Brennioljuavgjald

 

54  Uppskot til  lųgtingslóg um avtųku av lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš

Įr 2000, 22. februar, legši Marjus Dam, lųgtingsmašur, vegna Sambandsflokkin fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um avtųku av lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju 

§ 1.

Lųgtingslóg nr. 179 frį 18.12.1992 um serligt avgjald į brenniolju, sum seinast broytt viš lųgtingslóg. nr. 97 frį 29.12.1998, veršur tikin av.

§ 2.

Lųgtingslógin fęr gildi 1. januar 2001.

Višmerkingar:

Tį iš Fųroyar vóru ķ svįrari kreppu, vóršu fleiri gjųld og skattir lųgd į fólk her į landi.

Undir seinastu samgongu vóršu nakrir skattalęttar framdir. Į hesum ųki er at kalla eišasųrt hjį hesi samgongu, hóast valskeišiš er um at vera hįlvrunniš.

Sambandsflokkurin heldur, at tķšin nś er komin til, at Lųgtingiš ķ verki sżnir vilja at fremja tiltųk, iš muna hjį ųllum hśskjum her į landi. Nevniliga at taka av lógina um serligt avgjald į brenniolju.

Sambęrt lųgtingsfķggjarlógini įr 2000 gjalda hśski og vinna 81 mió. kr. įrliga. Ein partur av vinnuni og skipum fęr sķšan sambęrt lógini endurrindaš 11 mió. kr. Nettośtreišslan hjį borgaranum av hesi lóg er sostatt 70 mió. kr. įrliga.

Viš at taka av hesa lóg sleppur einstaki borgarin undan einum ręttiliga tyngjandi eykaavgjaldi į brenniolju. Serliga fer taš at lętta um hjį barnafamiljum og har, nógv fólk eru ķ hśsi. Somuleišis fer taš at lętta um bęši hjį virkjum og almennum stovnum at sleppa undan at umsita hesa lóg.

Landskassin kemur at missa hesa inntųku, men vęntandi fara inntųkurnar at vaksa nakaš į ųšrum ųkjum, orsakaš av betri trivnaši.

Brennioljan er nś so kostnašarmikil, at ikki er rętt, at Landskassin skal forvinna stórar upphęddir ķ eyka brennioljuavgjaldi, ķmešan hśski kring landi neyvan hava rįš at gjalda fyri at hava flųvan heima.

Ein avleišing av uppskotnu broytingini er, at hesar kunngeršir falla burtur av sęr sjįlvum:
Kunngerš nr. 177 frį 22.09.1993 um endurrindan av serligum oljugjaldi,
kunngerš nr. 96 frį 29.06.1994 um endurgjald av serligum oljugjaldi, sum broytt viš
kunngerš nr. 26 frį 14.02.1995.

Kostnašurin av hesum uppskoti skal sķggjat ķ ljósinum av einum skattalętta, sum er ķ samsvari viš samgonguskjališ og eisini landskassans risaavlop, sum ętlanin er at nżuta til at fķggja komandi nżveldi viš.

Av tķ at verandi lųgtingsfķggjarlóg hevur inntųkurnar av nevndu lóg sum fyritreyt, er avtųkudagurin settur til 1. januar 2001.

1. višgerš 24. februar 2000. Mįliš beint ķ fķggjarnevndina, sum tann 9. mars 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Mįliš er lagt fram av Sambandsflokkinum tann 22. februar 2000 og eftir 1. višgerš tann 24. februar 2000 beint ķ fķggjarnevndina.

Fķggjarnevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum 1. og 8. mars 2000 og hevur undir višgeršini bżtt seg ķ ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sįmal Petur ķ Grund) vķsir į, at samgongan ķ samgonguskjalinum um fķggjar- og bśskaparmįl hevur avtalaš, at mišaš eigur at verša eftir at linka skattatrżstiš į hśsarhald, samstundis sum rikin veršur ein varin bśskaparpolitikkur.

Skal mįliš at lękka inntųkuskattin rųkkast, er taš trupult einvegis at fremja avgjaldslękking, sum minkar inntųkur landskassans viš 70 mio įrliga. Meirilutin er tó sannfųrdur um, at landsstżriš eigur at endurskoša og regulera lógina um serligt avgjald į brenniolju. Henda endurskošan eigur at verša samansjóšaš viš ętlašu broytingunum um at linka skatta- og avgjaldsstrżstiš.

Meirilutin męlir tķ landsstżrinum til at halda fast viš samgongusetningin og fremja avtalašu skatta- og avgjaldstillagingarnar. Meirilutin setir tķ einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur undir viš mįlinum og męlir lųgtinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir viš, at lųgtingslóg nr. 179 frį 18. desember 1992 um serligt avgjald į brenniolju, sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 97 frį 29. desember 1998, veršur sett śr gildi. Minnilutin hevur hesar višmerkingar:

Eitt av endamįlunum viš serliga avgjaldinum į brenniolju hevur veriš at tryggja ein javnan prķs į brenniolju, iš ikki hevur veriš alt ov lįgur, soleišis at nżtslan harviš hevur veriš tįlmaš mest mųguligt. Ein tįlming av oljunżtsluni hevur bęši ein bśskaparligan og ein umhvųrvisligan tżdning. Hetta merkir m. a. eina avmarking ķ innflutninginum og er soleišis viš til at bųta um śrslitiš į handilsjavnanum. Eisini fųrir hetta til eina avmarking ķ dįlkingini av loftumhvųrvinum.

Ein oljuprķsur į rķmiligum stųši skapar viršing fyri oljuni og eggjar fólki til at spara og at fremja orkusparandi tiltųk. Vit eiga at gera okkum fullkomuliga greitt, at oljukeldurnar ikki eru ótųmandi, og tķ eiga vit at sżna hógv, tį talan er um nżtslu av hesi orkukelduni. Ein ótįlmaš nżtsla av oljuni kann skjótari gera enda į hesi orkukeldu, iš sum kunnugt ikki endurnżggjar seg sjįlv. Hetta saman viš teim bśskaparligu og umhvųrvisligu sjónarmišunum, sum vķst er į frammanfyri, eigur at viga tungt ķ stųšutakanini.

Taš eru eisini ašrar orsųkir til, at Javnašarflokkurin ikki kann taka undir viš uppskoti Sambandsfloksins ķ hesum mįli, m. a. at tey, sum av eini ella ašrari orsųk sleppa lętt ķ skatti, men eftir hesi lógini gjalda landskassanum eitt avgjald, iš tey nś sleppa undan, um lógin veršur sett śr gildi. Eisini heldur minnilutin, at hetta fer at lętta um hjį ųllum og ikki bara hjį pensjónistunum, lįg- og mišalinntųkunum og barnarķku familjunum, iš veruliga hava tųrv į einum lętta, men eisini hjį hįinntųkunum og teimum mśgvandi ķ samfelagnum, sum als ikki hava sama tųrv. Minnilutin heldur ikki at hetta er ręttvķst.

Undir 1. višgerš į lųgtingi, vķsti framsųgumašur Javnašarfloksins į, at um lųgtingiš vil nżta 70 milliónir krónir at gera gott viš hjį teimum, sum veruliga hava tųrv į einum lętta, so eru nógvir ašrir mųguleikar fyri at veita lętta, sum bert kemur teimum til góšar, iš hava veruliga tųrvin. Fyri at hjįlpa pensjónistunum kunnu vit hękka višbótina til įvķsar pensjónistar. Her vķsir minnilutin į uppskot Javnašarfloksins ķ lųgtingsmįli nr. 58/1999: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um višbót til įvķsar pensjónistar v. fl., har męlt veršur til, at hękka višbótina viš 1.713,00 kr. um įriš til hvųnn móttakara.

Viš at hękka barnafrįdrįttin ķ landsskattinum kunnu vit veita ein lętta til hśski viš bųrnum. Her vķsir minnilutin į uppskot Javnašarfloksins ķ lųgtingsmįli nr. 44/1999: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um įseting av skatti, har flokkurin męlti til og fekk undirtųku fyri, at bųrn, sum eru 17 og 18 įra gomul eisini koma undir regluna um barnafrįdrįtt. Ein hękking ķ barnafrįdrįttinum ķ landsskattinum sum heild, hevši veriš eitt sera rķmiligt alternativ til uppskot Sambandsfloksins ķ lųgtingmįli nr. 54. Ein triši mųguleiki er at lękka skattin hjį lįg- og mišalinntųkunum.

Vķsandi til hesar višmerkingar tekur minnilutin (Vilhelm Johannesen) ikki undir viš uppskoti Sambandsfloksins og setir einki uppskot fram ķ hesum mįli.

2. višgerš 16. mars 2000. §§ 1 og 2 fullu 6-6-16. Mįliš sostatt falliš. Mįliš avgreitt.