Arbeišsmarknašur - skylda arbeišsgevaranna

 

38  Uppskot til  lųgtingslóg um skyldu arbeišsgevaranna at boša lųntakarunum frį um setanartreytir teirra

A. Upprunauppskot
B. Nevndarskjųl
C. 1. višgerš
D. Įlit
E. 2. višgerš

Įr 2000, 18. januar, legši Hans Pauli Strųm, lųgtingsmašur, vegna Javnašarflokkin fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um skyldu arbeišsgevaranna at boša lųntakarunum frį um setanartreytir teirra

Lógarinnar ųki

§ 1. Henda lųgtingslóg er galdandi fyri allar lųntakarar, sum settir eru ķ starv fyri tķšarskeiš, sum er meira enn 1 mįnaš, og har mišalarbeišstķšin um vikuna er meira enn 8 tķmar. Lųgtingslógin er ikki galdandi fyri fólk, sum eru fevnd av lųgtingslógini um sjómenn.
Stk. 2. Sum lųntakari er at skilja persónur, sum fęr samsżning fyri persónligt arbeiši ķ tęnastuvišurskiftum.
Stk. 3. Lųgtingslógin er ikki galdandi ķ tķ fųri, har arbeišsgevarin sambęrt hųvušssįttmįla ella sersįttmįla hevur skyldu til at geva lųntakarunum frįbošan ķ ein mun, sum ikki vķkir frį lógarinnar kravi.
Stk. 4. Ręttindini hjį lųntakarunum sambęrt hesari lųgtingslóg kunnu ikki skerjast viš avtalu.
Stk. 5. Landsstżrismašurin kann įseta, at lųntakarar, sum bara stundum hava arbeiši ella hava serligt arbeiši, ikki skulu verša fevndir av lógini.

Upplżsingarskylda arbeišsgevarans

§ 2. Arbeišsgevarin skal ķ seinasta lagi ein mįnaš eftir, at viškomandi lųntakari er komin ķ starv, geva lųntakaranum upplżsingar um višurskifti, sum eru nevnd ķ stk. 2, nr. 1-10. Um lųntakari ikki viš starvssetan hevur eina mišalarbeišstķš, sum er meira enn 8 tķmar um vikuna, kemur arbeišsgevarans upplżsingarskylda ķ gildi, tį lųntakarin tęr seinastu 4 vikurnar hevur havt eina mišalarbeišstķš um vikuna, sum er meira enn 8 tķmar.
Stk. 2. Arbeišsgevarans upplżsingarskylda fevnir um hesar upplżsingar:

  1. Navn arbeišsgevarans og lųntakarans,
  2. upplżsingar um, hvar arbeišsstašiš er, ella, um talan ikki er um fast arbeišsstaš, so upplżsingar um, har arbeišiš ķ hųvušsheitum fer fram, og upplżsingar um, at lųntakarin mųguliga er starvssettur į ymiskum stųšum, umframt hųvušsskrivstovu hjį arbeišsgevara ella bśstaši hansara,
  3. frįgreišing um arbeišiš, starvsstųšu og mųguliga starvsheiti lųntakarans,
  4. nęr starvssetanin tók viš,
  5. hvussu leingi arbeišiš vęntandi kemur at vara, um talan er um tķšaravmarkaš arbeiši,
  6. ręttindi lųntakaranna višvķkjandi frķtķš viš lųn og frķtķšarķskoyti,
  7. uppsagnarfreistirnar, sum galdandi eru fyri įvikavist arbeišsgevara og lųntakara,
  8. tann sįttmįlaavtalaša ella millum partanna avtalaša lųn, sum lųntakarin hevur rętt til, tį starvssetanin byrjar, umframt ķskoyti, sum ikki er beinleišis partur av lųnini, t.d. eftirlųnargjųld o.a. Harumframt skal arbeišsgevarin upplżsa, nęr lųnin veršur śtgoldin.
  9. vanligu arbeišstķšina hvųnn dag ella hvųrja viku,
  10. upplżsingar um, hvųrjir millumparta sįttmįlar ella avtalur annars eru galdandi fyri starvssetanina. Um talan er um sįttmįlar ella avtalur, sum eru gjųrdar av pųrtum uttan fyri sjįlvt virkiš, skal arbeišsgevarin eisini upplżsa, hvųrjir hesir partar eru.

Stk. 3. Upplżsingarnar kunnu verša givnar ķ hesum skjųlum:

  1. einari skrivligari vįttan, sum hevur allar tęr ķ stk. 2, nr. 1-10, višmerktu upplżsingar, burtursęš frį teimum upplżsingum, sum mųguliga eru givnar ķ einum av nišanfyri ķ nr. 2-4 nevndu skjųlum,
  2. einari skrivligari arbeišsavtalu,
  3. einum setanarskrivi, ella
  4. einum ella fleiri skjųlum undir tķ fyritreyt, at ķ minsta lagi eitt av hesum skjųlum hevur allar tęr uppżsingar, sum nevndar eru ķ stk. 2 , nr. 1-4, 8 og 9.

Stk. 4. Višvķkjandi teimum upplżsingum, sum nevndar eru ķ stk. 2, nr. 6-9, veršur upplżsingarskyldan mett at vera lokin, um so er, at taš ķ skjųlunum, sum eru nevnd ķ stk. 3, veršur vķst til lógir, fyrisitingarligar avgeršir, reglur ķ vištųkum ella hųvušsavtalum, sum galdandi eru fyri viškomandi starvssetanarvišurskifti.

Skipan ķ starv uttanlands

§ 3. Um so er, at lųntakari skal gera arbeiši ķ einum ella fleiri ųšrum londum ķ meira enn ein mįnaš, skulu tey ķ § 2, stk. 3 nevndu skjųl vera lųntakaranum ķ hendi, įšrenn hann fer avstaš. Umframt tęr upplżsingar, sum nevndar eru ķ § 2, stk. 2, skal skjališ/skjųlini hava hesar upplżsingar:

  1. Tķšarskeišiš, har arbeišiš veršur gjųrt uttanlands,
  2. ķ hvųrjum gjaldoyra lųnin veršur śtgoldin,
  3. mųguligir fyrimunir ķ peningi ella į annan hįtt, sum eru eitt liš ķ uppihaldinum uttanlands,
  4. treytirnar ķ sambandi viš, at lųntakarin kemur heimaftur,
  5. um arbeišsgevarin hevur tikiš stig til at fįa neyšugar vįttanir ķ sambandi viš arbeiši uttanlands.

Stk. 2.Višvķkjandi teimum upplżsingum, sum nevndar eru ķ stk. 1, nr. 2 og 3, kunnu hesar upplżsingar verša givnar ķ tķ ella teimum ķ § 2, stk. 3, nevndu skjųlum vķsandi til lógir, umsitingarligar avgeršir, įsetingar ķ vištųkum ella millumparta sįttmįlum, sum galdandi eru fyri hesi arbeišsvišurskifti.

Broyting av setanarvišurskiftum

§ 4. Arbeišsgevarin skal ķ sambandi viš allar broytingar av teimum ķ § 2, stk. 2 , og § 3, stk. 1, nevndu višurskiftum skjótast mųguligt og ķ seinasta lagi ein mįnaš aftan į tann dag, broytingin kemur ķ gildi, geva lųntakarunum skrivliga frįbošan um hesar broytingar. Hetta er kortini ikki galdandi, um broyting er orsakaš av broytingum ķ lógum, umsitingarligum avgeršum, broytingum ķ vištųkum ella millumparta sįttmįlum, sum arbeišsgevarin sambęrt § 2, stk. 4, ella § 3, stk. 2, kann vķsa til.

Avleišing av at arbeišsgevarin ikki heldur upplżsingarskyldu sķna

§ 5. Spurningurin um, ķ hvųnn mun arbeišsgevarin hevur hildiš sķna upplżsingarskyldu eftir lógini, veršur avgjųrdur av tķ geršarrętti, sum hevur heimild at tulka teir sįttmįlar, sum galdandi eru fyri viškomandi arbeišsųki. Er eingin geršarręttur, hevur Sorinskrivarin heimildina.
Stk. 2. Um arbeišsgevarin ikki hevur hildiš upplżsingarskyldu sķna, kann geršarrętturin dųma arbeišsgevaran at gjalda lųntakarunum eina įbyrgdarbót, sum ķ mesta lagi kann svara til 2 mįnašarlųnir.

Gildiskoma

§ 6. Lųgtingslógin kemur ķ gildi 1. mai 2000 og er galdandi fyri avtalur um starvssetanir, sum eru gjųrdar henda dag ella seinni.

Skiftisreglur

§ 7. Višvķkjandi teim starvssetanum, sum eru gjųrdar įšrenn 1. mai 2000, og sum framvegis eru galdandi eftir henda dag, er taš skylda arbeišsgevarans eftir įheitan lųntakarans ķ seinasta lagi 3 mįnašir eftir įheitanina at geva lųntakaranum tęr upplżsingar, sum lųntakarin frammanundan ikki hevur fingiš skrivliga, višvķkjandi teimum višurskiftum, sum eru nevnd ķ § 2, stk. 2, nr. 1-10.

Almennar višmerkingar
Endamįliš viš lógini er, at allir arbeišsgevarar, almennir eins vęl og privatir, stórir eins vęl og smįir, skulu hava skyldu til skrivliga at upplżsa lųntakararar um tey tżdningarmestu višurskiftini, sum eru galdandi fyri starvssetan ella arbeiši teirra.

Hesar upplżsingar snśgva seg m.a. um upplżsingar um arbeišiš sjįlvt, hvat arbeišiš snżr seg um, og hvussu taš er lagt til ręttis, hvųr tann ķtųkiliga arbeišsuppgįvan er, um starvsstųšuna og starvsheitiš hjį lųntakaranum, um nęr starvssetanin er byrjaš, og um hon er tķšaravmarkaš, um rętt til frķtķš, um uppsagnarfreistir, um ųll lųnarvišurskifti og um arbeišstķširnar.

Viš at įseta eitt tķlķkt minstamark av upplżsingum, sum lųntakarin hevur krav uppį, er endamįliš at veita lųntakaranum eina betri trygd ķ arbeiši sķnum og eina vernd móti, at ręttindi hansara mųguliga verša sett til viks. Samstundis sum lógin įsetir eitt felags minstamark av upplżsingarskyldu, sum skal vera galdandi fyri allan arbeišsmarknašin, er endamįliš bęši at gera ręttarstųšu lųntakaranna į arbeišsmarknašinum greišari og at skapa stųrri gjųgnumskygni į arbeišsmarknašinum.

Taš eru fleiri bólkar av lųntakarum, sum longu viš lógarįseting ella millumparta avtalu ķ įvķsan mun hava greiši į hesum višurskiftum. Ųll starvsfólk eru t.d. fevnd av starvsfólkalógini. Sjómenn eru fevndir av lųgtingslógini um sjómenn. Og innan fyri taš almenna fer annars eisini fram ein śtgreining av starvsfólkapolitikkinum, sum m.a. įsetir upplżsingaskyldur arbeišsgevarans langt śt um tey minstamųrk, sum henda lógin įsetir.

Men ķ hesum fųrinum, sum ķ so nógvum ųšrum, er taš ein bólkur - ein tann stųrsti bólkurin į arbeišsmarknašinum - sum er serliga illa fyri, og sum so at siga er uttan ręttindi av hesum slagnum, sum lógaruppskotiš snżr seg um. Taš eru tey tķmalųntu. Kanska meir enn nakar annar bólkur hava tey įtrokandi tųrv į slķkari lóggįvu sum hesari.

Viš hesi lógini tryggjast ųllum lųntakarum somu ręttindi, antin tey eru ķ almennari ella privatari tęnastu, fastlųnt ella tķmalųnt, faklęrd ella ófaklęrd, ųllum teirra tryggjast nś eitt minstamark av tżdningarmiklum upplżsingum um setanar- og arbeišsvišurskifti teirra.

Ķ flestu grannalondum okkara eru galdandi lógir, sum į ymsan hįtt verja lųntakararnar ķ sambandi viš starvssetan teirra.

Lóggįvuvaldiš ķ hesum londum hevur mett taš vera tųrv į slķkum reglum, og uppskotsstillararnir halda, at tųrvurin į slķkum verndarreglum er minst lķka stórur – fyri ikki at siga uppaftur stųrri - ķ Fųroyum sum ķ grannalondum okkara.

Fįur man vera ósamdur ķ, at taš er sjįlvsagt og nįttśrligt, at lųntakarin fęr allar tęr tżdningarmestu upplżsingarnar, sum hava atlit til starvssetan hansara, og at arbeišsgevarin tķ skal hava skyldu til at veita lųntakaranum hesa upplżsing.

Fķggjarligar avleišingar av lógaruppskotinum
Innan fyri taš almenna, bęši landiš og kommunurnar, eru longu sišvenjur um hesi višurskifti. Taš almenna fer tķ ikki at hava śtreišslur ķ sambandi viš, at lógin veršur sett ķ gildi.

Višmerkingar til tęr einstųku lógargreinarnar

Višv. § 1:
Eftir uppskotinum skal lógin verša galdandi fyri bęši lųntakarar, sum eru settir ķ starv hjį tķ almenna og į tķ privata arbeišsmarknašinum.

Mett veršur ikki, at neyšugt er, at lógin skal verša galdandi fyri persónar, sum eru fevndir av lųgtingslógini um sjómenn, tķ henda lóg hevur ymsar įsetingar, sum lķkjast įsetingunum ķ hesum lógaruppskoti.

Ķ stk.2 veršur hugtakiš lųntakari stašfest.

Ķ stk.4 veršur įsett, at lógin er eitt minstamark, skilt į tann hįtt, at mųgulig avtala millum lųntakara og arbeišsgevara ella felųg teirra um, at arbeišsgevarin ikki skal hava tęr skyldur, sum lógin įsetir, er ógildug.

Višv. § 2:
Ķ stk. 1 veršur įsett, nęr arbeišsgevarin skal lata lųntakaranum tęr upplżsingar, sum lógin įsetir.

Ķ stk. 2 er yvirlit yvir tęr upplżsingar, sum arbeišsgevarin skal lata lųntakaranum.

Ķ stk. 3 og 4 veršur nęrri tilskilaš, hvussu arbeišsgevarin kann lata lųntakaranum tęr upplżsingar, sum nevndar eru ķ stk. 2. Upplżsingarnar skulu gevast skrivliga, og nevnt veršur, at arbeišsgevarin kann geva tęr ķ hesum skjųlum:

  1. eini skrivligari vįttan,
  2. eini arbeišsavtalu
  3. einum setanarskrivi, ella
  4. einum ella fleiri skrivligum skjųlum, har hųvušsparturin skal finnast ķ einum av hesum skjųlum.

Talan er um javnbjóšis mųguleikar, sum arbeišsgevarin kann velja ķmillum. Hinvegin kann arbeišsgevarin ikki krevja, vķsandi til hesa lógina, at lųntakarin skal gera eina serliga arbeišsavtalu viš arbeišsgevaran.

Višv. § 3:
Henda lógargrein įsetir reglurnar, tį talan er um arbeiši uttanlands.

Ķ slķkum fųrum er tųrvur į ųšrum upplżsingum, sum skulu latast afturat teimum upplżsingum, sum nevndar eru ķ § 2, stk. 2.

Višv. § 4:
Ķ hesari lógargrein veršur įsett, hvųrjar skyldur arbeišsgevarin hevur, tį talan er um broytingar av višurskiftum, sum nevnd eru ķ § 2, stk. 2, og § 3, stk. 1.

Um so er, at talan er um broytingar, sum eru grundašar į lógarbroytingar ella broytingar ķ umsitingarligum įsetingum, vištųkubroytingum ella hųvušssįttmįlum, so veršur arbeišsgevarin mettur at hava lokiš skyldur sķnar, um hann vķsir tilfariš, sum nevnt er ķ § 2, stk. 4, ella § 3, stk. 2.

Višv. § 5:
Mett veršur nįttśrligt, at taš er geršarrętturin, sum hevur heimild at tulka sįttmįlar į tķ įvķsa ųkinum, sum skal hava heimild at taka stųšu til, um arbeišsgevarin hevur hildiš upplżsingarskyldu sķna ella ikki.

Ķ ųšrum londum er taš serlig arbeišsmarknašar kęrunevnd, sum hevur hesar heimildir. Taš er tó hvųrki neyšugt ella rįšiligt av hesi grund at seta slķkan nżggjan kęrustovn į stovn ķ Fųroyum – vit hava eina vęlvirkandi skipan viš geršarrętti, sum er vęlegnaš og fųr fyri at įtaka sęr hesa uppgįvuna.

Um lógin skal fįa tżdning į ųllum ųkjum į arbeišsmarknašinum, er neyšugt at brot į lógina fęr sektandi avleišingar. Hildiš veršur, at rętt er at gera hetta į tann hįtt, at arbeišsgevararin skal gjalda lųntakarnum eina įbyrgdarbót, um hesin ikki heldur upplżsingarskyldu sķna.

Hildiš veršur, at hóskandi er, at hendan įbyrgdarbót ķ mesta lagi skal svara til 2 mįnašarlųnir.

Višv. § 6:
Hildiš veršur rętt, at įsett veršur ķ lógini, frį hvųrjum degi starvssetanaravtalur koma undir lógina.

Višv. § 7:
Mett veršur neyšugt, at lógin ikki bara skal vera galdandi fyri tęr starvssetanir, sum verša gjųrdar, eftir at lógin kemur ķ gildi, men at hon eisini ręttiliga skjótt kemur at fevna um allar verandi starvssetanir. Tķ skulu, eins og ķ lķknandi lóggįvu ķ ųšrum londum, vera skiftisreglur, sum geva arbeišsgevaranum eina longri og rķmiliga freist at uppfylla upplżsingaskyldu sķna mótvegis teimum lųntakarum, sum longu eru ķ arbeiši, įšrenn lógin kemur ķ gildiš.

1. višgerš 26. januar 2000. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 14. mars 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Javnašarflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 18. januar 2000, og eftir 1. višgerš tann 26. januar 2000 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 10., 17. og 24. februar og tann 10. mars 2000.

Nevndin hevur undir višgeršini havt fund viš umboš fyri Fųroya Arbeišarafelag, Havnar Arbeišsmannafelag og Fųroya Arbeišsgevarafelag/Vinnuhśsiš.

Nevndin hevur frį Fųroya Arbeišsgevarafelag fingiš tvey skriv višvķkjandi mįlinum.

Nevndin hevur eftir višgeršina av mįlinum bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin ķ nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan į Lakjuni, Ingi Olsen og Jįkup Sverri Kass) tekur ikki undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum frį at samtykkja uppskotiš. Hóast meirilutin ikki er ķmóti skipašum višurskiftum ķ sambandi viš starvssetanir, heldur hann taš vera óheppiš, at taš veršur lóggiviš į ųkinum. Vandi er tį fyri, at skipanin veršur ov stirvin og trupul at broyta og tillaga viš tķšini. Eisini er meirilutin ķmóti, at fųroysk lóggįva veršur sett ķ gildi, sum nęstan oršarętt er ein endurtųka av einum ES direktivi. Meirilutin vķsir harumframt į, at taš undir nevndarvišgeršini er komiš fram, at Arbeišsgevarafelagiš einki hevur ķmóti og eisini er til reišar at fįa setanarvišurskiftini undir skipašar karmar, og lóggįva skuldi tķ ikki veriš neyšug.

Minnilutin ķ nevndini (Henrik Old, Dan R. Petersen og Alfred Olsen) tekur undir viš uppskotinum, og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš, men heldur, at įvķsar broytingar tó eru neyšugar. Minnilutin vķsir į, at nevndin undir višgeršini hevur fingiš įbending frį Arbeišsgevarafelagnum um, at lógaruppskotiš fevnir ov breitt. Męlt veršur tķ til at broyta uppskotiš soleišis, at taš kemur at fevna um lųntakarar, sum eru settir ķ starv fyri tķšarskeiš, sum er meira enn 2 mįnašir heldur enn 1 mįnaš, og har mišalarbeišstķšin um vikuna er meira enn 16 tķmar heldur enn 8 tķmar. Męlt veršur eisini til, at heimildirnar, sum sambęrt § 5 eru lagdar til sorinskrivarin, skulu vera hjį dómstólunum, og at brot į upplżsingarskylduna skal kunna hava viš sęr endurgjaldsįbyrgd, heldur enn at įbyrgdarbót skal kunna verša įlųgd.

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóšandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Ķ § 1, stk. 1, og ķ § 2, stk. 1, verša oršini "ein mįnaš" broytt til "2 mįnašir", "8" veršur broytt til "16".
  2. Ķ § 2, stk. 1, verša oršini "4 vikurnar" broytt til "8 vikurnar".
  3. Ķ § 3, stk. 1, verša oršini "ein mįnaš" broytt til "2 mįnašir".
  4. Ķ § 5, stk. 1, verša oršini "hevur Sorinskrivarin" broytt til "hava dómstólarnir".
  5. Ķ § 5, stk. 2, verša oršini "eina įbyrgdarbót" broytt til "eitt endurgjald".

2. višgerš 16. mars 2000. Broytingaruppskot frį minnilutanum ķ vinnunevndini fall 12-0-16. §§ 1-7 fullu 11-0-17. Uppskotiš sostatt falliš. Mįliš avgreitt.