Almenn partafelųg - privatisering

 

52  Uppskot til  samtyktar um at leggja fyri Lųgtingiš lógaruppskot um privatisering av almennum partafelųgum

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš

Įr 2000, 8. februar, legši Edmund Joensen, lųgtingsmašur, vegna Sambandsflokkin fram soljóšandi

 

Uppskot

til

samtyktar

Lųgtingiš heitir į landsstżriš um at leggja lųgtingslógaruppskot fyri tingiš, um privatisering av almennum partafelųgum.

Višmerkingar:

Sambandsflokkurin męlir til, at fariš veršur undir eina varisliga privatisering av almennum partafelųgum beinanvegin.

Felųgini, talan fyrst og fremst er um, eru:

P/F Fųroya Banki.
P/F Fųroya Tele.

Onnur felųg kunnu eisini koma viš ķ ętlanina.

Sambandsflokkurin hevur alla tķšina hildiš, at so skjótt sum ringasta kreppan var av, įtti at veršiš fariš undir eina normalisering av eigaravišurskiftunum ķ Fųroya Banka. Somuleišis var ętlanin viš at gera stovnar til partafelųg bara fyrsta stigiš į leišini, įšrenn fariš varš undir at privatisera.

Taš kemur eisini til sjóndar ķ avtalunum, sum vóršu gjųrdar ķmillum donsku stjórnina og Fųroya landsstżri, hvųrjar ętlanirnar vóru viš Fųroya Banka. Nevndin ķ Fķggingargrunninum kom eisini, saman viš leišsluni ķ bankanum, viš beinleišis uppskoti um, hvussu hetta kundi gerast.

Sambandsflokkurin męlir til, at fariš veršur undur eina varisliga sųlu av partabrųvum til privatar. Byrjaš veršur viš at selja til dųmis eini 10 – 15% fyrsta įriš, fyri sķšani at halda fram įr um įr.

Dentur eigur at verša lagdur į, at sųlan bara fer fram ķ millum fųroyingar.

Fyri at nįa śt til ein breišan keyparaskara beinanvegin, eigur at verša kannaš, um teir 6000 – 7000 nśverandi privatu partaeigararnir ķ Fųroya Banka, og fyrrverandi eigarar ķ Sjóvinnubankanum og Fųroya Banka, sum fingu teirra partabrųv nišurskrivaš, ikki eiga at fįa ein fyrimun ķ samband viš keyp av nżggjum partabrųvum.

Taš er ómetaliga tżdningarmikiš, at Fųroya Banka verša skaptar bestu umstųšur til at gerast ein av „krumtappunum" ķ fųroyska fķggjarheiminum og samfelagnum. Viš einum vaksandi privatum eigaraskara fer hann eisini at hava frķsku menniskjasįlina sum drķvmegi. Vandin er stórur fyri at bankin, ķ verandi stųšu, ikki fęr virkaš, sum ein frķur banki eigur at gera, millum annaš tķ at nevndarlimirnir eru politiskt valdir.

Ķ sambandi viš, at Fųroya Tele og partur av Tryggingarsambandi Fųroya vóršu gjųrd til partafelųg, var ętlanin at koma fųroyska samfelagnum burtur śr tķ monopolstųšu, sum felųgini hųvdu. Hetta var fyri okkum ķ Sambandsflokkinum bara fyrsta stigiš. Tann ętlanin er framd, og borgarin hevur longu merkt tżšiliga broyting til taš betra, bęši ķ prķsum og ķ betri tęnastu.

Nęsta stigiš er sjįlvsagt at fara undir eina varisliga privatisering av hesum fyritųkum. Viš hesum veršur tryggjaš, at menningin av fyritųkunum heldur fram, so borgarin framhaldandi fęr eina betri og bķligari tęnastu.

Tį iš Sambandsflokkurin męlir til at fara varisliga fram, so veršur her hugsaš um, at sera umrįšandi er at fįa rętta viršiš fyri ognirnar hjį tķ almenna. Eisini vil flokkurin viš hesum tryggja, at sųlan fer fram ķ millum fųroyingar.

1. višgerš 16. februar 2000. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 21. mars 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Sambandsflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 8. februar 2000, og eftir 1. višgerš tann 16. februar 2000 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 10. og 20. mars 2000.

Meirilutin ķ nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan į Lakjuni, Ingi Olsen, Henrik Old, Dan R. Petersen og Jįkup Sverri F. Kass) tekur ikki undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum frį at samtykkja uppskotiš. Meirilutin hevur ķ višmerkingum sķnum bżtt seg ķ tveir partar.

Annar parturin av meirilutanum (Jógvan į Lakjuni, Ingi Olsen og Jįkup Sverri F. Kass) tekur ķ prinsippinum undir viš framhaldandi at fyrireika privatiseringar av almennum stovnum, men heldur, at hetta skal gerast undir einum varligum og skipašum leisti, sum landsstżriš fyrireikar.

Męlt veršur sostatt til, at landsstżriš stendur fyri og skipar karmarnar fyri vinnulķvinum, so at taš fęr umstųšur til at bera fųroyska samfelagiš soleišis, sum taš er oršaš ķ samgonguskjalinum.

Hin parturin av meirilutanum (Heini O. Heinesen, Henrik Old og Dan R. Petersen) sęr onga orsųk til at privatisera tey ķ višmerkingunum nevndu almennu partafelųgini og heldur ikki, at tķšin er bśgvin til hetta. Eisini veršur višmerkt, at taš als ikki kann koma upp į tal at privatisera bankan, fyrr enn hann hevur goldiš taš aftur, sum landiš hevur lagt śt fyri hann.

Minnilutin ķ nevndini (Alfred Olsen) tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 24. mars 2000. Uppskot til samtyktar fall 5-0-22. Mįliš avgreitt.