Fyrispurningur um lįn og effektiv vešhald o.t.

100-28 Fyrispurningur til Jųrgen Niclasen, landsstżrismann, višvķkjandi lįnum, effektivum vešhaldum o.t.

 

Įr 2000, mikudagin 15. mars, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Tórbjųrn Jacobsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

Undirritaši lųgtingsmašur setir herviš fram soljóšandi skrivligan fyrispurning til Jųrgen Niclasen, landsstżrismann ķ fiskivinnumįlum,

višvķkjandi lųgtingsmįli nr. 1-8/1999 (eykafķggjarlųgtingslógin), konto 5.34.5.01; lįn, effektiv vešhald o.t.:

  1. Hvųrjum er hetta gjaldfųrislįniš latiš sambęrt lųgtingslóg nr. 102 frį 19.08.1988 um endurnżggjan av fiskiskipaflotanum. Lįniš er skrįsett hin 27.03.1998, hvussu eitur reišarķiš og somuleišis skipiš, talan er um?
  2. Hvųr er orsųkin til, at nevnda gjaldfųrislįn varš veitt, og undir hvųrjum treytum varš hetta jįttaš?
  3. Hvussu var fķggjarstųšan hjį viškomandi lįntakara, tį iš gjaldfųrislįniš varš veitt?

Višvķkjandi konto nr. 5.34.5.07 ķ somu eykajįttanarlųgtingslóg verša settir fram hesir fyrispurningar:

  1. Hvųnn veršur goldiš fyri, og hvųr er taš, sum rindar aftur nevnda vešhald, hvussu eitur reišarķiš og somuleišis skipiš?
  2. Undir hvųrjum fortreytum, nęr og hvussu nógv hevur landskassin vešhildiš fyri ķ hesum serstaka fųri? Heitt veršur į landstżrismannin um at višleggja dokumentatión hesum višvķkjandi!
  3. Hvųr er orsųkin til, at hesi effektivu vešhald verša goldin nś og viš jśst teimum nevndu upphęddunum?
  4. Eru nakrar serstakar fortreytir galdandi fyri rindanini av umrųddu lįnum, t.v.s., er taš hugsandi, at hetta er ein lišur ķ eini eventuellari sanering sambęrt lóggįvu ella lķknandi?
  5. Hvussu er fķggjarstųšan hjį viškomandi reišarķi? - Landsstżrismašurin veršur bišin um at koma viš einari dokumentatión hesum višvķkjandi!

Višmerkingar:

Seinast, tį iš ófrįbošašir fyrispurningar vóršu settir og svarašir į Lųgtingi, spurdi undirritaši lųgtingsmašur landstżrismannin ķ fķggjarmįlum, um hann kundi gera greišu į, hvašani tųlini į omanfyrinevndu konti stavašu, og hvussu samanhangurin var ķ hesum mįli. Taš var greitt, at landstżrismašurin var ķ iva um hesar upphęddir og segši seg bara kunna gita sęr til, hvašani tęr stavašu, eftir teimum frįgreišingum, hann hevši fingiš śr fiskimįlastżrinum. Landsstżrismašurin ķ fiskivinnumįlum gjųrdi onga roynd at greiša tingmonnum og harviš Fųroya fólki frį mįlinum, og tķ verša spurningarnir settir fram.

Vešhaldini, iš seinni gjųrdust effektiv, vóru ein sśla undir tķ serliga slagnum av sosialdemokratiskum koloni-bśskapi, sum Fųroyar ķ eitt longri tķšarskeiš vóru vęlsignašar viš. Onkur kallaši henda avanseraša blandingsbśskapin fyri privat-kommunismu, og avleišingarnar gjųrdust lķka svįrar sum allastašni har, iš mųrkini ķ millum alment og privat gerast ógreiš og at enda hvųrva.

Ongin hevši vęntaš, at effektivu vešhaldini ein dag fóru at gerast ein lukrativ forrętning fyri hin fųroyska landskassin. Soleišis, sum ein ķ fyrsta umfari og eygnabragdi lesur eykafķggjarlųgtingslógina viš nęrum ongum višmerkingum, ber illa til at koma til ašra nišurstųšu enn hana, at her er ein ręttilig kśvending farin fram. Mįti skal vera viš višrįki, nś tį iš effektivu vešhaldini eisini eru farin at renna inn ķ landskassan. Ein sólskinssųga, sum valla nakar frammanunda hevši megnaš at spįtt um.

Taš er yvirhųvur semja ķ samgonguni um, at gerast skal upp viš hin gamla vinnulķvspolitikkin, sum nęrum gjųrdi enda į samfelagnum. Skottast skal upp ķ millum alment og privat, og vinnan skal hava greišar karmar og góš kor at virka undir. Taš er ķ tķ ljósini, at spurningarnir verša settir fram.

Ķ uppskotinum frį landsstżrinum til eykafķggjarlųgtingslóg višvķkjandi omanfyrinevndu konti eru bara fįar og hartil sera lķtiš ķtųkiligar upplżsingar um, hvat iš bżr undir upphęddunum. Ķ millum nakaš og einki veršur sagt um sjįlvt grundarlagiš fyri nevndu jįttanum og harafturat veršur als ongin lżsing gjųrd av teimum višurskiftum, sum eru atvoldin til, at hetta uppskotiš er komiš į tingborš jśst nś sum ein eykajįttan ķ stašin fyri, at hon varš veitt sum ein vanlig jįttan į Lųgtingsins fķggjarlóg.

Taš veršur bara nevnt, at jįttaš eru gjaldfųrislįn sambęrt lųgtingslóg nr. 102 frį 19.08.1988 um endurnżggjan av fiskiskipaflotanum, og er hetta framt hin 27. mars 1998. Sķšani veršur bošaš frį, at taš ķrestar at jįtta eina ratu, įljóšandi 1,5 milliónir krónur ķ 1998 til hetta sama endamįl.

Višvķkjandi vešhaldunum fęst bara at vita, at śtreišslujįttanin umfatar tęr vešhaldsskyldur, sum landskassin hevur mótvegis fiskiskipum, og harafturat veršur upplżst, at inntųkujįttanin er afturgjald av goldnum borganum.

Talan er um eina jįttan į śtreišslusķšuni fyri vešhald, įljóšandi 1 millión krónur, ķ mešan inntųkusķšan er uppgjųrd til 3,0 millónir krónur. Eykajįttanin er uppgjųrd til 9,2 milliónir krónur og harviš koma jįttan & eykajįttan tilsamans upp į 12,2 milliónir krónur.

Višmerkingarnar til hesa konto siga lķtiš og einki um, hvat iš mįliš ķ heila takiš snżr seg um. Sigast mį, at landsstżriš av eini ella ašrari orsųk er sera afturhaldandi fyri ikki at siga pķriš viš upplżsingum og greiningum ķ hesum mįli. Annašhvųrt viš vilja ella vónandi av berum gįloysni veršur m.a. einki orš nevnt um, hvųr iš skuldarin er, ella hvussu taš ber til, at jśst hesi tųlini eru komin at standa į jįttanini og annars, hvųrjar iš orsųkirnar eru til, at henda jįttanin er komin at standa į eykafķggjarlųgtingslógini og er voršin so serliga aktuel beint ķ hesum tķšarskeiši.

Undirritaši vónar, at mįliš viš hesum fyrispurningi veršur meiri nįgreiniliga lżst, soleišis at vanligi skattaborgarin fęr eitt betri innlit ķ, hvussuleišis hansara peningur veršur umsitin, og at hann harumframt eisini kann fįa eina haldgóša trygd fyri, at hitt neyšuga fyrilitiš og skynsemiš er leisturin frį almennari sķšu, tį iš stušul av slķkum slagi veršur veittur.

Tį iš hesin fyrispurningur ikki įtti at veriš nakar tungur buršur fyri fyrisitingina, er svariš vęntandi ķ nęstum.

Į tingfundi 16. mars 2000 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 5. mai 2000 svaraši Jųrgen Niclasen, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis

Svar:

Ad. 1. Talan er um eitt gjaldfųrislįn uppį tilsamans 6 mió. kr, sum er veitt P/F Christian ķ Grótinum. Talan er um nótaskipiš "Christian ķ Grótinum".

Ad. 2. M/s "Christian ķ Grótinum" kostaši umleiš 103 mió. kr. at byggja. Fķgging fekst til vega frį Fųroya Realkreditstovni og frį Den Norske Bank. Realkreditstovnurin umsitur gjaldfųrislįn, sum eru veitt sambęrt lųgtingslóg um endurnżggjan av fiskiskipaflotanum, vegna Fųroya Landsstżri. Ķ hesum sambandi sųkti reišarķiš eisini landsstżriš um fķgging, og varš teimum jįttaš tilsamans 6 mió. kr. ķ gjaldfųrislįni soleišis, at 1,5 mió. kr. vóršu goldnar ķ 1998, 3 mió. kr. ķ 1999 og 1,5 mió. kr. įr 2000. Rentan į gjaldfųrislįninum er ķ lųtuni 5,5 %. Višvķkjandi gjaldfųrislįninum er annars at siga, at taš er avdrįttarfrķtt tey fyrstu 10 įrini, og veršur sķšani at afturgjalda yvir 2 įr. Taš skal višmerkjast, at hetta er seinasta gjaldfųrislįn, sum er veitt sambęrt lųgtingslóg um endurnżggjan av fiskiskipaflotanum.

Ad. 3. Sambęrt konsernroknskapinum hjį P/F Christian ķ Grótinum fyri 1997, įtti og rak konsernin tįverandi m/s Christian ķ Grótinum og įtti partabrųvini ķ P/F Palli, sum įtti og rak m/s Palli hjį Mariannu, sum sķšani eisini er seldur. Įrsśrslitiš fyri 1997 sambęrt roknskapinum varš eitt undirskot uppį kr. 776.000,-. Felagiš hevši ķ 1997 eina samlaša skuld uppį kr. 52.563.000,- mešan eginpeningurin varš 21.656.000,-, iš svarar til 41,2 %.

Višvķkjandi konto nr. 5.34.5.07 ķ somu eykajįttanarlóg:

Ad. 1. Talan er um P/F Samvinnufelagiš ķ Sandavįgi, iš eigur og rekur rękjutrolaran m/s "Hųgafoss".

Ad. 2.: Talan er um eitt skašaloysisbręv įljóšandi kr. 26.600.000,- sum liggur sum grund fyri skuld hjį P/F Samvinnufelagnum til tįverandi A/S Kjųbenhavns Handelsbank upprunaliga stór kr. 24.197.000,-. Skašaloysisbręviš er skrįsett ķ skipaskrįsetingini hin 7. mai 1984. Fųroya Landsstżriš hevur viš įriti 13. aprķl 1984 vešhildiš fyri afturgjalding av hųvušsstóli og rentum sambęrt skuldarbręvinum. Sambęrt kontoavriti frį Fųroya Gjaldstovu byrjar landsstżriš longu ķ maj 1986 at leggja śt fyri vešhaldskskyldur, og heldur hetta fram til ķ 1993, tį alt lįniš veršur uppsagt endaliga.

Ad. 3. Sum vķst į ķ svarinum til spurning 2, er vešhaldiš hjį landsstżrinum ikki voršiš effektivt nś, men byrjaši landsstżriš longu ķ 1986 at gjalda śt fyri vešhaldsskyldur.

Ad. 4. Sambęrt lųgtingslóg nr. 26 frį 14. mars 1997 um umlegging av lįnum v.m. hjį fjarfiskiflotanum er landsstżrinum heimilaš heilt ella lutvķst at umleggja eina av landskassanum goldna borgan til eitt rentu- og avdrįttarfrķtt, sum veršur nišurskrivaš eftir einum įramįli, iš veršur įsett av landsstżrinum. Ķ lógini er įsett, at um so er, at fiskifar, iš hevur fingiš umlagt lįn v.m. skiftir eigara, įšrenn ųll skuldin er nišurskrivaš, fellur skuldin, heruppiķ tann parturin, sum er nišurskrivašur, til gjaldingar. Lógin frį 1997 var ein roynd at varšveita fjarfiskiflotan, serstakliga rękjuskipini, sum um taš mundi hųvdu vįnalig śrslit og nógva rentuberandi skuld at dragast viš, og stórur vandi var fyri, at fleiri skip vóršu seld av landinum, viš tķ mųguleika, at vit umframt at missa skipini av landinum, noyddust at gjalda ųll vešhaldini. Viš hesari heimild hevur taš boriš til at rudda upp ķ slķkum mįlum um millumverandi viš fjarfiskiflotan, eins og taš frammanundan er gjųrt viš slķk millumverandi viš heimaflotan.

Ad. 5. Sambęrt įrsroknskapinum hjį P/F Samvinnufelagnum fyri 1998, varš įrsśrslitiš 1.194.895 kr. móti 594.000 kr. ķ 1997. Javnvįgin ķ fķggjarstųšuni var pr. 31.12.1998 46,7 mió. kr. Av hesum var eginpeningurin um kr. 2.065.000,-, svarandi til umleiš 4,4 % av samlašu ognunum. Av hesum er langfreistaša skuldin 35,6 mió. kr. mešan samlaša skuldin er 44,7 mió. kr. Tį umlegging av landskassavešhaldinum er framd og umfķgging, umvęlingar og umbyggingar eru gjųrdar, veršur langfreistaša skuldin umleiš 28,5 mió. kr. mešan samlaša rentuberandi skuldin veršur umleiš 35 mió. kr. umframt taš umlagda rentu- og avdrįttarfrķa studningslįniš til landskassan uppį umleiš 17,4 mió. kr.

Mįliš avgreitt.