Panting fyri skatt

 

8  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um panting fyri skatt

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. 2. višgerš
D. 3. višgerš

Įr 1999, 18. oktober, legši Karsten Hansen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot
til
lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um panting fyri skatt

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 28 frį 29. aprķl 1964 um panting fyri skatt verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 1 veršur oršaš soleišis:
  2. "§ 1. Panting fyri skatt, sum er įlķknašur eftir lųgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, veršur framd av persóni, iš stjórin į Toll- og Skattstovu Fųroya hevur heimilaš til tess."

  3. Ķ § 2 veršur "skat til amtskommunen" broytt til: "landsskatt".

§ 2

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd. Samstundis fer danski teksturin ķ lųgtingslóg nr. 28 frį 29. aprķl 1964 um panting fyri skatt śr gildi.

Almennar višmerkingar
Ķ sambandi viš skipan av Fķggjarmįlastżrinum er innkrevjing og panting av skatti, avgjųldum o.ų. viš gildi frį 1. mai 1998 flutt frį Fųroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Fųroya.

Lógargrundarlagiš varš ikki broytt ķ sambandi viš yvirflytingina, og ber hetta viš sęr, at heimildin til m.a. panting fyri skatt o.a. hevur veriš hjį Fųroya Gjaldstovu. Fyrr ķ įr vóršu broytingar gjųrdar ķ toll-, skatta- og avgjaldslógunum soleišis, at tęr heimildir, iš fyrr lógu hjį Fųroya Gjaldstovu višvķkjandi innkrevjing og panting, nś eru hjį Toll- og Skattstovu Fųroya.

Tęr lógarbroytingar, iš nś verša lagdar fyri Lųgtingiš, eru m.a. broytingar ķ lųgtingslóg um panting fyri skatt og um avgjųld ķ sambandi viš panting. Viš hesum lógarbroytingum fęr Toll- og Skattstova Fųroya heimild til at panta fyri skatt og at rokna avgjųld ķ sambandi viš panting.

Broytingarnar hava ongan meirkostnaš viš sęr.

Višmerkingar til tęr einstųku broytingarnar
Ad 1 og 2:
Hesar broytingar verša gjųrdar ķ sambandi viš, at innkrevjing og panting av skatti, avgjųldum o.ų. er flutt frį Fųroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Fųroya.

1. višgerš 21. oktober 1999. Mįliš beint beinleišis til 2. višgerš.

2. višgerš 26. oktober 1999. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 3. november 1999. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 29-0-0. Mįliš avgreitt.

Fms.j.nr. 3580-68/99
Lms.j.nr. 688-25/99
Ll. nr. 91/1999 frį 15/11-1999