Almenn forsorg

 

31  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lóg um almenna forsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 2000, 8. februar, legši Helena Dam į Neystabų, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lóg um almenna forsorg

§ 1

Henda lóg er givin śt sambęrt § 2 ķ rķkislóg nr. 315 frį 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Fęrųerne".

§ 2

Ķ lógarkunngerš nr. 100 frį 2. mars 1988 um almenna forsorg, sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 48 frį 10. mai 1999, verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 9, stk. 2, veršur oršaš soleišis:
  2. "Stk. 2. Sum hjįlp til uppihald veršur sambęrt stk. 1 vanliga śtgoldiš ķ mesta lagi ein upphędd samsvarandi viš fólkapensjóns grundupphęddina viš einum ķskoyti fyri hvųrt barniš, samsvarandi barnavišbótini eftir lųgtingslóg um almannapensjónir. Viš įsetan av hjįlp mį annars takast fyrilit fyri tķlķkum fųstum śtreišslum, sum grundašar į livikorini higartil kunnu metast at vera rķmiligar, og leggjast dentur į livikorini frameftir, sum kunnu gerast ein fylgja av tķ broyting, sum er hend ķ stųšuni hjį viškomandi ella familjuni. Tann samlaša veitingin kann ikki fara upp um ta upphędd, sum veršur śtgoldin til persónar, iš fįa dagpening eftir hęgsta satsi, og sum ikki hava ašrar inntųkur. Tó kann samlaši stušulin, iš veršur śtgoldin persónum ķ sambandi viš vantandi arbeišsmųguleikar, ikki vera hęgri enn hęgsta śtgjaldiš frį ALS, og viškomandi skal ikki hava ašrar inntųkur."

  3. § 13, stk. 1 veršur oršaš soleišis:
  4. "Tį iš ein persónur, iš ikki er fevndur av veitingum eftir lųgtingslóg um almannapensjónir, varandi hevur tųrv į hjįlp til sķtt og familjunnar uppihald, kann hjįlp veitast soleišis, at viškomandi fęr eina upphędd, samsvarandi fólkapensjónini til ein pensjónist uttan ašrar inntųkur, viš einum ķskoyti fyri hvųrt barniš, samsvarandi barnavišbótini eftir lųgtingslógini um almannapensjónir o.l."

  5. § 40 veršur oršaš soleišis:

"§ 40. Śtreišslur sambęrt hesi lóg verša rindašar av landskassanum.
Stk. 2. Kommunurnar rinda sjįlvar umsitingarśtreišslurnar hjį kommunalum sosialum deildum sambęrt forsorgarlógini.
Stk. 3. Kommunurnar śtvega hųlir til heimarųktina og skślalęknaskipanina."

§ 3

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd, og hevur virknaš frį 1. januar 2000, tó soleišis, at § 2, nr. 3, kemur ķ gildi 1. aprķl 2000. 

Almennar višmerkingar

Landsstżrismašurin fekk ķ juli 1999 handaš eitt įlit frį einum arbeišsbólki, sum landsstżrismašurin hevši sett at koma viš einum tilmęli um eitt greišari bżti millum land og kommunu, og hvussu uppgįvu-, fķggjar- og įbyrgdarbżtiš skal verša frameftir.

Nišurstųšan hjį arbeišsbólkinum var, at barnaansingarųkiš frį įr 2000 skuldi leggjast śt til kommunurnar. Fyri at kompensera kommunurnar fyri tęr meirśtreišslur, sum standast av hesum, skuldi lųgtingslógin um bżtiš av almannaśtreišslum takast av, og samstundis varš męlt til, at ein lóg um barnaansing skuldi gerast, har landsstżrismašurin įsetti nakrar minimumsreglur fyri barnaansingarųkiš.

Ķ sambandi viš at eitt lógaruppskot um avtųku av lógini um bżtiš av almannaśtreišslum og eitt lógaruppskot um dagstovnar og dagrųktir veršur framlagt ķ Lųgtinginum ķ įr, er neyšugt at gera broytingar ķ galdandi barnaforsorgarlóg, forsorgarlógini, lųgtingslógini um heilsusystratęnastuna og lųgtingslógini um heimasjśkrasystratęnastuna soleišis, at reglurnar samsvara viš hesi lógaruppskot.

Ein nżggj lóg er samtykt um almannapensjónir, sum kom ķ gildi 1. januar 2000. Ķ nśgaldandi lóg um almenna forsorg veršur vķst til fólkapensjónslógina. Henda fer śr gildi viš lógini um almannapensjónir.

Fķggjarligu avleišingarnar av, at lógin um bżtiš av almannaśtreišslum veršur tikin av, sum fųrur viš sęr, at landiš ber tęr śtreišslur, sum įšur vóršu rindašar av kommununum, eru, at tęr lógarbundnu śtreišslurnar į forsorgarųkinum hękka viš umleiš 4,8 mió. kr. ķ įr 2000. Sķ annars višmerkingarnar ķ lógaruppskotinum um avtųku av lųgtingslóg um bżtiš av almannaśtreišslum v.m., sum veršur framlųgd samstundis.

Višmerkingar til tęr einstųku greinarnar

Ad. § 1. Heimildin at broyta lógina um barnaforsorg er ķ rammulógini į sosiala ųkinum frį 1995.

Ad. § 2. Broytingin undir pkt. 1 og 2 eru bert, at ķstašin fyri at vķst veršur til fólkapensjónslógina, veršur vķst til lógina um almannapensjónir.

Broytingarnar undir pkt. 3 koma av, at lógin um bżtiš av almannaśtreišslum veršur tikin av. Landskassin rindar allar tęr śtreišslur, sum standast av forsorgarlógin. Tó rinda kommunurnar framhaldandi sjįlvar umsitingarśtreišslurnar hjį teimum kommunalu sosialu deildunum sambęrt forsorgarlógini. Kommunurnar śtvega framvegis hųlir til heimarųktina og skślalęknaskipanina.

Ad. § 3. Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd, og hevur virknaš frį 1. januar 2000, samstundis sum lógin um almannapensjónir kom ķ gildi. Tó er įsett, at § 2, nr. 3, ikki kemur ķ gildi fyrr enn 1. aprķl 2000, tį lógin, sum tekur av lógina um bżtiš av almannaśtreišlum v.m., sum eisini veršur framlųgd ķ hesum įrinum, ętlandi eisini skal koma ķ gildi.

1. višgerš 15. februar 2000. Lųgtingsmįlini nr. 29, 30, 31, 32, 33 og 34 vóršu višgjųrd undir einum. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. februar 2000, og eftir 1. višgerš 15. februar 2000 er taš beint trivnašarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš lutvķst saman viš lųgtingsmįli nr. 29/1999, og veršur sum heild vķst til almennu višmerkingarnar ķ hesum mįli.

Ein meiriluti (Pįll į Reynatśgvu, Finnur Helmsdal, Rśna Sivertsen og Jóanis Nielsen) męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš vķsandi til višmerkingarnar. Gildiskomudagurin mį tó verša hin sami sum fyri dagstovnalógina ķ lm. 29/1999. Samsvarandi hesum veršur sett fram soljóšandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Ķ § 2 veršur "1. aprķl 2000" broytt til "1. juli 2000."

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strųm og Marjus Dam) tekur ikki undir viš uppskoti landsstżrisins og hevur hesar višmerkingar:

Uppskotiš er at fata sum endurgjald til kommunurnar, tķ hesar viš lógaruppskotinum um dagstovnar og dagrųkt įtaka sęr at rinda tann partin av kostnašinum, iš landskassin higartil hevur goldiš sambęrt barnaforsorgarlógini.

Minnilutin kann ikki góštaka, at landsstżriš, bara tķ at tvęr upphęddir minna um hvųrja ašra, onnur ein inntųka og hin ein śtreišsla, į henda hįtt uttan fyrilit strikar hesar į fķggjarlógini mitt ķ einum fķggjarįri.

Uppskotiš er ikki ķ trįš viš įsetingarnar ķ tingskipanini um, at upplżsast skal um fķggjarligu avleišingarnar av lųgtingslógaruppskotum og lógum.

Ķ višmerkingunum til lógaruppskotiš sigur landsstżriš, at ivi kann standast av, hvųrt ein śtreišsla er kommunal ella landskassans, orsakaš av at lógin veršur tikin av ķ fķggjarįrinum, men at landskassin so er til reišar at bera henda eykakostnaš. Hetta veršur fųrt fram uttan fķggjarligar metingar av, hvat hesin ivi kann kosta landskassanum.

Taš ódįmliga viš hesum uppskoti er, at tęr kommunur, iš higartil hava rašfest barnaansingarųkiš, verša straffašar, mešan tęr, iš ikki hava rašfest ųkiš ella ikki ętla sęr undir barnaansing, fįa pening śtgoldnan.

Sum dųmi kunnu nevnast, at avleišingin fyri Tórshavnar kommunu veršur, at kommunan kemur at fįa meiri enn 15 mió. kr. ķ meirśtreišslum įrliga. Kirkjubųar kommuna, iš er ein lķtil kommuna, men sum hóast hetta hevur rašfest barnaansingina ovarlaga, fęr eina eykaśtreišslu upp į meiri enn ½ mió.kr. įrliga. Fuglafjaršar kommuna fęr eina eykaśtreišslu upp į 0,6 mió.kr., og Sunda kommuna og Kvķvķkar kommuna fįa eisini eykaśtreišslur frameftir, um uppskotiš veršur samtykt.

Taš "brotsverkiš", iš hesar kommunur hava gjųrt seg sekar ķ, og sum tęr nś skulu straffast fyri, er, at tęr hava allar rašfest barnaansingarųkiš.Var skil ķ sosialpolitisku tilvitanini hjį samgonguni, so įttu hesar kommunur heldur at fingiš heršaklapp fyri at rašfesta trivnašin hjį smįbarnafamiljum.

Minnilutin heitir į lųgtingslimir um at fella uppskotiš, sjįlvt um hesir koma śr kommunum, sum viš hesum uppskotinum koma at fįa pening śtgoldnan.

Hesin įbyrgdarleysi mįtin at lóggeva uppį, kann iš ųšrum fųrum skjótt gerast lųtuvinningur, hjį teimum kommunum, iš viš hesum uppskotinum halda seg gera kvettiš.

Eitt rķmiligt minsta krav til hetta lógaruppskotiš er, at taš sum śtgangstųši įtti at veriš śtreišsluneutralt fyri kommunurnar og tikiš stųši ķ verandi virksemi į barnaansingarųkinum.

Ein minniluti (Finnur Helmsdal) vķsir į, at arbeišsbólkurin, sum ķ heyst handaši landsstżrismanninum įlit višvķkjandi framtķšini į barnagaršsųkinum, męlti ķ įlitinum til, beinanvegin at fara undir at fyrireika śtlegging av eldraųkinum til kommunurnar. Landsstżrismašurin kunngjųrdi tį, at hon fór at taka įheitanina til eftirtektar og seta nevnda arbeišsbólk.

Nś fyrst ķ mai mįnaši er einki hent hesum višvķkjandi, og mį taš metast óheppiš, at śtleggingin av eldraųkinum ikki er viš ķ myndini, nś vit samtykkja at taka av lųgtingslóg um bżtiš av almannaśtreišslunum.

Varš eldraųkiš eisini lagt śt nś, hųvdu vit fingiš eina millumrokning, sum hevši veriš meira ķ samsvari viš verandi śtreišslubżti.

2. višgerš 4. mai 2000. Broytingaruppskot frį meirilutanum ķ trivnašarnevndini til §§ 1 og 3 samtykt 15-0-13. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 15-0-13. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 9. mai 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 17-1-12. Mįliš avgreitt.

Lms.j.nr. 687-23/99
Ahs.j.nr. 0.21-9901561
Ll.nr. 78 frį 17.05.2000