Tryggingarvirksemi

 

24  Uppskot til  lųgtingslóg um broytingar ķ lųgtingslóg um tryggingarvirksemi

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Nevndarskjųl
D. Įlit
E. 2. višgerš
F. 3. višgerš

Įr 1999, 7. december, legši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um tryggingarvirksemi

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 3 frį 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi, sum broytt viš lųgtingslóg nr. 153 frį 30. desember 1996, verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. Ķ § 4 verša oršini "og Fųroya Lķvstrygging" strika.
  2. Aftanį § 180 sett veršur inn:

"§ 180 a. Landsstżrismašurin kann ķ kunngeršum seta ķ gildi heilt ella partvķst kunngeršir, iš lżstar eru ķ Danmark viš heimild ķ "lov om forsikringsvirksomhed" ķ tann mun heimild annars er fyri slķkum įsetingum ķ hesi lųgtingslóg. Tį verša donsku reglurnar at lżsa sum skjal til kunngerš landsstżrismannsins.
Stk. 2. Eftirlitiš kann ķ įsetingum, krųvum ella reglum viš heimild ķ hesi lóg gera av, at fariš veršur fram heilt ella partvķst eftir įsetingum, krųvum og reglum, iš danska tryggingareftirlitiš hevur įsett viš heimild ķ "lov om forsikringsvirksomhed", ķ tann mun įsetingarnar og krųvini hava heimild ķ hesi lųgtingslóg."

§ 2

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

Višmerkingar
Av tķ at Fųroya Lķvstrygging eftir uppskoti landsstżrismansins skal umskipast ķ eitt partafelag, er neyšugt at broyta lųgtingslógina um tryggingarvirksemi. Aftanį umskipanina veršur Fųroya Lķvstrygging eitt partafelag og kemur sostatt undir reglurnar fyri tryggingarpartafelųg. Tķ skal ongin serstųk įseting vera fyri Fųroya Lķvstrygging, og verša oršini "Fųroya Lķvstrygging" tķ strikaši ķ § 4. Višmerkjast skal, at Fųroya Lķvstrygging ongantķš hevur fingiš loyvi eftir § 4 ķ tryggingarvirksemislógini, men hevur virkaš eftir lųgtingslóg nr. 64 frį 10. oktober 1966 um lķvstryggingarvirki.

Harumframt fęr landsstżrismašurin heimild til at seta ķ gildi danskar kunngeršir um tryggingareftirlit ķ Fųroyum. Henda broyting er neyšug nś, tķ taš ķ sambandi viš umskipan av Fųroya Lķvstrygging er neyšugt at seta kunngerš um frįbošan av tekniskum grundarlagi ķ einum tryggingarfelag, kunngerš um grundlagsrentu, kunngerš um upplżsingarskyldu mótvegis lķvstryggingartakarum og roknskaparkunngerš ķ gildi, soleišis at leišslan ķ nżstovnaša lķvstryggingarpartafelagnum veit, hvat hon hevur at halda seg til.

Kunngerširnar, sum eru ógvuliga tryggingartekniskar, koma sostatt at hava eitt ógvuliga avmarkaš tal av móttakarum. Leišslurnar ķ ųllum tryggingarfelųgunum ķ Fųroyum taka undir viš, at heimild at seta ķ gildi danskar kunngeršir, sum višvķkja tryggingareftirliti, veršur sett inn ķ lųgingslóg um tryggingarvirksemi.

Eisini eftirlitiš fęr heimild til at avgera, at danskar reglur v.m. skulu brśkast, į teimum ųkjum, har eftirlitiš sambęrt lógini hevur heimildir til at seta krųv.

Eingi skjųl hjįlųgd.

1. višgerš 9. december 1999. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 16. december 1999 legši fram soljóšandi

Į l i t

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 7. desember 1999, og eftir 1. višgerš tann 9. desember 1999 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 14. og 15. desember 1999.

Nevndin hevur undir višgeršini havt fund viš umboš fyri Fųroya Lķvstrygging, landsstżrismannin ķ vinnumįlum, umboš fyri Havnar Arbeišsmannafelag og umboš fyri Starvsmannafelagiš.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš, men heldur ikki, at taš er neyšugt ella ķ samsvari viš heimastżrislógina § 11 at gera įsetingar um, at landsstżrismašurin kann lżsa kunngeršir į donskum mįli, ella at tryggingareftirlitiš kann nżta reglur, iš eru į donskum, viš taš at henda grein įsetir, at danskt eins vęl og fųroyskt kann nżtast ķ almennum višurskiftum. Slķkar įsetingar, iš įšur eru gjųrdar ķ ųšrum lógum, hava havt óhepnar fylgjur viš sęr.

Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd fram soljóšandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§1, nr. 2, veršur strikaš.

2. višgerš 20. december 1999. Broytingaruppskot frį samdari nevnd samtykt 28-4-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 32-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš. 22. december 1999. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 27-0-0. Mįliš avgreitt.

Vms. j.nr. 617-6/91
Lms. j.nr. 691-25/99

Ll.nr. 104/1999 frį 22.12.1999