Skattur - Ásetingarlógin

 

56  Uppskot til  lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Nevndarskjřl
D. Álit
E. Frávik
F. 2. viđgerđ
G. 3. viđgerđ

Ár 2000, 25. februar, legđi Karsten Hansen, landsstýrismađur, vegna landsstýriđ fram soljóđandi

 

Uppskot

til

lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) 

§ 1

Í lřgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt viđ lřgtingslóg nr. 17 frá 14. februar 2000, verđa gjřrdar hesar broytingar:

  1. Í § 3, stk. 1, verđur "avlamis-, einkju- ella fólkapensjón" broytt til: "fyritíđar- ella fólkapensjón".
  2. § 3, stk. 2 og stk. 3, verđa orđađ soleiđis:

"Stk. 2. Frádrátturin fyri giftar persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og giftar persónar, sum fáa fyritíđar- ella fólkapensjón ella fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, er 10.500 kr.
Stk. 3. Frádrátturin fyri stakar persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og stakar persónar, sum fáa fyritíđar- ella fólkapensjón ella fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, er 16.200 kr.".

§ 2

Henda lřgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjřrd, og hevur virknađ frá 1. januar 2000.

Almennar viđmerkingar

Broytingarnar, sum her verđa skotnar upp at gera í ásetingarlógini, eru ein fylgja av broytingunum í lógini um almannapensjónir og lógini um áseting og javning av almannaveitingum, sum Lřgtingiđ samtykti í 1999.

Ćtlan landsstýrisins var, at hćkkingin í pensjónunum eisini skuldi geva eina hćkking í třkum peningi hjá pensjónistunum. Sambćrt galdandi ásetingarlóg hćkkar peningurin, sum var til taks, nakađ, men pensjónistarnir koma at gjalda skatt av hćkkingini av pensjónini og fáa tískil ikki ta lovađu hćkkingina i třkum peningi. Ćtlan landsstýrisins er ikki at fáa střrri skattainntřkur viđ tí nýggju pensjónslógini, og tí er tađ neyđugt at gera ávísar broytingar í skattalóggávuni. Viđ at hćkka frádráttin í útroknađa skattinum soleiđis, at hann svarar til ta upphćdd, sum ein fólkapensjónistur, sum ikki hevur ađra inntřku enn fólkapensjónina, skal rinda í skatti av tí upphćdd, sum fólkapensjónin er hćkkađ í einari kommunu viđ hćgsta skattaprosenti (23) og kirkjuskattaprosenti upp á 1%, fáa flestu pensjónistar og tey, sum fáa lćgstu fyritíđarpensjón ein frádrátt í útroknađa skattinum, sum svarar umleiđ til skattin av grundupphćddini av fólkapensjónini og hćkkingini av viđbótini. Fyri giftar pensjónistar hćkkar frádrátturin í skattinum frá 7.800 kr. til 10.500 kr, og fyri stakar pensjónistar hćkkar frádrátturin í skattinum frá 11.100 kr. til 16.200 kr.

Fólkapensjónistarnir fáa viđ hesi broyting ta hćkking í třkum peningi, sum ćtlanin var, at teir skuldu fáa viđ lógini um javning av almannapensjónum. Ein stakur fólkapensjónistur fćr umleiđ 12.000 kr. meira at ráđa yvir og ein giftur umleiđ 8.000 kr.

Dřmi: Fólkapensjón. Kommunu- og kirkjuskattur = 24%

1999

Giftur viđ pensjónisti

Střk
Grundupphćdd (a) 39.756 50.028
Viđbót (b) 5.832 7.728
Landsskattur 2.565 3.663
Kommunuskattur 6.840 9.768
Skattur í alt 9.405 13.431
Frádráttur í skatti 7.800 11.100
Skattur (c) 1.605 2.331
Třkur peningur (a+b-c) 43.983 55.425

 

2000

Giftur viđ pensjónisti

Střk

Grundupphćdd (a) 39.756 50.028
Viđbót (b) 14.836 19.728
Landsskattur 3.285 5.810
Kommunuskattur 8.760 12.648
Skattur í alt 12.045 18.458
Frádráttur í skatti 10.500 16.200
Skattur (c) 1.545 2.258
Třkur peningur (a+b-c) 52.047 67.498
Vřkstur í třkum peningi í mun til 1999: 8.064 12.073

Fyri persónar viđ lćgstu fyritíđarpensjón er eisini talan um munandi vřkstur í třkum peningi, sum eisini hevur veriđ ćtlan landsstýrisins.

Dřmi: Lćgsta fyritíđarpensjón. Kommunu- og kirkjuskattur = 24%

1999

Giftur viđ pensjónisti

Střk

Grundupphćdd (a) 19.896 25.020
Landsskattur 252 720
Kommunuskattur 672 1.920
Skattur í alt 924 2.640
Frádráttur í skatti 7.800 11.100
Skattur 0 0
Skattafrí viđbót (b) 9.996 11.652
Třkur peningur (a+b) 29.892 36.672

 

2000

Giftur viđ pensjónisti

Střk

Grundupphćdd (a) 39.756 50.028
Viđbót (b) 9.828 12.732
Landsskattur 2.925 4.410
Kommunuskattur 7.800 10.968
Skattur í alt 10.725 15.378
Frádráttur í skatti 10.500 16.200
Skattur (c) 225 0
Třkur peningur (a+b-c) 49.359 62.760
Vřkstur í třkum peningi í mun til 1999: 19.467 26.088

Eisini hjá fólkapensjónistum og fyritíđarpensjónistum, sum eru giftir viđ persónum, sum ikki fáa pensjón, er talan um munandi hćkking í třkum peningi. Sambćrt reglunum, sum vóru galdandi í 1999, fingu hesir pensjónistar somu pensjón sum stakir pensjónistar. Nú fáa teir somu pensjón sum giftir pensjónistar viđ eini skiftisupphćdd sum ískoyti, sum sambćrt skattalógini er ein skattafrí veiting.

Skiftisupphćddin og hćkkingin í skattafrádráttinum tryggjar einum fólkapensjónisti og einum fyritíđarpensjónisti viđ lćgstu fyritíđarpensjón, sum er giftur viđ einum persóni, iđ ikki fćr pensjón, ein vřkstur í třkum peningi upp á í minsta lagi ávikavist 11.200 kr. og 12.600 um áriđ. Hesir fáa soleiđis umleiđ sama vřkstur í teirra třka peningi sum stakir fólkapensjónistar og stakir fyritíđarpensjónistar.

Hvat teimum, sum fáa miđal og hćgstu fyritíđarpensjón, viđvíkur, verđur víst til uppskotnu broytingarnar í lřgtingsmáli nr. 57/1999 um lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Broytingin veitir teimum ein beinleiđis frádrátt í inntřkuni – umframt hćkkingina av landsskattafrádráttinum.

Hvat tí ov nógv goldna skattinum í januar og februar viđvíkur, so er skattaskipanin soleiđis, at ov nógv goldni skatturin í desember 1999 (pensjónin fyri januar 2000) ikki kann verđa javnađur viđ lćgri skatti í eftirverandi parti av 2000. Heldur ikki viđ avlopsskatti, tá skattauppgerđin fyri 1999 verđur gjřrd.

Tann ov nógv goldni skatturin fyri februar verđur javnađur soleiđis:

Fíggjarligar avleiđingar

Samlađu útreiđslurnar fyri landskassan av broyting nr. 1 í hesum lógaruppskoti og broytingunum í lógaruppskoti nr. 57/1999 um lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt verđa í fyrstu syftu mettar til slakar 13 mió. kr. Kommunurnar fáa har aftur í móti 3 mió. kr. meira í skattainntřka av hćkkađu pensjónunum.

Tá tađ ikki hevur veriđ ćtlan landsstýrisins, at hćkkingin í pensjónunum skuldi geva so stórar eykaútreiđslur fyri landskassan, tá sćđ verđur burtur frá útreiđslunum til hćkkingarnar av pensjónunum, verđur skotiđ upp at gera eina broyting í § 47, stk. 3, í lřgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Viđ hesi broyting minka samlađu útreiđslurnar av teimum broytingunum sum skotiđ upp í skattalógunum soleiđis, at kommunurnar ikki fáa hćgri skattainntřkar orsakađ av hćkkađum pensjónum.

Sambćrt § 47, stk. 2, í skattalógini skal tann parturin av landsskattafrádráttinum, sum ikki verđur nýttur til fulnar í útroknađa landsskattinum, verđa drigin frá í kommunuskattinum, men sambćrt § 47, stk. 3, skal munurin millum álíknađa kommunuskattin og tađ, sum hin skattskyldugi skal gjalda sambćrt § 47, stk. 2, verđa goldin kommununum av landskassanum, tó ongantíđ meira enn 15% av skattskyldugu inntřkuni.

Tá § 47, stk. 3, ásetir, at kommunan altíđ skal hava sín part av álíknađa kommunuskattinum (tó hćgst 15% av skattskyldugu inntřkuni), kemur landskassin viđ broytingum, sum skotnar eru upp í ásetingarlógini um hćkking av frádratti í skatti, at veita eitt slag av "stuđli" til kommunurnar. Fyri at neutralisera hesa upphćdd verđur skotiđ upp at broyta prosentiđ til kommunurnar frá 15% til 11%.

Fyri landskassan verđur tó framhaldandi talan um minni nettoskattainntřku upp á 10 mió. kr. viđ at nýta skattaskipanina til at tryggja, at pensjónistarnir ikki verđa skattađir av hćkkađu pensjónunum.

Viđvíkjandi broytingum í § 47, stk. 3, og eini nćrri frágreiđing um fíggjarligu avleiđingarnar verđur víst til lřgtingsmál nr. 57/1999 um lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Umsitingarligar avleiđingar

Broytingin hevur ikki viđ sćr řking í umsitingini hjá Toll- og Skattstovuni.

Viđmerking til tćr einstřku broytingarnar

Ad. 1)
Viđ nýggju pensjónslógini (lřgtingslóg nr. 48/1999 um almannapensjónir o.a.) eru heitini avlamis- og einkjupensjón skift út viđ heitiđ fyritíđarpensjón. Broytingin í § 3, stk. 1, í ásetingarlógini er gjřrd, fyri at samsvar skal verđa millum heitini í pensjónslóggávuni og ásetingarlógini, og fyri at heimild er til at geva hesum persónum frádrátt í landsskattinum.

Ad. 2)
Skotiđ verđur upp at hćkka tann frádráttin, sum pensjónstar hava í landsskattinum. Hćkkingin svarar til ta upphćdd, sum ein fólkapensjónistur, sum ikki hevur ađra inntřku enn fólkapensjónina, skal rinda í skatti av tí upphćdd, sum fólkapensjónin er hćkkađ.

Tann hćkkingin, iđ verđur gjřrd í frádráttinum í landsskatti, er ikki nóg stór til, at fyritíđarpensjónistarnir, iđ fáa hćgstu og miđal fyritíđarpensjón, fáa ta upphćdd til taks, sum varđ lovađ. Tí verđur skotiđ upp, at hesir fyritíđarpensjónistarnir harumframt fáa ein frádrátt í inntřkuni (sí lógaruppskot nr. 57/1999 um lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt).

1. viđgerđ 29. februar 2000. Máliđ beint í fíggjarnevndina, sum tann 22. mars 2000 legđi fram soljóđandi

Á l i t

Máliđ er lagt fram av landsstýrinum tann 25. februar 2000 og eftir 1. viđgerđ tann 29. februar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fleiri fundum. Undir viđgerđini hevur nevndin havt fund viđ Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Helenu Dam á Neystabř, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum. Umbođ fyri ávikavist Fíggjarmálastýriđ, Toll- og Skattstovu Fřroya, P/F Elektron, Almanna- og heilsumálastýriđ og Almannastovuna hava veriđ viđ á hesum fundum.

Eisini hevur nevndin undir viđgerđini sent málini til ummćlis hjá Meginfelag teirra brekađu í Fřroyum og hjá Landsfelag pensjónistanna. MBF hevur svarađ nevndini, međan Landsfelag pensjónistanna ikki hevur havt hřvi at svara, orsakađ av at nevndin í felagnum hevur veriđ uttanlands. Somuleiđis hevur nevndin biđiđ Almanna- og heilsumálastýriđ um dřmi viđ útrokningum, sum vísa, hvussu skattingingin hjá pensjónistum verđur, tá iđ lógaruppskotini eru samtykt.

Fíggjarnevndin ásannar, at ćtlanin viđ nýggju lógini um almannapensjónir sum var at gera skipanina rćttvísari og meira einfalda, ikki hevur eydnast. Pensjónin er nú meira samansett enn áđur og hevur tí fleiri umsitingarligar trupulleikar viđ sćr enn gamla lógin hevđi, er vorđin meira flřkt, og tí kundi nevndin hugsa sćr at fingiđ meira tíđ soleiđis, at hon fekk hřvi til at viđgera málini meira nágreinliga, men av tí at hetta vildi fřrt til, at pensjónistar aftur nú hřvdu fingiđ ov nógvan skatt viđ komandi útgjalding, hevur nevndin valt at leggja álit fyri tingiđ. Nevndin átalar, at tađ arbeiđi, sum er gjřrt á hesum řki, ikki er nóg vćl úr hondum greitt.

Nú pensjónsskipanin hevur fingiđ ábřtur, og broytingar eru gjřrdar, eru heimildir og tryggjan av inntřkum hesum viđvíkjandi at finna í pensjónslógini, forsorgarlógini og skattalógunum. Ein samd fíggjarnevnd mćlir landsstýrinum til at taka stig til, at lógin um almannapensjónir verđur endurskođađ soleiđis, at hon verđur einfaldari at umsita, og at heimildirnar í střrst mřguligan mun verđa at finna í eini og somu lóg.

Viđ teimum fyrivarnum, sum tikin eru í hesum áliti, mćlir ein samd nevnd Lřgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Á tingfundi 22. mars 2000 bađ formađurin um frávik, sambćrt § 85 í tingskipanini, frá tíđarfreistunum millum 2. og 3. viđgerđ av tingmálunum nr. 56 og 57 soleiđis, at málini kunnu verđa avgreidd á tingfundi fríggjadagin tann 24. mars 2000. Samtykt 27-0-0.

2. viđgerđ 24. mars 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotiđ fer soleiđis samtykt til 3. viđgerđ.

3. viđgerđ 24. mars 2000. Uppskotiđ, sum samtykt viđ 2. viđgerđ, endaliga samtykt 23-0-0. Máliđ avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0008/2000
Fms.j.nr. 2540-5/91
Ll. nr. 41 frá 24. mars 2000