Vestmannasund - fast samband

 

18  Uppskot til  lųgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš
F. Nevndarskjųl

Įr 1999, 2. december, legši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

Ręttur til tunnilsgerš og eftirlit

§ 1. P/F Vįgatunnilin, (skr.nr. 2809/1998) fęr rętt til vega,- brśgva- og tunnilsgerš millum Streymoynna og Vįgarnar um Vestmannasund og ognarrętt til lidna tunnilin viš tilhoyrandi brśgvum og vegi.
Stk. 2. Landsstżrismašurin skal góškenna tunnilsverkętlanina, herundir vega,- brśgva- og tunnilsgeršina, įšrenn tunnilsarbeišiš veršur sett ķ verk.
Stk. 3. Tį śtveganarkostnašurin er fult afturgoldin, veršur alt anleggiš, uttan višurlag, avhendaš landinum til ognar.

Jįttan til verkętlanina

Peningajįttan

§ 2. Landsstżrismanninum veršur heimilaš at seta pening ķ P/F Vįgatunnilin, annašhvųrt sum partapening ella sum ansvarligan lįnikapital (įbyrgdarapening) soleišis at samlaša upphęddin ķ mesta lagi veršur kr. 160,3 mió., og kann landsstżrismašurin rįša viš grundarlagi ķ samlašu heimildini frį gildiskomu lógarinnar.
Stk. 2. Jįttanin veršur įsett yvir eitt įramįl į fķggjarlóg, tó ķ minsta lagi kr. 20 mió. įrliga.
Stk. 3. Felagnum er heimilaš at tiltransportera jįttan, sum felagiš hevur fingiš frį landsstżrismanninum og tilsųgn landsstżrismansins um komandi jįttan, til ognar ella trygdar ķ sambandi viš fķgging felagsins av verkętlanini.

Ašrar jįttanir

§ 3. Landsstżrismanninum er heimilaš at avhenda, uttan višurlag, til felagiš taš anleggsarbeišiš, sum higartil er framt av Landsverkfrųšinginum ķ sambandi viš upprunaligu verkętlanina um gerš av fųstum sambandi um Vestmannasund, herundir allar forkanningar og keypt tilfar, sum nżtiligt er. Slķk avhending hevur ikki skattligar avleišingar viš sęr fyri felagiš.

Krųv til felagiš

§ 4. Endamįl felagsins skal vera at gera tunnil millum Streymoynna og Vįgarnar, og hartil hoyrandi veg og brśgv, hava rakstur av tunnlinum um hendur umframt ašra vinnu, sum hevur samband viš hetta virksemi.
Stk. 2. Partabrųv felagsins eru ogn landsins. Taš er ikki loyvt:

  1. at avhenda partabrųv,
  2. ųšrum enn landinum viš nżtekning av partapeningi at tekna partapening ķ felagnum,
  3. felagnum at luttaka ķ fusión, klovningi ella ašrari yvirtųku av virki, sum hevur viš sęr, at onnur enn landiš gerast eigarar av partabrųvum ķ felagnum.

Nżtslugjųld

§ 5. Tunnilseigaranum er heimilaš at įseta og krevja inn nżtslugjųld frį teimum, iš nżta vega-, brśgva- og tunnilsanleggiš.
Stk. 2. Vegir, brśgvar og tunnil verša ikki partur av landsvegnum eftir lųgtingslóg nr. 51 frį 25. juli 1972 um landsvegir viš seinni broytingum.
Stk. 3. Tó hevur landsstżrismašurin tęr heimildir, iš įsettar eru ķ §§ 6 og 7 ķ nevndu lųgtingslóg, tį taš ręšur um vegir, brśgvar og tunnil.

Ognartųka

§ 6. Landsstżrismanninum er heimilaš, móti fullum endurgjaldi at ognartaka neyšugt lendi ella tilfar til vega-, brśgva- og tunnilsgerš til tess at śtvega fast samband um Vestmannasund, fęst ikki viš samrįšingum semja viš avvaršandi ręttindahavarar um yvirtųku av lendi ella tilfari.
Stk. 2. Ognartųkan fer annars fram eftir "Lov nr. 69 af 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Fęrųerne".
Stk. 3. Landsstżrismanninum er heimilaš at avhenda taš ognartikna til felagiš fyri śtveganarvirši.

Skattlig višurskifti

§ 7. Veršur taš, at skattskylduga inntųka felagsins vķsir hall, kann halliš dragast frį skattskyldugu inntųkuni tey nęstu 30 įrini eftir, at tunnilin er latin upp fyri feršslu.
Stk. 2. Frį og viš įrinum tį tunnilin veršur latin upp fyri feršslu, hevur felagiš, viš grundarlagi ķ śtveganarkostnašinum, rętt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar.
Stk. 3. Viš śtveganarkostnaši skilst tęr samlašu byggiśtreišslunar til vegir, brśgvar og tunnilsgerš v.m.
Stk. 4. Avskrivingartķšin er 30 įr. Fyrstu 15 įrini kann felagiš įrliga avskriva upp til 7% av śtveganarkostnašinum og sķšani viš upp til 3½% įrliga.

Eftiransing

§ 8. Felagiš hevur rętt til uttan višurlag at fįa upplżsingar frį Bileftirlitinum um skrįsettar eigarar/brśkarar av akfųrum, til tess at eftiransa gjaldsstašiš.

Kunning

§ 9. Landsstżriš setir ein bólk at fylgja viš arbeišinum, mešan bygt veršur. Bólkurin veršur mannašur viš umbošum fyri fųroyskan tekniskan, tilbśgvingarligan o.l. serkunnleika, til tess at tryggja, at tann vitan, sum fęst av verkętlanini, ķ stųrst mųguligan mun kemur fųroyska samfelagnum til gagns.

Gildiskoma

§ 10. Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

Višmerkingar til lógaruppskotiš

Almennar višmerkingar

Į eykajįttanarlóg ķ oktober 1998 (konto 4.38.2.20) Skjal 1, samtykti Lųgtingiš, at Fųroya Landsstżri fekk heimild til at stovna og seta pening ķ partafelag, hvųrs endamįl skuldi vera at byggja fast samband um Vestmannasund.

Heimildin fevndi um samanlagt kr. 160,3 mió. Tilskilaš varš, at 20,3 mió. kundu setast ķ felagiš ķ 1998 og sķšani kr. 20 mió. ķ fylgjandi 7 įr. Felagiš fekk rętt til at krevja inn bummpening.

Landsstżrismašurin ķ samferšslumįlum hevur sķšani stovnaš partafelag viš navninum P/F Vįgatunnilin, viš einum partapeningi uppį kr. 20,3 mió., og jįttanin fyri 1998 varš flutt felagnum og sett ķ sum partapeningur. Vķst veršur til Skjal 2 og 3, sum eru įvikavist stovningarsamtykt og vištųkur ķ partafelagnum.

Leišsla felagsins er ein 5 mannanevnd og stjórn viš 1 stjóra.

Felagiš hevur sķšani stovnanina mišvķst arbeitt viš verkętlanini og śtvegaš sęr neyšugar upplżsingar umframt at dagfųra hesar bęši hvat višvķkur tķ tekniska, fķggjarliga og lųgfrųšiliga partinum av verkętlanini.

Fleiri kanningar av tekniskum slagi standa fyri framman til tess at śtvega leišslu felagsins so fullfķggjaš avgeršargrundarlag, sum til ber, įšrenn fariš veršur ķ holt viš endaliga projektering og śtbjóšing av verkętlanini.

Fyribils hevur leišslan arbeitt vķšari viš teimum ętlanum, sum Landsverkfrųšingurin ķ 1989 arbeiddi viš og vķkur nśverandi ętlan ikki stórvegis frį henni, hvat višvķkur hvar vegir og tunnil skulu leggjast. Henda linjufųring er vald viš atliti til, at hon er mjśkari og slęttari enn noršara linjan, sum eisini hevur veriš uppį tal, og kemur feršslan at ganga betri eftir hesari. Eisini slepst undan, at feršslan frį tunnlinum fer eftir tronga og krókuta vegnum viš Leynar og Stykkiš. Somuleišis slepst undan at leggja atkomuvegin gjųgnum bratta lendiš noršan fyri Kvķvķk, har nógvur kavi legst. Tó kunnu neyvari seismiskar kannigar, kjarnuboringar v.m., sum felagiš er fariš ķ holt viš, hava viš sęr, at ętlanirnar verša lagašar eftir nżggju upplżsingunum.

Verkętlan felagsins fevnir um hesi hųvušsarbeiši:
Vega- og tunnilsgerš:
Vegagerš:
Vegageršin į Streymoynni veršur frį verandi tunnilsmunna ķ Leynum til ķbinding ķ landsveg, og strekkiš er umleiš 300 metrar.
Vegageršin į Vįgoynni veršur frį tķ ętlaša tunnilsmunnanum til ķbindingina ķ landsvegin, og strekkiš er umleiš 2,1 km.
Tunnilsgerš:
Tunnilin veršur uml. 4,7 km., harav 2500 metrar eru undir Vestmannasundi. Streymoyarmegin frį tunnilsmunna til sundiš er strekkiš uml. 1500 metrar, mešan strekkiš į Vįgoynni frį sundinum til tunnilsmunnan veršur uml. 700 metrar.
Tunnilin veršur, har hann er djśpast, umleiš 105 metrar undir havbotninum ķ Vestmannasundi. Tunnilin veršur ętlandi til vķddar uml. 10 metrar og til hęddar 4,6 metrar.

Vķst veršur til Skjal 4, sum vķsir ta ętlašu linjufųringina av vega- og tunnilsgeršini, sum higartil hevur veriš arbeitt viš.

Tķšarętlan:
Tķšarętlan felagsins er, sum skjótast at fara ķ holt viš projektering og śtbjóšing av arbeišium. Arbeišiš er ętlaš at verša framt eftir 3-4 įrum, sum taš kann loysa seg best, tį iš mett veršur um entreprenųrkostnaš ķ mun til fyrimunin av at tunnilin kann verša tikin ķ nżtslu fyrr.

Roknaš veršur viš at byrja tunnilsgeršina Streymoyarmegin. Samstundis veršur fariš undir at gera atkomuveg Vįgamegin, og sķšani veršur riggaš til, so farast kann undir tunnilsgerš Vįgamegin eisini.

Fariš veršur undir vegagerš Streymoyarmegin, tį iš tunnilsarbeišiš er komiš vęl og viršiliga ķ gongd. Tį iš vegageršin Streymoyarmegin er lišug, veršur fariš undir vegagerš Vįgamegin, tį veršur eisini tilfar tųkt frį tunnlinum, sum kann nżtast til uppbygging av vegkassanum. Partafelagiš er komiš įsamt viš Landsverkfrųšingsstovnin um at gera avtalu, soleišis at stovnurin vegna partafelagiš stendur fyri tķ partinum av verkętlanini, iš višvķkur vegageršini. Men tó soleišis, at P/F Vįgatunnulin hevur bęši fķggjarligu og juridisku įbyrgdina av samlašu verkętlanini.

Kostnašur:
Felagiš hevur kannaš tunnilsgeršir ķ grannalondum okkara og śtvegaš sęr neyvari upplżsingar um kostnaš v.m. til sammetingargrundarlag viš egnu dagfųrdu śtrokningar felagsins.

Torfųrasta metingin er sjįlv tunnilsgeršin og serliga undir sundinum. Felagiš įsannar, at tess fleiri og greiniligari kanningar, iš gjųrdar verša at stašfesta tilfariš, sum sprongt veršur ķgjųgnum, tess betri avgeršargrundarlag veršur til sįttmįlagerš viš tilsvarandi bķligari sįttmįla til fylgju. Hóast so neyvar kanningar verša gjųrdar sum til ber, įšrenn projekteringina, veršur slķk umfatandi verkętlan altķš heft viš įvķsari óvissu, sum entreprenųrar, iš skulu bjóša uppį arbeišiš, eisini fara at taka hędd fyri, tį bjóšaš veršur.

Leišsla felagsins hevur upplżst, at teir ķ lųtuni arbeiša viš einari ķlųguętlan uppį kr. 240 mió. fyri samlašu verkętlanina.

Fķgging:
Fķgging av verkętlanini er umframt tęr 160,3 mió., sum Lųgtingiš gjųgnum Vinnumįlastżriš setir ķ felagiš, upptųka av lįni frį fķggingarstovnum.

Felagiš hevur kannaš ymsar mųguleikar fyri śtvegan av fķgging og hevur mųtt įhuga hjį teimum, sum felagiš higartil hevur veriš ķ sambandi viš. Enn eru tó ongar realitetssamrįšingar byrjašar um lįnifķgging og til hvųrjar treytir herundir avdrįttartķš og rentu, sum veitast kann.

Fķggingin veršur ķ tveimum pųrtum. Deils er neyšugt viš einari byggifķgging og deils einari endaligari fķgging.

Byggifķggingin er neyšug, m.a. tķ at tęr 140 mió., sum landsstżriš setir ķ felagiš, bert partvķst verša tųkar undir byggingini, tķ jįttanin er spjadd yvir 7 įr viš 20 mió. um įriš. Eisini er mųguleiki fyri, at tann fķggjarstovnur, sum veitir endaliga fķgging, bert veitir hesa, tį verkętlanin er lišugt gjųgnumfųrd. Tķ mį byggifķgging til, har tann byggifķggjandi fęr transport ķ teimum endaligu tilsųgnunum.

Mųguleikarnir fyri lįnsfķgging til lagaligar treytir eru ķ stóran mun tengdir at spurninginum, um lįngevarin, umframt at hava įlit į at komandi rakstrarinntųkur kunnu svara rentur og avdrįttir av lįnunum, eisini heldur seg hava ašra trygd fyri afturgjaldingini, skuldi taš vķst seg, at inntųkurnar ikki rųkka til śtreišslurnar.

Ķ hesum sambandi veršur spurningurin um vešseting av ognum felagsins til fķggingarstovnin helst aktuellur, serliga tį havt veršur ķ huga, at taš almenna ikki hevur nakra fķggjarliga įbyrgd mótvegis lįngevarum.

Einki landskassavešhald kemur uppį tal, og leiklutur landskassans ķ fķggingini er śti viš jįttanini av teimum samlašu kr. 160,3 mió. Til sammetingar kann verša nevnt, at tį taš rįddi um sambandi um Stórabelt, vešhelt danski staturin fyri gjalding av rentum, avdrįttum og ųšrum leypandi skyldum hjį tķ partafelag, sum staturin lat stovna at standa fyri projekteringini og byggingini sum byggiharri.

Vegastrekkini og lendiš kring tunnilsmunnarnar er tķ neyšugt hjį felagnum at hava fullan ognarrętt til, soleišis at hetta lendiš veršur sjįlvstųšugt matrikuleraš og kann vešsetast til frama fyri lįngevarar, skuldu hesir kravt slķka vešseting av fųstu ognum felagsins.

Sum sęst av § 6 ķ lógaruppskotinum er ognartųkuheimild innsett, tķ ķ lųtuni er ivasamt, um neyšug heimild er ķ nakrari lųgtinglóg til ognartųku av lendi til slķkt endamįl sum til tunnilsgerš. Hildiš veršur hóskandi at seta hesa heimild ķ lógina, ķstašin fyri heldur at gjųrt broytingar ķ lógini um landsvegir, sum frammanundan inniheldur ognartųkuheimild.

Višvķkjandi vešseting av vegi og tunnilsmunna veršur hetta eftir vanligu reglunum um vešseting av fastari ogn.

Veršur taš, at felagiš ikki er fųrt fyri at svara sķnar skyldur mótvegis lįngevarunum, sum hava veš ķ fųstu ognunum, kunnu hesar lżsast til tvingsilssųlu av vešhavarunum. Slķk stųša kann eisini hava viš sęr, at ein slķkur vešhavari steingir tunnilin, og eisini kunnu reglurnar um "brugeligt pant" mųguliga nżtast ķ hesum fųrunum, tį taš ręšur um fastar ognir.

Fęst ikki greiša į slķkari fķggjarligari stųšu hjį felagnum, kann hetta leggja stórt politiskt trżst į lųgtingiš, tķ er tunnilin fyrst komin, veršur taš torfųrt at standa ķ tķ stųšu, at hann veršur stongdur.

Ferjusambandiš um Vestmannasund veršur nišurlagt, tį tunnilin veršur opnašur.

Śtbjóšing av arbeiši:
Ętlandi veršur arbeišiš bošiš śt millum noršurlendskar arbeišstakarar, sum hava fųrleika til at įtaka sęr slķkt arbeiši.

Veršur taš, at fųroyskir arbeišstakarar ikki bjóša uppį arbeišiš ella ikki eru kappingarfųrir sammett viš ašrar og tikiš veršur av śtlendskum tilboši, verša treytir lagdar viš, at samstarv skal verša viš fųroyskar arbeišstakarar har hesir hava fųrleikan.

Rakstur av tunnlinum:
Inntųkurnar av ferjusambandinum eru ķ lųtuni uml. 14 mió. įrliga, tį ųll bussferšandi verša ķroknaši.

Roknaš veršur viš, at inntųkurnar av tunnlinum verša nakaš hęgri, viš taš at eitt įvķst feršslulop veršur, tį tunnilin letur upp, og viš taš at feršafólk hevur ein ųktan gjaldsvilja, svarandi til viršiš av bķšitķš og ampum tey sleppa undan. Tķ veršur ķ lųtuni roknaš viš, at tunnilin fęr 15-30% hęgri inntųku svarandi til einar 17 mió. įrliga.

Feršafólkatal og nżtslugjald eru grundleggandi fortreytir fyri inntųkugrunarlagnum hjį felagnum. Tķ er felagiš saman viš Vinnumįlastżrinum og Strandferšsluni ķ lųtuni ķ holt viš at gera neyvari kanningar av feršslumynstrinum og gjaldsviljanum hjį feršafólki um Vestmannasund, fyri at fįa so greiša mynd av stųšuni sum til ber.

Śtreišslurnar av rakstrinum hevur felagiš mett um viš grundarlagi ķ rakstrinum av Hvalfjųršartunnlinum viš tillaging til fųroysk višurskifti og roknar viš rakstraśtreišslum uppį uml. 7 mió. įrliga.

Fķggjarligar avleišingar

Lógaruppskotiš hevur ikki eyka fyrisitingarligan kostnaš viš sęr.

Tį tunnilin veršur latin upp fyri almenninginum, veršur ferjusambandiš millum Vestmanna og Oyragjógv nišurlagt.

Hetta hevur viš sęr, at ongar inntųkur verša frį faršleišini, men samstundis verša spardar allar rakstrarśtreišslur ķ sambandi viš ferjusiglingina v.m.

Vesturleišin gav ķ 1998 eitt rakstraravlop, iš var 3,1 mió kr. Hetta avlop fer SL at missa, tį undirsjóartunnilin veršur tikin ķ nżtslu. Orsakaš av at nżķlųgur ķ skip verša settar į serliga konto į fķggjarlógini, eru avskrivingar av ferjuķlųgum ikki ķroknašar ķ hesum rakstraravlopi. Samlaši missurin hjį landskassanum veršur tķ vęl minni, uml. 0-0,5 mió kr. įrliga.

Eisini mį roknast viš, at tališ av feršandi viš Bygdaleišum įvirkast av fasta sambandinum. Vęntandi minkar tališ į feršandi viš Bygdaleišum nakaš, um bummpengarnir į leiš verša į sama stųši, sum feršasešlaprķsirnir umborš į ferjunum ķ dag. Ein fyribils meting av inntųkumissinum hjį Bygdaleišum er uml. 1,5-2 mió. kr. fyrsta įriš, fasta sambandiš veršur tikiš ķ nżtslu.

Višmerkingar til einstųku lógargreinarnar

Til § 1:
Stk. 1.
Her veršur stašfestur rętturin hjį partafelagnum at gera tunnil um Vestmannasund.

Sum greitt frį undir almennu višmerkingunum, veršur talan um, at nakaš av tunnlinum veršur ķ sundinum og nakaš uppi į landi.

Taš kann vera nakaš ymisk stųša ognar- og ręšisręttarliga sęš, alt eftir um talan veršur um atgongd til "undirgrundina" uppi į landi ella ķ sundinum.

Hvat višvķkur ręttinum at avgera hvųr hevur rętt til at rįša yvir undirgrundini ķ einum sundi, er taš greitt, at eingin privatpersónur kann gera ognarręttarlig sjónarmiš galdandi, sum forša eini tunnilsgerš.

Tį talan er um privatan ognarrętt til lendi, eru bęši spurningurin um, hvar markiš fyri ognarręttinum gongur vķddarliga sęš omanį og spurningurin um, hvussi djśpt ognarrętturin rųkkur, aktuellir.

Hvat višvķkur markinum til sjóųkiš veršur vanliga hildiš, at ognarrętturin gongur til lęgstu fjųru. Tķ er taš Lųgtingiš, sum hevur myndugleika til regulering av, hvųr skal hava rętt til, til dųmis tunnilsgerš ķ sjįlvum sundinum.

Hvat višvķkur markinum nišureftir er hetta ein sera torfųrur spurningur at svara, eins og hvat innihald slķkur ognarręttur hevur. Spurningurin er lķtiš višgjųrdur av lųgfrųšingum og torfųrur at greina. Skuldi taš komiš til skarpskeringar, verša taš ķ sķšsta lagi dómstólarnir, sum koma at taka stųšu.

Skuldi taš gjųrst neyšugt viš ognartųku, tķ privatręttarligi ognarrętturin kann verša foršing fyri tunnilsgeršini, er heimild fyri ognartųku sett ķ lógina.

Stk. 2.
Hóast taš almenna eigur allan partapeningin ķ felagnum, og ein tķ kundi rokna viš, at tann nevnd, sum landsstżrismašurin velur, kunnar partaeigaran, veršur mett neyšugt, at landsstżrismašurin eigur at góškenna samlašu verkętlanina įšrenn arbeišiš byrjar, m.a. fyri at tryggja sęr, at teir normar og standardir, iš eru galdandi į ųkinum, verša yvirhildnir.

Stk. 3.
Her veršur stašfest, at ognarrętturin til samlaša anleggiš gongur yvir til taš almenna, tį ķlųgan er goldin.

Til § 2
Sum greitt frį undir almennu višmerkingunum, hevur Lųgtingiš longu jįttaš at seta kr. 160, 3 mió. ķ felagiš til gerš av fasta sambandinum um Vestmannasund.

Ķ eykajįttanarlógini er tilskilaš, at 140 mió. av jįttanini verša goldnar yvir tey nęstu 7 įrini. Slķk samtykt į eini eykajįttanarlóg bindur ikki tingiš lųgfrųšiliga til at avseta į teimum komandi 7 fķggjarlógunum kr. 20 mió. įrliga, uttan at talan var um sonevnda "lųgujįttan". Her er ķstašin fyri lųgujįttan talan um at seta pening ķ eitt partafelag, og tķ er neyšugt viš slķkari įseting.

Taš er heilt avgerandi fyri, at verkętlanin kann gerast veruleiki, at tęr kr. 140 mió, sum eru eftir av samlašu jįttanini, verša stašfestar soleišis, at taš er eitt ręttarkrav uppį peningin, sum partafelagiš fęr.

Annars kann felagiš ikki veita teimum, iš skulu byggifķggja nakra trygd. Ętlandi veršur tilsųgnin tiltransporteraš byggilįnsgevaranum. Tķ veršur heimilaš landsstżrismanninum at gera nżtslu av samlašu upphęddini longu frį gildiskomuni, soleišis at felagiš kann veita lįnsgevaranum trygd fyri at hann fęr ętlaša peningin.

Ein annar spurningur er, hvussu hetta kemur at įvirka gjaldfųri landskassans. Her er jśst tikin viš tann skipan, sum tingiš frammanundan įsetti, nevniliga at śtgjaldingin fer fram yvir eitt įramįl, tó so at taš ķ minsta lagi veršur talan um 20 mió. įrliga.

Til § 3
Sum kunnugt gjųrdi Landsverkfrųšingurin į sinni drśgt fyrireikingararbeiši ķ sambandi viš ętlašu tunnilsgeršina, og byrjaš varš eisini uppį arbeišiš viš tunnilsmunnan ķ Leynum. Felagiš ętlar sęr at taka viš har, sum Landsverkfrųšingurin slepti, og tęr ķlųgur, sum į sinni vóršu gjųrdar, fara tķ ikki allar til spillis.

Tķ veršur ķ stk. 1 skotiš upp, at landsstżrismašurin fęr heimild til at avhenda tey anleggsarbeiši, sum framd vóršu, umframt tęr forkanningar og innkeypta tilfariš, um hetta er nżtiligt, og at einki veršur goldiš fyri hetta.

Til § 4
Sum vķst į undir almennu višmerkingunum var felagiš P/F Vįgatunnilin stovnaš nakaš eftir eykajįttanarlógina frį oktober 1998.

Sambęrt vištųkum felagsins er endamįl felagsins įsett ķ samsvari viš eykajįttanarlógina, tó so at eisini er tilskilaš, at felagiš kann reka ašra vinnu, sum hevur samband viš hųvušsvirksemi felagsins.

Nevnda uppķskoytiš er grundaš į, at slķkar oršingar eru vanligar ķ vištųkum ķ partafelųgum, til tess at tryggja, at endamįlsoršingin ikki veršur ov trong.

Viš at įseta ķ lųgtingslóg hvat endamįlsoršingin ķ felagnum skal vera, kann partaeigarin ikki broyta vištųkurnar, sum hann annars hevši havt rętt til.

Į henda hįtt veršur tryggjaš, at felagiš bert veršur nżtt til taš endamįl, taš er stovnaš til.

Ķ stk. 2 er įsett regla um, at partabrųvini eru ogn landsins, og at lųgtingsins samtykki krevst, um so er, at landsstżrismašurin ynskir at privatisera felagiš.

Taš veršur hildiš, at slķk prinsipiell avgerš ikki eigur at vera tikin, uttan at Lųgtingiš hevur višgjųrt mįliš, jbr. § 48, stk. 2 ķ tingskipanini.

Til § 5
Higartil hava nżslugjųld ikki veriš kravd ķ Fųroyum fyri nżtsluna av nųkrum tunnli, sum taš almenna hevur latiš byggja. Hetta er tó kent fyribrygdi ķ ųšrum londum, bęši tį taš ręšur um tunnlar og eisini stųrri motorvegir.

Hugskotiš er, at ķlųgan skal hvķla ķ sęr sjįlvari, og landiš hevur onga įbyrgd mótvegis lįngevarum ella ųšrum ognarum hjį felagnum, eins og landiš ikki hevur nakra įbyrgd sum byggiharri ella įbyrgd av rakstri ella mųguligum endurgjųldum fyri skašar, sum kunnu standast av tunnlinum.

Ętlanin er, at nżtslugjųldini skulu fķggja bęši afturgjaldingina av lįnunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunnlinum.

Taš er eigarin av tunnlinum og eingin annar, sum kemur at gera av stųddina av teim nżtslugjųldum, iš kravd verša frį teimum, iš nżta tunnilin v.m. Landsstżrismašurin hevur ongar heimildir til įseting av stųddini į nżtslugjųldunum. Hetta merkir eisini, at um ein vešhavari yvirtekur tunnilin, fęr hann henda rętt.

Ętlan felagsins er, at hesi nżtslugjųld skulu vera av eini stųdd, sum ger, at felagiš hevur rįš at afturgjalda rentur og avdrįttir til lįnistovnarnar, umframt at kunna gjalda rakstur og višlķkahald av anlegginum. Hertil kemur rentingin av stóru eginognini, tį partapeningurin /įbyrgdarapeningurin er so stórur sum kr. 160 mió. Eisini skulu nżtslugjųldini gera felagiš fųrt fyri at konsolidera seg rķmiliga vęl.

Tį felagiš enn ikki er fariš ķ holt viš projekteringina og heldur ikki hevur gjųrt nakrar byggisįttmįlar, er taš ógjųrligt ķ dag at siga stųddina į teimum nżtslugjųldum, talan veršur um, tķ hetta er tengt at ķlųguni.

Ķ stk. 2 veršur tilskilaš, at vegir, brśgvar og tunnil ikki verša partar av landsvegnum eftir lųgtingslóg nr. 51 frį 25. juli 1972 um landsvegir viš seinni broytingum. Landsvegalógin įsetur nevniliga ķ § 2, at "Landiš ger og heldur landsvegir", og hetta er jśst ikki ętlanin, tķ talan veršur um privatan ognarrętt hjį felagnum til vegir, brśgvar og tunnil.

Ķ stk. 3 hevur landsstżrismašurin, hóast talan veršur um privatan veg og tunnil, sambęrt §§ 6 og 7 ķ nevndu lųgtingslóg, somu heimildir, tį taš ręšur um vegir, brśgvar og tunnil. Eftir nevndu greinum er heimild hjį vegamyndugleikunum t.d. at įseta, hvussu langt frį landsvegi bygt eigur at verša, treytir um bygging framviš vegnum v.m., og hildiš veršur av feršsluligum įvum, at taš eisini er neyšugt, at vegamyndugleikarnir hava hesi amboš, tį taš ręšur um hesa vega- og tunnilsgeršina.

Til § 6
Sum nevnt undir teimum almennu višmerkingunum, er taš neyšugt hjį felagnum at gerast eigari av lendinum til vegin og kring tunnilsmunnarnar fyri at hava ręši į tunnlinum. Taš kann eisini gerast neyšugt at leggja m.a. rųrleidningar ķ ųki nęrhendis. Hertil kemur helst, at lįngevarar vilja krevja veš ķ fųstu ognum felagsins.

Til § 7
Stórur partur av ķlųguni veršur fķggjašur viš lįntųku. Mešan byggiarbeišiš stendur uppį, verša umframt rentuśtreišslur eisini ašrar munandi śtreišslur, so sum forkanningar v.m., sum ikki kunnu dragast frį, tķ taš verša ongar rakstrarinntųkur ķ byggitķšini.

Eftir galdandi skattalóg er heimild til at draga frį skattligt hall ķ skattligu inntųkuni tey fylgjandi 5 įrini. Ķ hesum skeiši kann frįdrįtturin tó bert flytast til eitt seinni inntųkuįr, rśmast taš ikki ķ skattskyldugu inntųkuni undanfarna įr. Tį arbeišiš viš gerš av samlašu verkętlanini kemur at taka drśgva tķš, veršur taš trupult hjį felagnum at fįa gagn av śtreišslunum, įšrenn tęr fella fyri aldursmarkinum. Tķ veršur skotiš upp at leingja framflytingartķšina śr verandi 5 įrum til 30 įr.

Annar spurningur, sum stingur seg upp, er, hvussu ein vega-, brśgva- og tunnilsgerš ķ avskrivingarligum hųpi er at meta eftir galdandi skattalóg.

Mest nęrliggjandi er at sammeta hetta viš vinnuligar bygningar, og tķ er hetta skilaš til ķ lógini. Sambęrt skattalógini er avskrivingarsatsurin fyri bygningar 7% tey fyrstu 10 įrini. Hetta hóskar illa til slķka verkętlan, iš her er talan um, og veršur tķ skotiš upp, at avskrivingartķšin ķ hesum serliga fųri veršur 30 įr, soleišis at avskrivast kann tey fyrstu 15 įrini viš upp til 7% og sķšani viš upp til 3½%.

Męlt veršur til, at henda broyting ķ avskrivingarreglunum veršur upptikin ķ hesa lóg ķstašin fyri ķ skattalógina, tķ her er talan um serreglu, sum annars bert vildi tyngt skattalógirnar.

Til § 8
Soleišis sum nśtķmans rakstur av motorvegum, tunnlum v.m. er skipašur, kunnu ķ teimum fųrum, har talan er um nżtslugjųld fyri at nżta vegin, tunnilin v.m. fyri at gera dagliga raksturin so rationellan sum til ber, nżtast ymisk tųkni til at lętta um gongdina, tį taš um gjaldingina ręšur. Ętlandi verša gjaldsstųšini į onkran hįtt automatiseraš, men hvussu hetta veršur skipaš, er ikki fastlagt enn.

Ansingarskipanin skal handfarast so skinsamliga og varisliga, at ampin veršur so lķtil sum til ber hjį teimum feršandi.

Fyri at geva felagnum mųguleika fyri at eftirkanna hvųrjir teir eigarar av akfųrunum eru, sum mųguliga vilja royna at sleppa sęr undan at gjalda nżtslugjųld, er felagnum heimilaš at śtvega sęr upplżsingar um skrįsettu eigararnar frį Bileftirlitinum, sum hevur fullfķggjaša skrį yvir ųll fųroysk akfųr.

Til § 9
Landsstżrismašurin setur ein bólk, at fylgja viš arbeišinum, soleišis at tann vitan sum fęst viš eini tķlķkari verkętlan, ķ mest mųguligan mun kemur fųroyska samfelagnum til gagns seinni. Taš er helst óneyšugt at hava bólkin sitandi aftanį at sjįlvt arbeišiš er lišugt og tikiš ķ nżtslu. Men hetta kann landsstżrismašurin sjįlvur gera av tį tann tķšin kemur. Limirnir ķ bólkinum verša fyrst og fremst umboš fyri tekniska serkunnleikan ķ Fųroyum – her veršur serliga hugsaš um umboš fyri Landverksfrųšingsstovnin, men eisini onnur kunnu hava įhuga ķ at fylgja viš arbeišinum. Her veršur hugsaš um umboš fyri kommunur , fyri tilbśgving, lųgreglu, brunaumsjón o.l.

Taš er ikki lagt fast ķ sjįlvari lógini hvussu arbeišiš ķ fylgibólkinum skal skipast, men ętlanin er at formašurin ķ partafelagnum regluliga kallar inn til fundar, kunnar um aktuel mįl og letur bólkin fįa hųvi at višgerša og skifta orš um hesi og onnur mįl av įhuga.

Til § 11
Ętlanin er, at lógin skal koma ķ gildi skjótast til ber.

Tųrvur skuldi ikki veriš į at gjųrt broytingar ķ ųšrum lųgtingslógum.

Lųgtingslógin um fólka- og farmaflutning nr. 51 frį 1. juni 1977 regulerar fólka- og farmaflutning og til hetta krevst skrivligt loyvi (serloyvi) frį landsstżrinum. Henda verkętlan at gera veg og tunnil og bjóša hann fram til fólka- og farmaflutning er ikki fólkaflutningur og ikki farmaflutningur. Tķ er ikki neyšugt hjį felagnum at fįa nakaš serskilt loyvi til tess.

Feršslulógin veršur galdandi fyri vegin og tunnilin, og tųrvur sęst ikki at gera serskiltar broytingar ķ feršslulógini viš atliti til verkętlanina. Tį taš ķ feršslulógini veršur talaš um vegamyndugleika annan enn lųgregluna, merkir hetta eigarin av vegnum.

Lųgtingslógin um matrikulering er onnur lóg, sum hugsast kundi veriš broytt ķ sambandi viš at felagiš fęr ognarrętt til tunnilin.

Lųgtingslógirnar um privatar og almennar skrįir, skuldi ikki veriš neyšugt at broytt, tķ ķ § 9 er serskilt loyvi giviš til skrįseting. 

Skjalatilfar:

Skjal nr. Skjali višvķkur

  1. Eykajįttanarlóg ķ oktober 1998 (konto 4.38.2.20)
  2. Stovningarsamtykt ķ P/F Vįgatunnilin.
  3. Vištųkur ķ partafelagnum P/F Vįgatunnilin.
  4. Kort iš vķsir ętlašu linjufųringina av vega- og tunnilsgeršini.

  1. višgerš 7. december 1999. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 26. januar 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 2. desember 1999, og eftir 1. višgerš tann 7. desember 1999 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 9. og 14. desember og 4., 7., 11., 13., 18., 20., 25. og 26. januar 1999.

Nevndin hevur undir višgeršini havt fund viš Hans Biskopstų, stjóra į Landsverkfrųšings-stovninum, Klęmint Weihe og David Reinert Hansen frį P/f Vįgatunnlinum, Leivur Harryson, landsgrannskošara, Henning Jacobsen, Heina Olsen og Finnboga Arge, landsstżrismann ķ Vinnumįlum.

Sambęrt upplżsingunum ķ mįlinum, varš P/F Vįgatunnilin stovnaš 21. desember 1998. Felagiš hevur gjųrt avtalur um rįšgeving, eftirlit og projektering ķ sambandi viš tunnillin sum gerast skal undir Vestmannasund. Rakstrar-, fyrisitingar,- og starvsfólkakostnašur hjį felagnum higartil liggur um 1. mió. Harumframt eru uml. 2. mió. brśktar til forkanningar og 2,7 mió. til projektering av tunnlinum. Knappar 6 mió. kr. tilsamans.

Frį Henning Jacobsen hevur nevndin fingiš upplżst, at projektiš sum so er upp į plįss og skuldi landsverkfrųšingurin starta upp aftur ķ hesum formi, skulu teri bert hava 2-3 mįnašir til at gera maskinurnar ķ stand. Vegin kunna teir byrja upp į innan fyri nakrar vikur. Nżggjur borihamari skal keypast til Vįgasķšuna, so aftanį 1/2 įr er mųguligt at byrja hinumegin frį eisini.

Meirilutin ķ nevndini  tekur undir viš uppskotinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš, men veršur męlt til, at įvķsar broytingar verša gjųrdar m.a. soleišis, at įvķsar uppgįvur verša lagdar til Landsverkfrųšingsstovnin, įsetingar verša gjųrdar um eftirlit og soleišis, at įvķsar serįsetingar um skattastųšuna hjį felagnum verša strikašar.

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóšandi:

broytingaruppskot

  1. Ķ § 1, stk. 2, verša oršini "Landsstżrismašurin skal" broytt til "Landsverkfrųšingsstovnurin skal, undir įbyrgd mótvegis landsstżrismanninum".
  2. Ķ § 1, stk. 3, veršur sett inn nżggj įseting, sum veršur soljóšandi: "Landsverkfrųšingsstovnurin skipar, undir įbyrgd mótvegis landsstżrismanninum, fyri eftirliti viš, at verkętlanin veršur framd samsvarandi góškendu ętlanini, smb. stk. 2."
  3. § 1, stk. 3, sum hereftir veršur stk. 4, veršur oršaš soleišis: "Tį śtveganarkostnašurin er fult afturgoldin, og P/F Vįgatunnilin stendur sum eigari, veršur alt anleggiš, uttan višurlag, avhendaš landinum til ognar.
  4. § 7, stk. 1 og 4, verša strikaš og § 7, stk. 2-3, verša hereftir stk. 1-2.
  5. Ķ § 9 verša oršini "Landsstżriš setir" broytt til "Undir įbyrgd mótvegis landsstżrismanninum, setir Landsverkfrųšingsstovnurin".

 

Višmerkingar:

Ad. 1) Viš broytingini veršur taš įsett, at Landsverkfrųšingsstovnurin skal standa fyri góškenningini, men veršur taš undirstrikaš, at endaliga įbyrgdin er hjį landsstżrismanninum, og merkir hetta eisini, at landsstżrismašurin hevur endaligu heimildina. Broytingin hevur sostatt ikki til endamįls at forskjóta įbyrgdina hjį landsstżrismanninum smb. stżrisskipanarlógini.

Ad. 2)Skotiš veršur upp, at Landsverkfrųšingsstovnurin skal skipa fyri einum eftirliti, sum skal tryggja, at verkętlanin veruliga veršur framd soleišis, sum hon varš góškend. Hetta eftirlitiš skal verša framt av Landsverkfrųšingsstovninum, men sum ķ broytingini til § 1, stk. 2, veršur taš eisini her undirstrikaš, at endaliga įbyrgdin er hjį landsstżrismanninum. Vķst veršur ķ hesum sambandi til višmerkingarnar undir ad. 1. Partafelagiš Vįgatunnilin skipar fyri sķnum egna eftirliti sum byggiharri.

Ad. 3) Viš broytingini veršur taš gjųrt greitt, at ognarrętturin til anleggiš bert veršur avhendašur landinum til ognar, um P/F Vįgatunnilin, tį śtvgeganarkostnašurin er fult afturgoldin, stendur sum eigari av anlegginum.

Ad. 4) Skotiš veršur upp, at śtveganarkostnašurin veršur avskrivašur beinleišis eftir reglunum um vinnuligar bygningar, og ikki sum skotiš upp ķ upprunaliga uppskotinum. Hetta fyri at javnstilla partafelagiš viš onnur felųg, og tķ at mett veršur, at tęr reglur, iš eru galdandi fyri vinnuligar bygningar ķ avskrivingarlógini, eru nųktandi. Viš til samlašu byggiśtreišslurnar til vegir, brśgvar og tunnilsgerš v.m. teljast allar śtreišslurnar, partafelagiš hevur havt ķ sambandi viš verkętlanina, herundir eisini śtreišslur til projektering, forkanningar, fķggjarkostnaš v.m.

Ad. 5) Viš broytingini veršur taš įsett, at Landsverkfrųšingsstovnurin skal seta bólkin, men sum ķ broytingini til § 1, stk. 2, veršur taš eisini her undirstrikaš, at endaliga įbyrgdin er hjį landsstżrismanninum. Vķst veršur ķ hesum sambandi til višmerkingarnar undir ad. 1.

Minnilutin ķ nevndini (Henrik Old og Katrin Dahl Jakobsen) harmast um, at politisk ósemja ķ samgonguni hevur havt viš sęr, at arbeišiš upp į Vįgatunnilin enn ikki er byrjaš.

Umboš Javnašarfloksins eru av tķ įskošan, at fųroyingar sjįlvir skulu standa fyri allari vega- og tunnilsgerš ķ landinum. Vķst veršur į, at higartil hevur Landsverkfrųšingsstovnurin havt įbyrgdina av ųllum teimum 14 tunnlunum, iš gjųrdir eru ķ Fųroyum, sjįlvt um privat byggifelųg gjųrdu partar av arbeišinum, serliga tey fyrstu įrini, og sķggja vit onga orsųk til at broyta hesa mannagongd. Landsstżrismašurin ķ vinnumįlum hevur eftir ųllum at dųma lagt seg eftir at beina fyri Landsverkfrųšingsstovninum – ein stovnur viš servitan og royndum į samferšsluųkinum.

Minnilutin heldur harafturķmóti, at taš er neyšugt at hesin tekniski stovnur veršur styrktur og fęr nżggjar avbjóšingar, soleišis at hann eisini framyvir kann standa fyri stųrri verkętlanum og til at višlķkahalda gjųrdu ķlųgurnar.

Tį iš landsstżrismašurin ķ samferšslumįlum, Finnbogi Arge, fųrir fram, at taš ikki letur seg gera at byggja tunnil undir Vestmannasundi uttan ķgjųgnum eitt partafelag, so er minnilutin avgerandi ósamdur ķ hesum.

Fylgjan av įskošan landsstżrismansins mį so vera tann, at einki stųrri arbeiši ķ framtķšini kann gerast, uttan at fyrst veršur stovnaš partafelag, iš so skal standa fyri ųllum arbeišum.

Sostatt kann ein ętlan um at byggja nżggjan "Smyril", sum ķ kostnaši veršur į hędd viš Vįgatunnilin, ikki fremjast, uttan at fyrst veršur stovnaš eitt partafelag til at standa fyri.

Minnilutin ivast ikki ķ, at viš Landsverkfrųšinginum sum byggiharra tryggjar ein best, at ašrar privatar, fųroyskar fyritųkur fįa partar av arbeišinum at gera.

Taš er trupult at skilja, hvķ samgongan hevur so stóran įhuga ķ at lata śtlendskar fyritųkur gera nógv av teimum arbeišum, sum taš almenna setir ķ verk. Her kann nevnast nżggja vaktarskipiš, skrokkurin til nżggju Sandoyarferjuna, og nś eisini Vįgatunnilin.

Taš tykist sum um landsstżriš og samgongan halda, at altjóšagerš (globalisering) skal merkja, at śtlendsk įhugamįl skulu verša alt meira rįšandi ķ fųroyskum vinnulķvi og verkętlanum.

Meirilutin ķ vinnunevndini hevur ķgjųgnum hesa verkętlan mųguleikan at venda hesi gongd, viš at lata fųroyingar sjįlvar gera tey arbeiši, sum mųguleiki er fyri at gera. Men minnilutin mį, hóast drśgva nevndarvišgerš, įsanna, at okkum ikki hevur eydnast at sannfųra meirilutan um tżdningin av, at fųroyingar sjįlvir koma ķ fremstu rųš, serliga innan ųki, har ongin ivi er um, at vit sjįlvir hava neyšugu royndirnar og fųrleikan.

Ķ vinnunevndini hava umboš javnašarflokksins hildiš fast viš, at fųroyingar sjįlvir skulu standa fyri hesum arbeiši. Men tį hetta sjónarmiš nś einans fęr undirtųku frį umbošum Javnašarfloksins ķ nevndini, sęr minnilutin onga meining ķ at seta broytingaruppskot fram.

2. višgerš 2. februar 2000. Broytingaruppskot frį meirilutanum til §§ 1, 7 og 9 samtykt 30-0-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 29-1-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 4. februar 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 30-1-0. Mįliš avgreitt.

Vms. j.nr. 1871-8/91
Lms. j.nr. 691-21/99
Ll. nr. 6/2000 frį 08.02.2000