Fyrispurningur um starvsfólk til fullveldisętlan

100-40 Fyrispurningur til Hųgna Hoydal, landsstżrismann, višvķkjandi starvsfólkum ķ sambandi viš fullveldisętlan landsstżrisins

 

Įr 2000, frķggjadagin 7. aprķl, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Hešin Mortensen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu nógv fólk eru - og hava veriš ķ starvi hjį landsstżrinum ķ sambandi viš
  2. fullveldisętlanina ?

  3. Eru fólk sett ķ starv ķ Danmark fyri at gera PR-arbeiši fyri fullveldinum ?
  4. Hvat er endamįliš hjį landsstżrismanninum ķ sambandi viš internet-herferšina ?
  5. Kann landsstżrismašurin upplżsa fyri tinginum, hvat fullveldisętlanin higartil hevur kostaš, og hvussu nógv hon ķ framtķšini fer at kosta ?
  6. Hevur landsstżriš ętlanir um at geva andsstųšuni sama mųgulleika, at kunna um alternativar mųguleikar til fullveldisętlanina (her veršur hugsaš um tekniskar- og fķggjarligar mųguleikar)?
  7. Hvųr skal hava atkvųšurętt į fólkaatkvųšuni um framtķšarstųšu Fųroya?

Višmerkingar:

Mešan nógv tiltrongd arbeiši her į landi liggja į lįni, veršur nógv arbeišsorka lųgd ķ fullveldisętlan landsstżrisins.

Ķ innganginum til Hvķtubók og ķ fylgibindunum verša yvir 30 navngivnir persónar nevndir, sum hava veriš viš ķ arbeišinum ķ sambandi viš śtgįvuna av Hvķtubók, og harumframt verša 8 nųvn nevnd į śtlendskum serfrųšingum, sum bśskaparnevndin hevur rįšfųrt seg viš.

Aftanį at Hvķtabók var śtkomin (og tvęr feršir umsett til danskt), kom eitt ķskoyti til bśskaparpartin, sum var gjųrt į Hįskóla Ķslands. Hvussu nógv arbeišsorka varš lųgd ķ hetta verk, er ilt at siga, men tilfariš varš ikki almannakunngjųrt fyrr enn 25. november viš teirri grundgeving, at taš var ikki lišugt til śtgįvudagin av Hvķtubók, sum var 1. september.

Caragata įlitiš er skrivaš av trimum serfrųšingum, harav tveir koma śr New Zealandi, ķmešan tann triši arbeišir ķ Texas. Hesir hava veriš minst tvęr feršir ķ Fųroyum ķ sambandi viš arbeišiš at skriva og leggja fram Caragata įlitiš.

Ķ fororšunum takka teir hjįlparfólki śr Fųroyum, Ķslandi, New Zealandi, Bretlandi og śr USA fyri hjįlpina, og teir nevna 48 navngivnar persónar.

Grundlógarnevndin hevur higartil havt 11 fundir viš allari nevndini, umframt uml. 25 bólkafundir ķ teimum 8 bólkunum, sum eru undir grundlógarnevndini. Harumframt koma fundirnir, sum hava veriš millum formannin og skrivaran ķ nevndini, og eisini hevur veriš skipaš fyri evnisdegi ķ Noršurlandahśsinum fyri limirnar ķ grundlógarnevndini.

Umframt hetta hevur veriš skipaš fyri rįšstevnu fyri smįtjóšir viš śtlendskum fyrilestrahaldarum, og ķ morgunsendingini hjį śtvarpinum var fyri stuttum tosaš viš mann, sum segši seg arbeiša į fųroysku višskiftastovuni ķ Keypmannahavn, har hann var "PR-mašur hjį landsstżrinum".

Nżggj heimasķša į internetinum er gjųrd um fullveldiš. Eisini hetta kostar pengar – bęši at gera, og ikki minst at leggja upplżsingar innį.

Landsstżriš hevur veriš ķ Danmark į samrįšingaferš, har 17 fólk vóru viš – umframt ein landsstżrismašur, sum ikki luttók ķ samrįšingunum. Og nś fara trż landsstżrisfólk saman viš embętisfólki nišur at "kunna" Fólkatingiš um fullveldismįliš.

Fyri uttanlandsnevndini er upplżst, at umleiš 50 fólk hava veriš viš ķ fullveldisarbeišinum. Stórur partur av hesum fólkum hava ikki arbeitt viš fullveldisętlanini burturav, og tķ kundi veriš įhugavert at fingiš at vita, um lųnarśtreišslurnar hjį hesum fólkunum hava veriš roknašar sum śtreišsla ķ sambandi viš fullveldismįliš, ella um tęr hava veriš bókašar sum śtreišsla hjį teirra dagliga arbeišsplįssi?

Eisini kundi veriš įhugavert at fingiš at vita, um rįšstevnan um smįtjóšir er ķroknaš prķsin, sum fullveldisętlanin hevur kostaš?

Landsstżrismašurin hevur fyrr sagt, at andstųšan eisini hevur fingiš sķni sjónarmiš viš į heimasķšu landsstżrisins um fullveldi. Men her er talan um sjónarmiš, sum landsstżriš sjįlvt hevur valt. Tķ kundi veriš įhugavert at fingiš at vita, um andstųšan fer at fįa mųguleika til sjįlv at leggja sķni sjónarmiš śt į hesa heimasķšu?

Eisini kundi veriš įhugavert at fingiš at vita, hvķ Caragata įlitiš og "ķslendsku tųlini" ikki verša nevnd į heimasķšuni um fullveldiš.

Annars tykist taš lųgiš, at nś, minni enn trķggjar mįnašir įšrenn samrįšingarnar viš donsku stjórnina skulu verša lidnar, veit landsstżriš framvegis ikki, hvųr fer at hava atkvųšurętt til fólkaatkvųšuna.

Į tingfundi 7. aprķl 2000 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 5. mai 2000 svaraši Hųgni Hoydal, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis

Svar

Fyrispurningurin er ķ stóran mun uppafturtųka av tķ, sum hįttvirdi tingmašurin įšur hevur spurt undirritaša ķ munnligum fyrispurningi fyri fįum vikum sķšani, so vónandi kemur taš ikki óvart į, um svarini eru į leiš tey somu.

  1. Hvussu nógv fólk eru - og hava veriš ķ starvi hjį landsstżrinum ķ sambandi viš fullveldisętlanina ?
  2. Beinleišis starvssett:
    2 fólk eru beinleišis starvssett hjį landsstżrinum ķ sambandi viš sjįlvstżrismįl.
    Afturat hesum er 1 starvsfólk keypt leyst til at arbeiša viš sjįlvstżrismįlum svarandi til eitt hįlvt įrsverk.

    Harafturat kemur so fulltķšarstarviš sum grundlógarnevndarskrivari.

    Tey, iš annars arbeiša viš sjįlvstżrismįlum:
    Afturat hesum eru 8 embętisfólk į Lųgmansskrivstovuni, sum – orsakaš av teirra arbeišsųki ķ umsitingini – meira og minni arbeiša viš sjįlvstżrismįlum. Ein teirra - sum eisini frammanundan hevši višurskiftini viš Danmark sum hųvušsarbeišsųki - nżtir stųrsta partin av arbeišsorku sķni til sjįlvstżrismįl, ein nżtir okkurt um helvtina av arbeišsorku sķni til sjįlvstżrismįl, mešan hini 6 nżta vęl minni enn helvtina av arbeišsorku sķni til sjįlvstżrismįl.

    Hųgt sett kann sostatt verša mett, at tann orka, sum hesar seinastu mįnaširnar er nżtt til sjįlvstżrismįl, svarar til, at 5 fólk arbeiša burturav viš sjįlvstżrismįlum.

    Tį spurt veršur um, hvussu nógv fólk hava veriš ķ starvi hjį landsstżrinum ķ sambandi viš fullveldisętlanina, kann eg leggja afturat omanfyristandandi, at ongin, sum hevur veriš ķ starvi hjį landsstżrinum ķ sambandi viš fullveldisętlanina, er farin ķ annaš starv, so tey, sum omanfyri er greitt frį, eru tey sum – alt ķroknaš – hava veriš ķ starvi hjį landsstżrinum ķ sambandi viš fullveldisętlanina.

    Spyrjarin nevnir ķ višmerkingunum til spurningarnar tey fakfólkini, sum vóru ķ nevndunum ķ sambandi viš arbeišiš viš Hvķtubók.

    Verša ųll hesi roknaš viš, ber til at koma fram til stórt tal av fólki; men hesi hava ikki veriš beinleišis ķ starvi hjį landsstżrinum. Tvųrturķmóti vóru nevndarlimirnir settir ķ ymsum privatum stųrvum og ķ almennum stųrvum. Hartil hava śtlendskir serfrųšingar gjųrt arbeiši og śtgreiningar ķ sambandi viš Hvķtubók og samrįšingarfyrireikingar annars.

    Arbeišiš višvķkjandi fyrisitingarpartinum var eitt sindur ųšrvķsiš skipaš. Ikki bar til at seta óheft fakfólk til hetta arbeišiš, tķ tey sum hųvdu neyšuga innlitiš, vóru tey sum sótu viš ųkjunum. Her var ongin beinleišis settur ķ starv, men taš sum vit endurrindašu ųšrum ašalstżrum fyri arbeišiš, sum ikki kundi verša hildiš innanfyri vanligu karmarnar, var undir 300.000 kr, sum man svara til kostnašin av einum įrsverki. – Eyšvitaš var arbeitt meira enn hetta viš at framleiša tilfariš til tęr 375 sķšurnar, men ikki ber til at talseta hetta bert so nųkulunda; millum annaš tķ at hetta er arbeiši, sum ašalstżrini eisini sjįlvi hųvdu įhuga ķ at fįa framt.

    Spyrjarin nevnir somuleišis ķ višmerkingunum sonevndu "ķslendsku tųlini". Taš liggur ķ slķkari grundgransking, at illa ber til at gera upp, hvussu nógv arbeišsorka er lųgd ķ jśst ķslendsku tųlini, tķ at ķslendsku granskararnir bygdu metingarnar į ein myndil av ķslendska bśskapinum, sum teir hųvdu arbeitt viš ķ fleiri įr. Vit rindašu Hįskula Ķslands 100.000-kr (fųroyskar) fyri arbeišiš, og taš stendur helst so nųkulunda mįt viš ta orku og servitan, teir hava lagt ķ arbeišiš.

    Spyrjarin hugleišir eisini ķ hesum hųpi um Caragata įlitiš. Caragata įlitiš er ikki bliviš til sum partur av sjįlvstżrismįlum - hvųrki heilt ella lutvķs. Taš er ikki landsstżriš, men landsstżrismašurin ķ vinnumįlum, sum sjįlvur hevur tikiš stig til hetta arbeišiš, og taš er fķggjaš śr Vinnumįlastżrinum.

  3. Eru fólk sett ķ starv ķ Danmark fyri at gera PR-arbeiši fyri fullveldinum ?
  4. Nei, onki fólk er sett ķ starv ķ Danmark fyri at gera PR-arbeiši fyri fullveldinum.

    Ķ sambandi viš fyrsta samrįšingarfundin millum stjórnina og landsstżriš komu ógvuliga nógvir fyrispurningar frį fjųlmišlum sum hava fólk ķ Keypmannahavn og sendistovum ķ Keypmannahavn um ętlan landsstżrisins og um fųroysk višurskifti annars. Fyri at kunna hava eina nųktandi kunning fyri hesum fólkum varš gjųrt av, at eitt starvsfólk į uttanlandsdeildini skuldi starvast į Fųroysku Višskiftastovuni ķ Keypmannahavn eitt skifti.

    Hetta starvsfólk fer eisini at vera į Višskiftastovuni uppundir og eftir nęsta fund – og annars eftir tųrvi.

    Starvsfólkiš rųkir eisini ašrar uppgįvur enn kunning fyri śtlendingum. Mųguleikarnir fyri samskifti ķ dag gera, at tś ikki nżtist at sita į eini įvķsari skrivstovu fyri at kunna rųkja dagligar uppgįvur.

    Annars kann eg leggja afturat, at fųroysku višskiftastovurnar altķš hava havt sum endamįl at kunna um Fųroyar og fųroysk mįl. Hetta er ķ so mįta ikki ųšrvķsi enn uppgįvurnar, sum umbošsstovur hjį ųšrum londum rųkja.

  5. Hvat er endamįliš hjį landsstżrismanninum ķ sambandi viš internetherferšina?
  6. Landsstżriš hevur latiš gera eina upplżsandi heimasķšu um fullveldisętlanina. Eg haldi ikki at hetta kann nevnast ein "internetherferš".

    Sum greitt frį ķ višmerkingunum til fķggjarlógirnar hevur alla tķšina veriš ętlanin at skipa fyri upplżsing ķ sambandi viš ętlašu broytingarnar, soleišis at folk fįa nżtt sķn demokratiska rętt til at fylgja vęl viš ķ hesum tżšandi mįli. Afturvendandi atfinningarnar frį andstųšuni um at ov lķtiš er kunnaš, hava styrkt okkum ķ sannfųringini um, at rętt er at leggja doyšin į at kunna sum mest.

    Av tķ at internetiš er ein smidligur, skjótur og bķligur hįttur at rųkka langt viš upplżsing, hevur landsstżriš latiš gera eina heimasķšu, har kunnaš veršur um sjįlvstżrismįliš. Adressan er www.fullveldi.fo.

    Her er fyrst og fremst talan um upplżsing frį landsstżrinum, og tķ er eyšsęš, at taš fyrst og fremst eru landsstżrisins sjónarmiš og kunning um arbeišiš viš sjįlvstżrismįlum, sum eru at finna į heimasķšuni.

    Hetta er ikki ųšrvķsi enn heimasķšurnar hjį ųšrum stjórnum. Į heimasķšuni hjį forsętismįlarįšnum finnur tś tilfar um politikkin hjį donsku stjórnini og rųšur og greinar hjį Poul Nyrup Rasmussen.

    Ķ mun til ašrar heimasķšur hjį stjórnum hava vit kortini lagt dent į, at fólk skulu fįa eina fullfķggjaša mynd av tķ, sum hendir ķ sjįlvstżrismįlinum, og tķ eru eisini sjónarmišini hjį andstųšuflokkunum at finna į heimasķšuni, eins og slóšir eru til heimasķšur hjį bęši Javnašar- og Sambandsflokkinum.

    Spyrjarin metir ķ višmerkingunum, at taš kostar nógv at leggja upplżsingar śt į heimasķšuna, og at hon hevur veriš dżr at gera.

    Įšrenn heimasķšan varš gjųrd, bóšu vit um tilboš frį fleiri fyritųkum. Vit tóku av tilbošnum frį eini fųroyskari fyritųku, sum beyš sęr at gera forrit til eina heimasķšu um fullveldisętlanina į bęši fųroyskum, donskum og enskum og forrit til eina heimasķšu um grundlógararbeišiš fyri tilsamans 62.000 krónur viš MVG.

    Heimasķšurnar eru soleišis gjųrdar, at embętisfólk ķ landsstżrinum lęttliga sjįlvi kunnu leggja tilfar śt į sķšurnar. Einki veršur rindaš fyri hetta.

    Taš ber eisini til at seta landsstżrinum spurningar į heimasķšuni. Embętisfólk svara hesum spurningum um teir eru av fakligum slag, og landsstżriš svarar, um teir eru av politiskum slag.

    Tilfariš, sum er lagt śt į heimasķšurnar, er annars fyri mesta partin tilfar, sum er skrivaš til onnur endamįl. Lķtiš tilfar veršur skrivaš bert til at leggja į heimasķšuna.

    Samanumtikiš er at siga, at internetiš eftir landsstżrisins tykki kann vera eitt bęši gott og bķligt amboš til tess at rųkja tann partin av fólkaręšinum, sum snżr seg um almenna upplżsing og samskiftiš millum myndugleikar og borgarar. Tó hevur internetiš sjįlvsagt avmarkingar, tķ at internetbrśkararnir eru avmarkašir og at tķskil ųll ikki hava eins góša atgongd til upplżsingarnar.

    Višvķkjandi teimum sonevndu "ķslendsku tųlunum", sum vóru gjųrd ķ sambandi viš Hvķtubók, so eru tey at finna į heimasķšuni undir slóšini "Tak nišur".

    Caragata-įlitiš er ikki į heimasķšuni um fullveldisętlanina, tķ Caragata-įlitiš sum nevnt ikki er partur av hesi ętlan.

  7. Kann landsstżrismašurin upplżsa fyri tinginum, hvat fullveldisętlanin higartil hevur kostaš, og hvussu nógv hon ķ framtķšini fer at kosta ?
  8. Ķ fķggjarįrinum 1998 vóršu 463.000 kr nżttar til sjįlvstżrismįl
    Ķ fķggjarįrinum 1999 vóršu 5.441.000 kr nżttar til sjįlvstżrismįl.
    Ķ figgjarįrinum 2000 eru 487.714 kr higartil nżttar.
    Ķ įr eru annars jįttašar 5,08 milliónir kr til sjįlvstżrismįl. Hetta er ein hįlv millión – ella 10 % - minni enn bišiš varš um, so vęntandi er, at ųll jįttanin veršur nżtt ķ įr, tó at avlop var undanfarnu įrini.

    Sjįlvstżrismįl hava sostatt higartil kostaš 6.487.714 kr; mešan ųkiš viš įrslok fer at hava kostaš 10.984.000 kr. hesi 3 įrini tilsamans.

    Heruppiķ eru śtreišslur til grundlógarnevndina, śtreišslurnar til Microstates- rįšstevnuna, sum spurt veršur um, og parturin hjį sjįlvstżrismįlum ķ sambandi viš Śtbśgvingarpolitikknevndarįlitiš.

    Hvat sjįlvstżrismįl fara at kosta framyvir, veldst um, hvussu leikur fer, so eg haldi ikki, eg enn kann koma viš ašrari meting enn henni sum er į fķggjarlógini, taš vil siga 5.084.000 kr hvųrt av įrunum 2001 og 2002.

    Greitt er, at taš fer at kosta nakaš, at fyrireika at ymisku ųkini koma undir fųroyskt mįlsręši, men akkurįt hvųr kostnašurin veršur, veldst nógv um, hvussu vit skipa fyrireikingina.

    Taš stendur tó fast, at fólkaatkvųšan fer at kosta okkurt um eina millión afturat. Hetta er taš, sum lųgtingsval plaga at kosta.

    Samanumtikiš heldur landsstżrismašurin, at arbeišiš viš sjįlvstżrismįlum hevur veriš skipaš į bķligasta hįtt, og at śrslit eru fingin, sum hava stórt virši. Uttan mun til, hvųr stųšan er til fullveldisętlanina hevur Hvķtabók viš fylgibindum greinaš śt allar lųgfrųšisligar og sųguligar spurningar ķ samandi viš rķkisręttarligu stųšu Fųroya. Ein fullfķggjarš lżsing er gjųrd av fųroysku fyrisitingini og samstarvinum viš danskar myndugleikar. Og bśskaparliga er eitt arbeišiš gjųrt, sum hevur stórt upplżsingarvirši, śtgreiningar og nógv tilmęli um bśskaparpolitikk. Hartil er įlitiš um śtbśgving og gransking partvķs fķggjaš av jįttanini til sjįlvstżrismįl.

    Grundlógarnevndin og ein ręttarskipanarnevnd fara eisini at leggja śrslit į boršiš, iš hava stór virši, og ongantķš eru gjųrd įšur.

    Viš at brśka hįttin nevndararbeiši og keypa śtlendska serfrųši, er hetta ivaleyst arbeišir, iš lęttliga kundu havt kostaš munandi meira, um fariš varš ųršvķsi fram viš nógvum starvsetanum, stórari fyrisiting o.s.fr.

    Ķ mun til onnur nevndararbeiši og nevndarįlit, iš eru gjųrd, hevur kostnašurin av arbeišinum viš prenting av įlitum o.ų. veriš sera rķmiligur.

  9. Hevur landsstżriš ętlanir um at geva andstųšuni sama mųguleika, at kunna um alternativar mųguleikar til fullveldisętlanina (her veršur hugsaš um tekniskar- og fķggjarligar mųguleikar)?
  10. Taš er landsstżrisins įbyrgd at kunna um sķni politisku mįl. Taš er ikki landsstżrisins įbyrgd at leggja til ręttis ella fķggja kunning um onnur mįl enn tey, landsstżriš stendur fyri.

    Men kortini er ętlanin, at saman viš lógaruppskotinum um fólkaatkvųšuna veršur eitt uppskot um eykajįttan til stušul til flokkar og mųguligar felagsskapir, sum ynskja at kunna upp til fólkaatkvųšuna, so her fara tey sum eru fyri og tey sum eru ķmóti at hava eins góšar mųguleikar.

  11. Hvųr skal hava atkvųšurętt į fólkaatkvųšuni um framtķšarstųšu Fųroya?
    Hetta er ein spurningur, sum lųgtingiš ger av. Landsstżriš fer at leggja uppskot til lóggįvu fyri tingiš um fólkaatkvųšu, har įsetingar verša gjųrdar um hetta. Spurningurin er ikki endaliga višgjųrdur og ymiskar meiningar eru ķ landsstżrinum um, hvat uppskotiš skal vera. Eisini eru nógvir lųgfrųšisligir trupulleikar tengdir at hesum. Tį landsstżriš er spurt um hetta hava vit svaraš, at taš mest sannlķka er, at taš vera tey somu sum tey, iš hava atkvųšurętt til lųgtingsval.

Mįliš avgreitt.