100-1 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi śtbjóšing av Bygdaleišum
Įr 2002, tżsdagin 6. august, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Marjus Dam, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:
Fyrispurningur
Višvķkjandi śtbjóšing av Bygdaleišum allar leišir:
Višvķkjandi "Vįgum og pųrtum av flogrutuni":
Višmerkingar:
Taš hevur veriš frammi, at alt ikki hevur ruggaš rętt ķ sambandi viš
śtbjóšing av Bygdaleišum. Til dųmis hevur ljóšaš, at treytir ķ
śtbjóšingartilfarinum eru broyttar, eftir at samrįšingar eru byrjašar ķ millum SL
og mótpartin.
Um so er, eru taš mųguliga fleiri tilbošsgevarar, iš ikki hava giviš tilboš inn į sama grundarlagi, orsakaš av at teir tóku śtbjóšingartreytirnar, iš vóru galdandi, fyri fult.
Um treytirnar verša broyttar undir sjįlvum samrįšingunum, eftir at fleiri eru lśkašir frį, og fleiri mųguliga ikki hava giviš tilboš inn orsakaš av treytunum, iš teir hildu vóru galdandi, er lętt at sķggja, at ikki ųll eru lķka fyri lógini.
Śtlisitering og privatisering er eitt nógv nżtt orš ķ hesum dųgum. Sambandsflokkurin gongur t.d. inn fyri at fremja privatisring viš skili.
Tķverri sęr śt til, at ķ fleiri fųrum veršur ein śtlisitering nżtt sum skįlkaskjól fyri eini almennari mišsavning. Til dųmis vóru mitt ķ 80 unum einir 6 bussar ķ Vįgum, iš koyrdu bygdaleišir og flogrutu. Hóast tališ av feršafólkum um flogvųllin seinstu įrini er vaksiš nógv, so hava busskoyrarar ķ Vįgum upplivaš eina skerjing fra 30 40 % av flogrutuni nišur ķ móti 10 %. Seinasta hųggiš kemur nś, beint įšrenn Vįgatunnilin veršur tikin ķ nżtslu. Nś er bert ein rutubussur eftir, har taš fyri stuttari tķš sķšani vóru trķggir.
Tį nógv umrųša - serliga seinastu įrini - hevur veriš um śtjašara og ųkismenning, so stendur ein heilt spyrjandi, hvķ ein śtjašaraųkisfķggindaligur politikkur veršur framdur ķ verki. Tķ SL tykist sum almennur stovnur (hęgsti myndugleiki er landstżrismašurin ķ vinnumįlum) at standa į odda fyri at skerja busstališ og harviš arbeišsplįss ķ śtjašaranum. Er ikki rķmiligt, at ein ųking ķ feršafólkatališ um flogvųllin eisini merkir ein ųktan flutning viš flogleišini ķ Vįgum heldur enn eina skerjing?
Į tingfundi 7. august 2002 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.
Į tingfundi 3. september 2002 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis
Svar:
Til spurning 1.
Nei.
SL kunnaši Vinnumįlarįšiš um, at mųguleiki var kanska fyri at fįa lęgri tilboš
upp į koyringina, um SL vildi binda seg til at keypa bussarnar aftanį, at
sįttmįlaskeišiš var av. Vinnumįlarįšiš metti ikki, at taš var heimild til hetta.
Tķ varš ikki gjųrt meira viš taš.
Til spurning 2.
Nei.
Til spurning 3.
Sįttmįlaskeišiš fyri ųll ųkini byrjar 1. juni 2002. Fyri koyringina ķ Vįgum er
sįttmįlaskeišiš frį 1. juni 2002 til 1. juni 2007.
Til spurning 4.
Nei.
Treytirnar ķ śtbjóšingartilfarinum siga, at mesti aldurin į bussinum, sum eisini skal
brśkast til flogleišina, skal vera 6 įr, og mesti aldurin į bussinum til hinar
leiširnar ķ Vįgum, skal vera 10 įr.
Til spurning 5.
Nei.
Sįttmįlin fevnir um 2.704 effektivar feršaętlanartķmar pr. įr.
Til spurning 6.
Ja. Fyri at tryggja, at śtbjóšingin var gjųrd sambęrt galdandi reglum og
sišvenju, hava SL havt lųgfrųšisliga rįšgeving bęši til gerš av
śtbjóšingartilfari, ķ samrįšingum og til gerš av sįttmįlum.
Til spurning 7.
Arbeišstakarin ķ Vįgum hevur munandi fleiri tķmar um įriš enn teir 2.704
effektivu sįttmįlatķmarnar. Hetta kemst av, at orsakaš av seinkingum ķ flogferšsluni
og orsakaš av eykaflogfųrum til hųgtķšir og alt summariš, eru munandi fleiri
flogfųr enn restina av įrinum. Arbeišstakarin ķ Vįgum fęr nakrar av hesum
eykatśrum, tķ Strandfaraskip Landsins, sum rekur Flogleišina saman viš m.a.
arbeišstakarum ķ Vįgum, bert hava 3 bussar, og samstarvar tķ viš m.a. arbeišstakaran
ķ Vįgum um hesar eykatśrar.
Taš merkir, at arbeišstakarin ķ Vįgum koyrir munandi fleiri tśrar og tķmar enn teir,
sum eru įsettir ķ sįttmįlanum. Tķma- og tśratališ broytist, men meta vit, at talan
kann vera um, at arbeišstakarin ķ Vįgum hevur millum ein trišing og eina helvt av
koyringini.
Til spurning 8.
Sambęrt hagtųlunum į heimasķšuni hjį SLV er feršafólkatališ vaksiš frį
knapt 85 tśsund ķ 1986 til gott 158 tśsund ķ 2001. Taš svarar til ein vųkstur upp į
knapt 87 %.
Til spurning 9.
SL hava ķ lųtuni ikki hagtųl fyri flogleišina 15 įr aftur ķ tķšina, og fįa
tķ ikki svaraš hesum spurningi.
Til spurning 10.
SL hava ķ lųtuni ikki hagtųl fyri flogleišina 15 įr aftur ķ tķšina, og fįa
tķ ikki svaraš hesum spurningi.
Mįliš avgreitt.