyri Íleggingargrunnin, 4 limir, vald av nýggjum 26.02.2002. Nevndin er vald fyri 4 ár.

Nevndarlimirnir í Føroyagrunninum, sum eisini eru 4 í tali, verða valdir tveir í senn. Seinasta nevndarval var 11.04.2000. Nevndin situr í 8 ár.

Í Realinum eru tríggir nevndarlimir. Seinasta nevndarvalið var 29.01.2001. Nevndarlimirnir sita í 5 ár.

Undirritaða kunnugt, so hava eingi av omanfyrinevndu nevndarvalum verið á skrá fyri landsstýrisfund.

Tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum velur/tilnevnir limirnar í umrøddu grunnum. Tað er tó undirritaða ókunnugt, hvørjar mannagongdir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nýtir, tá hesar nevndir verða valdar.

Eginpeningur í umrøddu grunnum pr. 31.12.2000:

Realurin: 510.000.000 kr
Føroyagrunnurin: 86.000.000 kr
Fíggingargrunnurin frá 1992: 1.258.000.000 kr
Íleggingargrunnurin fyri Føroyar. 667.000.000 kr
Íalt 2.521.000.000 kr

Eginpeningurin í Framtaksgrunninum pr. 31.12.2000 var: 155.550.000 kr, tvs. uml. 6 % samanborið við eginognina í omanfyrinevndu grunnum.

Hóast Framtaksgrunnurin hevur stóra eginogn, er hendan tí avmarkað samanborið við samlaðu egiognina í omanfyri nevndu vinnugrunnum. Tá spyrjarin í viðmerkingunum vísir á stóra týdningin, Framtaksgrunnurin hevur í samfelagnum, so eigur henda ávirkan at samanberast við tað ovurhonds stóru ávirkan, almennu grunnarnir annars hava á føroyska búskapin.

Í hesum sambandi kann verða víst til frágreiðingina um "Frágreiðing um einskiljing av fyritøkum landsins", sum løgmaður legði fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis 22. januar 2002.

Málið avgreitt.