Roknskapur - Landsroknskapir 1995-1998

 

53-11  Uppskot til  samtyktar um góškenning av Landsroknskapunum fyri fķggjarįriš 1995-1998

A. Upprunauppskot
B. Frįgreišing til landsroknskapirnar
C. 1. višgerš
D. 2. višgerš

Įr 2000, 21. mars, legši grannskošanarnevndin,  sambęrt § 54, stk. 2, ķ tingskipanini, (17 tingmenn višmęla) vegna lųgtingsgrannskošararnar fram soljóšandi

Uppskot

til

samtyktar  

Vķsandi til nišanfyristandandi frįgreišing samtykkir Lųgtingiš at góškenna landsroknskapirnar fyri fķggjarįrini 1995-1998.

Frįgreišing frį lųgtingsgrannskošarunum:

Innihaldsyvirlit

1. Inngangur *
2. Frįvik ķmillum jįttan og nżtslu fķggjarįrini 1995-1998 *
3. Landsroknskapurin 1998 *

3.1. Generelt um meirnżtslu *

4. Landsroknskapurin 1997 *
5. Landsroknskapurin 1996 *
6. Landsroknskapurin 1995 *
7. Fķggjarstųšan 1995-1998: *
8. Ašrar višmerkingar: *

8.1. Fķggjarmįl *
8.2. Skattamįl *
8.3. Almanna- og Heilsumįl *
8.4. Śtbśgving og gransking *
8.5. Mentanar- og Kirkjumįl *
8.6. Fiskivinnumįl *
8.7. Vinnumįl *

1. Inngangur

Sambęrt § 45, stk. 1, ķ stżrisskipanarlógini skal landsroknskapurin verša lagdur fyri lųgtingiš til kunningar ķ seinasta lagi seks mįnašir eftir fķggjarįrslok. Seinnu įrini hevur veriš trupult at hildiš hesa tķšarfreist:

Lųgtingsgrannskošararnir fegnast um, at taš frį og viš landsroknskapinum fyri 1998 hevur eydnast at fįa hesi višurskifti ķ ręttlag.

Sambęrt § 45, stk. 3, ķ stżrisskipanarlógini, skulu lųgtingsgrannskošararnir leggja fyri lųgtingiš uppskot til samtyktar um góškenning av landsroknskapinum saman viš sķnum višmerkingum. Sambęrt § 45, stk. 2, skulu lųgtingsgrannskošararnir fara ķgjųgnum įrliga landsroknskapin og ansa eftir, at allar inntųkur landsins eru settar ķ roknskapin, og at eingin śtreišsla er goldin uttan heimild ķ fķggjarlógini ella ašrari jįttanarlóg.

Ķ lųgtingslóg nr. 25 frį 21. aprķl 1999 um grannskošan av landsroknskapinum v.m. eru greiniligari reglur įsettar um arbeišiš hjį lųgtingsgrannskošarunum og um roknskapargrannskošanina, sum lųgtingsgrannskošararnir grundaš sķtt arbeiši į.

Lųgtingsgrannskošararnir hava gjųgnumgingiš frįgreišingina frį landsgrannskošanini um grannskošan av landsroknskapinum dagfest 8. mars 2000, sum er višlųgd sum fylgiskjal til hetta lųgtingsmįl. Lųgtingsgrannskošararnir hava eisini gjųgnumgingiš grannskošanarfrįgreišingar frį privatum grannskošarum, sum grannskoša partar av landsroknskapinum. Harumframt hava lųgtingsgrannskošararnir havt samskifti viš landsstżriš um įvķs mįl.

2. Frįvik ķmillum jįttan og nżtslu fķggjarįrini 1995-1998

Ķ § 1 ķ lųgtingslóg nr. 33 frį 23. mars 1994 um landsins almanna roknskaparhald er įsett, at landsroknskapurin ķ uppsetingini skal fylgja fķggjar- og eykajįttanarlógum fyri įriš, talan er um, og skal fevna um allar inntųkur og śtreišslur landsins fyri farna fķggjarįr, aktiv og passiv landsins og broytingunum hesum višvķkjandi ķ įrinum. Viš heimild ķ § 3 ķ lógini eru nęrri reglur um roknskaparhald landsins įsettar ķ kunngerš nr. 114 frį 22. august 1996.

Ķ sambandi viš at landsroknskapirnir skulu leggjast fyri tingiš, hava lųgtingsgrannskošararnir heitt į landsgrannskošanina um at gera eina frįgreišing um frįvik ķmillum jįttan og nżtslu fyri hvųrt av hesum fķggjarįrum. Hetta er gjųrt į s. 130-168 ķ hjįlųgdu frįgreišing.

Ķ frįgreišingini veršur eisini kunnaš um višgeršina av fķggjarlógar- og eykajįttanarlógum. Umframt ta meirnżtslu, sum stašfest er ķ landsroknskapinum, kemur ofta fyri, at śtreišslur longu eru hildnar, įšrenn bišiš veršur um eykajįttan. Vķst veršur į, at Fķggjarnevndin įr um įr hevur įtalaš hetta, og hevur gjųrt vart viš, at sambęrt § 44, stk. 2, ķ stżrisskipanarlógini mį eingin śtreišsla haldast, fyrr er jįttan er fingin til vega į fķggjarlóg ella eykajįttanarlóg.

Vķst veršur eisini į, at ķ fleiri fųrum samsvara jįttanartųl, jįttanarslag, nummar ella heiti į hųvušskonto ķ landsroknskapinum ikki viš samsvarandi jįttan ķ kunngjųrdum eykajįttanarlógum. Lųgtingsgrannskošararnir heita į landsstżrismannin um at fįa hetta ķ ręttlag framyvir. I onkrum fųri eru smęrri bókingarfeilir ein orsųk til frįvik millum jįttan og nżtslu.

Ķ summum fųrum eru hųvušskontoir lopnar um ķ landsroknskapinum (landsfyritųkur). Hetta hava lųgtingsgrannskošararnir įšur įtalaš. Lųgtingsgrannskošarunum kunnugt, koma hesi višurskifti ķ ręttlag framyvir.

3. Landsroknskapurin 1998

Almannamįl, lógarbundnar śtreišslur

Nógv tey stųrstu frįvikini ķmillum jįttan og nżtslu eru undir almannamįlum, har lógarbundnar śtreišslur samanlagt eru nęrum 30 mió.kr. hęgri enn jįttanirnar. Vķsandi til s. 42 ķ frįgreišingin, hevur landsstżrismašurin upplżst, at hann fleiri feršir hevur bišiš um eykajįttan til lógarbundnar utreišslur, men Fķggjarmįlastżriš hevur tikiš hetta av eykajįttanarlógini, įšrenn uppskotiš er fariš ķ tingiš.

Fķggjarnevndin hevur ķ įlitinum til fķggjarlógaruppskotiš fyri 2000 vķst į, at įsetingin ķ § 42, stk. 2, ķ stżrisskipanarlógini um, at eingin śtreišsla mį verša goldin uttan heimild ķ fķggjarlóg ella ašrari jįttanarlóg, skal skiljast soleišis, at ein vanlig lųgtingslóg ikki er nóg góš heimild fyri at brśka pening. Ein landsstżrismašur hevur tķ, eisini višvķkjandi lógarbundnum śtreišslum, eina ręttarliga skyldu at leggja uppskot um eykajįttanarlóg fyri tingiš, um jįttanin į fķggjarlógini ikki er nóg stór, ella ķ ųšrum lagi leggja uppskot um at broyta stušulslóggįvuna fyri tingiš. Hetta er nś stašfest ķ broyttu jįttanarskipanini, sum kom ķ gildi 1. januar 2000.

Į s. 41 ķ frįgreišingini veršur vķst į, at śtgreiningin av forsorgarśtreišslum į s. 219-220 ķ landsroknskapinum ikki er rųtt, tķ av einum tekniskum mistaki eru tekstur og tųl forskotin.

Lęraraskślin

Ķ įlitinum til eykajįttanarlógaruppskotiš fyri oktober įtalaši Fķggjarnevndin haršliga, at Lęraraskślin hevši ųkt virksemiš munandi, uttan at neyšug jįttan var fingin frammanundan. Vķsandi til s. 70-72 ķ frįgreišingina um Lęraraskślan upplżsti landsstżrismašurin fyri fķggjarnevndini, at Undirvķsingar- og Mentamįlastżriš var ķ ferš viš at skriva eina frįgreišing um meirnżtsluna hjį lęraraskślanum, og at landsstżrismašurin tķ bķšaši viš at stašfesta įbyrgdina. Frįgreišing var lišug 15. november 1999. Nišurstųšan var, at taš er ógjųrligt at stašfesta, at rektarin einsamallur hevur įbyrgdina av meirnżtsluni - hetta var ųllum avvarandi myndugleikum kunnugt - og tķ fęr rektarin ikki nakra įtalu, men eina "innskerping" um framyvir at halda jįttanina.

Vķsandi til frįgreišingina frį Landsgrannskošanini visti Undirvķsingar- og Mentamįlastżriš longu ķ mars/aprķl 1998, at jįttanin var undirmett ķ mun til ętlaša virksemiš, og at skślanum tųrvaši 1,2 -1,6 mió.kr. Umbųn um eykajįttan varš ikki lųgd fyri tingiš fyrr enn 21. oktober 1998, eftir at 2 flokkar vóru tiknir inn į skślan ķ juni 1998. Um orsųkina upplżsir landsstżrismašurin, at val var śtskrivaš, og nżggjur landsstżrismašur fyrst tók viš um hįlvan mai 1998. Lųgtingsgrannskošararnir meta, at talan er um eina undanfųrslu og įtala, at landsstżrismašurin ikki fyrr baš um eykajįttan.

Klakksvķkar Sjśkrahśs

Į eykajįttanarlógini fyri desember 1998 varš jįttanin til Klaksvķkar Sjśkrahśs hękkaš viš 2,5 mió.kr. Ķ višmerkingunum vķsir landstżriš į, at sjśkrahśsiš ikki fyrr enn 6. november 1998 bošaši Almanna- og Heilsumįlastżrinum frį vęntašu meirnżtsluni, og tķ var ov seint at seta tiltųk ķ verk, sum kundu tįlma nżtsluni. Landsstżriš upplżsir, at neyšugt veršur at kanna višurskiftini, so henda stųšan ikki kemur at endurtaka seg.

Almanna- og Heilsumįlastżriš heitti į ein grannskošara um at kanna meirnżtsluna ķ 1998. Ķ grannskošanarfrįgreišingini veršur vķst į, at uml. 1,4 mió.kr. av śtreišslunum, sum vóršu bókašar ķ 1998, višvķkja roknskaparįrinum 1997. Stašfest veršur eisini, at fleiri av skjųlunum višvķkjandi 1997 eru bókaš medio 1998. Um orsųkina, til at śtreišslur frį 1997 eru fluttar til 1998, varš upplżst fyri grannskošanini, at jįttanin fyri 1997 var ov lķtil. Frįgreišingin er dagfest 5. januar 1999, og lųgtingsgrannskošararnir eru sķšani kunnašir um, at tęnastumannakanning er sett ķ verk av embętisfųrsluni hjį umsjónarmanninum fyri brot į galdandi reglur um periodisering, fyri at fjala śtyvir eina meirnżtslu og fyri ikki nóg samvitskufult at taka neyšug stig til at halda jįttanina.

---------

Fķggjarnevndin įtalaši, at Fųroya Kęrustovnur var farin at virka uttan jįttan, og at edv-grundśtbśgving į Fųroya Handilsskśla varš byrjaš, uttan at jįttan var fingin.

Į eykajįttanarlógini fyri oktober fekk Heimarųktin eina eykajįttan. Ķ įlitinum vķsti Fķggjarnevndin į, at tį Heimarųktin ķ 1997 fekk eina eykajįttan, įtalaši nevndin vantandi jįttanareftirlit. Nevndin vęntaši tķ, at Heimarųktin framyvir kundi halda virksemiš innan givna jįttan.

Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at meirnżtlsan av studningi til lęruplįss, sum Lęrurįšiš umsitur, hevur eina so lutfalsliga stóra meirnżtslu, hóast Lęrurįšiš, vķsandi til s. 83, sķšst ķ november bošaši frį, at jįttanin kom at halda.

Ein stór meirnżtsla er višvķkjandi jįttanini "tiltųk fyri alivinnuna" undir vinnumįlum, har nżtslan er 10,7 mió.kr. ķ mun til jįttanina uppį 2,1 mió.kr. Į s. 135 ķ frįgreišingini er greitt nęrri nęrri frį hesum.

Vķsandi til umrųšuna ķ frįgreišingini į s. 109-110 av eykajįttanarlógini fyri oktober 1998 višvķkjandi "Stųrri Verkętlanir", įtala lųgtingsgrannskošararnir, at lųgtingiš ikki fekk allar upplżsingar, sum vóršu av tżdningi fyri tingsins meting av mįlinum.

Lųnarkarmur/lųnarśtreišslur

Ķ frįgreišingini er eisini vķst į tęr hųvušskontoir, har fariš er uppum įsetta lųnarkarmin. Talan er um fleiri stór frįvik, sum stava frį misskiljingum, sum sķšani eru ręttaš. Stųrstu frįvikini annars eru į lógarbundnum jįttanunum undir Almannamįlum. Ķ sundurgreiningini ķ višmerkingunum til fķggjarlógina er als ikki er roknaš viš lųnartśtgjaldingum. Kortini er talan um lųnarśtgjaldingar uppį 12-13 mió.kr. Lųgtingsgrannskošarnir įtala hetta ósamsvar og heita į landsstżrismannin um at fįa višurskiftini ķ ręttlag.

Onnur stór frįvik eru Landsverkfrųšingurin og jįttanir, sum hesin stovnur umsitur. Į kontoum er fariš er uppum lųnarkarmin viš yvir 8 mió.kr.

Harumframt er nógvir stovnar farnir nakaš uppum įsetta lųnarkarmin.

Taš hevur veriš ein įvķsur ivi, um lųnarkarmurin, sum įsettur er ķ višmerkingunun til fķggjarlógina, er bindandi, ella er ein fyrisitingarlig įseting ķmillum landsstżrsmannin og stovnsleišaran. Ķ broyttu jįttanarskipanini, sum fķggjarnevndin tók viš ķ įlitinum til fķggjarlógaruppskotiš fyri 2000, er nś stašfest, at landsstżrismanninum er ikki loyvt at fara uppum įsetta lųnarkarmin (standardkonto 11).

Strandferšslan

Eisini Strandferšslan hevši eina stóra meirnżtslu uppį góšar 5 mió.kr. Ķ einari C-įtekning višvķkjandi jįttanini hjį Strandferšsluni į fķggjarlógini fyri 1998 og 1999 er įsett:

"Heimilaš veršur Strandfaraskipum landsins av flyta avlop/hall millum įr, soleišis at sveiggjaš veršur um jįttanarstųšiš viš ķ mesta lagi 5% įrliga. Uppsamlaša avlopiš yvir 4 įr kann ķ mesta lagi verša 10% av jįttanini, og uppsamlaša halliš kann ķ mesta lagi verša 5% av jįttanini."

C- įtekningin er strikaš ķ 2000. Vķsandi til roknskapin fyri 1998 er meirnżtslan góšar 5 mió. kr., svarandi til 11,1% av jįttanini uppį 45,5 mió.kr. Roknaš į henda hįtt, er meirnżtslan/halliš sostatt ķ prosentum meira enn taš dupulta av įsetta markinum fyri uppsamlašum halli, og lųgtingsgrannskošararnir bóšu landsstżrismannin um eina frįgreišing.

Av frįgreišingini gongur fram, at so seint sum tann 1. desember 1998 kunnaši Strandferšslan Vinnumįlstżriš um, at stovnurin ķ 1998 fór at fįa eitt hall uppį 1,5 - 2 mió.kr., t.v.s. eitt hall, sum lį innanfyri 5% av jįttanini. Uppį fyrispurning frį Vinnumįlastżrinum, hvķ metingin ķ desember 1998 ikki helt, hevur Strandferšslan upplżst, at orsųkirnar vóru:

Strandferšslan spurdi tann 6. mei 1999 Vinnumįlastżriš, um taš var neyšugt viš eini eykajįttan at fķggja halliš ķ 1998. Vinnumįlstżriš vķsti hesum aftur, tķ įriš, har halliš er stašfest, longu var runniš. Vķst varš į, at halliš er "fķggjaš" av likvidum hjį landskassanum viš taš, at taš varš mett ikki at vera ķ trįš viš jįttanarskipanina at bišja lųgtingiš um eykajįttan fyri eitt įr, sum er fariš.

Lųgtingsgrannskošararnir halda, at taš er įtaluvert, at Strandferšslan hevur brśkt meira pening enn heimild var til, hóast stovnurin so seint sum ķ desember mįnaši metti, at jįttanin kom at halda.

Sjónvarp Fųroya

Henda hųvšskonto er ikki viš ķ landsroknskapinum. Sambęrt eksterna roknskapinum hevši sjónvarpiš eitt hall uppį 2,4 mió.kr. Meirnżtslan er nęrri umrųdd ķ lųgtingsmįli nr. 53/10-1999 har roknskapurin er lagdur fyri tingiš til góškenningar.

3.1. Generelt um meirnżtslu

Halliš hjį sjónvarpinum ķ 1998, peningarflytingin til sjónvarpiš ķ juli 1999 og uppskotiš til eykajįttanarlóg ķ september 1999 hava fingiš nógva umrųšu, og nógvir spurningar eru reistir um, hvat rętta jįttanarliga og roknskaparliga mannagongdin er ķ einum tķlķkum mįli. Meirnżtslan hjį Sjónvarpi Fųroya ķ 1998 er ikki ólķk meirnżtsluni hjį Strandferšsluni ķ 1998. Bįšar eru "landsfyritųkur", iš bóka sjįlvar. Um halliš hjį Strandferšsluni fyri 1998 ikki varš fķggjaš "av likvidum hjį landskassanum", hevši Strandferšslan komiš ķ somu gjaldfųristrupulleikar, sum Sjónvarpiš ķ 1999 kom ķ, orsakaš av meirnżtsluni ķ 1998.

Lųgtingsgrannskošararnir hava roynt at kanna hesi višurskifti fyri at finna fram til, hvat rętta mannagongdin er, um ein tķlķk stųša stingur seg upp ķ framtķšini

Sjónarmiš hjį Vinnumįlastżrinum
Sum vķst į omanfyri um meirnżtsluna hjį Strandferšsluni ķ 1998, metti Vinnumįlastżriš, at taš ikki var ķ trįš viš jįttanarskipanina at bišja lųgtingiš um eykajįttan fyri eitt įr, sum er fariš, og halliš var tķ "fķggjaš" av likvidum hjį landskassanum.

Sjónarmiš hjį Fķggjarmįlastżrinum
Lųgtingsgrannskošararnir hava sķšani spurt landsstżrismannin ķ fķggjarmįlum um, hvųrja stųšu Fķggjarmįlastżriš hevur til henda spurning.

Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum hevur svaraš, at ein jįttan, sum śtgangsstųši, er fyri eitt įvķst fķggjarįr. Endamįliš viš jįttanini er at heimila ein įvķsan almennan aktivitet, sum krevur eina fķggjarliga heimild. Um taš veršur stašfest, eftir at jįttanartķšarskeišiš er av, at nżtslan hevur veriš stųrri enn jįttanin, nyttar einki at bišja um eina eykajįttan, tķ peningurin er jś longu nżttur ķ einum farnum jįttanarskeiši.

Er talan um vanligan almennan stovn, iš ikki hevur egnan roknskap og likviditet, so hevur praksis veriš higartil, at hóast jįttanin er brśkt, ber framvegis til at įvķsa av avvaršandi hųvšuskonto. Hóast Sjónvarp Fųroya og Strandfaraskip Landsins eru landsfyritųkur viš egnum roknskapi og likviditeti, so er eingin munur į hesum stovnum og teimum, iš ikki hava egnan roknskap og likviditet, tķ ķ bįšum fųrum eru taš stovnar hjį landinum, og landskassin hongur uppį allar skyldur hjį teimum. Fķggjarmįlastżriš er tķ av teirri įskošan, at um ein stovnur hevur egnan roknskap og likviditet, er taš ikki avgeršandi fyri, um neyšugt er at sųkja um eykajįttan fyri meirnżtslu ķ einum farnum jįttanarskeiši.

Fķggjarmįlastżriš er samt ķ, at tųrvur er į greišari mannagongd, hvussu fariš veršur fram, tį ein tķlķk stųša stingur seg upp. Hóast lųgtingiš ikki kann veita eykajįttan fyri eitt fariš fķggjarįr, eigur lųgtingiš at hava mųguleika at višgera hesi mįl og t.d. mótrokna ta óheimilašu nżtsluna ķ jįttanini fyri įriš eftir.

Sjónarmiš, iš Fķggjarnevndin hevur fųrt fram
Fķggarnevndin hevur óbeinleis nomiš viš umrųdda spurning. Ķ įlitinum višvķkjandi eykajįttanarlógini fyri november 1999-2, veršur m. a. vķst į, at sbr. § 43, stk. 1, ķ stżrisskipanarlógini er ein fķggjarlóg galdandi fyri eitt įlmanakkaįr, men vķst veršur eisini į, at sambęrt § 43, stk. 2, er įsett ein serlig skiftistķš. Ķ įlitinum frį fķggjarnevndini višvķkjandi fķggjarlógini fyri 2000 vķsir fķggarnevndin m.a. į, at ein landsstżrismašur, eisini višvķkjandi lógarbundnum śtreišslum, hevur eina ręttarliga skyldu altķš at syrgja fyri at leggja uppskot um eykajįttanarlóg fyri tingiš, um heimildin į fķggjarlógini ikki er nóg stór. Fķggjarnevndin vķsir eisini į, at landsstżrismašurin mį gjalda upphędddir, sum borgarin sambęrt lóg hevur krav uppį. (Borgarin kann fara ķ ręttin og fįa dóm viš eftirfylgjandi tvingsilsfullgerš fyri upphęddini).

Sjónarmiš hjį lųgtingsgrannskošarunum
Lųgtingsgrannskošararnir meta, at ein śtreišsla, sum stovnsleišari, landsstżrismansins vegna, hevur bundiš landiš at gjalda, ķ nógvum fųrum kann sammetast viš eina lógarbundna upphędd, sum ein borgari sambęrt lóg hevur krav uppį.

Landsstżrismašurin hevur eina ręttarliga skyldu at bóka allar śtreišslur į rętt fķggjarįr, og vķsandi til skiftistķšarskeišiš, sum įsett er ķ § 43, stk. 2, kann landsstżrismašurin ķ tķšarskeišnum fram til 1. aprķl, eftir at fķggjarįriš er lokiš, įvķsa pening av farnu fķggjarlógini fyri śtreišslur, sum eru havdar ķ farna fķggjarįri. Eftir 1. aprķl fellir henda serliga heimild burtur, og landsstżrismašurin hevur hereftir onga heimild at įvķsa pening fyri śtreišslur, sum havdar eru ķ farna fķggjarįri.

Samanumtikiš kann sigast, at sambęrt stżrisskipanarlógini mį ongin śtreišsla verša goldin, uttan at heimild er fyri henni ķ teirri fķggjarlóg ella ašrari jįttanarlóg, iš er ķ gildi, tį iš įvķst veršur. Ein landsstżrismašur hevur tķ skyldu at fylgja neyvt viš, at allar jįttanir halda. Men hevur ein stovnsleišari/landsstżrismašur brotiš hesa įseting og bundiš landiš į ein hįtt, so borgari hevur eitt ręttarligt krav at fįa eina įvķsa upphędd, mį upphęddin bókast į rętt fķggjarįr, og kann ein landsstżrismašur įvķsa pening fram til 1. aprķl eftir at fķggjarįriš er lokiš.

Hjį stovnum, iš hava skiftandi inntųkur, ella har talan er um, at kommunur ella onnur refundera įvķsan part av śtreišslunum, kann taš koma fyri ķ fķggjarįrinum, at gjaldfųristųrvurin er hęgri enn nettojįttanin į fķggjarlógini. Sambęrt roknskaparkunngeršini er taš įlagt gjaldstovuni at taka sęr av at fķggja gjaldfųristųrvin, harundir taka avgerš um, hvųrjir stovnar kunnu trekkja uppį peningastovnskonti landskassans. Višvķkjandi heimild at fķggja ein skiftandi gjaldfųristųrv hjį landsstovnum ķ fķggjarįrinum kann vķsast til § 25 į fķggjarlógini, har taš m.a. veršur heimilaš at fķggja broytingar ķ "virši" og "skuld v.m.". Teir roknskaparpostar, sum hetta fevnir um, eru t.d. tęnastu-, vųru- og ašrir debitorar, millumrokningar viš kommunur og almennar stovnar, tķšaravmarkingar, vųru- og tęnastukreditorar v.m. Ein landsstżrismašur hevur skyldu at ansa eftir, at jįttanin į fķggjarlógini samanumtikiš heldur, og at tann peningur, sum veršur lagdur śt, kemur innaftur.

Višvķkjandi vķšari višgerš av eini meirnżtslu į eini hųvušskonto ķ farna fķggjarįri, kann nevnast, at sambęrt § 11, stk. 3, ķ Ll. nr. 25 frį 21. aprķl 1999 um grannskošan av landsroknskapinum v.m. er įlagt avvarandi landsstżrismanni, ķ seinasta lagi 6 mįnašir eftir fķggjarįrslok, at lata lųgtingsgrannskošarunum eina frįgreišing hesum višvķkjandi. Henda įseting er galdandi frį og viš fķggjarįrinum 1999.

Lųgmašur og landsstżrismenn hava ręttarliga įbyrgd av fyrisitingini av teimum mįlsųkjum, sum lųgd eru til teirra. Teir hava skyldu at halda lógir og geva tinginum ręttar upplżsingar. Ein meirnżtsla er brot į stżrisskipanarlógina, og hetta kann fįa įlvarsligar avleišingar. Tķ er umrįšandi, at ein landsstżrismašur ķ frįgreišing sķni gevur lųgtingsgrannskošarunum nįgreiniligar og sannar upplżsingar um orsųkina til eina mųguliga meirnżtlsu. Tį roknskapurin sķšani veršur lagdur fyri tingiš til samtyktar, veršur taš lųgtingiš, sum tekur endaliga stųšu til, hvųrjar avleišingar ein mųgulig meirnżtsla skal hava fyri landsstżrismannin.

4. Landsroknskapurin 1997

Almannamįl, lógarbundnar śtreišslur

Eins og ķ 1998 eru nógv tey stórstu frįvikini ķmillum jįttan og nżtslu undir almannamįl, har lógarbundnar śtreišslur samanlagt eru nęrum 35 mió.kr. hęgri enn jįttanirnar.

Lęraraskślin

Eins og ķ 1998 var jįttanin til Lęraraskślan undirmett, og ikki fyrr enn ķ september 1997 varš umbųn um eykajįttan uppį 0,5 mió.kr. lųgd fyri tingiš. Hóast hesa eykajįttan hevši skślin eina meirnżtlu uppį 0,8 mió.kr.Vķsandi til s. 70-72 ķ frįgreišingini, vķsir landsstżrismašurin į, at orsųkin til, at eykajįttanin varš lųgd so seint fyri tingiš, var, at fķggjarskipanin var alt ov stirvin, skipanin viš fķggjarnevndaskjųlum var ógreiš, og ongin eykajįttanarlóg var ķ vęntu. Landsstżrismašurin tryggjaši sęr į samgongufundi politiska undirtųku fyri eini eykajįttan, og um hįlvan mei gav landsstżrismašurin boš um at taka nżggjar nęmingar inn į skślan.

Lųgtingsgrannskošararnir meta, at ein tķlķk grundgeving ikki kann góštakast. Jįttanarskipanin er og hevur altķš veriš pśra greiš į hesum ųki, ein landsstżrismašur skal śtvega sęr jįttan, įšrenn hann brśkar pengarnar. Jįttanina skal landsstżrismašurin śtvega ķ lųgtinginum/fķggjarnevndini og ikki į einum samgongufundi.

-------

Į eykajįttanarlógini fyri november fekk Heimarųktin eina eykajįttan uppį 4,3 mió.kr. Talan var um eina meirnżtslu, sum stovnurin ikki megnaši at spara innaftur. Fķggjarnevndin įtalaši, at jįttanareftirlitiš ikki var nóg neyvt.

Hóast tvęr eykajįttanir hevši Fųroya Sjómansskśli eina meirnżtlsu. Ein minniluti ķ Fķggjarnevndin įtalaši, at sama dag, sum nevndin višgjųrdi eitt fķggjarnevndarskjal um eykajįttan til at leiga "Lars A. Kruse", fór skipiš nįmsferš viš sjómansskślanęmingum.

Somuleišis įtalaši ein minniluti ķ Fķggjarnevndini, at stjórin į Fjarskiftiseftirlitinum varš settur ķ starv, įšrenn jįttan var śtvegaš.

Į s. 125-126 veršur vķst į, at hųvušsorsųkin til frįvik ķ millum jįttan og śrslit hjį Rśsdrekkasųluni var, at śtreišslur/ķlųgur vóru vęl hęgri enn mett.

Lųnarkarmur/lųnarśtreišslur

Ķ frįgreišingini er eisini vķst į tęr hųvušskontoir, har fariš er uppum įsetta lųnarkarmin. Talan er um fleiri stór frįvik, sum stava frį misskiljingum, sum sķšani eru ręttaš. Stųrstu frįvikini annars eru į lógarbundnum jįttanunum undir Almannamįlum. Ķ sundurgreiningini ķ višmerkingunum til fķggjarlógina er als ikki er roknaš viš lųnartśtgjaldingum. Kortini er talan um lųnarśtgjaldingar uppį 10 mió.kr. Lųgtingsgrannskošarnir įtala hetta ósamsvar og heita į landsstżrismannin um at fįa višurskiftini ķ ręttlag.

Onnur stór frįvik eru Landsverkfrųšingurin og jįttanir sum hesin stovnur umsitur. Į hesum kontoum er fariš er uppum lųnarkarmin viš yvir 10 mió.kr.

Harumframt er nógvir stovnar farnir nakaš uppum įsetta lųnarkarmin.

5. Landsroknskapurin 1996

Almannamįl, lógarbundnar śtreišslur

Eisini ķ 1996 eru nógv tey stórstu frįvikini ķmillum jįttan og nżtslu undir almannamįlum, har lógarbundnar śtreišslurnar samanlagt eru uml. 39 mió.kr. hęgri enn jįttanirnar.

"Nólsoyar Pįll"

Ķ sambandi viš višgeršina av eykafķggjarlógini, har m.a. jįttanin til keyp og umbygging av "Nólsoyar Pįll" var hękkaš viš 3,1 mió.kr til 12,3 mió.kr., įtalaši Fķggjarnevndin, at landsstżrismašurin ikki hevši śtvegaš eykajįttan, įšrenn peningurin varš nżttur. Minnilutin ķ fķggjarnevndini metti, at lųgting og figgjarnevnd ķ hesum mįli vóru drigin uppį trįš, tķ stórt sęš allar fyritreytir fyri samtyktini um at keypa annaš vaktarskip vóru brotnar. Į s. 112-117 ķ frįgreišingini veršur greitt frį eini kanning av mįlinum. Ķ stuttum kann sigast, at mįliš um "Nólsoyar Pįll" beinleišis kostaši landskassanum 7 mió.kr., nógv arbeišsorka fór fyri skeyti, og mįliš hevur darvaš og dżrkaš fiskiveišieftirlitiš ķ įravķs. Lųgtingsgrannskošararnir hava heft seg viš, at sambęrt įlitinum frį fķggjarnevndini frį višgeršini av upprunaliga eykajįttanarlógaruppskotinum upplżsti landsstżrismašurin į fundi ķ fķggjarnevndini, at skipiš var 10 įra gamalt ķ stašin fyri 26 įra gamalt. Lųgtingsgrannskošararnir meta samanumtikiš, at talan er um eitt ręšandi mįl, sum landsstżrismenn og umsitingin mega lęra av.

Lųnjavningargrunnurin, inntųkutrygd v.m.

Į s. 157 ķ frįgreišingini vķsir landsgrannskošanin į, at sambęrt landsroknskpinum er talan um eina meirnżtslu uppį 9 mió. kr., netto, višvķkjandi inntųkutrygd v.m., sum Lųnjavningargrunnurin umsitur. Sambęrt roknskapinum hjį Lųnjavningargrunninum er talan um eina minninżtlsu uppį uml. 9 mió.kr., netto. Sostatt er talan um ein mun uppį uml. 18 mió.kr. ķmillum roknskapirnar. Orsųkin er, at roknskapurin hjį Lųnjavningargrunninum, sum vķsir veruligu nżtlsluna, ikki er samansjóšašur viš landsroknskapin. Lųgtingsgrannskošararnir hava ķ fleiri įr heitt į landsstżrismannin ķ fiskivinnumįlum um at fįa hesi višurskifti ķ ręttlag. Hesi višurskifti komu ķ ręttlag ķ landsroknskapinum fyri 1997, tį allar śtgjaldingar vóršu bókašar ķ landsbókhaldinum.

Fķggjarnevndin stašfestir ķ nógvum fųrum, at śtreišslur longu eru hildnar, įšrenn bišiš veršur um eykajįttan og įtalar m.a. Matrikulstovuna, Hjįlpartólamišstųšina, Deildina fyri Arbeišs- og Almannaheilsu, Landssjśkrahśsiš, Tekniska Skśla ķ Tórshavn og Fiskiveišieftirlitiš .

Ķ sambandi viš višgerš av eykajįttan uppį 530 t.kr. til Sjónvarp Fųroya, sum vķsti į vantandi inntųkur, helt Fķggjarnevndin taš ikki vera rętt av almennum stovni at leggja eina fķggjarętlan, iš bygdi į inntųkur, sum ongin lógarheimild var fyri. Taš var ikki nóg mikiš, at stovnurin hevši fingiš įbending frį politiska valdinum um, at eitt uppskot til lųgtingslóg, sum kundi giviš meira inntųkur, fór at verša samtykt ķ lųgtinginum. Sjónvarp Fųroya įtti at lagt sendiskrįir og fķggjarętlan eftir galdandi fortreytum.

6. Landsroknskapurin 1995

Ķ višmerkingunum til eykafķggjarlógaruppskotiš vķsti landsstżriš į, at rakstrarśtreišslurnar vóru 10 mió.kr. hęgri enn mett į fķggjarlógini, tķ at taš tķanverri enn vóru stovnar, sum ikki tóku fķggjarlógarstżringina ķ nóg stórum įlvarara. Sum dųmi vóru nevnd Strandfaraskip Landsins, Postverkiš, Fųroya Studentaskśli, Matrikulstovan og Serforsorgin. Av stušulsjįttanum, sum hųvdu trupult viš at leggja ętlan, vóru nevnd Inntųkutrygd hjį fiskimonnum, Ķlųgustušulin og Stušul til nżggjar vinnur. Fķggjarnevndin įtalaši, at landsstżriš ikki hevši lagt uppskotiš fyri tingiš fyrr enn 8. desember, og sostatt var stżrisskipanarlógin ikki hildin.

Jįttanin til sjśkrakassar var hękkaš į eykafķggjarlógini, orsakaš av, at sjśkrakassarnir ikki kundu krevja inn hękkaša C-limagjaldiš, tķ kunngeršin ikki var lżst. Ķ įlitinum įtalaši fķggjarnevndin, at kunngeršin, av umsitingarligari lķkasęlu var lżst 2 įr ov seint.

Višv. inntųkutrygd v.m. er eins og įrini frammansundan frįvik ķmillum roknskapartųlini ķ landsroknskapinum og roknskapin hjį Lųnjavningargrunninum. Jįttan og nżtsla javnviga ķ landsroknskapinum, sambęrt roknskapinum hjį Lųnjavningargrunninum er talan um eina meirnnżtlsu uppį 3,7 mió.kr., netto.

Ķ višmerkingunum til eykafķggjarlógina višvķkjandi eykajįttan til barnaforsorg veršur vķst į, at endurgjaldsuppgerširnar frį kommununum ķ įravķs eru komnar ov seint inn, og tķ hevur periodiseringin ķ landsroknskapinum veriš skeiv. Framyvir er ętlanin at fįa hetta ķ ręttlag, og tķ er tųrvur į eini eykajįttan at rinda uppgeršir višv. gomlum įrum.

Stórstu frįvikini millum jįttan og nżtslu eru į jįttanum, sum Landsverkfrųšingurin umsitur. Talan er um bęši meir- og minninżtlsu, men netto er so at siga samsvar millum jįttan og nżtslu. Ķ frįgreišingini veršur vķst į, at jįttanirnar į fķggjarlógini eru bólkašar ųšrvķsi enn śtgreiningarnar frį landsverkfrųšinginum, og at jįttanirnar į fķggjarlógini meira og minni heppiš eru bżttar upp ķ rakstur, višlķkahald og ķlųgur.

7. Fķggjarstųšan 1995-1998:

Yvirlit yvir aktiv og passiv ķ landsroknskapinum įrini 1995 - 1998:

(mió.kr.)

1998

1997

1996

1995

Aktiv

Kapitalogn ķ landsfyritųkum

1.101

1.072

180

154

Parta- og lįnsbrųv

182

83

85

85

Rentu- og avdrįttarfrķ lįn

188

165

70

71

Śtlįn

246

236

201

213

Goymslur

10

8

-

-

Skatta-, toll- o.t. skuldarar

128

144

124

127

Tęnastu-, vųru- og ašrir skuldarar

162

124

212

267

Innistandandi ķ Landsbankanum

1.104

954

826

1.012

Banka-, girokonti og kassapeningur

136

87

80

80

Ķ alt

3.257

2.873

1.778

2.009

Passiv

Innanlandsskuld

704

749

770

1.122

Uttanlandsskuld

4.646

5.800

5.783

5.789

Onnur skuld

259

246

378

370

Skuld ķ alt

Śtjavningarkonto:

Saldo 1. januar

-3.922

-4.336

-5.272

-5.314

Rakstrar-, lųgu- og śtlįnsśrslit

1.372

178

79

8

Ymsar broytingar

198

236

39

33

Saldo 31. desember

Ķ alt

3.257

2.873

1.777

2.008

Į s. 17-23 er grannskošanin av fķggjarstųšuni umrųdd.

"Kapitalogn ķ landsfyritųkum" ķ 1997 er vaksin munandi. Ųkingin stavar ķ hųvušsheitum frį at Fķggingargrunnurin frį 1992 var tikin viš ķ landsroknskapin ķ 1997. Ķ seinastu frįgreišing męltu lųgtingsgrannskošararnir til at fįa greiši į hesum roknskaparposti. Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum hevur bošaš frį, at Fķggjarmįlastżriš er fariš undir at greiša henda spurning.

Ķ seinastu frįgreišing įtalašu lųgtingsgrannskošararnir, at fleiri partabrųv, sum onki virši hava, vóru tikin viš ķ roknskapin, og at ongin fųst mannagongd er višvķkjandi goymslu av partabrųvum. Hesi višurskifti eru nś um at vera komin ķ ręttlag.

Innistandandi ķ Landsbankanum skal ķ minsta lagi svara til 15% av bruttotjóšarśrtųkuni. Ķ seinastu frįgreišing varš vķst į, at śtrokningin av bruttotjóšarśrtųkuni byggir į eitt leyst grundarlag, og at hugtųkini "landskassin" og "landsstovnar" ķ lógini um Landsbankan og ķ lógini um innlįn ķ Landsbankan og lįn śr Landsbankanum vóru ógreiš, og lųgtingsgrannskošararnir męltu landsstżrismanninum til at fįa greišu į hesum višurskiftum. Vķsandi til frįgreišingina er einki ķtųkiligt hent į hesum ųki, og lųgtingsgrannskošararnir fara enn einaferš at męla landsstżrismanninum til at fįa greiši į hesum višurskiftum.

Ķ seinastu frįgreišing vķstu lųgtingsgrannskošararnir į ta stóru óvissu, sum er višvķkjandi avstemmingum av skattaeftirstųšum, og lųgtingsgrannskošararnir heittu į landsstżrismannin um at taka stig til at loysa umrųddu trupulleikar į hesum tżšandi ųki. Hóast eitt stórt arbeiši er gjųrt, įtala lųgtingsgrannskošararnir, at komiš ikki er į mįl, og heitt veršur enn einaferš į landsstżrismannin um at rašfesta hesa uppgįvu hųgt, og įseta eitt greitt įbyrgdarbżti.

Ķ 1998 minkaši uttanlandsskuldin śr 5,8 til uml. 4,6 mia.kr. Hųvušsorsųkin er, at danska stjórnin avskrivaši 900 mió.kr. sambęrt avtaluna ķmillum landsstżriš og donsku stjórnina frį 10. juni 1998. Avskrivingin varš inntųkufųrd og įvirkaši rakstrar-, lųgu- og śtlįnsśrslitiš.

Ķ frįgreišingini veršur annars vķst į, at landsroknskapurin ikki gevur eina fullfķggjaša mynd av ogn og skuld landsins vķsandi til, at fleiri landsstovnar/-grunnar ikki eru viš ķ landsroknskapinum. Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum, hevur bošaš frį, at Fķggjarmįlastżriš er fariš undir at greiša henda spurning.

8. Ašrar višmerkingar:

Ķ frįgreišingini frį landsgrannskošanini veršur kunnaš um śrslitiš av grannskošanini av ymsum stovnum, grunnum og skipanum į ymsum mįlsųkjum. Nišanfyri hava lųgtingsgrannskošararnir gjųrt sķnar višmerkingar, vķsandi til hesa frįgreišing.

8.1. Fķggjarmįl

Lųgtingsgrannskošararnir męla landstżrismanninum til at greiša tey ivamįl viš jįttanarskipanini, umrųdd eru į s. 9-14, so greiša fęst į, hvat skal viš į fķggjarlųgtingslógina, og hvussu tey ymisku hugtųkuni skulu skiljast. Lųgtingsgrannskošararnir fegnast um, at landsstżrismašurin hevur sett fólk til at śtgreina hetta arbeiši.

Lųgtingsgrannskošararnir meta framvegis, at taš hevši veriš skilagott viš einum betri samstarvi /samskifti viš lųgtingiš um tķlķk grundleggjandi višurskifti, ķ góšari tķš įšrenn eitt fķggjarlógaruppskot veršur lagt fyri tingiš.

Į s. 15 veršur edv-trygd į Gjaldstovuni umrųdd. Edv-trygd er eitt ųki, sum eisini veršur nevnt undir skatta-, almanna- og fiskivinnumįlum. Lųgtingsgrannskošararnir meina, at landsstżriš mį taka eina grundgivna stųšu į hesum ųki til, hvųrji ašalkrųv skulu setast ųllum landsstovnum.

Vķsandi til s. 15-16 hevur Fķggjarmįlastżriš ikki enn, 5 įr eftir at landsroknskaparlógin kom ķ gildi, gjųrt vegleišing um roknskaparreglugeršir. Lųgtingsgrannskošararnir fegnast um, at Fķggjarmįlastżriš hevur bošaš frį, at reglugeršin veršur lišug ķ nęstum.

Į s. 16-17 vķsir landsgrannskošašin į, at tryggingarvišurskiftini hjį almennum stovnum eru ógreiš. Hetta er eitt mįl sum landsgrannskošanin hevur umrųtt sķšani 1992. Lųgtingsgrannskošararnir fegnast um, at landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum, hevur ķtųkiligar ętlanir um at loysa mįliš.

8.2. Skattamįl

Į s. 25 verša roknskapar- og trygdarreglurnar į Toll og Skatt umrųddar. Lųgtingsgrannskošararnir męla landsstżrismanninum til at rašfesta hetta arbeiši hųgt. Ķ frįgreišingini veršur annars vķst į, at stórur tųrvur er į lķknandi reglum į ųšrum ųkjum t.d. į Almannaųkinum og Fiskivinnuųkinum.

Į s. 27 um Tollkreditt veršur vķst į, at taš framvegis er vandi fyri stórum tapi, tķ at trygdin, sum er įsett, er ķ lęgra lagi.

8.3. Almanna- og Heilsumįl

Į s. 30 - 33 veršur vķst į, at talan er um fleiri grundleggjandi veikleikar ķ sambandi viš umsiting av lógarbundnum śtreišslum, sum gera, at innanhżsis eftirlitiš į fleiri ųkjum ikki hevur veriš nųktandi. Višvķkjandi pensiónsśtreišslum veršur į s. 33 - 40 m.a. vķst į, at nógv ivamįl hava veriš um, hvussu inntųkuvišurskiftini og broytingar ķ hesum skulu įvirka pensiónsśtrokningarnar. Kęrunevndin hevur tikiš fleiri "prinsippiellar" avgeršir, sum greitt hava sett til viks lógartulkingar hjį Almannastovuni, uttan at Almannastovan sķšani hevur broytt praksis ķ ųšrum lķknandi mįlum. Har rentuinntųkan er tikin viš ķ śtrokningargrundarlagnum, er hon sum oftast ikki dagfųrd ķ fleiri įr, ķ fleiri fųrum ikki sķšani 1992 ella 1993, tį hon varš "roknaš", og tķskil eisini er skeiv. Hetta hevur ķ fleiri fųrum fųrt viš sęr, at ov lķtiš ella ov nógv er goldiš ķ pensiónsvišbót ķ įravķs, og at višbót til įvķsar pensiónistar ikki er goldin ella goldin av órųttum.

Višvķkjandi forsorgarśtreišslum veršur į s. 40 - 51 m.a. vķst į, at skjalprógvan av veitingum ikki var nóg fullfķggjaš, at kontering av veitingum ikki var nųktandi, at ein konteringarleišbeining framvegis ikki er gjųrd, at endurmeting sambęrt § 12 ikki var farin fram, at taš veršur mett skeivt og misvķsandi framhaldandi at kontera lųnarśtreišslur undir § 17, at nęrri reglur fyri veitingum eftir § 18 framvegis ikki eru gjųrdar, og at taš framhaldandi veršur rindaš fyri undirvķsing į ALV-skślanum, hóast ongin lógarheimild til tess er ķ almannalóggįvuni.

Višvķkjandi dagpeningaśtreišslum veršur į s. 50 - 55 m.a. vķst į, at ķ fleiri mįlum vóru ikki allir teigar ķ umsóknarblašnum fyltir śt, nżtti śtrokningarhįtturin er ikki ręttur ķ ųllum fųrum, tilmeldingarskjališ og umsóknarblašiš til sjįlvbodnu skipanina eru ikki nųktandi, og nęrri reglur um treytir/ręttindi fyri hesar bólkar eru ikki įsettar. Orsųkin til fleiri av nevndu trupulleikum er, at verandi kunngerš ikki er nųktandi. Vķst veršur eisini į, at įtrokandi tųrvur er į at broyta og samskipa umsiting og lógarįsetingar um dagpening vegna sjśku frį įvikavist Almannastovuni, Vanlukkutryggingini og Lųnjavningarstovuni.

Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at hóast fleiri av omanfyri umrųddu trupulleikum višvķkjandi umsiting av lógarbundnum almannaśtreišslum hava veriš umrųddir ķ frįgreišingum ķ įravķs, eru teir ikki loystir. Heitt veršur į landsstżrismannin um at seta munagóš tiltųk ķ verk, so umsitingin į hesum stóra śtreišsluųki framyvir kemur ķ eina trygga legu.

Į s. 55 - 56 veršur mannagongdin višvikjandi brśkaragjųldum fyri heimahjįlp umrųdd. Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at onki er gjųrd fyri at bųta um hesi višurskifti.

Vķsandi til s. 58 - 62 um Heilbrigdiš heita Lųgtingsgrannskošarararnir į landsstżrismanninum um sum skjótast at greiša teir nógvu ivaspurningarnar. Lųgtingsgrannskošarararnir męla landsstżrismanninum til, at jįttanin til Heilbrigdiš og Blįkrossheimiš framyvir veršur veitt sum ein rakstrarjįttan.

Lųgtingsgrannskošararnir hava gjųgnumgingiš roknskapirnar og grannskošanarprotokollirnar hjį teimum trimum sjśkrahśsunum fyri įrini 1996-1998, vķsandi til s. 62 - 67 um. Vķsandi til višmerkingarnar frį roknskapargrannskošanini veršur heitt į landsstżrismannin um at tryggja, at ųll tey umrųddu višurskiftini koma ķ ręttlag.

8.4. Śtbśgving og gransking

Lųgtingsgrannskošararnir hava įšur įtalaš, at innkrevjingin av śtbśgvingarlįnum ikki var nųktandi, og heitt į landsstżrismannin um at fįa višurskiftini ķ ręttlag. Į s. 83 veršur sagt frį, at Undirvķsingar- og Mentamįlastżriš sķšani hevur arbeitt viš at fįa višurskiftini ķ ręttlag.

Lųgtingsgrannskošararnir įtala, vķsandi til s. 69, at lęrararnir į Fiskivinnuskślanum ķ Vestmanna fįa skattafrķtt endurgjald fyri at feršast til og frį skślanum, hóast ongin heimild er.

Višvķkjandi Studentaskślin ķ Kambsdali įtala lųgtingsgrannskošararnir at skślin, sum umrųtt į s. 70, hevur keypt, selt og endurfķggjaš farteldur, og at hetta ikki er bókaš ķ roknskapinum.

Fróšskaparsetur Fųroya veršur umrųtt į s. 73-75. Lųgtingsgrannskošararnir męla landsstżrismanninum til at greiša spurningin um, ķ hvųnn mun Fróšskaparsetriš er ein sjįlvsognarstovnur.

Vķsandi til s. 75-78 įtala Lųgtingsgrannskošararnir, at fķggjar-/roknskaparligi parturin av mįlsvišgeršini hjį Undirvķsingar- og Mentamįlastżrinum ķ sambandi viš grannskingarętlanir als ikki hevur veriš nųktandi.

Fųroya Skślabókagrunnur og Bókamišsųlan, eru umrųdd į s. 78-82. Lųgtingsgrannskošararnir męla landsstżrismanninum til skjótast gjųrligt at dagfųra lógargrundarlagiš, at greiša millumrokningina viš landskassan, finna fram til eina hóskandi jįttanarskipan og at greiša višurskiftini višvķkjandi Bókamišsųluni.

Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at rakstrartųlini fyri feršaendurgjald til lęruplįss, sum greitt er frį į s. 83, ikki hava veriš eftirfarandi ķ fleiri įr.

8.5. Mentanar- og Kirkjumįl

Į s. 86-89 veršur Mentunargrunnur Fųroya Lųgtings umrųddur. Lųgtingsgrannskošararnir męla landsstżrismanninum til sum skjótast at įseta nįgreiniligar reglur fyri stušli śr Mentunargrunninum.

Lųgtingsgrannskošararnir įtala, vķsandi til s. 89-95 , at teir settu spurningarnir višvķkjandi Kirkjugrunninum ikki eru višgjųrdir, og at nżggju kunngerširnar als ikki eru nųktandi.

8.6. Fiskivinnumįl

Stušulsskipanir, sum Lųnjavningarstovan umsitur, verša umrųddar į s. 97-105. Vķst veršur m.a. į veikleikar viš edv-skipanini, manglandi avstemman og góškenning av roknskapum, at tųrvur er į greišari reglum, serliga višvķkjandi umsiting/śtrokning av mįnašarligum minstaforvinningi til śtróšrarmenn. Lųgtingsgrannskošararnir męla landsstżrismanninum til at skunda undir at fįa umrųddu višurskifti ķ ręttlag.

Sjśkratrygd er umrųdd į s.102-105. Landsgrannskošanin vķsir m.a. į, at:

  1. Til ber at fįa sjśkratrygd og dagpening frį Fųroya Vanlukkutrygging samstundis

  2. Til ber at fįa sjśkratrygd og hava ašra inntųku samstundis

  3. Lógin er ikki samskipaš viš lógirnar um dagpening frį Almannastovuni og frį Vanlukkutryggingini

  4. Eingin umsóknarfreist er įsett

  5. Frķtķšarlųn veršur śtgoldin, hóast taš ikki er įsett ķ lógini

Lųgtingsgrannskošararnir męla landsstżrismanninum ķ Fiskivinnumįlum til sum skjótast at taka stig til at broyta lógina ķ samrįš viš landsstżrismannin ķ Almanna- og Heilsumįlum.

Umsitingin av lógini um stušul til Fiskivinnumenning į landi veršur umrųdd į s. 107-109. Vķst veršur m.a. į, at parturin av lógini um kilostušul ikki longur tęnir upprunaliga endamįlinum, at stušulin til vųrumenning o.a. ķ ein įvķsan mun hevur sama endamįl, sum "grunnurin til ķdnašarfremjandi endamįl", og at tųrvur er į nęrri reglum fyri mįlsvišgerš. Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at mįlsvišgeršin ikki hevur veriš nóg neyv og einshįttaš.

Jįttanin til Fiskivinnuroyndir er umrųdd į s. 118-119. Lųgtingsgrannskošararnir hava įšur vķst į, at jįttani er alt ov lķtiš śtgreinaš, og įtala, at hesi višurskifti ikki eru broytt.

Vķsandi til umrųšuna av Forskotsgrunni fiskiflotans į s. 105-107, męla lųgtingsgrannskošararnir landsstżrismanninum til at greiša heimildarspurningin višvķkjandi umsitingargjaldinum.

8.7. Vinnumįl

Grunnurin til ķdnašarfremjandi endamįl er umrųddur į s. 121-123. Lųgtingsgrannskošararnir įtala enn einaferš, at landsstżrismašurin ķ vinnumįlum ikki hevur umskipaš grunnin til eksternan grunn, sum įlagt viš Ll. nr. 33/1992.

Grunnur Feršavinnunar er umrųddur į s. 123-124. Ķ frįgreišingini vķsir landsgrannskošanin aftur į ógreišu jįttanarvišurskiftini višvķkjandi stušli til feršavinnuna og ķmillum Grunn Feršavinnunar og Feršarįš Fųroya. Lųgtingsgrannskošararnir męla enn einaferš landsstżrismanninum til at fįa greiši į umrųddu višurskiftum.

Endurgjaldsgrunnur alivinnunar er umrųddur į s. 126-127. Ķ frįgreišingini vķsur landsgrannskošanin millum annaš į, at taš er sannlķkt, at landskassin heftir fyri einum mųguligum endurgjaldi, sum grunnurin ikki megnar at lyfta, um fiskur veršur tikin eftir bošum frį landsdjóralęknanum. Vinnumįlastżriš hevur upplżst, at arbeitt veršur viš at greiša hetta mįl. Lųgtingsgrannskošararnir meta, at talan kann verša um eina "tikkandi bumbu" fyri landskassan og męla landsstżrismanninum til at skunda undir at fįa greiši į umrųddu višurskiftum.

Įbyrgdargrunnurin er umrųddur į s. 128. Lųgtingsgrannskošararnir męla landsstżrismanninum til at endurmeta endamįliš viš grunninum.

1. višgerš 11. aprķl 2000. Mįliš beint beinleišis til 2. višgerš.

2. višgerš 3. mai 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 25-1-0. Mįliš avgreitt.