Fyrispurningur um nýggju fólkaskúlalógina

100-29 Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viđvíkjandi nýggju fólkaskúlalógini

 

Ár 2000, týsdagin 21. mars, bođađi formađurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, lřgtingsmanni, sum var soljóđandi:

Fyrispurningur 

  1. Heldur landsstýrismađurin tađ vera rćtt og hóskiligt, at lógarásettar uppgávur í fólkaskúlanum verđa gjřrdar upp sum partur av lřnar- og sáttmálasamráđing?
  2. Um so er, hvřrjar kundi talan veriđ um?
  3. Er landsstýrismađurin nřgdur viđ, at lógarábyrgdarřki hansara stendur og fellur viđ, hvussu avvarandi fakfelag hepnast í eini lřnarsamráđing?
  4. Heldur landsstýrismađurin tađ kann virka niđurbrótandi fyri fakfelagsarbeiđi, tá iđ tađ skal stríđast fyri at útfylla eina lóg, sum tingiđ hevur samtykt?
  5. Í hvřnn mun heldur landsstýrismađurin verkfalliđ í fólkaskúlanum vera ein politiskan trupulleika ella ein fakfelagstrupulleika?
  6. Um so er, at fólkaskúlalógini verđur ikki lív lagađ, heldur landsstýrismađurin so, at frćgast hevđi veriđ at fariđ aftur til gomlu lógina?
  7. Ella hevur landsstýrismađurin í hyggju at strika tćr greinar, sum ikki ber til at rřkja viđ verandi játtan?
  8. Ella ćtlar hann at koma í tingiđ viđ umbřn um neyđugu játtanina?

Viđmerkingar:

Tá Lřgtingiđ í 1997 viđgjřrdi nýggju fólkaskúlalógina, gjřrdu Fřroya Lćrarafelag, Tórshavnar Skúlaráđ, lřgtingslimir og onnur vart viđ, at nýggja lógin fór at kosta vćl meira, enn hildiđ var.

Í sambandi viđ viđgerđina av uppskoti til fíggjarlřgtingslóg sendir fíggjarnevndin sambćrt § 24, stk. 3, í tingskipanini tćr einstřku greinarnar av uppskoti til lřgtingsfíggjarlóg til ummćlis hjá sernevndunum. Talan er bara um ummćlisrćtt, og kunnu nevndirnar ikki gera uppskot til broytingar í teim upphćddum, sum ásettar eru. Í ummćli sínum til fíggjarnevndina av § 7 í uppskoti til lřgtingsfíggjarlóg fyri 2000 vístu limirnir í mentanarnevndini millum annađ á, at tey vćntađu ikki, at játtanin til fólkaskúlan fór at halda, skuldi fólkaskúlalógin haldast.

Í svari sínum til mentanarnevndina sigur landsstýrismađurin: "Hóast umbřnir og frágreiđingar í sambandi viđ řkta virksemiđ á fólkaskúlařkinum viđ nýggjari lřgtingslóg um fólkaskúlan umframt lřnarvřkstur, so fekk landsstýrismađurin ikki lagađ fíggjarkarmin fyri ár 2000 í nóg stóran mun til řkta virksemiđ, sum ćtlađ í fólkaskúlanum".

Fíggjarnevndin tekur til eftirtektar tađ, sum mentanarnevndin hevur víst á, og spyr landsstýrismannin um hesi somu viđurskifti. Landsstýrismađurin svarđar fíggjarnevndini orđarćtt tađ sama, sum mentanarnevndini, og leggur afturat , "Tí er fólkaskúlin noyddur at seta sítt virksemi hareftir. Viđ teimum fortreytum, sum liggja til grund fyri fíggjarćtlanini, fer játtanin ćtlandi at halda".

Sostatt er ilt at skilja, hví landsstýrismennirnir báđir, Signar á Brúnni og Karsten Hansen, lata foreldur og nćmingar vera offur í einum stríđi, tá teir eftir řllum at dřma ikki halda seg vera fřrar fyri at skapa líkindi fyri nýggju fólkaskúlalógini.

At fólkaskúlin fór at verđa raktur av verkfalli, mundi fyri tey flestu vera óhugsandi. Eisini hetta er sřguligt fyribrygdi.

Nú verkfalliđ er fariđ inn í triđju vikuna, og eingi tekin eru um, at samráđingar verđa tiknar uppaftur í brćđi, er tađ rímiligt at spyrja um hesi viđurskifti.

Á tingfundi 22. mars 2000 varđ samtykt uttan atkvřđugreiđslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. apríl 2000 svarađi Hřgni Hoydal, landsstýrismađur, fyrispurninginum soleiđis:

Svar 

Í fyrispurninginum verđa settir fram 8 spurningar, sum verđa svarađir í teirri rřđ, teir eru settir. Samanumtikiđ skal kortini sigast, at landsstýrismađurin heldur tađ vera ein heldur óheppin siđvenja, at seta fram fyrispurningar um eina áleikandi arbeiđsósemju, iđ dregur partapolitikk og fakfelagspolitikk inn á ting, međan samráđingar skulu fara fram. Orsakađ av, at allir spurningarnir eru beinleiđis politiskir og ikki umsitingarligir, var neyđugt at biđja um longda freist til tess at svara fyrispurninginum nřktandi politiskt hjá nýsetta landsstýrismanninum. Talan hevur sostatt als ikki veriđ um vantandi áhuga ella innlit í máliđ, sum fřrt hevur veriđ fram fyri almenninginum.

1.

Landsstýrismađurin í undirvísingar- og mentamálum hevur gjřrt samráđingarpartarnar varugar viđ, at lógarásettar uppgávur í fólkaskúlanum og lógarásettar uppgávur skulu ikki verđa tengdar beinleiđis upp í sáttmálasamráđingarnar millum Fíggjarmálastýriđ og Fřroya Lćrarafelag. Hetta hevur Fíggjarmálastýriđ - lřnardeildin - tikiđ til eftirtektar.

Talan tykist vera um ávísar misskiljingar um hetta mál. Tađ er ábyrgdin hjá landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum at tryggja, at tćttirnir í nýggju fólkaskúlalógini verđa settir í verk á einstřku skúlunum. Og tađ er landsstýrismansins uppgáva at tryggja, at neyđugu fíggjarligu og arbeiđsligu karmarnir eru til stađar, so undirvísingin kann fremjast. Hetta verđur gjřrt viđ kunngerđum, rundskrivum og um umsiting og samskifiti millum fyrisiting, skúlar, skúlanevndir og kommunur.

Til hetta stendur landsstýrismađurin til svars mótvegis lřgtinginum, og tađ er lřgtingiđ, iđ játtar lógarkarmar og fíggjarkarmar til fólkaskúlařkiđ, sum landsstýrismađurin skal halda seg til.

Landsstýrismađurin hevur tikiđ stig til at gera eina gjřgnumlýsing av fólkaskúlalógina umsitingarliga og gjřrt eina ćtlan fyri, hvussu tćttirnir í nýggju fólkaskúlalógin kunnu fáast at virka til fulnar. Hetta vil landsstýrismađurin eisini fegin gera í neyvum samskifti viđ Fřroya Lćrarafelag, skúlaleiđslur, skúlanevndir, og kommunur.

2.

Sjálvsagt eiga veruligu starvsviđurskiftini, arbeiđstíđin og arbeiđsuppgávurnar at vera lýstar til fulnar. Tađ er grundarlag fyri at gera rćttvísar og nřktandi sáttmálar. Hetta hevur helst vantađ undir gomlu fólkaskúlalógini og nú eisini undir teirri nýggju. Ein arbeiđsbólkur viđ umbođum frá řllum přrtum skuldi havt veriđ liđugur at lýsa hetta řkiđ, áđrenn sáttmálin fór úr gildi í ár, men hetta eydnađist tíverri ikki. Men tađ átti ikki at veriđ so trupult at gjřrt hetta, um partarnir hřvdu sitiđ viđ samráđingarborđiđ, og Undirvísingar- og Mentamálastýriđ vil gera alt fyri at fáa hetta lýst í sátt og semju.

3.

Sum landsstýrismađur í undirvísingar- og mentamálum eri eg ikki nřgdur viđ ta gongd og avleiđingar, sum lřnarsamráđingarnar hava fingiđ. Gongd og avleiđingar standast m.a. av, at lógarásettu uppgávurnar og kostnađur av eini lřgtingslóg sum heild eru tengdar upp í lřnarsamráđingarnar.

Fremsta mál landsstýrismansins er at tryggja, at fólkaskúlin virkar til fulnar fyri tey sum starvast har og varđa av honum, og at nćmingar fáa ta undirvísing, teir hava krav uppá.

    4.

    Tađ er sera fremjandi, at eitt yrkisfelag ger vart viđ seg, tá iđ talan er um at fáa karmarnar í eini lóg til veruligt innihald. Fřroya Lćrarafelag hevur frá fyrsta degi virkađ fyri fólkaskúlan sum heild, og tađ eigur felagiđ stóran heiđur fyri.

    Men tađ at fylla lógina út, at umsita lógina, tryggja neyđugt fíggjarligt grundarlag, og hava ábyrgd fyri, at hon virkar, eigur ikki at verđa tengt upp í sáttmálasamráđingar.

    Verđur hetta gjřrt, er tađ eftir mínum tykki sera vandamikiđ fyri bćđi stýrisskipan og alla politiskari ábyrgd. Landsstýrismađurin kann ikki binda seg mótvegis einum triđja parti viđvíkjandi lóggávuni, umsitingini og fíggingini sum heild. Tá stendur landsstýrismađurin ikki til ábyrgd mótvegis lóggávuvaldinum.

    Hartil er tađ eftir mínum tykki serstakliga vandamikiđ fyri almenna arbeiđsmarknađin og vunnin rćttindi hjá fakbólkum at reisa slík fordřmi. Fakfelřgini skulu tryggja í sáttmálum, at hvřr tann, sum settur verđur eftir sáttmálanum, fćr ávísa lřn, ávís rćttindir fyri ávísar arbeiđsuppgávur og skyldur, sum arbeiđsgevarin áleggur. Um hetta verđur tengt beinleiđis at greinum í eini lóg fyri til dřmis fólkaskúlan – t.e. at tann og tann lógargrein verđur tulkađ at kosta so og so nógv og gevur tađ og tađ til tann setta – so virkar arbeiđsmarknađurin ikki. So kann lřgtingiđ jú í prinsippinum broyta lógina aftur, og so mugu fakbólkar niđur í lřn ella upp í arbeiđstíđ.

    Minnast má til, at landsstýriđ er arbeiđsgevari hjá teimum alment settu – ikki Lřgtingiđ. Lřgtingiđ er arbeiđsgevari hjá landsstýrinum og skal halda eftirlit viđ, at landsstýriđ útinnir lógirnar á fullgóđan hátt.

    Tí kann henda ósemjan gerast sera biđurbrótandi fyri fakfelagsarbeiđi, um viđurskiftini ikki verđa sundurskild.

5.

    Landsstýrismađurin vísir til svariđ til spurning 4. Talan er júst um, at ein politiskur trupulleiki um nýggju fólkaskúlalógina er tengdur saman viđ fakfelagsspurningar. At so nógvir ymiskir trupulleikar eru vavdir saman, er helst ein hřvuđsorsřkin til, at henda ósemja hevur veriđ alt ov drúgv.

    At sáttmálasettu lćrararnar hava fingiđ verkfallsrćtt er ein fakfelagsligur fyrimunur, men í hesum fřri hevur tađ skapađ stórar politiskar trupulleikar, tí verkfalliđ rakar alt samfelagiđ, og nćmingar fáa ikki sína lógartryggjađu undirvísing. Tá iđ so nógv viđurskifti hava ligiđ á láni í mong ár í Fřroyum, er eyđsćđ, at trupulleikar og ósemjur renna saman.

    6.

    Fólkaskúlalógini verđur lív lagađ í einum mennandi samfelagi. Tá núverandi ósemja er loyst, kann řll orka fara til at gera fřroyska fólkaskúlan til eitt fyridřmi um nútímans undirvísing og útbúgving fyri řll í samfelagnum – uttan mun til ymisk evni, sosiala střđu, trúgv ella bústađ í landinum. Fólkaskúlalógin er ćtlađ sum ein karmur um fólkaskúlans virksemiđ. Řll eiga vit at gera okkara til at fylla upp í karmarnar, men landsstýriđ og lřgting hava ábyrgdina og skulu tryggja, at karmarnir eru í lagi. Tađ krevur eina langtíđarćtlan og gott samskifti millum allar partar.

    7.

    Landsstýrismađurin ćtlar ikki at leggja uppskot fram um at strika nakra grein í lřgtingslógini um fólkaskúlan vegna vantandi játtan, men fer tó at minna á, at vantandi játtan er einki nýtt fyribrigdi. Landsstýrismađurin skal halda seg til teir játtanarkarmar, iđ verđa samtyktir. Til ber eisini at gera sera nógvar ymsar metingar av kostnađinum fyri virksemi fólkaskúlans. Landsstýrismađurin fer sum nevnt at lýsa třrvin og gera metingar um, hvussu lógin verđur umsitin best, so at allir tćttir fáast at virka á skúlunum yvir eitt áramál viđ kunngerđum og rundskrivum.

8.

Landsstýrismađurin ćtlar sjálvsagt út frá metingum um třrv og neyđugum rađfestingum at gera uppskot á komandi fíggjarlógum og at gera langtíđarfíggjarlóg fyri fólkaskúlan, sum tingiđ verđur at taka střđu til.

Annars kann verđa upplýst, at játtanin til fólkaskúlan á árligu lřgtingsfíggjarlógunum, tey seinastu trý árini, er řkt viđ uml. 10 mió. kr. í fřstum prísum.

Máliđ avgreitt.