Barnaforsorg

 

32  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lóg um barnaforsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 2000, 8. februar, legši Helena Dam į Neystabų, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lóg um barnaforsorg

§ 1

Henda lóg er givin śt sambęrt § 2 ķ rķkislóg nr. 315 frį 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Fęrųerne".

§ 2

Ķ lógarkunngerš nr. 104 frį 2. mars 1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 163 frį 29. desember 1997, verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 32 veršur oršaš soleišis:
  2. "§ 32. Samdųgursstovnar, har bųrn verša sett heimanķfrį sambęrt hesi lóg, skulu góškennast av landsstżrismanninum.
    Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetir nęrri reglur um virksemiš į slķkum stovnum v.m."

  3. § 43 veršur oršaš soleišis:
  4. "§ 43. Śtreišslur til fyriskipanir eftir hesi lóg og śtreišslur av virkseminum av teimum eftir § 32, stk. 1, góškendu samdųgursstovnunum verša goldnar av landskassanum.
    Stk. 2. Landsstżrismašurin ger av ķ ivafųri um ein upphędd kann gjaldast sum barnaverndarśtreišsla.
    Stk. 3. Tann, iš hevur uppihaldsskyldu at einum barni, sum veršur sett heimanķfrį, veršur settur ķ gjald sambęrt reglunum ķ lógini um almenna forsorg.
    Stk. 4. Barnaverndirnar kunnu gjalda śtreišsluna til frķplįss sum barnaverndarśtreišsla, antin fult ella partvķst, har foreldur ikki sjįlvi kunnu rinda hesar śtreišslur. Landsstżrismašurin įsetir nęrri reglur um frķplįss."

§ 3

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi 1. aprķl 2000. 

Almennar višmerkingar

Landsstżrismašurin fekk ķ juli 1999 handaš eitt įlit frį einum arbeišsbólki, sum landsstżrismašurin hevši sett at koma viš einum tilmęli um eitt greišari bżti millum land og kommunu, og hvussu uppgįvu-, fķggjar- og įbyrgdarbżtiš skal verša frameftir.

Nišurstųšan hjį arbeišsbólkinum var, at barnaansingarųkiš frį įr 2000 skuldi leggjast śt til kommunurnar. Fyri at kompensera kommunurnar fyri tęr meirśtreišslur, sum standast av hesum, skuldi lųgtingslógin um bżtiš av almannaśtreišslum takast av, og samstundis var męlt til, at ein lóg um barnaansing skuldi gerast, har landsstżrismašurin įsetti nakrar minimumsreglur fyri barnaansingarųkiš.

Ķ sambandi viš at eitt lógaruppskot um avtųku av lógini um bżtiš av almannaśtreišslum og eitt lógaruppskot um dagstovnar og dagrųktir veršur framlagt ķ Lųgtinginum ķ įr, er neyšugt at gera broytingar ķ galdandi barnaforsorgarlóg, forsorgarlógini, lųgtingslógini um heilsusystratęnastuna og lųgtingslógini um heimasjśkrasystratęnastuna soleišis, at reglurnar samsvara viš hesi lógaruppskot.

Fķggjarligu avleišingarnar av, at lógin um bżtiš av almannaśtreišslum veršur tikin av, sum fųrir viš sęr, at landiš ber tęr śtreišslur, sum įšur vóršu rindašar av kommununum, eru, at tęr lógarbundnu śtreišslurnar į barnaforsorgarųkinum hękka viš umleiš 1,7 mió. kr. ķ įr 2000. Sķ annars višmerkingarnar ķ lógaruppskotinum um avtųku av lųgtingslóg um bżtiš av almannaśtreišslum v.m., sum veršur framlagt samstundis.

Višmerkingar til tęr einstųku greinarnar

Ad. § 1. Heimildin at broyta lógina um barnaforsorg er ķ rammulógini į sosiala ųkinum frį 1995.

Ad. § 2. Sjįlvt um lógin um barnaansing veršur sett i gildi 1. aprķl 2000, kann § 32 ķ barnaforsorgarlógini ikki takast av, tķ greinin fevnir eisini um samdųgursstovnar. Viš hesi lógarbroyting veršur įsett, at landskassin rindar allar śtreišslurnar av teimum samdųgursstovnum, sum landsstżrismašurin góškennir.

Heimildin til at góškenna og fķggja dagstovnar o.l. veršur įsett ķ ašrari lóggįvu, lóg um dagstovnar og dagrųktir, sum eisini veršur lųgd fyri Lųgtingiš ķ hesum įrinum.

Įsetingarnar um, at landsstżrismašurin ger av ķ ivafųri, um ein upphędd kann gjaldast sum barnaverndarśtreišsla, og at barnaverndirnar kunnu gjalda śtreišsluna til frķplįss sum barnaverndarśtreišsla, antin fult ella partvķst, har foreldur ikki sjįlvi kunnu rinda hesar śtreišslur, eru tęr somu, sum ķ galdandi lóg.

 

Ad. § 3. Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi 1. aprķl 2000, samstundis sum lógin, sum tekur av lógina um bżtiš av almannaśtreišlum v.m., sum eisini veršur framlųgd ķ hesum įrinum, kemur ķ gildi.

1. višgerš 15. februar 2000. Lųgtingsmįlini nr. 29, 30, 31, 32, 33 og 34 vóršu višgjųrd undir einum. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 8. februar 2000, og eftir 1. višgerš 15. februar 2000 er taš beint trivnašarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš lutvķst saman viš lųgtingsmįli nr. 29/1999, og veršur sum heild vķst til almennu višmerkingarnar ķ hesum mįli.

Ein meiriluti (Pįll į Reynatśgvu, Finnur Helmsdal, Rśna Sivertsen og Jóanis Nielsen) męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš vķsandi til višmerkingarnar. Gildiskomudagurin mį tó verša hin sami sum fyri dagstovnalógina ķ lm. 29/1999. Sama er viš rķkislógarheimildini fyri lųgtingslógini, hon eigur at verša sett sum inngangstekstur og ikki ķ greinanr. rųšina. Samsvarandi hesum veršur sett fram soljóšandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 1 veršur sett sum inngangsorš til lógina. Eftirfylgjandi greinanr. og tilvķsingar verša ręttašar samsvarandi hesum
  2. Ķ § 3 veršur "1. aprķl 2000" broytt til "1. juli 2000."

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strųm og Marjus Dam) męlir Lųgtinginum til at fella uppskotiš og vķsir til višmerkingarnar ķ lųgtingsmįli nr. 30/1999: Uppskot til lųgtingslóg um avtųku av lųgtingslóg um bżtiš av almannaśtreišslum v.m.

2. višgerš 4. mai 2000. Broytingaruppskot frį meirilutanum ķ trivnašarnevndini til §§ 1 og 3 samtykt 14-0-13. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 14-0-13. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 9. mai 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 18-1-12. Mįliš avgreitt.

Lms.j.nr. 687-23/99
Ahs.j.nr. 0.21-9901562
Ll.nr. 77 frį 17.05.2000