Konjunkturfrágreiðing juli 1999

Búskaparráðið gevur við hesum út fjórðu frágreiðing sína, síðani tað varð sett tann 1. jan. 1997. Ætlanin er stutt at greiða frá konjunkturgongdini. Ráðið hevði ætlanir um at geva út eina meira víttfevnandi frágreiðing um føroyska búskapin, men hetta hevur ikki borið til í hesum umfari vegna ov lítla skrivaraorku.

« « «

Inngangur

Høvuðstølini fyri føroyska búskapin teir fyrstu mánaðirnar í 1999 sýna framvegis rættiliga stóran vøkstur, tó at hann er minni enn í 1998:

Henda búskapargongd hevur havt við sær beinleiðis ella óbeinleiðis at:


Útlit og niðurstøður

Hesi viðurskifti eru øll tekin um eitt vaksandi virksemi og inntøkuskapan í samfelagnum, og fólk tykjast at hava rættiliga góða tiltrúgv til framtíðar inntøkur. Hetta ber t.d. vøksturin í bilainnflutninginum og húsaprísunum boð um.

Avgerandi fyri gongdina í búskapinum í løtuni er hesar gongdir:

Á framleiðslusíðuni:

Á eftirspurningssíðuni:

Á fíggjarsíðuni:

Fiskiskapurin á heimaleiðum broytist í sínari samanseting, fyrst og fremst soleiðis, at toskurin er í rættiligari stórari minking, og upsin er í vøkstri. Aðrir partar av flotanum standa heldur ikki yvir fyri einum bata í mun til 1998. Nótaflotin gav rættiliga nógv av sær í 1998, men fer helst at geva minni av sær í 1999 orsakað av prísfalli.

Fiskaprísirnir tykjast at vera komnir í hæddina. Vit kunnu tískil ikki vænta ískoyti til vøksturin í búskapinum frá fiskiskapinum sum heild.

Hóast óvanliga góðar umstøður hevur tað ikki eydnast at fáa lønsemi í allar partar av fiskiflotanum. Ein ávís semja tykist at vera í vinnuni um, at fiskidagaskipanin kann tryggja lívfrøðiliga burðardygga veiðu, men hon hevur í verandi líki ikki ført við sær, at veiðiliðið er vorðið lønandi. Um fiskidagaskipanin skal kunna virka sum búskaparliga ætlað, so er alneyðugt við í minsta lagi einari munandi umsetiligheit til tess at tryggja lønsemi, og at nýggjar kreftir hava møguleika at sleppa frammat, eins og dagatalið alsamt má lagast til gongdina í fiskievnunum hjá flotanum.

Nógv krevst av politikarunum, tá búskapurin er fyri afturgongd, tí tær vinnugreinar, sum fáa trupulleikar, leggja trýst á fyri at fáa stuðul. Í løtuni er við at taka seg upp trýst um stuðul til flotan, nú framgongdin er um at venda til afturgongd. Eftir ráðsins tykki er tað skeivt at fara undir slíkan stuðul, tí tað eru fyrst og fremst skipanirnar í fiskivinnuni, sum skulu tryggja lønsemi, og ikki stuðul.

Fiskiídnaðurin hevði eitt rættilga gott ár í 1998 eftir nógv ár við stórum trupulleikum. Hinvegin gav raksturin framvegis ikki í 1998 nóg nógv av sær til at renta nýíløgur. Nú fiskaprísirnir heldur kunnu væntast at lækka enn at hækka, verður tað helst truplari hjá virkjunum at fáa búskaparligt ískoyti til raksturin, og um nøgdirnar fara at minka, fer tað eisini at merkjast hjá virkjunum.

Fiskaalingin væntast at økja nógv um sína framleiðslu longu í 1999 til uml. 30.000 tons frá uml. 20.000 tonsum í 1998, og vinnan væntar at koma upp um 45.000 tons longu í 2002. Harvið kemur útflutningsvirðið í 1999 upp móti 700 mió. kr. í 1999 og upp um 1 mia. kr. í 2002. Talið av fólki á alistøðum á sjónum var í 1998 um 120 ársverk. Um framleiðslan nærum trífaldast frá 1998 til 2002, so økist talið av fólki tó neyvan líka nógv. Harafturat koma fólk knýtt at alivirkseminum, so sum smoltstøðir, kryvjivirki og verksmiðjur. Kortini má sigast, at hóast ein sera stóran útflutningspart, kann ikki roknast við so stórari lønarskapan av alivinnuni fyri hvørja útflutningskrónu sum av fiskivinnuni.

Sambært teimum nýggjastu innflutningshagtølunum fyri jan-mai 1999 er eftirspurningurin eftir nýtsluvørum vaksandi, men tó við einum heldur lágum vøkstri, nevniliga 5%. Tó eru gott 50% fleiri bilar innfluttir teir fyrstu fimm mánaðirnar í 1999 enn somu mánaðir í 1998. Fyrivarni má takast fyri, at tølini enn eru heldur fesk.

Tá metast skal um eftirspurningsgongdina, skal bæði takast støða til, um vøksturin er stórur ella ikki, og til hvussu hann verður framyvir. Viðvíkjandi støddini av vøkstrinum kann sigast:

  1. lítið hevur verið innflutt í 1990-1996
  2. av tí at samlaða talið av akførum er um 18.000, so krevst 1.500-2.000 nýggj akfør árliga, um ein hóskandi miðalaldur skal haldast (livitíðin av bilum er stytri enn í grannalondunum) og
  3. talið av akførum í mun til fólkatalið er ikki so stórt sum í grannalondunum.

Avgerandi fyri útlitini fyri gongdina í eftirspurninginum er, hvussu vónirnar hjá fólki eru til framtíðar inntøkur. Og gongdin í bilainnflutningi og húsaprísum bendir á, at fólk hava rímuliga góðar vónir. Tað eru fleiri viðurskifti, sum stuðla hesum vónum. M.a. hava nýggju sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum við sær eina lønarhækking upp á 1-2% um árið meira enn prísvøksturin. Alingin er í vøkstri. Og vónirnar til oljuvinnuna eru helst eisini rættiliga stórar.

Hinvegin fer fiskivinnan sum nevnt helst ikki at vaksa, men heldur at hava afturgongd framyvir. Um gongdin í fiskivinnuni ikki verður mótvirkað við t.d. almennum stuðli, so ávirkast restin av búskapinum sum frá líður av gongdini í fiskivinnuni.

Almennu útreiðslurnar, rentan og lánveitingarnar frá peningastovnunum hava týdning bæði fyri gongdina í fiskivinnuni og fyri vónirnar hjá fólki til framtíðar inntøkur.

Almennar inntøkur eru vaksandi, tí nýtslan og skattagrundarlagið eru vaksandi. Skatta- og avgjaldssatsir eru tó ikki broyttir í 1999 í mun til 1998. Hetta er annars hent á hvørjum ári síðani 1994. Almennar útreiðslur eru undir sterkum poltiskum trýsti, bæði tá ið tað kemur til rakstur og íløgur. Higartil hevur tað tó eydnast politiskt at halda aftur á báðum hesum økjum. Gongdin í almennu útreiðslunum verður sera avgerandi fyri eftirspurningin, bæði beinleiðis og tí tær ávirka framtíðarvónirnar hjá fólki. Tað er umráðandi, at politikararnir megna at halda aftur og útseta íløgur, til ongin vøkstur ella afturgongd verður í búskapinum.

Rentan er givin uttanífrá. Ongi fríhold eru longur millum føroyska og danska rentustøðið. Hetta merkir, at rentan framyvir kemur at fylgja rentustøðinum rættiliga neyvt. Rentan er í løtuni søguliga lág. Hóast vánir eru fyri einum framhaldandi lágum rentustøði, so er ongin trygd fyri, at rentan ikki fer at hækka aftur, eins og rentan til tíðir kann vera broytilig. Tað er tí sera umráðandi, at vinnulív og privat leggja somikið upp fyri, at tey eru før fyri at standa móti møguligum rentuhækkingum.

Útlánini hjá peningastovnunum kunnu út frá vøkstrinum higartil í ár metast at fara at økjast uml. 14% í 1999. Talan er sostatt enn um rættiliga stóran vøkstur í mun til eitt nú mettan vøkstur í løngjaldingunum og í mun til mettan vøkstur hjá donskum peningastovnum. Hinvegin má roknast við einum ávísum vøkstri, tí íløgurnar hjá bæði vinnulívi og húsarhaldum eru vaksandi. Hóast talan er um ein rættiliga stóran vøkstur, er hann tó lítil í mun til 80-árini. Útlánini øktust í árunum 1982-1987 við millum 16% og 30% árliga. Harumframt øktust bæði veðhaldini hjá landskassanum og peningastovnunum sera nógv tey árini, eins og uttanlandslántøkan var stór. Tað er sera umráðandi, at útlánini verða grundað á sunnar verkætlanir.


Upphitaður búskapur?

Tað hevur verið frammi, at tann stóri vøksturin, sum verið hevur og – sum hagtølini vísa – enn er í búskapinum, fer at seta krøv til at tátta í búskaparliga. Tann mest vanliga orsøkin, sum víst verður til, tá tosað verður um at avmarka búskaparligan vøkstur, er, at tað verður eitt kostnaðartrýst (fyrst og fremst lønir og prísir) í búskapinum og harvið eitt versnandi kappingarføri, sum so aftur kann føra til gjaldsjavnatrupulleikar.

Í Føroyum hevur í fleiri ár verið eitt sera stórt avlop á gjaldsjavnanum, um ein miljard krónur árliga. Væntandi verður somuleiðis eitt stórt avlop í 1999. Harvið fara Føroyar við árslok 1999 helst at hava eina nettouttanlandsogn upp á uml. eina miljard krónur. Vandi er sostatt enn ikki fyri, at hall skal koma á gjaldsjavnan.

Hinvegin eru tekin um, at ávíst trýst er á arbeiðsmarknaðin. Sáttmálasamráðingarnar í vár høvdu við sær eina hækking í lønunum frá 1. apríl upp á 3-4% og nakað tað sama aftur komandi ár. Hagtøl eru ikki tøk, sum kunnu lýsa, í hvussu stóran mun lønir verða goldnar, sum eru hægri enn sáttmálalønirnar (sokallað lønarglíðing). Heldur ikki eru hagtøl fyri, hvørt tað er trupult at fáa fatur á arbeiðsmegi.

Tekin eru eisini um eftirspurningstrýst á fastognamarknaðinum. Húsaprísirnir eru í 1999 farnir at vaksa munandi, eftir at teir fullu í 1998, eftir teimum tøku hagtølunum at meta. Prísirnir eru tó ikki komnir upp á støðið í 80-árunum. Tá prísirnir vóru hægstir, var meðalprísurin av teimum handlaðu húsunum um sjey ferðir árslønina av ein starvsmannaløn. Fyri tey hús, sum eru handlað higartil í ár, er meðalprísurin gott fýra ferðir eina starvsmannaløn. Inntøkuskatturin er í dag umleið tann sami sum síðst í 80-árunum, meðan rentan er væl lægri enn tá, samstundis sum at rentufrádrátturin er hægri í dag. Myndin er tó rættiliga greið: húsaprísirnir eru klárt í vøkstri, eftir at teir fullu frá 1997 til 1998.


Eru tiltøk neyðug?

Ávísar ábendingar kunnu sostatt vera um, at kapasitetsavmarkingar í búskapinum eru um at gera seg galdandi. Kortini metir búskaparráðið ikki, at tað er neyðugt enn at seta tiltøk í verk fyri at avmarka eftirspurningin. Henda støða er fyrst og fremst grundað á gongdina í fiskivinnuni og leiklut hennara í búskapinum.

Tær nýggjastu uppgerðirnar um føroyska veiðu á føroyskum øki (avreitt í Føroyum og uttanlands) vísa, at samlaða tonsatalið var nærum uml. 5.000 tons minni fyrstu fimm mánaðirnir í 1999 enn somu mánaðir í 1998, t.e. um 40.000 tons. Herav minkaði toskur við 4.600 tons (–33%), hýsa var óbroytt, upsi vaks við 3.200 tons (+47%), kongafiskur minkaði við 300 tons (-12%), blálonga vaks við 900 tons (140%) og gulllaksur minkaði við 2.400 tons (-48%).

At fiskiskapurin ikki fer at halda fram at vaksa, hevur verið væntað í longri tíð, og væntast kann møguliga eitt fall. Nøgdirnar eru umleið tær somu higartil í ár sum í fjør, men ein forskjóting er farin fram frá dýrari fiskasløgum móti bíligari fiskasløgum. Prísirnir í seinnu helvt av 1998 og byrjanini av 1999 eru framvegis høgir, tó at upsaprísurin er minkaður nógv. Prísirnir økjast neyvan í mun til í dag.

Í heystfrágreiðing síni í 1998 viðgjørdi búskaparráðið spurningin um, hvørt búskaparvøksturin skuldi tálmast ella ikki. Tá varð mett, at møguleiki var fyri, at búskaparliga gongdin í sær sjálvum fór at vera tálmandi. Roknað varð við, at tað var ein spurningur um tíð, til fiskiskapurin og fiskaprísirnir fóru at versna í mun til tað sera høga støði, ið tá var galdandi. Fiskivinnan hevur ein so avgerandi týdning fyri føroyska búskapin, at gongdin í henni hevur týdning fyri allan búskapin sum heild. T.v.s. at ein afturgongd í fiskivinnuni hevur við sær eina afturgongd í samlaða eftirspurninginum í búskapinum og harvið eisini á tær vinnur, ið liva av at selja til heimamarknaðin, og eisini á skattagrundarlagið og inntøkurnar hjá tí almenna. Onnur tálmandi viðurskifti, so sum hækkandi oljuprísir og rentur, fara helst eisini at gera seg galdandi.

Ført hevur verið fram, at gongdin higartil, serstakliga í 80-árunum, vísir, at ein ikki kan vænta, at gongdin í fiskivinnuni er avgerandi fyri gongdina í búskapinum sum heild. Ráðið tekur undir við, at gongdin í 80-árunum vísir, at samlaða búskapargongdin ikki fylgdi gongdini í fiskivinnuni. Ráðið metir tó, at ein høvuðsorsøk til, at hetta hendi, vóru tær umstøður, sum ráddu tá. Í áttatiárunum sóu vit t.d. bæði rakstrarstuðul til fiskivinnuna og veðhald til vinnur, ið tørvaðu fígging. Eisini hevði tað høga rentustøðið í Føroyum í mun til útheimin saman við rentuskattaskipanini við sær, at útboðið av fígging var sera stórt. Almennu útreiðslurnar bæði til rakstur og íløgur øktust í stórum, og lántøkan í øllum samfelagnum bæði til íløgur og nýtslu øktist eisini í stórum.

Eftir ráðsins meting er tað av alstórum týdningi, at búskapurin lagar seg til tær broytingar, ið fara fram í teimum grundleggjandi búskaparligu fyritreytunum. Tað er tí umráðandi, at slíkar umstøður, sum ráddu í 80-árunum ikki aftur koma fyri. Ráðið væntar, at afturgongdin í fiskiskapinum eftir eina tíð fer at ávirka gongdina í øðrum vinnum og í eftirspurninginum. Ráðið mælir til, at landsstýrið fylgir neyvt við búskaparligu gongdini teir komandi mánaðirnar. Landsstýrið eigur at melda út, at tað – um neyðugt – vil taka stig til búskaparlig inntriv fyri harvið at gera borgarum og vinnulívi greitt, hvat tey kunnu grunda sínar vónir til framtíðina á.

Tað er umráðandi, at almennu útreiðslurnar ikki økjast ov nógv í hesum tíðarskeiði. Um rakstrarútreiðslurnar ikki økjast meira enn generelli prísvøksturin, og íløgur verða útsettar, verður í veruleikanum talan um at tátta í búskaparliga í mun til undanfarin ár, har bæði skatturin er lækkaður, og útreiðslurnar eru øktar.

Tað er eisini av týdningi, at skipanir, ið kunnu forða fyri, at tillaging fer fram, verða avtiknar. Uttanlandsfrádrátturin og mvg-frítøkan í byggivinnuni eru dømi um skipanir, sum hóska illa at hava samstundis sum, at trýst er á arbeiðsmegini í byggivinnuni. Tað sama kann sigast um, at Húsalánsgrunnurin veitir lán til undir marknaðarrentu.

Myndugleikarnir eiga at vera tilreiðar við búskaparligum inntrivum, ið minka um eftirspurningin, um so er, at vøksturin í búskapinum kortini heldur fram í sama mun, og tekinini um fløskuhálsar og kostnaðarhækkingar gerast týðuligari.

Vísir tað seg hinvegin, at ein møgulig framhaldandi minking í fiskiskapinum og/ella prísunum næsta hálva árið hevur við sær, at samlaði eftirspurningurin í samfelagnum minkar, soleiðis at vøksturin í inntøkuskapanini í samfelagnum verður minni enn prísvøksturin, so kann umhugsast at gera almennar íløgur, ið annars eru útsettar.

Konjunkturjavnan

Verður farið fram á henda hátt, kann landskassin vera við til at javna út konjunkturarnar. Tað er óivað frægari at nýta íløguvirksemi heldur enn rakstur til konjunkturútjavning. Íløgurnar eru tíðaravmarkaðar og kunnu setast í verk, tá ið tað hóskar, meðan rakstur ikki eins væl kann økjast og minkast eftir tørvi. Í hesum sambandi er neyðugt at fáa virksemið hjá kommununum við í hesa stýring. T.d. kundi landsstýrið álagt kommununum at hildið seg innan fyri ávísar íløgukarmar.

Ásannast má tó, at tað er ein trupul uppgáva at meta um, hvørt ein stendur yvir fyri einari broyting í konjunkturum, ið varar eina avmarkaða tíð, ella ein stendur yvir fyri einari varandi broyting. Tað er sera umráðandi, at ein politiskt er førur fyri at minka um almenna virksemið, um so er, at tað vísir seg, at talan er um eina afturgongd, sum dregur út, og sum ein ikki kann síggja endan á. Hetta partvíst tí teir almennu kassarnar bert eru førir fyri at reka konjunkturjavnandi politikk í avmarkaðari tíð, og partvíst tí eisini tann almenni sektorin eigur at laga seg til støðuna, um hon er varandi broytt.

Tað hevur verið skotið upp at seta á stovn ein konjunkturgrunn, ið fær inngjaldingar í góðum tíðum og nýtir pening í verri tíðum. Hetta er ein máti, ið kundi verið skilagóður at nýtt, eisini í sambandi við møguliga oljuvinnu.

Viðmerkjast kann, at ein í longdini má rokna við, at eftirspurningurin lagar seg eftir tí, sum er tøkt í samfelagnum. Í løtuni er hann ikki lagaður til tað tøka tilfeingi. Tað ber tað stóra gjaldsjavnaavlopið boð um. T.v.s., roknast má við at gjaldsjavnaavlopið fer at hvørva so við og við, annaðhvørt vegna størri nýtslu ellar íløgur ella minking í framleiðsluni ella ríkisstuðlinum.


Løngjaldingar

Løngjaldingarnar øktust jan-mai 1999 við 7% í mun til somu mánaðir árið frammanundan. Verður lagt uppfyri, at løngjaldingarnar vóru nakað lágar í mars og apríl vegna verkfall hjá Starvsmannafelagnum, so kann økingin metast til 8%. Til samanburðar øktust løngjaldingarnar í 1998 við umleið 10% samanlagt í mun til árið frammanundan, og hetta er størsti vøksturin, sum hevur verið síðani kreppan hæsaði av. Hvussu stórur vøksturin verður fyri alt 1999 veldst um fleiri viðurskifti. Sáttmálasamráðingarnar førdu í sær sjálvum við sær ein vøkstur í lønunum upp á uml. 3%. Spurningurin er tó, hvussu nógv gongdin í fiskivinnuni fer at ávirka samlaðu gongdina.

Tá kreppan var í hæddini í 1994, vóru løngjaldingarnar samanlagt um 3,1 miljard, men síðani hevur verið stórur vøkstur í búskapinum, so at í 1998 vóru løngjaldingarnar 1/3 størri, ella um 4,1 miljard. Hetta er vøkstur upp á 8% í meðal um árið, og tí má sigast, at búskapurin hevur komið seg rættuliga skjótt. Góður fiskiskapur, vaksandi fiskaprísir og avtalan um skuldina hjá landskassanum hava gjørt sítt til, at búskapurin er komin so væl undan síðani 1994. Haraftrat hevur lagaligi skatta- og avgjaldspolitikkurin økt munandi um rásarúmið hjá húsarhaldinum, sum hevur ført til øktan eftirspurning og størri virksemi í vinnunum, sum framleiða til innlendska marknaðin.

Í ein ávísan mun undirmeta løngjaldingarnar helst eisini framgongdina í samlaðu inntøkuskapingini, tí avlopini hjá virkjunum eru økt munandi síðani 1994, so at samanlagdi navnavirðisvøksturin í bruttofaktorinntøkunum liggur omanfyri 8% í meðal fyri árið, seinastu 4 árini.

Løngjaldingarnar í fiskiskapi vóru 808 miljónir í 1998, sum er besta árið síðani fyrstu uppgerðirnar í 1985, og hetta er tann vinnugreinin við størsta krónuvøkstrinum, 121 miljónir, í 1998. Teir fyrstu mánaðirnar í 1999 eru løngjaldingarnar 2% minni enn somu mánaðir í 1998. Væntandi verður minkingin uppaftur størri, tá ið árið er komið at enda.

Framleiðsluvinnurnar á landi høvdu rímuliga stóran vøkstur í 1998 og eisini higartil í 1999. Løngjaldingarnar í fiskavirking øktust við 13% í 1998 og 20% higartil í 1999 (sí talvuna við %-broytingum niðanfyri). Í 1997 vóru tekin um, at løngjaldingarnar í fiskavirking á landi vóru minkandi. Men gongdin vendi í fjør vár, og samanlagda ársúrslitið er 32 miljónir betri í 1998 og er lutfalsliga uppaftur størri higartil í 1999. Løngjaldingarnar í aling øktust 9% í 1998 og heili 28% higartil í ár. Stórur vøkstur væntast í alivinnuni, men av tí at alingin ikki eigur so stóran part av samlaðu løngjaldingunum, munar hvørt prosent í hesi vinnu væl minni enn hvørt prosent í t.d. fiskiskapi og fiskavirking. Byggingin øktist við 23% í 1998 og 19% higartil í 1999. Onnur framleiðsla øktist við 7% í bæði 1998 og higartil í ár.

Privatu tænastuvinnurnar hava eisini havt framgongd á 6-7% bæði í 1998 og higartil í 1999, harav stavar størsta framgongdin frá handilsvinnuni og flutningsvinnuni. Upp í tænastuvinnurnar er taldur flutningur á sjógvi og landi, hóast tað eru skip í almennari ogn, sum eiga ein part av flutninginum.

Løngjaldingar í vinnum og vinnubólkum

1994 -1998 og januar-mai 1998 og 1999

Januar-Mai

miljónir krónur

1994

1995

1996

1997

1998

1998

1999

Fiskiskapur

498

536

607

686

808

297

291

Fiskavirking

230

231

255

240

272

99

118

Aling

58

56

69

75

82

29

38

Bygging

102

99

112

150

185

65

77

Onnur framleiðsla

187

214

237

245

262

102

109

Framleiðsla samanlagt

577

599

673

710

801

296

342

Privatar tænastur

778

802

849

911

979

376

399

Almennar tænastur

1.271

1.283

1.358

1.439

1.524

623

666

Ótilskilað vinna

1

1

4

18

28

9

17

Tænastur samanlagt

2.050

2.086

2.211

2.369

2.530

1.008

1.082

Samanlagt

3.125

3.221

3.491

3.766

4.139

1.601

1.716

Kelda: Hagstova Føroya

Løngjaldingarnar hjá tí almenna - sum fyri mesta partin eru tænastur - øktust 84 miljónir og hava ongantíð verið so stórar áður, meira enn 1,5 miljard íalt. Tann prosentvísi vøksturin er tó ájavnt við miðalvøksturin í øllum løngjaldingunum, nevniliga um 7%. Hesin vøksturin er at finna bæði í sjálvari miðfyrisitingini, almennum stovnum og hjá kommununum.

Samanlagdi prosentvøksturin í løngjaldingum í 1998 var 10% og 7% jan-mai 1999. Hann stavar frá vøkstri í øllum teimum bólkum, sum her eru vístir í talvuni. Vøksturin hevur verið ymiskur í vinnubólkunum, og tað er eisini ymiskt, hvussu tungt bólkurin vigar í samanlagda vøkstrinum. Fyri at finna hvussu nógv prosentstig stava frá hvørjum vinnubólkinum, verða prosentvøkstrirnir faldaðir við tí lutfalli, sum løngjaldinarnar í viðkomandi vinnugrein eru í mun til samanløgdu løngjaldingarnar.

Av samanlagda vøkstrinum upp á 7% í 1999 stavar 1 prosentstig frá fiskavirking, meðan fiskiskapur onki gevur til vøksturin, heldur øvugt. Í 1998 stavaðu 3% av teimum 10%, sum allar løngjaldingarnar øktust við, frá fiskiskapinum. Aling og bygging góvu hvør sítt lítla prosentstig til vøksturin. Privatar tænastur og almennar lønir standa fyri ávikavist knøppum 2 og góðum 2 prosentstigum av teimum 7 prosentstigunum í samanlagda vøkstrinum. Í hesum býtinum hevur støddin á vinnuni - og tí eisini bólkingin - stóran týdning.

Í meðal fyri hvørt ár síðani 1994 til 1998 er prosentvøksturin størstur í høvuðsbólkinum fiskiskapur. Har eru løngjaldingarnar vaksnar við 13% í meðal síðani 1994. Tekur ein gongdina í 1999 við, er árligi meðal vøksturin 10%. Framleiðsluvinnurnar á landi hava í meðal goldið 9% meira um árið í lønum, meðan vøksturin í privatu tænastuvinnuni var 6%, og almennu løngjaldingarnar øktust við 5% í meðal um árið. Samanlagdi meðalvøksturin í løngjaldingum hesi árini var góð 7%.

Tað ber illa til at hava so stóran búskaparvøkstur nógv ár á rað. Men tað er heilt natúrligt, at búskapurin tey fyrstu árini eftir eina so djúpa kreppu, veksur rættiliga nógv.

Talið á fólki, sum hevur arbeiði, er økt, so at fleiri inntøkur verða skaptar um árið. Virkir, bygningar og onnur framleiðslutól eru mannað og eru antin komin í nýtslu aftur ella verða gagnnýtt meira enn áður.

Eitt serligt íkast til vøksturin liggur tó í góða fiskiskapinum. Fiskurin í sjónum er ein partur av kapitalútbúnaðinum, á tann hátt, at fiskiskipini verða meira produktiv, um nógv er at fáa. Hetta hevur gjørt sítt til, at vøksturin í búskapinum var so stórur seinastu árini.

 

 

Prosentbroytingar í løngjaldingum og íkast til broytingarnar frá vinnum og vinnubólkum

prosentbroyting

íkast til prosentbroyting

93/94 94/95 95/96 96/97 97/98

98/99

93/94 94/95 95/96 96/97 97/98

98/99

Fiskiskapur

2

8

13

13

18

-2

0

1

2

2

3

-0,4

Fiskavirking

9

1

10

-6

13

20

1

0

1

0

1

1,2

Aling

-6

-5

24

9

9

28

0

0

0

0

0

0,5

Bygging

-18

-4

13

35

23

19

-1

0

0

1

1

0,8

Onnur framleiðsla

-6

14

11

3

7

7

0

1

1

0

0

0,4

Framleiðsla samanlagt

-3

4

12

6

13

16

-1

1

2

1

2

2,9

Privatar tænastur

-8

3

6

7

7

6

-2

1

1

2

2

1,4

Almennar tænastur

-2

1

6

6

6

7

-1

0

2

2

2

2,7

Ótilskilað vinna

-33

9

221

363

52

93

0

0

0

0

0

0,5

Tænastur samanlagt

-4

2

6

7

7

7

-3

1

4

5

4

4,6

Samanlagt

-3

3

8

8

10

7

-3

3

8

8

10

7,2

Kelda: Hagstova Føroya

Um aðrar broytingar eru farnar fram við produktivitetinum í vinnunum, er ilt at siga. Men um tey arbeiðspláss, sum í dag verða mannað, eru meira produktiv, enn tey vóru undan kreppuni, so liggur eisini í tí ein kelda til búskaparvøkstur. Hetta kundi verið, um flakavirkini framleiða meira fyri hvønn arbeiðstíman ella fyri hvørja krónu ílagda í kapatalútbúnaðin. Ella um byggivirkini, tænastufyritøkurnar ella tað almenna framleiddu meira fyri hvørt starvsfólkið.

Ongar kanningar eru gjørdar, sum kundu víst, í hvønn mun búskaparvøksturin hesi seinastu árini er komin av betri gagnnýting av framleiðslutilfeinginum ella øktum produktiviteti. Men meginparturin av vøkstrinum man vera komin av, at framleiðslutilfeingið er økt, tí at fleiri fólk eru komin í arbeiði, og tí at bygningar og vinnutól annars eru komin í nýtslu aftur. Í øðrum lagi stendst búskaparvøksturin av, at produktiviteturin er øktur hesi árini við nógvum fiski. Haraftrat kemur økta reala virðið á framleiðsluni vegna uppfarna fiskaprísin.

Eitt annað serligt íkast er komið frá betri prísi á fiski á altjóða marknaðunum. Prísvøksturin á fiski í útflutningi hevur givið eitt íkast til búskaparvøksturin, við tað at vaksandi inntøkurnar í fiskiskapi føra til, at eftirspurningurin innanlands økist, sum í øðrum umfari økir um innlendska virksemið.

Gongdin í fiskiskapinum og fiskaprísunum í 1999, sum niðanfyri greitt frá, ber tó boð um, at vend tykist at vera komin í. Væntast kann, at henda gongdin fer at hava við sær, at minkandi eftirspurningur eisini verður eftir framleiðsluni hjá øðrum vinnum. Hetta er tó í stóran mun treytað av m.a. førda fíggjarpolitikkinum, gongdini í oljuprísunum, gongdini í rentuni o.ø.


Fiskiskapur og fiskaprísir

Mett út frá avreiðingunum frá føroyskum skipum til føroyskar fiskakeyparar var fiskiskapurin við Føroyar eins góður í 1998 og árið frammanundan. Tó vóru broytingar í samansetingini av veiðini upp á sløg. Avreiðingarnar frá føroyskum skipum til føroysk fiskavirki eru eitt sindur minni teir fyrstu fimm mánaðirnar av 1999 enn sama tíðarskeið í 1998, uml. 2.000 tons ella 4% minni. Nógvar av teimum gongdunum, sum vóru í 1998 í samansetingini av veiðini upp á fiskasløg, halda fram í 1999.

Serliga verður minni fiskað av toski. Eisini verður fiskað minni av kongafiski, svartkalva og longu. Meira verður fiskað av upsa, blálongu og gullaksi. Fiskiskapurin eftir hýsu, brosmu, hvítingi og havtasku hevur verið skiftandi.

Toskafiskiskapurin undir Føroyum er minkaður nógv í 1998 og 1999: -26% í 1998 og –33% teir fyrstu fimm mánaðirnar í 1999. Hetta svarar til uml. 8 tús. tons minking bæði í 1998 og 1999 (roknað). Mett út frá gongdini higartil í 1999 verður árið tó neyvan heldur eitt vánaligt ár til fiskiskap, hóast toskafiskiskapurin neyvan kemur nógv upp um 15.000 tons.

Meðalfiskiskapurin eftir toski síðan 1975 er um 24.000 tons, so hóast minking frá árinum fyri, var árið 1998 ikki eitt vánaligt ár, men toskurin er nú við at minka nakað niður um meðal. Hýsufiskiskapurin verður væntandi heilt góður í 1999 – um 19.000 tons ímóti meðalinum 12.000 síðan 1975. Upsaveiðan kemur væntandi upp um 30.000 tons í 1999, ið er um meðalið síðani 1975.

Av øðrum fiskasløgum er tað serliga gulllaksurin, sum er vorðin eitt munandi íkast til fiskiskapin, og sum alt meira verður fiskað av. Veiðan kom upp um 7.000 tons í 1998, tí at nakrir av bátunum hava mestsum bara lagt seg eftir tí fiskinum, helst tí at veiðan er vorðin lønandi.

Avreiðingar frá føroyskum førum til føroysk flakavirki

(Havsbrún undantikið)

Tons landað vekt

%-broyting

Fiskaslag

Árið

Jan-mai

Árið

Jan-mai

1996

1997

1998

1998

1999

96/97 97/98 98/99
Toskur

33.271

32.542

24.187

13.802

9.314

-2

-26

-33

Hýsa

7.204

15.175

19.179

8.735

8.676

111

26

-1

Brosma

1.874

2.221

2.083

541

647

19

-6

20

Longa

2.197

3.417

3.130

1.191

908

56

-8

-24

Upsi

17.149

19.464

24.218

6.983

10.057

13

24

44

Hvítingur

719

864

1.483

687

542

20

72

-21

Kongafiskur

10.079

7.932

7.742

3.252

2.716

-21

-2

-16

Blálonga

1.202

1.026

1.153

759

1.472

-15

12

94

Botnfiskur

73.695

82.641

83.175

35.950

34.332

12

1

-9

Svartkalvi

5.051

4.688

3.410

960

871

-7

-27

-4

Steinbítur

91

150

201

81

78

65

34

8

Kalvi

342

411

320

77

83

20

-22

-1

Havtaska

1.278

1.421

1.713

806

795

11

21

-56

Reyðsprøka

362

449

389

211

93

24

-13

-53

Tunga

189

292

408

89

42

54

40

-30

Skøta

84

142

121

56

39

69

-15

39

Langasporl

108

58

65

51

71

-46

12

54

Gullaksur

5.682

6.582

7.215

1.209

1.867

16

10

54

Annað

1.459

2.823

2.462

1.732

1.105

93

-13

-36

Samanlagt

88.341

99.657

99.479

41.222

39.376

13

0

-4

Kelda: Hagstova Føroya

Tað er altíð torført at meta um, hvønn vegin tað ber í fiskiskapi, men teir fyrstu mánaðirnir kundu merkt, at nakað tað sama, ella eitt sindur minni, verður at fáa í ár í mun til í fjør. Forsagnirnar hjá fiskifrøðingum bera á sama borðið, so at samanlagt kann sigast, at útlit eru til eina ávísa minking í fiskiskapinum í 1999 í mun til 1998. Fiskiskapurin var samanlagt 10% minni seinna hálvár í 1998 enn sama tíðarskeið í 1997.

Serliga er minking í toskafiskiskapinum at merkja, og sum gongdin sýnist at vera, koma valla meira enn 15-16.000 tons av toski til avreiðingar í 1999. Eftir tí sum Fiskirannsóknarstovan sigur, so hevur verið fiskað av tveimum góðum árgangum av toskinum, sum nú fara at ganga undan. Hýsufiskiskapurin kann, eftir teirra tykki, fara at halda sær á sama støði sum í 1998. Tá minni verður at fáa av toski, kann hugsast at meira orka verður løgd í at fiska upsa, og hetta er helst orsøkin til økingina í upsafiskiskapinum higartil í ár.

Men eitt er, sum møguliga kann fáa veiðuna at økjast fyribils. Ein ávísur áhugi sýnist at vera fyri at keypa fiskifør og veiðuloyvi teirra fyri at seta størri og meira effektiv skip inn í staðin. Tað verður t.d. gjørt á tann hátt, at reiðarí keypa ein ella kanska fleiri bátar við veiðiloyvi, og keypa so eitt størri brúkt fiskifar uttanlands til at fiska í staðin fyri tann ella teir bátar, sum keyptir vórðu úr flotanum. Fiskivinnumyndugleikarnir geva so nýkomna skipinum loyvi at fiska og tilluta skipinum eitt dagatal, sum er ein ávísur prosentpartur av tí, sum uppkeypti báturin ella bátarnir áttu frammanundan. Til hesa flyting av døgum brúka myndugleikarnir ein umrokningarfaktor, sum er grundaður á veiðievnini hjá uppkeyptu útróðrarbátunum.

Men av tí at tað eru fiskidagar, og ikki nøgd av fiski, sum verður umbýtt, er torført at halda skil á, um nýkomnu skipini í veruleikanum fiska størri nøgd enn fiskiførini, sum keypt eru úr flotanum. Í prinsippinum skuldi hetta ikki hent, um fiskidagarnir eru eitt rættvísandi mát fyri fiskaða nøgd. Men veruleikin kann saktans vera ein annar, tí tað kann vera torført at meta um veiðievnini hjá nýkomna skipinum, sum kanska kann fiska meira sínar tillutaðu dagar, enn uppiløgdu fiskiførini kundu fiska við sínum upprunaligu døgum.

Um henda gongdin heldur fram og vindur upp á seg, kann hugsast, at nýggjaru skipini alíkavæl í veruleikanum hava størri samanløgd veiðievni enn teir bátar, sum eru lagdir, og samanlagda veiðan kann soleiðis økjast í fyrsta umfari. Ein slík øking í veiðuni kemur, tí at veiðitrýstið økist, og ikki tí at stovnarnir eru betri fyri. Hóast stig eru tikin til at forða fyri, at størri báta kunnu koma inn fyri bátar undir 40 tons, so kann tað omanfyri nevnda væl koma fyri millum størri bátar.

Virðið av avreiðingum frá før. fiskiskipum til før. fiskakeyparar

1.000 kr.

% -broyting

Fiskaslag

Árið

Jan – mai

Árið

Jan-mai

1997

1998

1998

1999

1997 - 98

1998-99

Toskur

274.351

292.781

152.467

131.500

7

-14

Hýsa

109.951

195.326

76.542

100.531

78

31

Brosma

11.382

12.715

2.474

4.328

12

75

Longa

25.345

28.200

9.351

10.796

11

16

Upsi

98.886

183.683

44.811

60.884

86

36

Hvítingur

3.938

9.249

3.914

3.843

135

-2

Kongafiskur

59.266

68.807

30.464

22.763

16

-25

Blálonga

5.646

8.424

5.395

11.375

49

111

Botnfiskur

588.765

799.185

325.418

346.020

36

6

Svartkalvi

66.444

47.789

15.364

11.542

-28

-25

Steinbítur

1.119

1.359

522

558

22

7

Kalvi

15.894

11.142

3.032

3.186

-30

5

Havtaska

29.099

40.094

17.685

20.560

38

16

Reyðsprøka

5.912

5.447

2.831

970

-8

-66

Tunga

5.289

7.441

1.817

749

41

-59

Skøta

482

312

154

120

-35

-22

Svartkjaftur

0

276

275

0

-

-100

Langasporl

208

242

178

187

16

5

Gullaksur

18.645

24.799

3.854

5.012

33

30

Annað

16.078

19.117

13.935

10.991

19

-21

Samanlagt

747.935

957.203

385.065

399.895

28

4

Kelda: Hagstova Føroya

Samlaða veiðan við Føroyar øktist sum sagt munandi frá 1996 til 1997, stóð í stað í 1998 og sær út til eisini at standa í stað í 1999. Men av tí at fiskaprísirnir hava verið í hækking fram til inn í 1999, er avreidda virðið vaksið munandi í 1997 og 1998, men fer neyvan at vaksa í 1999.

Virðið á avreiðingunum til føroyskar fiskakeyparar í 1998 var góð 30% størri enn í 1997, hóast fiskiskapurin var nakað tann sami. Tað sama sæst aftur í 1999, tí hóast eitt sindur minni veiðinøgd higartil í 1999, so er samlaða avreiðingarvirðið 4% hægri enn í 1998. Og hetta hóast toskurin er minkaður nógv í nøgd, meðan onnur bíligari fiskasløg, so sum upsi, hava vigað upp móti.

Tað eru serliga fiskasløgini toskur, hýsa og upsi, sum hava fingið munandi hægri prís í meðal í 1998 í mun til 1997 og aftur í meðal jan-mai 1999 í mun til sama tíðarskeið í 1998. Tó er upsaprísurin minkaður munandi teir síðstu mánaðirnar. Prísvøksturin á hýsu og toski var 30-40% hvørt av skeiðunum, og av tí at tey eru so stórur partur av veiðuni, hevur tað stóra ávirkan á avreiðingarvirðið samanlagt. Haraftrat hevur prísurin verið vaksandi á flestu av hinum fiskasløgunum uttan svartkalva - sum nakað væl verður fiskað av - og steinbýti og skøtu, sum lítið telja í samanløgdu veiðuni.

Hóast ¼ minni varð fiskað av toski í 1998 enn í 1997, var avreiðingarvirðið samanlagt tó 7% størri, og í 1999 minkaði avreiðingarvirðið bert 14%, tó at nøgdin minkaði 33%. Og tó at veiðan av hýsu var ¼ størri enn í 1997 og stóð í stað í 1999, var avreiðingarvirðið samanlagt næstan 80% størri í 1998 og 31% størri jan-mai 1999. Nakað tað sama var galdandi fyri upsa í 1998, men í 1999 er meðalprísurin roknaður upp á teir fyrstu fimm mánaðirnar ikki farin upp. So tað er eyðsýniligt, at fiskaprísurin hevur havt størstu ávirkanina á góða úrslitið hjá fiskiflotanum í 1998, og at hann eisini verður avgerandi fyri úrslitið hjá flotanum í 1999.

Fiskaprísir

Sum omanfyri nevnt hava tað í 1998 serliga verið fiskaprísirnir, sum hava økt um útflutningsinntøkurnar, og sum eisini vóru orsøkin til góðu úrslitini hjá fyritøkunum í fiskivinnuni og inntøkunum hjá fiskimonnum. Haraftrat hevur allur hesin beinleiðis inntøkuvøkstur kastað nýggjar inntøkur av sær vegna øktan eftirspurning. Soleiðis hava fiskaprísirnir eisini økt um skatta- og avgjaldsinntøkurnar hjá landi og kommunum.

Meginparturin av týdningarmestu fiskavørunum hava fingið betri prís í 1998 enn í 1997 og tað hevur staðið við í 1999. Í talvuni sæst, at í 1998 var nærum eins stórur prísvøkstur á bæði feskum vørum sum á framleiddum vørum. Her er valt at vísa prísirnar á ísaðum fiski, blokkskornum flaki til ídnað og saltfiski. Flak í blokki hevði størri prísvøkstur enn annað ísað flak, so í meðal er prísvøksturin á flaki og ísaðum fiski nakað tann sami - kanska 35% í meðal, meðan saltfiskur í meðal vaks umleið 25% í prísi. Henda myndin er broytt nakað í 1999, tí nú er prísvøksturin á fyrst og fremst frystum toska- og upsaflaki væl minni enn á fesku vørunum.

Meðalprísir í útflutningi 1997 - mai 1999

Ísaður fiskur, blokkskorið flak til ídnað og saltfiskur

Jan-des

Jan-mai

Vøra

1997

1998

1998

1999

1997/98

1998/99

- - - - - - - - - - - kr/kg - - - - - - - - - -

%-broyting

Ísaður toskur

9,85

13,54

12,52

15,84

38

26

Ísað hýsa

9,16

12,90

11,36

15,89

41

40

Ísaður upsi

5,10

6,50

5,57

7,52

32

35

Fryst toskaflak

22,67

31,51

33,05

35,98

40

9

Fryst hýsuflak

23,77

31,26

31,03

38,70

34

25

Fryst upsaflak

13,47

19,42

18,65

19,75

46

6

Saltaður toskur

26,18

31,54

29,15

35,47

22

22

Saltað toskaflak

31,66

41,51

37,83

46,43

31

23

Kelda: Hagstova Føroya

Viðmerking: %-broytingarnar eru roknaðar sum meðal prosentmunur millum prísirnar hvønn mánað í 1998 í mun til sama mánað í 1997. Tað gevur ikki heilt sama úrslit, sum tá roknaðir verða prosentmunirnir millum ársmeðalprísirnar, men munurin er ikki stórur.

Rækjur, sild og makrelur høvdu eins góðan prís í 1998 og í 1997 og framhaldandi í 1999. Hinvegin eru prísirnir á svartkjafti minkaðir munandi í 1999, men væntað verður, at teir hækka nakað aftur út á heystið.

Aðrir meira fleirstreingjaðir búskapir eru ikki so viðbreknir fyri prísbroytingum á einstøkum vørum. Eitt vanligt ídnaðarsamfelag útflytir nógvar ymiskar vørur, so at serligar prísgongdir á einstøkum vørum fáa ikki so umfatandi avleiðingar, tí at hvør einstøk vøra ella vørubólkur telur bara ein brotpart av samanlagda útflutninginum.

Ymsar orsøkir eru til gongdina í prísunum.

Um eftirspurningurin eftir fiski hevur verið størri enn vanligt, er ilt at siga, men útboðið hevur verið minni enn vanligt, tí at fiskiskapurin í kanadiskum og russiskum sjógvi hevur verið so vánaligur. Útboðið av toski úr Norðuratlantshavi hevur verið meira enn 100 túsund tons minni enn vanligt, eins og útboðið av hake, pollock og øðrum botnfiskasløgum hevur verið eini 200 túsund tons minni enn vanligt. Henda støðan batnar ikki munandi í ár, og gevur hetta grundir til at halda, at prísurin á toski og hýsu ikki fer at lækka í 1999. Upsaprísurin er minkaður munandi, tí nógvir keyparar vegna tann ótrygga fiskiskapin bygdu upp goymslur at standa ímóti við. Harvið fór prísurin upp á eina ónáttúrliga legu og fellur tí samsvarandi nógv nú.

Hetta, saman við øðrum viðurskiftum, hevur trýst prísin upp bæði á feska fiskinum og á lidnu fiskavørunum til húsarhaldini. At t.d. BSE neytasjúkan, salmonellatrupulleikarnir við flogfenaði og annað eisini hevur havt ávirkan, er møguligt. Men, sum gongdin er í løtuni, kann hugsast, at tað fer at eydnast kjøtframleiðarum at fáa teirra marknað at batna, um eingir aðrir trupulleikar av slíkum slag stinga seg upp.

Eftir øllum at døma hevur stóri prísvøksturin á feskum fiski minkað um vinningin hjá teimum, sum framleiða fiskavørur til húsarhaldini, tí teir hava havt ilt við at fáa nóg góðan prís fyri lidnu vørurnar. Men av tí at tað er sera umráðandi hjá teimum at varðveita marknaðarpartar í kappingini teirra millum, hava stórfyritøkurnar á hesum marknaðinum helst borið eitt ávíst tap, ella minking í avlopum, hesa seinastu tíðina. Hetta kundi ført til, at teir royna at flyta hetta tap niðureftir í framleiðsluhierarkiið, og møguleiki er tí fyri, at hetta fer at ávirka feskfiskaprísin nakað niðureftir.

Burtur úr hesum eru ikki grundir til at vænta stóra lækking í prísinum á feskum fiski, men at hann tó kann kvinka nakað niðureftir. Somuleiðis er orsøk til at halda, at prísurin á lidnu vørunum kann lækka nakað - um húsarhaldini í Evropa fara at keypa meira av kjøti - men ikki nógv. Eftir prísgongdini at døma er grund til at vænta, at inntøkurnar í fiskiskapi fara kanska at halda sær ella minka eitt vet í 1999.

Hinvegin eru tekin um, at fiskiskapurin hjá okkum eisini er í minking, bæði á fjarleiðum (tó ikki rækjum) og í heimasjógvi. Norsku myndugleikarnir hava fráboðað minking í kvotunum, og á okkara egnu havleiðum hevur fiskiskapurin verið versnandi seinastu mánaðirnar. Fiskifrøðingar meta, at minking verður í fiskiskapinum í heimasjógvi framyvir, men at teir árgangirnir, sum koma inn í fiskiskapin komandi árini, ikki eru so illa fyri. Samanlagt gevur hetta útlit til eina minking í fyrsta umfari, men at minkingin ikki verður álvarsliga stór.

Samanumtikið eru útlitini til inntøkurnar í fiskiskapi ikki so bjørt, sum úrslitið í 1998 var, men heldur kunnu vit vænta eina ávísa minking í ár og kanska eisini í ár 2000.

Lønsemið í fiskivinnuni

Seinasta roknskaparárið, 1998, man vera eitt tað besta, sum verið hevur, bæði fyri manningar og reiðarí og samfelagið sum heild. Helst hevur ongantíð áður verið so nógv goldið í hýrum sum í 1998, og tað hevur skapt vaksandi eftirspurning í landinum sum heild, sum so aftur hevur kastað aðrar inntøkur av sær. Og eftir teimum roknskaparlýsingum, sum eru gjørdar seinastu árini, hava avlopini hjá fyritøkunum í fiskivinnuni ongantíð verið so stór. Og ikki síðani mitt í 70'unum, hevur so lítið verið latið í studningum til fiskivinnuna sum í 1998, so at rakstraravlopið hjá vinnuni er mestsum alt hennara egna íkast. Samanum tikið hevur fiskivinnan sum heild staðið seg avbera væl í 1998.

Fortreytirnar fyri virkseminum mugu sigast at hava verið heilt góðar. Skuldin í skipum og virkjum er sera lág, bæði tí at rakstraramboðini eru gomul og væl niðurgoldin, og tí at ein stórur partur av flotanum og virkjunum hava fingið ymsar saneringsloysnir undir kreppuni, sum hava lætt um rentubyrðarnar. Haraftrat er rentan sera lág, eins og lági oljuprísurin hevur minkað um rakstrarkostnaðirnar. Fiskaprísirnir eru farnir upp við næstan 40% í einum ári, og tað er ein kostnaðarfrí hækking av umsetninginum, sum í flotanum fellur til manningar og reiðarí, alt eftir býtisprosentum. Fiskaprísurin kann tó hava aðra ávirkan á virkini enn á skipini, tí virkini skulu gjalda so mikið meira fyri rávøruna. Men alt eftir, um prísurin á liðugt framleiddu vørunum hækkar seinni ella skjótari enn rávøruprísurin, gongst verri ella betri hjá virkjunum. Prísurin á saltfiski og flaki hevur tó verið framúr góðir í 1998.

Býtið millum skip og virkir var eitt sindur øðrvísi í 1998 enn í 1997. Føroya Fiskavirking hevði eitt rímuliga stórt avlop í fjør, og onnur virkir hava í fjør eisini havt eitt betri úrslit enn í 1997. Prísurin hevur havt sítt at siga, men eftir øllum at døma hava ymsar umskipanir, rasjonaliseringar og sparingar eisini havt ávirkan á úrslitið.

Men tað sýnast ikki at vera nakrar serligar broytingar í marknaðarviðurskiftunum, sum hava givið virkjunum betri kappingartreytir. Tað er framvegis so, at fiskiskipini kunnu søkja besta prísin, og at virkini mugu kappast sínámillum um fiskin og eisini partvís kappast við feskfiskaútflytarar. Í so máta er prísurin her á landi tætt knýttur av prísinum á meginlandinum og serliga Bretlandi. Men eftir øllum at døma er tað vorðið meira vanligt, at skipini avreiða beinleiðis til virkini og minni um uppboðssølurnar. Eftir avreiðingartølunum at døma er avreiðingin til uppboðssølurnar minkað við 5%, ella um 2.000 tons, frá 1997 til 1998 og aftur 44% jan-mai 1999, ella um 17.000 tons, roknað fyri alt 1999, meðan avreiðingar beinleiðis til virkini eru øktar munandi í 1999. Munurin sigur frá einum broyttum samstarvi millum virki og skip.

Løngjaldingarnar í fiskavirking eins og útflutningstølini vísa, at meira av fiskinum varð virkaður í Føroyum, og eisini, at minni varð flutt út sum ísaður ella óvirkaður fiskur. Hetta er galdandi bæði tá roknað er í tonsum og sum partur av samlaða føroyska fiskiskapinum.

Men tað er ikki greið semja í vinnuni um orsøkirnar til at meira av fiskinum kom til virkingar í Føroyum. Ein meiningin er, at føroysku virkini eru vorðin meira kappingarfør við virkini í Bretlandi og á meginlandinum, bæði tí at lønkappingarførið er batnað, og tí, at virkini í aðrar mátar verða meiri rasjonelt rikin enn fyrr. Tí eru tey betri fyri í kappingini um rávøruna.

Hinvegin er onkur, sum meinar, at tað í stóran mun var av tilvild, at meira av serliga hýsuni kom til virkingar í Føroyum, og at útflutningurin av ísaðari hýsu til Bretlands gjørdist minni í 1998 enn árið fyri. Eftir hesum sjónarmiðið var tað tí, at fiskiskapurin eftir hýsu gjørdist serliga góður summarmánaðirnar, tá bretar ikki eftirspyrja fiskin. Tí fingu føroysku virkini hýsuna til virkingar, og tað hevur so givið so mikið gott íkast til framleiðsluna, at tað sæst bæði á lønartølunum í fiskavirking og í útflutningstølunum.

Hvat av hesum er rætt, fer tíðin kanska at vísa - men helst er nakað av sannleika í báðum meiningum, soleiðis at endaliga úrslitið kemst av báðum orsøkum.

Marknaðarviðurskiftini her heima hava ført við sær, at rímuliga stór kapping er um fiskin - bæði millum virkir í Føroyum og við fiskakeyparar aðrastaðni. Heimsmarknaðarprísurin ávirkar tí í stóran mun prísin á okkara egna marknaði. Størri parturin av avkastinum liggur eftir í veiðiliðinum, so at inntøkurnar hjá fiskimonnum og hjá reiðaríunum eru væl størri enn inntøkur og avkast hinumegin bryggjukantin.


Fiskaaling

Tøkan í 1998 var minni enn væntað, og av tí sama var útflutningsvirðið ikki serliga stórt. Prísurin var heldur lágur í fjør - einar 21,50 kr. fyri kilo - so tað vóru góðar grundir hjá alifyritøkunum at útseta tøkuna, um nú prísurin skuldi farið upp. Men hóast hann kanska ikki hækkar, so fer tøkan í ár helst at liggja um 28 - 29.000 tons av kruvdum fiski, ella tað sama sum eini 35.000 tons í rundari vekt.

Útflutt vórðu í 1998 13.600 tons av laksi og síli, sum góvu 310,5 miljónir í inntøku. Í nøgd taldu laksur og síl 5% av útflutninginum, meðan virðið var 11% av samanlagda útflutningsvirðinum. Í 1997 varð útflutningsvirðið av laksi og síli oman fyri 400 miljónir, ella 16% av útflutninginum samanlagt.

Hóast minkingina í 1998 hava fólk innan alivinnuna góðar vónir um framtíðina. Gongst sum ætlað, veksur framleiðslan ár um ár, og sum nevnt vænta teir, at tøkan verður munandi størri í ár enn í fjør. Vøksturin verður væntandi sera stórur í ár, framleiðslan fer komandi árini væntandi upp um 40.000 tons. Koma ongi álvarslig bakkøst av náttúruávum ella marknaðarávum, so kann alifiskur fara at gerast ein av megininntøkukeldunum í útflutninginum við einum árligum útflutningsvirði upp á meira enn 1 mia. kr.

Alt veldst sjálvandi um prísin, tá talan er, um hvussu inntøkan verður. Norska alivinnan veksur í stórum, og aðrar tjóðir hava eisini vaksandi framleiðslu, so at prísurin kann sjálvandi fara at lækka, um útboðið veksur nógv skjótari, enn marknaðurin er til.

Fyritøkurnar í alivinnuni sýnast at klára seg væl og kappast á altjóða treytaðum marknaði, uttan at tað almenna letur studning til framleiðslu ella íløgur. Váðin, sum liggur í møguleikanum fyri oyðandi sóttum og øðrum missi av náttúruávum, er ikki so lítil, eins og fyritøkurnar krevja at vera rættuliga kapitalsterkar til at klára størri broytingar í marknaðinum.


Bygging

Tað ógvuliga stóra byggivirksemið, sum kom í hæddina í 1988 og sum eftirfylgjandi fall niður í umleið ein fjórðing fram til 1995, hevur síðani verið í vøkstri.

Hesin vøkstur sær út til at standa við í 1999. Bæði privatir og almennir byggiharrar eru við til at skapa henda vøkstur. Av útbodnum arbeiðum stóð tað almenna fyri í virði 46 mió. kr. í 1997, 66 mió. kr. í 1998 og ikki minni en 61 mió. kr. fyrstu fimm mánaðirnar í 1999. Privatir byggiharrar stóðu fyri 4 mió. kr. í 1997, 8 mió. kr. í 1998 og 21 mió. kr. fyrstu fimm mánaðirnar í 1999.

Byggivinnuhagtøl

Árið

Jan-mai

%-broyt

1988

1989

1990

1997

1998

1998

1999

1998-99

Løngjaldingar, mió. kr.

349

326

296

150

185

65

77

18

Innflutningur av byggitilfari, mió.kr.

413

329

212

166

192

68

82

21

Tal av bygdum sethúsum

410

340

319

50

73

22

39

77

Lisitatiónir, almennar, mió.kr.

46

66

61

Lisitatiónir, privatar, mió.kr.

4

8

21

Kelda: Hagstova Føroya: løngjaldingar og innflutningur, Húsalánsgrunnurin: sethús 1988-90, SEV: tal av íbindingum til at meta um tal av bygdum sethúsum 1997-1999, Føroya Handverksmeistarafelag: lisitatiónir.

Talið av lidnum húsum, sum í 1988 var omanfyri 400, var 50 í 1997, 73 í 1998 og 39 fyrstu fimm mánaðirnar av 1999 (móti 22 fyrstu fimm mánaðirnar av 1998).

Sethúsaprísirnir, sum vóru hækkandi fram til 1997, hava síðani verið lutfalsliga støðugir. Skrásettu sethúsahandlarnir vísa, at í meðal, bæði fyri Suðurstreym og fyri alt landið, hevur prísurin ligið heldur lægri í 1998 enn árið fyri. Tó er vend komin í síðstu helvt av 1998, og tølini fyri fyrstu mánaðirnar av 1999 benda á framhaldandi hækking í prísunum. Viðmerkjast skal, at talan er um meðalprísir fyri allar handlar av vanligum sethúsum, og hædd er ikki tikin fyri, um talan er um gomul ella nýggj hús, sum verða seld. Á myndini niðanfyri er gongdin í húsaprísunum víst. Á myndini er eisini víst gongdin í lutfallinum millum meðalhúsaprísin og árslønina hjá starvsfólkum hjá landinum (9. lønarflokkur). Við øðrum orðum sigur strikan á myndini, hvussu nógvar árslønir prísurin á einum miðal sethúsum svarar til. Tað sæst, at enn er lutfallið nakað minni enn lutfallið, ið var síðst í 80-árunum.


 At døma eftir samlaða fólkatalinum átti tørvurin á sethúsum at verið minni í dag enn í 1988, tó er fólkatalið í Suðurstreymi nakað tað sama sum tá. Roknast kann tó við, at broytingar í fólkasamansetingini, bíligari lánmøguleikar, mvg-lóggávan og góðar framtíðarvánir bera framgongdina í eftirspurninginum eftir sethúsum.

Ein partur av byggivirkseminum er umbyggingar og umvælingar v.m. Hóast tøku hagtølini ikki neyvt lýsa, hvussu virksemið er býtt millum ymiskar partar av byggivirkseminum og millum almennar og privatar byggiharrar, benda tey á, at tað almenna helst stendur fyri helvtini av øllum byggivirksemi í løtuni, eisini fyri einum stórum parti av vøkstrinum í løtuni. Helst er í stóran mun talan um útsettar kommunalar íløgur, sum verða settar í verk, nú kommunurnar hava fingið betri fíggjarumstøður.

Talan hevur verið um, at í pørtum av landinum hevur í seinastuni verið trupult at fingið nóg mikið av lokalt búgvandi handverkarum. Fylgjast má væl við á hesum øki. Ístaðin fyri at innflyta fremmanda arbeiðsmegi eigur um neyðugt at verða gjørd tiltøk til at avmarka vøksturin við t.d. at broyta mvg-lógina og at toyggja almennar íløgur á byggiøkinum yvir eitt longri áramál. Eisini eigur at verða umhugsað at minka uttanlandsfrádráttin í skattinum.


Landskassans inntøkur og útreiðslur

Almenni sektorin hevur ein týðandi leiklut í búskapinum. Við at eftirspyrja og bjóða út vørur og tænastur ávirkar almenna sektorin samfelagið. Hann er so mikið stórur, at tað, sum hann ger, ávirkar samfelagið meira enn aðrir einstakir partar av samfelagnum. Umframt at eftirspyrja vørur og tænastur hevur almenni sektorin ymsar lógarheimildir, sum onnur ikki hava, og sum hava stóra ávirkan á samfelagið. Tað kann t.d. vera at áleggja skatt og avgjøld, veita vinnustudning, veitingar til húsarhald o.s.fr.

Landskassin broytti roknskaparskipan í 1997. Í tí gomlu skipanini var rættiliga trupult at síggja, hvussu árinið var á búskapin av landskassaútreiðslunum. Í nýggju skipanini eru hesir møguleikarnir væl betri, tí inntøkurnar og útreiðslurnar kunnu bólkast á ymsan hátt. Til ber at gera bæði býti upp á málsøki og realøkonomisk býti. Tann realøkonomiska bólkingin kann gerast fyri hvørt málsøki sær eins og fyri allar útreiðslurnar undir einum. Tað realøkonomiska býtið bólkar útreiðslurnar í sløg, sum siga meira um árinið á samfelagsgongdina, enn tær vanligu bólkarnir gera: lønir, vøru- og tænastukeyp, keyp av útbúnaði, leiga, viðlíkahald, avskrivingar o.a. Roknast má t.d. við, at løngjaldingar hava eitt størri beinleiðis árin á búskapin enn keyp av vørum og tænastum, eitt nú tí innflutningsparturin í vøru- og tænastukeypi er so stórur. Hvør av hesum bólkum kann so liðast meira sundur. Inntøkurnar kunnu bólkast í ymisk sløg av skattum, inntøkuflytingum o.s.fr.

Í talvuni niðanfyri er víst eitt realøkonomiskt býti fyri landskassan í 1997 og 1998. Av hesum yvirliti, sæst hvat tað er, sum gevur vøksturin í landskassans útreiðslum: lønirnar eru frá 1997 til 1998 øktar við 4%, vøru- og tænastukeyp eru økt við 4%, íløgurnar við 15% o.s.fr. Gongdin í landskassanum í 1998 økir virksemið minni enn árini frammanundan, tí tá vórðu m.a. latnir rættiliga stórir skattalættar.

Roknskapartøl fyriliggja fyri landskassan teir fyrstu mánaðirnar í 1999. Talan er tó ikki um avsluttaðar uppgerðir til almannagerð. Tølini benda ikki á nakran serligan vøkstur í lønarútreiðslum (+1%) ella í keypi av vørum og tænastum (-4%). Hinvegin er stórur vøkstur í skatta- og avgjaldsinntøkunum (+27%). Eftir hesum at døma økist avlop landskassans, sum í 1998 var 472 mió. kr. (ikki íroknað skuldareftirgeving statskassans upp á 900 mio. kr.), munandi í 1999 við verandi gongd.

Eftir teimum tølum sum eru fyri skattainntøkur hjá landskassanunum og kommununum, er vøksturin í inntøkuskattinum um 11-12% higartil í ár. Landskassin hevur harafturat ein stóran vøkstur í avgjaldsinntøkum. Hesin vøkstur elvir til eitt stórt politiskt trýst at økja útreiðslurnar bæði til almennan rakstur, íroknað lønir, og til íløgur.

Rættiliga nógvar íløguverkætlanir hava verið nevndar alment: tunnil undir Vestmannasund, strandfaraskip, verjuskip, sjúkrahús, útgerð, kommunalar havnir, ítróttarhallir o.a. Tað er greitt, at við verandi ferð á búskapinum hevði tað verið sera óheppið at sett ov nógvar íløgur í gongd. Um ein íløga fult út verður innflutt, hevur hon tó lítla ávirkan á virksemið í landinum. Bíðað eigur kortini at vera við at gera íløgur, til búskaparvøksturin linkar ella verður vendur til eitt fall. Tað sama er at siga um eitt nú skattalættar, øking í rakstrarútreiðslunum og øking av stuðuli til húsarhald og vinnur. Tað kann tykjast øvugt nú avlopið er so stórt ikki at kunna nýta tað. Men verður avlopið nýtt nú, so verður førdur ein búskaparpolitikkur, sum økir um sveiggini í búskapinum. Tá ið so búskaparafturgongd verður, finst onki avlop, sum ein kann nýta til at bøta um búskapargongdina. Tvørturímóti má helst táttast í tá. Tað er greitt, at tann peningur, sum verður nýttur til íløgur nú, ikki er tøkur seinni til konjunkturjavnan.

Landsroknskapurin, 1997 og 1998

Realøkonomiskt býti

 

Roknskapur

%broyting

Tús. kr.

1997

1998

1997/98

       
Lønir v.m.

952.013

991.671

4

Keyp av vørum og tænastum

360.768

374.111

4

Keyp av útbúnaði, netto

43.844

42.427

-3

Leiga, viðlíkahald og skattur

44.781

53.592

20

Avskrivingar o.a.

-12

88

-833

Ymsar rakstrarútreiðslur

-1.030

1.869

-281

Rakstrarútreiðslur

1.400.364

1.463.758

5

       
Søla av vørum og tænastum

-169.401

-174.442

3

Eftirlits- og umsjónaravgjøld

-3.591

-7.834

118

Ymsar rakstrarinntøkur

-5.600

-3.431

-39

Rakstrarinntøkur

-178.592

-185.707

4

       
Bygging og løguframleiðsla

45.095

54.147

20

Útvegan av løgu o.ø.

17.051

17.286

1

Løguútreiðslur

62.146

71.433

15

       
Søla av løgu o.ø.

-586

0

-100

Løguinntøkur

-586

0

-100

       
Tilskot til útlandið o.a.

18.061

17.873

-1

Tilskot til einstaklingar

848.726

848.018

0

Stuðul til vinnu

155.996

303.062

94

Stuðul til annað virksemi

141.969

152.523

7

Íløgustuðul o.a.

14.411

8.932

-38

Rentuútreiðslur o.a.

409.092

322.751

-21

Flytingarútreiðslur

1.588.255

1.653.159

4

       
Skattur og avgjøld

-1.938.977

-2.132.781

10

Kravd gjøld, bøtur o.a.

-22.335

-24.363

9

Vanligar flytingarinntøkur

-9.357

-6.457

-31

Aðrar flytingarinntøkur

-1.666

-1.427

-14

Flytingar úr Danmark

-921.578

-944.913

3

Rentuinntøkur og vinningsbýti

-148.609

-201.253

35

Roknað renta

0

0

 
Skattir og flytingarinntøkur

-3.042.522

-3.311.194

9

       
       
Innanh. flyt. millum almennar stovn. – útr

53.614

73.530

37

Flyting til kommunur

84.738

91.205

8

Keyps-MVG

54.755

63.951

17

Innanh. flyt. millum almennar stovn. - innt.

-51.208

-63.355

24

Flyting frá kommunum

-130.207

-134.992

4

Flytingar millum almennar myndugleikar

11.692

30.339

159

       
Keyp av virðisbrøvum

0

98.258

 
Útlán v.m.

15.655

34.865

123

Søla av virðisbrøvum

-1.239

-3

-100

Afturgjaldan av útlánum v.m.

-32.927

-326.408

891

Fíggjarpostar

-18.511

-193.288

944

       
Tilsamans

-177.754

-471.500

165

Kelda: Føroya Gjaldstova

Viðmerkingar
:
1) Tølini fyri Strandfaraskip Landsins eru gjørd upp netto bæði í 1998 og 1997. 
2) Í 1998 vórðu eftirgivin lán til skip fyri uml 120 mió. kr. Hetta er posterað sum bæði vinnustuðul og afturgjalding av lánum.


Inn- og útlán peningastovna

Peningastovnarnir høvdu í 80-árunum sera stóran vøkstur í bæði inn- og útlánum. Hetta var ein vøkstur, sum stóðst av bæði samfelagsgongdini og serligum viðurskiftum, sum vóru ráðandi viðvíkjandi rentuskatti og veðhaldsveitingum frá landskassanum. Hartil kom, at peningastovnarnir út yvir síni egnu útlán sjálvir veittu stór veðhald til valutalántøku uttan fyri Føroyar. So hóast ein á niðanfyristandandi mynd kann síggja sera stóran vøkstur í bæði inn- og útlánum upp á meira enn 20% árliga í árunum 1982-1987, so skal oman á leggjast tey veðhald, sum peningastovnarnir veittu.

Undan og eftir kreppuna, sum var upp á sítt hægsta í 1992-93 minkaðu bæði inn- og útlán. Síðani tá hevur vøksturin verið rættiliga lítil, m.a. tí íløgurnar í samfelagnum hava verið so smáar. Nú tykist tó at vera komin ein ávís vend í; sostatt væntast vøksturin í 1999 at verða um 14% bæði fyri inn- og útlán. Tá samanborið verður við 80-árini skal verða lagt til merkis, at nú verða ikki veitt stórvegis av veðhaldum, hvørki frá peningastovnunum sjálvum ella frá landsstýrinum.


Inn- og útflutningur

Útflutningur

At fiskiskapurin hevur verið rímuliga góður og fiskaprísirnir serstakliga høgir, sæst aftur í útflutningstølunum. Útflutningsvirðið uttan skip var 9% hægri í jan-mai 1999 enn somu mánaðir í 1998. Í 1998 var útflutningsvirðið næstan 2,9 miljardir, sum er 14% meira enn árið fyri. Meginparturin av vøkstrinum higartil í ár stendst av prísvøkstri og vøkstri í útflutninginum av laksi og sílum. Vøksturin í 1998 stóðst av søluni av ísaðum og frystum fløkum. Hóast generellan prísvøkstur er útflutningsvirðið av feskum fiski minkað munandi, tí at nøgdirnar vóru so mikið minni.

Útflutningurin av rækjum og skeljum var størri í 1998 enn í 1997, eins og saltfiskaútflutningurin er vaksin (eisini í 1999). Útflutningurin av aldum sílum og laksi var væl minni í 1998 enn árið fyri, men væntast rættiliga at økjast í 1999 og tey komandi árini. Mera tilgjørdar vørur øktust nakað, men hóast tann vøksturin er stórur í prosentum, so telur hesin vørubólkurin ikki nóg mikið av samanlagda virðinum til, at tað ger serliga stóran mun á samanlagda úrslitinum.

 

Útflutningur í vørubólkum 1995 - 1998, og januar-mai 1998/1999

miljónir kr.

prosentbroyting

januar – mai

Vøruslag

1995

1996

1997

1998

95-96

96-97

97-98

1998

1999

%

Ísaður og frystur fiskur

400

575

562

443

44

-2

-21

212

153

-28%

Ísað og fryst fiskaflak

715

643

712

1.080

-10

11

51

424

425

0%

Saltfiskur

253

287

307

362

13

7

18

150

208

39%

Rækjur og skeljar

239

245

203

276

2

-17

32

97

104

7%

Laksur og síl

173

290

401

311

68

39

-23

138

244

77%

Tilgjørdur fiskur

74

65

48

66

-12

-26

39

22

21

-2%

Fiskavørur til ídnað

118

175

191

268

48

9

32

80

73

-9%

Aðrar vørur uttan skip

18

20

17

16

10

-13

13

6

2

-73%

Vørur ikki flokk. aðrastaðni

11

2

1

36%

Útflutningur uttan skip

1.992

2.301

2.443

2.834

16

6

15

1.131

1.231

9%

Skip

35

116

88

74

235

-24

-5

54

0

-100%

Útflutningur samanlagt

2.026

2.417

2.531

2.908

19

5

14

1.184

1.231

4%

Kelda: Hagstova Føroya

Innflutningur

Innflutningurin samanlagt vaks í 1998 góðar 260 miljónir, meðan innflutningur uttan skip til nýtslu, framleiðslu og aðrar íløgur enn skip, vaks einar 230 miljónir. Tí verður framvegis eitt gott avlop í handlinum við útlond. Gongdin teir fyrstu fimm mánaðirnar 1999 vísir, at úflutningsvøksturin framvegis stendur mát við innflutningsvøksturin. Tølini fyri 1999 eru tó enn so mikið fesk, at tey mugu nýtast við stórum fyrivarni.

 

 

Innflutningur eftir nýtsluendamáli 1995 - 1998, og januar-mai 1998/99

miljónir kr.

prosentbroyting

Jan – mai

Vøruslag eftir endamáli

1995

1996

1997

1998

95-96

96-97

97-98

1998

1999

%

Fóður

103

152

182

218

47

19

20

72

78

8

Annað til landbúnað

15

18

18

20

20

-1

15

9

10

13

Til byggivirki

105

142

166

192

35

17

16

68

82

20

Til aðrar framleiðslu

349

414

417

507

19

1

22

185

206

11

Fiskur, salt o.t.

119

105

114

146

-12

9

28

55

23

-58

Til vinnuligt endamál

690

831

897

1.084

20

8

21

389

399

3

Brennievni

202

250

255

187

24

2

-27

89

79

-10

Íløguvørur

147

150

206

226

2

37

10

77

115

49

Bilar

91

133

131

161

46

-2

23

54

83

53

Til beinleiðis nýtslu

582

635

710

790

9

12

11

300

315

5

Aðrar vørur

43

44

44

45

2

1

1

17

18

2

Innfl. uttan skip og fisk

1.636

1.938

2.129

2.347

18

10

10

871

986

13

Innflutningur uttan skip

1.755

2.044

2.243

2.493

16

10

11

927

1.010

9

Skip

10

103

120

99

928

17

-18

95

42

-56

Innflutningur samanlagt

1.765

2.147

2.363

2.591

22

10

10

1.022

1.051

3

Kelda: Hagstova Føroya

Størstur er vøksturin í 1998 – roknaður í krónuvirði – í innflutninginum til vinnuligt endamál. Tað er tilfar til ymsu vinnurnar - byggivinnuna, alivinnuna, landbúnaðin, fiskavirkini og aðrar framleiðslur - og vísir, at vinnuliga virksemið hevur verið nógv vaksandi. Fyrstu mánaðirnar í 1999 er tað serstakliga vøksturin í íløguvørum, t.e. maskinur og útgerð o.a.t., ið er stórur. Haraftrat er bæði árini sera stórur vøkstur í innflutninginum av bilum, nevniliga 53%. Stórur vøkstur hevur eisini verið í innflutninginum av vørum til beinleiðis nýtslu í húsarhaldinum, 11% í 1998, men tað, sum higartil er skrásett fyri 1999, vísir bert 5% vøkstur. Sum nevnt mugu hesi tøl tó nýtast við fyrivarni.

Hesin vøkstur í innflutninginum av nýtsluvørum er nakað minni, enn kanska var væntandi, tí lønarinntøkurnar eru øktar 10% í 1998 og 7% higartil í 1999. Tað kundi verið rímuligt at vænta, at húsarhaldsnýtslan í prosentum vaks nakað tað sama sum lønarinntøkan, men uppgerðirnar fyri seinastu árini vísa ikki nakað regluligt samband millum prosentvøksturin í lønum og innflutningi til beinleiðis nýtslu. Hetta stendst helst av, at tað eru fleiri onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri nýtsluna hjá húsarhaldinum og harav serliga innflutningin til vørunýtslu, enn bara sjálv samanlagda lønarinntøkan.

Eitt, sum hevur merkt innflutningstølini rættuliga nógv, er, at innflutningur til íløgur er rættiliga lítil. Lítil ivi man vera um, at stóri íløgutørvurin komandi árini fer at merkja innflutningstølini. Hetta sæst longu í tølunum fyri 1999. Talan kann bæði fara at vera um almennar íløgur í strandfaraskip, verjuskip og annað, eins og privatar íløgur í fiskiskip, útgerð o.a. Hóast talan kanska ikki fer at vera um nýbygningar, so sæst í løtuni áhugi vera fyri at innflyta brúkt útlendsk fiskifør, sum leggjast aftrat flotanum, afturímóti at onnur smærri før verða tikin úr flotanum. Hóast talan á henda hátt eisini verður um útflutning av smærri fiskiførum, so má væntast, at skipainnflutningurin fer at verða tann dýrari.

Í stóran mun fer gongdin í privatu íløgunum at verða ávirkað av, at vinnan bíðar eftir, um Løgtingið fer at geva fyritøkunum studning til íløgur í nýggj fiskiskip eftir lógaruppskotinum um endurnýgging av fiskiskipaflotanum. Um so verður, kann væntast, at rættulig ferð kemur á innflutningin av nýggjum fiskiskipum. Verða tey bygd í Føroyum, fer tað tó at merkjast minni á handilsjavnanum.


Lønir og prísir

Prísir

Eftir vanligt roknaða prístalinum var inflasjónin 4,7% í 1998. Men undir sáttmálatrætuni millum Landsstýrið og Starvsmannafelagið varð roknað ein mett inflasjón, grundað á aðra samanseting av húsarhaldsnýtsluni enn ta samanseting, sum gamla prístalsgrundarlagið vísir. Tá liggur inflasjónin umleið 2,6%, sum líkist meira inflasjónini í londunum, vit hava handilssamskifti við.

Eitt av úrslitunum av samráðingunum í vár hevur verið, at álitið á inflasjónsmátið – prístalið – er burtur. Báðir partar í samráðingunum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið sýndu iva um prístalsmátið, tá teir settu eina nevnd at eftirkanna prísvøksturin. Og tað er av góðum grundum, tí prístalsútrokningin byggir á eina meting av samansetingini av húsarhaldsnýtsluni fyri skjótt 30 árum síðan. Tær stóru broytingarnar í nýtslumynstrinum, sum verið hava síðani tá, eru í dag roknaðar inn í nýggj prístalsgrundarlag í øðrum londum, meðan vit ikki hava fylgt við.

Í Noregi, Danmark og aðrastaðni verður metingin av húsarhaldsnýtsluni grundað á kanningar, sum verða gjørdar hvørt ár. Í hesum báðum londunum verður nýtslusamansetingin hvørt ár broytt í mun til meðalið av seinastu trimum árunum. Men av tí, at slíkar kanningar eru kostnaðarmiklar at gera, hevur t.d. Ísland valt at gera húsarhaldskanningar hvørt 5. ár, til at broyta prístalsgrundarlagið eftir. Hetta er ein máti, sum er hugsandi her heima eisini, tí at lata 30 ár ganga ímillum, hevur bara við sær, at vit onki álítandi mát hava fyri prísvøkstrinum á húsarhaldsútreiðslunum - sum brúkaraprístalið skal eitast at máta.

So mikið av iva er nú sáddur um mátið fyri prísvøksturin, at tað er illa gjørligt at siga nakað um hann, fyrr en nýggj kanning er gjørd av nýtsluni hjá húsarhaldunum.

Lønir og kappingarføri

Spurningurin um kappingarføri er ikki ein einfaldur spurningur. Sjálvt hugtakið hevur ikki serliga haldgóðan botn at standa á í búskaparligari teori, tí millumlanda handil byggir har meira á aðrar fortreytir enn á relativar lønarkostnaðir. Í búskaparteori verður handil millum lond fyrst og fremst grundaður á sonevndar "komparativar fyrimunir" ella ymiskan førleika at framleiða, munir í tilfeingi og munir í brúkaraynskjum. Og lønin verður tá meira ein avleiðing av handilstreytunum enn øvugt.

Men vit ásanna, at framleiðslukostnaðirnir hava serligan týdning, tá talan er um meira ella minni standardiseraða framleiðslu. Skiljast kann ímillum prískapping og aðra enn prískapping. Er talan um framleiðslu av differensieraðum (ikki standardiseraðum) vørum - vørur, sum verða seldar tí tær eru kend merki, kendar fyri dygd ella av øðrum ávum enn lágum prísi - so telja kvalitetur, design, marknaðarføring, vørumenning o.a.t. nógv meira. Fiskur er ikki so standardiserað vøra sum korn ella olja, men hann er heldur ikki so differensierað vøra sum teldur, møblar ella elektronisk tól. Fiskur verður fyri stóran part seldur sum standardiserað vøra, men við møguleikum at verða kendur fyri góða góðsku. Og onnur viðurskifti, sum t.d. leveringstrygd og marknaðarføring hava eisini týdning.

Men tað eru trong mark um, hvussu høgt kostnaðarstøðið kann vera, hóast fiskaframleiðsla kappast á øðrum treytum eisini. Verður kostnaðarstøðið ov høgt í framleiðsluni, so verða virkini at enda ikki før fyri at gjalda kostnaðirnar undir teimum prísviðurskiftum, sum eru galdandi.

Lønarkappingarførið er bara eitt partvíst mát av kostnaðarliga kappingarførinum, og rættari hevði verið at samanborið allar framleiðslukostnaðirnar fyri at fingið eina heildarmynd av broytingunum í kostnaðum landanna millum. Prísirnir á streymi, olju, ymsum tænastum, rentur, tryggingar og so eisini prísirnir á rávørunum, sum brúktar verða í framleiðsluni, eru alt kostnaðir, sum eru kappingartreytir.

Í hesum mátinum er talan um tímalønir - løn fyri arbeidda tíð. Tá samanbera vit lønina í ymsum londum uttan at taka dagar ímillum, hvussu nógv verður framleitt um tíman. Stendur lønin t.d. í stað í Føroyum, meðan hon veksur í teimum londunum, sum vit samanbera okkum við, so batnar kappingarførið hjá okkum á pappírinum. Men tá kann samstundis tað vera hent, at tøknilig framstig aðrastaðni hava ført til, at produktiviteturin aðrastaðni er vaksin meira enn tímalønin, so at tey aðrastaðni framleiða meira fyri minni kostnað, enn vit gera. Og so er framleiðslukostnaðurin aðrastaðni í veruleikanum fallin í mun til okkara, meðan mátið av kappingarføri vísir tað øviga.

Og hvussu skal ein samanbering millum tímalønir lesast? Hvat merkir t.d. tað, at lønirnar hjá okkum falla í mun til lønirnar í øðrum londum? Siga vit, at ongin broyting er hend í produktivitetinum, so merkir tað, at arbeiðslønin verður dýrari fyri framleiðarar í øðrum londum í mun til kostnaðin her heima - og so batnar okkara kappingarføri. Men tað kundi verið eins relevant at sagt, at kappingarførið hjá okkum er vorðið so vánaligt, at relativu lønirnar eru farnar at falla. Tað kann vera, at tøknilig afturútsigling, vantandi vørumenning og vánalig marknaðarrøkt, vánalig flutningsviðurskifti ella onnur brek á veitingartrygdini hava skatt kappingarførið so nógv, at evnini til at gjalda lønir eru versnað. Tá er fallandi relativ tímaløn í veruleikanum tekin um versnandi kappingarføri.

Ásannast má tí, at hetta mátið av lutfalsligum tímalønum ikki er eitt nøktandi mát av kappingarførinum. Men eru vit varug við veikleikarnar í mátinum, so kann tað við varisligari tulking vera ein partur av lýsingini av kappingarførinum.

Virðið á føroyskum fiskaútflutningi er treytað av vørusamanseting, nøgdum og prísum. Og samanlagt eru ein hópur av ymsum ráki og ymsari gongd, sum ávirkar útflutning okkara. Sumt hava vit eina ávísa ávirkan á - og sumt ikki. Av teimum fyribrigdum, vit hava ávirkan á, eru nøkur, sum vit kunnu ávirka skjótt, meðan onnur kunnu vit bara ávirka sum frá líður. Vørusamansetingin verður partvíst avgjørd av hvussu ymsu stovnarnir eru fyri, og av kostnaðarstiginum í framleiðsluni, og partvíst av teknologisku menningini í fiskiskapi og fiskaframleiðslu.

Nøgdirnar verða mest avgjørdar av hvussu stovnarnir eru fyri, men sum frá líður eisini av tøkniligari menning og kostnaðarstigi. Prísirnir á einstøku vørunum verða ásettir á stóru útlendsku marknaðunum, eftir hvussu eftirspurningurin og útboðið hátta sær. Eftirspurningurin byggir fyri stóran part á búskaparstøðuna í marknaðarlondunum, men eisini á, hvussu kappingin er frá ymsum substituttum. Útboðið samanlagt veldst um, hvussu fiskiskapur og framleiðslugongd er hjá øðrum fiskivinnutjóðum.

Man kann taka samanum og siga, at prísin hava vit onga ávirkan á, og at vørusamanseting og nøgd partvíst byggja á gongd í fiskastovnunum og tøkniliga menning, sum vit her og nú hava lítla ávirkan á.

Kostnaðarstigið - roknað sum arbeiðsgevaraútreiðsla til løn um tíman - er lágt í Føroyum í mun til londini kring okkum. Og tað er sera lágt í mun til londini, vit vanliga vilja verða samanborin við. Samanborið við londini, vit útflyta til, so liggja vit í lægra endanum, tá vit sammeta tímalønir í ídnaðarvinnu sum heild.

Heildarlønarkostnaður um tíman í framleiðsluvinnu. Dk.kr. um tíman.

1990

1994

1997

1998

Týskland

136

Týskland 171 Týskland 187 Týskland 189
Noreg

135

Sveis 158 Sveis 160 Sveis 162
Svøríki

133

Belgia 148 Noreg 158 Noreg 160
Finnland

130

Danmark 137 Danmark 152 Danmark 158
Sveis

129

Noreg 136 Belgia 151 Belgia 155
Belgia

119

Japan 134 Svøríki 146 Svøríki 149
Danmark

114

Holland 133 Finnland 141 Finnland 144
Holland

113

Finnland 122 Holland 136 Holland 141
Italia

110

Svøríki 120 Japan 128 USA 125
Kanada

98

Frakland 108 USA 121 Frakland 122
Frakland

94

USA 107 Frakland 119 Japan 120
USA

92

Italia 102 Italia 111 Italia 113
Føroyar

85

Kanada 101 Kanada 109 Bretland 110
Japan

80

Føroyar 88 Bretland 102 Kanada 107
Bretland

79

Bretland 82 Føroyar 90 Føroyar 91
Spania

70

Spania 72 Spania 80 Spania 82
Ísland

52

Ísland 53 Ísland 65 Ísland 74
Grikkaland

42

Grikkaland 48 Grikkaland 61 Grikkaland 61
Portugal

23

Portugal 29 Portugal 35 Portugal 36
Útlond í meðal

99

114 125 131

Keldur: Svenska Arbetsgivarføreningen, Tjóðhagstofnun, Sáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Kunngerðablaðið.

Men lønarkostnaðarstigið um tíman er sum nevnt ikki einsamalt til at avgera kostnaðin av framleiddu eindunum, tí tað veldst eisini um aðrar tíðar- og eindarkostnaðir. Men eins avgerandi er, hvussu nógv verður framleitt um tíman - hvussu produktiviteturin er.

Framgongd í produktiviteti stendst bert fyri ein part av, at fólk arbeiða skjótari. Ikki minst skipanin av arbeiðinum og tøkniliga stigið er í framleiðsluni hava týdning.

Skulu vit økja um útflutningsvirðið er neyðugt, at vit fáa framleitt vørur, sum hava stórt avkast. Tað má vera matvøruframleiðsla á høgum tøkniligum menningarstigi, sum vit kunnu selja so nær brúkaranum sum gjørligt.