Fyrispurningur um kunning um fullveldi

100-52 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, lųgmann, višvķkjandi kunning um eitt mųguligt fullveldi

 

Įr 2000, frķggjadagin 14. aprķl, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Edmund Joensen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevur landsstżriš ętlanir um av nżggjum at kunna fųroyingar um avleišingarnar av einum mųguligum fullveldi, nś fortreytirnar eru munandi broyttar?
  2. Um landsstżriš ikki sjįlvt ętlar at kunna fųroyingar av nżggjum um avleišingarnar av einum mųguligum fullveldi, eru so nakrar ętlanir um at lata andstųšuna fįa burtur av jįttanini til sjįlvstżrismįl, so at andstųšan kann śtvega fųroyingum upplżsingar, sum samsvara viš nżggju stųšuna?

Višmerkingar:

Ķ sambandi viš taš sonevnda fullveldismįliš hava fųroyingar fingiš nógva einsķšuga kunning, bęši viš Hvķtubók, Caragata įlitinum og ikki minst į herferšini kring um ķ landinum, sum landsstżriš skipaši fyri ķ sambandi viš, at Hvķtabók kom śt. Eisini er internetiš brśkt til hesa einshįttašu kunning, og fjųlmišlarnir hava somuleišis veriš nógv nżttir.

Ųll henda kunning byggir į ta fortreyt, at bśskaparliga skiftistķšin veršur 15 - 20 įr, og at fųroyingar varšveita danska rķkisborgararęttin. Viš ųšrum oršum skal alt halda fram sum higartil.

Samlaša nišurstųšan hjį landsstżrinum av hesi kunning hevur tķ veriš, at avleišingarnar av eini mųguligari loysing verša ikki so ógvisligar (hóast Hvķtabók og ašrar frįgreišingar vķsa į bęši fólkafrįflyting, stór afturstig fyri bśskapin og munandi lękking av livistųšinum). So at siga ųll ręttindi skulu sambęrt landsstżrinum halda fram sum higartil, umframt at vit fįa fleiri nżggj ręttindi.

Umleiš 12 mió. kr. eru avsettar til sjįlvstżrismįl, har ķmillum kunningina, sum ųll byggir į įšurnevndu fortreytir.

Men longu į fyrsta samrįšingarfundi viš donsku stjórnina fingu fųroyingar greitt at vita, at fortreytirnar verša als ikki tęr, sum landsstżriš hevur roknaš viš og greitt Fųroya fólki frį ķ allari sķnari kunning. Skiftistķšin veršur 3 – 4 įr, og fųroyingar missa danska rķkisborgararęttin og ųll tey ręttindi, iš hesin gevur.

Spurnaroršaskiftiš ķ Fólkatinginum vķsti eisini, at danska stjórnin hevur breiša undirtųku ķ Fólkatinginum fyri hesum sjónarmišum.

Tķ eiga fųroyingar at verša kunnašir umaftur, so at fólkiš fęr at vita, hvųrjar tęr veruligu avleišingarnar verša av eini mųguligari loysing.

Um landsstżriš ikki ętlar at gera hesa kunning, eigur andstųšan at fįa part av jįttanini til hetta endamįl, tķ taš kann undir ongum umstųšum góštakast, at Fųroya fólk ikki fęr sannleikan at vita.

Į tingfundi 26. aprķl 2000, varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast

Į tingfundi 11. mai 2000 svaraši Anfinn Kallsberg, lųgmašur, fyrispurninginum soleišis

Svar:

Til 1:

Landsstżriš hevur lagt stóran dent į at skipa fyri upplżsing um sjįlvstżrismįliš. Vit hava sett
fakfólk at gera kanningar, sum allar eru almannakunngjųrdar, vit hava skipaš fyri einum hópi av fundum, og vit hava gjųrt eina heimasķšu viš upplżsingum um mįliš.

Hetta hevur landsstżriš gjųrt, tķ vit halda taš vera okkara fólkaręšisligu skyldu at syrgja fyri, at fólk fęr eitt so gott innlit sum gjųrligt ķ tey krųv taš setir, um fųroyska tjóšin skal taka viš teirri fullu įbyrgdini av sķnum landi.

Men vit fara sjįlvsagt ikki at broyta kunningina grundleggjandi orsakaš av at danska stjórnin nś hevur almannakunngjųrt sķtt samrįšingarśtspęl.

Vit eru ķ eini samrįšingarstųšu. Vit vita ikki hvussu tann endaligi sįttmįlin fer at sķggja śt, fyrr enn hann er lišugur. Taš ber heldur ikki til at siga nakaš neyvt um avleišingarnar, fyrr enn samrįšingarnar eru fųrdar į mįl.

Til 2:

Sum vķst į ķ fyrra svarinum, heldur landsstżriš taš ikki vera rętt at fara at kunna av nżggjum orsakaš av at danska stjórnin hevur almannakunngjųrt eitt samrįšingarśtspęl.

Vit hava heldur ongar ętlanir um at lata andstųšuni į tingi almennan pening til eina kunningarherferš. Taš er landsstżriš sum stendur fyri fullveldisętlanini og samrįšingunum viš donsku stjórnina, og vit kunna um hetta so nógv sum gjųrligt. At latiš politiskum flokkum – taš veriš seg andstųšuflokkum ella samgonguflokkum – pening til at kunna um arbeišiš hjį landsstżrinum, hevši veriš brot į allar sišvenjur.

Men tį sįttmįlin er undirskrivašur, er kortini ętlanin, at vit ķ sambandi viš lógaruppskotiš um fólkaatkvųšuna eisini fara at leggja fram eitt uppskot um eykajįttan til stušul til flokkar og fylkingar, sum ynskja at kunna upp til fólkaatkvųšuna.

Orsųkin til hetta er, at tį sįttmįlin er lišugur, er arbeišiš hjį landsstżrinum lišugt, og lųgtingiš og Fųroya fólk skal taka stųšu. Hendan avgerš fer at byggja į politiska stųšutakan, og kunningin upp undir fólkaatkvųšuna veršur tķ meira politisk enn faklig. Tķ eiga tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ķmóti, at hava eins góša atgongd til almennan pening.

Mįliš avgreitt.